Syrgilig byrjan, men góður endi
Paulus var vónbrotin av Markusi; so vónbrotin, at tað seinni oyðilegði samarbeiðið millum Paulus og Barnabas. Eg haldi, at mong av okkum munnu kenna okkum aftur, bæði í Markusi og Paulusi. Tað er ein sera nívandi kensla at gerast so vónsvikin av onkrum, at tú einki meira vilt hava við viðkomandi at gera. Og kenslan er ikki minni nívandi, tá ið tú merkir, at tú hevur gjørt onkran so vónbrotnan, at viðkomandi einki vil hava við teg at gera longur.
Kanska ikki so løgið, at søgan um Markus hevur verið so mongum til ávaring, eggjan og troyst.
Markus skrivaði Evangeliið, sum ber navn hansara. Hildið verður, at møguliga lýsir hann seg sjálvan, tá ið hann sigur frá hesi hending í Evangeliinum (Mark. 14.51-52):
„Ein einstakur ungur maður fylgdi aftan á Honum; hann hevði línklæði sveipað um bera kropp sín. Teir tóku hann; men hann slepti línklæðinum og flýddi nakin.“
Hann vildi so gjarna vera djarvur og fylgja Jesusi, men megnaði tað ikki. Vit kenna okkum aftur.
Markus og stuðulin
Fyrstu ferð, Markus er nevndur í Skriftini, er í Ápostlasøguni 12.12. Hetta er, tá ið eingilin bjargaði Pæturi út úr fongslinum. Vit lesa, at hann fór:
„til hús Mariu, móður Jóhannesar, sum hevði tilnavnið Markus; har vóru mong savnað og bóðu.“
Seinni – í Fyrra brævi Pæturs 5.13 – kallar Pætur hann „Markus, sonur mín“. Hann meinar sjálvandi ikki, at hann var bókstavliga sonur hansara, men at hann sá hann, sum barn sítt í trúnni.
Barnabas og Markus vóru systkinabørn (Kol. 4.10). Kanska er tað tí, at Barnabas var tolnari við hann enn við Paulus.
Fyrstu ferð, vit møta honum saman við Paulusi og Barnabasi, er, tá ið teir fara heim aftur til Antiokia eftir at hava verið í Jerúsalem við hjálp til tey trúgvandi (Áp. 12.25).
Markus og stríðið
„… Teir høvdu eisini Jóhannes við at ganga sær til handa.“ Ápostlasøgan 13.5
Tá ið Heilagi Andin sendi Paulus og Barnabas út, tørvaði teimum onkran at ganga sær til handa, og tí tóku teir Jóhannes Markus við sær. Men á ferðini skiltist Markus frá teimum og fór heim (Áp. 13.13).
Seinni, tá ið Paulus og Barnabas skuldu fara út fyri aðru ferð, vildi Barnabas hava Markus við, men Paulus segði kortanei. Vit lesa:
„Tað kom tá til hvast stríð, so teir skiltust hvør frá øðrum; og Barnabas tók Markus við sær og fór við skipi til Kýpern.“ Ápostlasøgan 15.39
Tað, sum síðan hendi
Vit vita ikki júst, hvussu leikur er farin fram, eftir at tey bæði systkinabørnini fóru til Kýpern; men Barnabas hevur dugað at fingið tað besta burturúr.
Vit lesa seinni, at Markus kom at arbeiða bæði saman við Pæturi og Paulusi. Pætur nevnir hann „Markus, sonur mín“ – sum longu nevnt – í brævi sínum, og Paulus nevnir hann tríggjar ferðir í brøvum sínum:
- Kolossebrævið 4.10:
„… letur heilsa tykkum, eisini Markus, systkinabarn Barnabas. Hann hava tit fingið boð um – kemur hann til tykkara, so takið ímóti honum.“
- Filemon 1.23-24:
„… letur heilsa tær, somuleiðis Markus … – ið gera sama verk sum eg.“
- Seinna Timoteusbræv 4.11:
„… Tak Markus og hav hann við tær! Hann er mær til góða hjálp í tænastuni.“
Ungi maðurin, sum skiltist frá teimum, bleiv ein sannur stuðul og fekk hetta viðmæli frá Paulusi:
Hann ger sama verk sum eg, og hann er mær til góða hjálp í tænastuni.
Og soleiðis ger Gud, um vit vilja loyva Honum tað. Vilji Hansara er altíð at endurreisa okkum og rætta samfelag okkara við tey, sum vit hava sært og gjørt vónbrotin.
„Hann skal ikki sora hitt brotna rørið og ikki sløkkja hitt rúkandi skarið, inntil Hann hevur ført rættin fram til sigur.“ Matteus 12.20
Kanska Paulus hugsaði um Markus, tá ið hann skrivaði:
„Takið tí hvør ímóti øðrum, eins og eisini Kristus tók ímóti okkum, Gudi til dýrd!“ Rómbrævið 15.7