Pætur – ein klettur!
Eitt sindur um Pætur, ein av lærisveinunum, sum var Jesusi nær.
Vit kenna frá barnsbeini sangin:
Pætur út á vatnið gekk,
tá hann sá á Jesus.
Og jú, Pætur gekk á vatninum, so leingi hann hugdi á Jesus. Men so fór hann at søkka, tí hann hugdi at umstøðunum, havsbylgjunum, rundan um seg. Vit hava øll tað í felag við Pætur, at vit hyggja at havsbylgjunum rundan um okkum ístaðin fyri at hava Jesus fyri eyga. Tá er tað, vit byrja at søkka, vit lata bylgjurnar taka okkum. Men vit hava ikki øll tað til felags við Pætur, at vit stíga úr bátinum í trúgv, sum hann gjørdi. Hattin av fyri Pæturi, hann steig úr bátinum. Kanska hava vit heldur hug at døma Pætur: „Hvussu kundi hann hyggja at havsbylgjunum, tá ið Jesus var framman fyri honum? Sami Jesus, sum hevði prógvað, hvør Hann var? Hvussu kundi Pætur ivast?“
Ein onnur søga um framfýsna Pætur:
Í Jóhannes 13. kapitli tosar Jesus um deyða Sín. Hann sigur lærisveinunum, at teir kunnu ikki fylgja Honum, hagar Hann fer. Men Pætur er kvikur at geva lyfti. Hann lovar Jesusi, at hann vil enntá geva lív sítt fyri Hann. Jesus svarar honum (v. 38):
„Skalt tú geva lív títt fyri Meg? Sanniliga, sanniliga sigi Eg tær: Hanin fer ikki at gala, fyrrenn tú tríggjar ferðir hevur avnoktað Meg!“
Soleiðis varð. Tá ið Jesus var tikin og dømdur, tá sviku vinirnir Hann, allir sum ein, eisini Pætur.
Sagt varð fleiri ferðir við Pætur, at hann var ein av teimum, sum fylgdist við Jesusi, men hann noktaði at kennast við Hann. Pætur, sum beint frammanundan ætlaði at geva lív sítt fyri Jesus, stakk nú halan millum beinini og flýddi bebbaræddur.
Nú skuldi tú trúð, at úti var við Pæturi. Nú fór Jesus helst ikki at tíma at fáast við hendan vingliskøltin meira. Hjá Pæturi var tað bara orð. Hann var skjótur at tosa og lova, tá ið kenslurnar vóru góðar. Júmen, her kenna vit okkum aftur í Pæturi. Lætt er at geva lyfti, tá ið alt kennist gott og trygt.
Í Jóhannes 21. kapitli fer ein hending fram aftan á, at Jesus er risin upp:
Tað er tíðliga á morgni við Tiberiasvatn. Pætur og nakrir aðrir lærisveinar, ið fóru út at fiska, høvdu roynt alla náttina, men einki fingið. Teir sigla móti landi og síggja ein mann standa á strondini. Hann biður teir seta garnið út høgrumegin bátin, so skuldu teir fáa. Teir so gjørdu, og nú var garnið fult av fiski. Tá skiltu teir, at hetta var Jesus.
Hugsa tær, hvussu skilaleyst hetta tóktist! Pætur og teir hava roynt alla náttina, men einki fingið, og so biður Jesus teir seta garnið út høgrumegin bátin, og nú vóru teir ikki mentir at draga garnið upp, so nógvur fiskur var í tí. Hvat hendir her? Jú, Jesusar skapandi orð gera undurverk, og lýdnið móti Honum – eisini tá ið boðini tykjast skilaleys – gevur signingina.
Síðan hava teir samfelag við Jesus. Ímynda tær hesa heilagu løtu: Morgunstund, og hin upprisni Jesus stendur á strondini. Teir høvdu einki fiskað, men lýdnir móti boði Jesusar hava teir nú fingið fult garn av fiski. Tá ið teir koma á land, síggja teir kolgløður við fiski og breyð. Ein máltíð liggur til reiðar til teir. Jesus tekur breyðið og gevur teimum tað og fiskin, og teir eta. – Man tað ikki hava verið ein vælsignað máltíð – móðir og svangir eftir eina strævna nátt.
