Skjøldir kappanna – ikki salvaður við olju
„Dávid sang henda sorgarsong um Saul og Jónatan, son hansara, og gav tað boð, at Judasynir skuldu læra „Bogan“ – hann er uppskrivaður í „Bók hinna sannhjartaðu“ –:“ Seinna Sámuelsbók 1.17-18
Saul og Jónatan liggja falnir á Gilboafjøllum. Dávid er sundurbrotin av harmi og skrivar ein sorgarsong um feðgarnar. Grípandi sangur. Vit hyggja at einum lítlum broti (2. Sám. 1.21):
„Gilboafjøll!
Ei falli døgg, og ei regn á tykkum,
ei veri har markir, sum bera offurgávur!
Tí har vórðu skjøldir kappanna vanærdir,
skjøldur Sauls – ikki salvaður við olju.“
Í djúpu sorg síni lýsir Dávid bann yvir Gilboafjøll, tí tað var har, Saul og Jónatan fullu. Líðirnar á Gilboafjøllum høvdu verið gróðrarríkar markir, tað fóru tær ikki at verða longur. Nú fóru tær at verða oydnar.
Ríki vøksturin á Gilboafjøllum hevði verið nýttur til offurgávur, Harranum til góðan anga. Soleiðis fór ikki at verða longur. Nú fór har hvørki at falla døgg ella regn. Himmalin fór at verða afturlatin.
Og alt tí, at Saul valdi ikki at vera Gudi trúgvur. Hetta minnir okkum á Rómbrævið 8.20-22:
„Skapningurin varð jú lagdur undir fáfongd, ikki við vilja sínum, men fyri Hansara skuld, sum legði hann undir hana,
í vón um, at skapningurin við skal verða loystur úr trældómi forgeingiligleikans til dýrdarfrælsi Guds barna.
Vit vita jú, at allur skapningurin tilsamans suffar og hevur verkir líka til nú.“
Og so til seinnu helvt av Seinnu Sámuelsbók 1.21:
„Tí har vórðu skjøldir kappanna vanærdir,
skjøldur Sauls – ikki salvaður við olju.“
Skjøldir kappanna sipar óivað til Saul og Jónatan. Orðið vanærdur kann umsetast, vrakað, tveitt burtur ella slept. Tann, sum hevði hildið honum, hevði mist skjøldin í fallinum, og nú lá hann har í runu og blóði, kanska beint við síðuna av deyða eigaranum. Alt meðan filistararnir háðandi vanærdu tað, teir sóu.
Vanliga vóru skjøldirnir salvaðir við olju. Salvaði skjøldurin minnir um Saul, Guds salvaða (1. Sám. 10.1). Eftir tað, sum hent hevði á Gilboafjøllum, hevði tann salvingin lítið at týða.
Orðið salvaður kann eisini umsetast smurdur. Skjøldirnir vóru gjørdir av viði og máttu tí smyrjast regluliga við olju, bæði so teir kundu vera nýtiligari, og eisini so lættari var at halda teir reinar. Nú lógu teir har dálkaðir við blóði, gloymdir og til ónýttu, ongin smurdi teir longur.
Oljan er ein mynd av Heilaga Andanum, og skjøldurin er ein mynd av trúnni. Tá ið synd kemur uppí, missa vit skjøldin, trúgvin endar í rununi, og oljan, Heilaga Andin, sum helt okkum rein og nýtilig, er ikki longur sjónsk. Deyðin er komin inn, og okkara ríku Gilboafjøll eru vorðin oyðin.
Ei undur í, at Dávid var sundurbrotin av sorg. Tað var eingin orsøk, at tað skuldi enda soleiðis. Saul kundi verið komin aftur til Harran. – Og tað kunnu vit eisini, aftur og aftur.
Kanska hevði tað verið hóskandi at enda við at lisið allan sangin (2. Sám. 1.19-27):
„Prýði títt, Ísrael, liggur dripið á heyggjum tínum
– á, at hetjurnar skuldu falla!
Sigið ikki frá tí í Gat,
kunngerið tað ikki á gøtunum í Askalon
– so ikki Filistaradøturnar fara at frøast,
døtur hinna óumskornu at rópa av gleði!
Gilboafjøll!
Ei falli døgg, og ei regn á tykkum,
ei veri har markir, sum bera offurgávur!
Tí har vórðu skjøldir kappanna vanærdir,
skjøldur Sauls – ikki salvaður við olju.
Frá blóði falna,
frá fiti kappanna
veik bogi Jónatans ikki;
aldri kom svørð Sauls ómettað aftur.
Saul og Jónatan,
elskuligir og mildir í lívinum,
skiltust ikki heldur í deyðanum;
kvikari vóru teir enn ørnir,
sterkari enn leyvur.
Á døtur Ísraels!
Grátið um Saul,
sum klæddi tykkum fagurt í purpur,
og sum setti gullstás á klæði tykkara!
Á, at hetjurnar skuldu falla í stríðnum!
Dripin liggur Jónatan á hæddum tínum!
Sárliga syrgi eg teg, bróðir mín Jónatan!
Tú vart mær hjartans kærur;
kærleiki tín var mær undurfullur,
meiri enn kvinnukærleiki.
– Á, at hetjurnar skuldu falla,
hervápnini ganga til grundar!“