Har teir vóru fingnir náði Guds til verkið

Paulus var tætt knýttur at samkomuni í Antiokia, tá ið Heilagi Andin sendi hann og Barnabas út við evangeliinum. Hann var eisini tætt knýttur at henni í mong ár, eftir at teir fyrstu ferð fóru út. Hon var heimasamkoman hjá honum.

Sambandið millum Paulus og samkomuna í Antiokia hevur nógv at læra okkum. Tað lýsir so væl bíbilsku meginregluna, at vilja vit vera partur av tí, sum Gud ger, mugu vit fyrst taka okkum tíð at gerast partur av samkomulívinum, har vit eru. 

Eg eri bangin fyri, at her fara vit, sum kalla okkum trúboðarar, ofta skeiv – og vit munnu ikki vera tey einastu. At halda, at fólk skulu standa saman við okkum, tá ið tað kemur til tað, sum vit gera, tá ið vit ikki standa saman við teimum, tá ið tað kemur til tað, sum tey gera, er bæði órímiligt og óbíbilskt.

Annað er, at tað kann siga nógv um eina tænastu ella samkomu, at fólk ikki síggja tørvin í at standa saman við henni.

Nú bleiv eg kanska í so naskur. Vit kava í Ápostlasøguna.

Eitt sindur meira um samkomuna í Antiokia og Paulus

Sum nevnt búði Paulus leingi í Antiokia, áðrenn hann fór út við evangeliinum. Hann var ein týdningarmikil partur av samkomulívinum har í býnum, bæði tá ið tað kom til at læra úr skriftunum og eisini at hjálpa teimum fátæku í Jerúsalem (Áp. 11.26-30).

At hann er nevndur millum lærararnar og profetarnar í samkomuni (Áp. 13.1), merkir óivað, at hann hevur verið ein av umsjónarmonnunum ella elstunum í samkomuni. Hetta var ikki maður, sum bara datt inn á møtið soleiðis av og á.

Og sambandið endaði ikki, tá ið hann fór út við evangeliinum. Byrjanin av trettanda kapitli og endin av fjúrtanda kapitli lýsa hetta so væl. 13. kapittul byrjar við at siga frá, hvussu hann og Barnabas fóru úr Antiokia, og 14. kapittul endar við at siga okkum, hvussu teir komu aftur til Antiokia (Áp. 14.27-28):

„Táið teir komu hagar, kallaðu teir saman samkomuna og søgdu teimum frá stórverkunum, ið Gud hevði gjørt við teimum, og at Hann hevði latið heidningunum upp dyr trúarinnar.
Og so vórðu teir hjá lærisveinunum har ikki so stutta tíð.“

Og tá ið teir komu heim, hildu teir á, har teir sleptu. Eg hugsi her um tænastu teirra í samkomuni.

Tað var, meðan teir soleiðis vóru heima, at teir komu í stríð við lóglærarar úr Jerúsalem (Áp. 15.2). Hetta kann samanberast við tað, sum hendi millum Paulus og Pætur í Galatiabrævinum 2. kapitli. 

Pætur var í Antiokia og vitjaði. Alt hevur helst verið í so nýtt fyri hann. Jú, hann hevði verið saman við heidningum, men ikki so nógv, sum hann var tað í Antiokia. Hann megnaði tað, so leingi sum eingin úr Jerúsalem sá, men so komu fólk úr samkomuni í Jerúsalem – og tá „dró hann seg undan og skilti seg út, tí hann ræddist teir av umskeringini.“

Paulus gav honum av at vita (Gal. 2.11-14). Hann gjørdi tað bæði fyri at verja evangeliið, og tí hann var so eymur um samkomuna í Antiokia. Tey flestu í samkomuni vóru jú heidningar.

Lat meg skoyta uppí her, at Paulus var ápostul, og tí hevði hann myndugleika, sum eingin okkara hevur. Vit mugu ómøguligt halda, at vit kunnu fara fram við myndugleikanum, sum Paulus hevði, tá ið hann kom aftur til Antiokia. Og tó, umsorgan okkara fyri samkomuni má vera hin sama.

Tá ið Paulus fór út við evangeliinum aðru ferð, lesa vit:

„Men Paulus valdi sær Silas og fór avstað, eftir at brøðurnir høvdu givið hann upp til náði Harrans.“ (Áp. 15.40).

Tað var samkoman, sum gav hann upp til náði Harrans.

Eftir hetta tykist tað, sum at tað dragnaði millum Paulus og samkomuna í Antiokia. Ápostlasøgan 18.22 og 23 nevnir í heilt stuttum, hvussu Paulus kom aftur til Antiokia og síðan fór avstað aftur, men ikki meir. Umstøðurnar vóru broyttar, og onnur stóðu honum við lið. Aðrar samkomur og onnur samverkafólk spældu nú ein størri lut enn samkoman í Antiokia. Og soleiðis er tað ofta, serliga hjá einum, sum ferðaðist og flutti so nógv sum Paulus.

Hetta merkir tó ikki, at Paulusi ikki longur tørvaði stuðlar. Alt lívið tørvaði honum samkomur og trúgvandi, sum kendu hann og søgu hansara, fólk, sum kundu vera honum til hjálpar, tá ið honum tørvaði tey. Og var tað galdandi fyri Paulus, er tað ikki minni galdandi fyri okkum.

Okkum øllum tørvar fløvandi hond teirra, sum hava verið partur í, at vit eru fingin náði Guds til verkið.