Tá ið teir høvdu etið, fer Jesus at tosa beinleiðis við Pætur. Hann eggjar hann (Jóh. 21,15):
„Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg, meir enn hesir?“ Og Símun Pætur svarar: „Ja, Harri, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ Tá segði Hann við Símun Pætur: „Føð lomb Míni!“
Jesus spyr hann aðru ferð (Jóh. 21,16):
„Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg?“ og Símun svarar Honum: „Ja, Harri Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ Tá segði Jesu við hann: „Ver hirði hjá seyði Mínum!“
Og triðju ferð sigur Jesus við Pætur (Jóh. 21,17-19):
„Símun, sonur Jóhannes, hevur tú Meg kæran?“ Pætur varð tungur, tí Hann triðju ferð segði við hann: „Hevur tú Meg kæran?“ og hann segði við Hann: „Harri, Tú veitst alt, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ Tá segði Jesus við hann: „Føð seyð Mín!
Og Jesus heldur fram at siga við Pætur, at tá ið hann var yngri, vildi hann gera alt sjálvur og fara hagar, sum hann hevði hug til. Men tá ið hann verður gamal, fer hann at loyva einum øðrum at gera seg til reiðar at fara hagar, sum hann ikki vil.
Hetta segði Jesus fyri at vísa Pæturi, hvussu hann skuldi doyggja fyri at dýrmeta Gud. Og tá ið Jesus hetta hevði sagt, segði Hann við Pætur (Jóh. 21,19): „Fylg Mær!“
Pætur fekk ein nýggjan møguleika, eina nýggja byrjan. Hann fekk eitt kall frá Jesusi, og vit vita eisini, at Pætur upprunaliga varð kallaður Símun, men Jesus hevði givið honum navnið Pætur, sum merkir klettur. Pætur, sum var ein bebbaræddur vingliskøltur,var av Jesusi valdur at verða ein klettur? Pætur skuldi verða ein klettur, ein grundvøllur, sum samkoman skuldi byggjast á. Hví valdi Jesus ikki ein sterkan, støðufastan, djarvan persón? Men tað gjørdi Hann ikki. Hann valdi Pætur, tí Hann skuldi opinbera dýrd Sína í og ígjøgnum hann. Jesus skuldi gera eitt arbeiði í honum, Hann skuldi gera hann til ein klett, so heimurin kundi vitna um Jesusar verk.
Í Ápostlasøguni 2. kapitli verður Heilagi Andin útheltur á hvítusunnudegi. Jesus er farin til Himmals. Hann er farin frá lærisveinunum, men Hann hevði lovað at sent Talsmannin at verða hjá teimum. Og nú kom Talsmaðurin, Heilagi Andin. Hann kom við troyst, kraft og dirvi og fylti staðið og fólkið.
Her stígur ein umbroyttur Pætur fram. Púra óttaleysur, fullur í kraft og vísdómi. Hann talar til fólkið um Jesus. Og hendan dagin tóku okkurt um 3000 sálir ímóti Honum, og tey vórðu doypt. Her varð NT-samkoman stovnað, og Jesusar orð gingu út, at Jesus skuldi byggja samkomuna á klettin Pætur. Vit lesa víðari í Ápostalsøguni um Pætur, sum ger undurverk, sum vitnar í dirvi, sum verður settur fastur fyri trúnna, vitnar fyri ráðnum. Hetta var sami Pætur, sum stutt frammanundan flýddi bebbaræddur, tá ið hann varð spurdur um Jesus.
Bíblian snýr seg ikki um hetjur, sum dýrmettu Harran. Hon snýr seg um Hann. Alt peikar á Hann og Hansara verk. Hesum kunnu vit hvíla í og hava ta vón, at eisini í okkum kann Hann gera slík undur, bert um vit játta at elska Hann og vilja føða lomb og seyð Hansara og vera hirði hjá seyðinum.