Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Tá ið bátur skuldi dragast úr neysti

21/03/2025

– grein um bøn eftir Sonna Poulsen

Sonni og eg eru javnaldrar og fóru saman við familjum okkara út á „hermótið“ umleið sama tíðarskeið – tey til Papua Nýguinea og vit til Filipsoyggjar. Í fjør legði hann grein út á evr.fo, sum hann hevur givið okkum loyvi at leggja út her. Ein sera góð, álvarsom og grípandi grein, skrivað á beinraknum og mergjaðum sandoyarmáli. Vóni hon verður tykkum til líka stóra signing, sum hon var mær.

———————

Eg las eina bók um bøn langt síðani, og vakti hon av álvara tankarnar. Rithøvundurin vísti á, at vit kundu vera eins virkin sum trúboðin hinumegin klótuna, ja, enntá í vissum førum meiri virkin enn trúboðin. Eg fari at geva áðurnevnda rithøvundi rætt í tí, at har – á knøunum – er tað, at veruligi bardagin fer fram.

Tá ið bátur skuldi dragast úr neysti, løgdu allir rygg til: summir tóku niður á stokkin, aðrir tóku í tollarnar og aftur aðrir breiddu herðarnar undir skut og rong fyri at lætta honum úr lunnunum, sum hann hevði sitið so fastur í eina tíð. Jú, allir skuldu til. Lítið vita vit, hvussu nógvir løgdu rygg til fyri at fáa okkum úr neysti. Og Harrin, Hin rættvísi dómarin, fer ikki at gloyma teimum ta kærleiksgerðina.

Eg minnist aftur á ta spennandi tíðina, tá ið dragast skuldi úr neysti í verkinum í Mangseng, tí nú vóru vit so fræg í málinum, at vit skjótt fóru at byrja at læra úr Orðinum. Fleiri brøv vóru send til samkomurnar og einstaklingar við myndum av hvørjum húsarhaldinum í bygdini og grannabygdini Mangseng. Hetta var fyri enn aftur at minna tey heiløgu í Føroyum á at fara á knøini, tí nú var um at røkka ella støkka.

Tey heiløgu heima stóðu saman um okkum trúboðar og eisini tey – tá – vantrúgvandi í Mangseng. Harrin gjørdi tað, Hann hevði lovað, at geva Orði Sínum vitnisburð, og opnaði eygu teirra.

Hvussu stóran part átti bønin í Mangsengverkinum? Í Ápostlasøguni 2:42 lesa vit um teir fýra grundstólparnar, samkoman virkar undir:

„Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar.“

Læran, samfelagið, breyðbrótingin og bønirnar

Her er bønin síðst nevnd, men: „når enden er god er alting godt.“ Vit hava kanska lyndi til at halda, at okkara fjarandi ár ikki hava nakað at bjóða Harranum og verki Hansara; men so er ikki. Tí helst eru vit meiri virkin í verkinum enn á okkara yngru árum – bønini at takka.

Tá ið lærisveinarnir spurdu Harran, hvussu teir kundu gera verk Guds, svaraði Hann teimum: „Hetta er verk Guds, at tit trúgva á tann, ið Hann hevur sent.“ Júst so. Verk Guds er álit á Harran, antin vit eru seingjarliggjandi ella á fótum.

Eg minnist eina hending eftir eitt frágreiðingarmøti um Mangseng. Hetta var í Ebenezer. Systkini gleddust um ljósmyndirnar av tí, Harrin hevði gjørt har úti í Mangseng. Tá ið fólk fóru avstað aftur, var ein bróðir, sum gav mær eitt so hjartaligt lógvatak, hyggur upp á meg og sigur: „Eg havi biðið dagliga fyri tykkum.“ Eg fór so sjálvur á dyr, og tankarnir mólu í høvdinum: „Nú skilji eg, hví henda og handa ómøguliga støðan eydnaðist, hví vit fingu styrki eftir veikleika o.s.fr.“ Tí var tað, at tað bleiv til unga har úti, tí fólk bóðu. So ja, tykkara partur liggur ikki eftir har eysturi, og ein dag koma tit at verða saman við teimum, tit vóru við til at vinna fyri Harran.

Ein bróðir, sum ongantíð hevði møtt mær og lá á ellisheimi, hevði hvønn mánað sent okkum eina peningagávu. Eg hevði avgjørt, at eg mátti fara og vitja hann ta einu ferðina, vit vóru heima. Vit sótu í uppihaldsstovuni. Hetta elskuliga menniskjað sigur so einaferð, tá ið eg skuldi fara: „Kom líka inn á kamarið, og eg skal vísa tær, hvar eg biði fyri tykkum.“ Hann fer so inn á kamarið við mær og vísir mær eitt gólvteppi við tveimum djúpum kullum. Hann sigur so: „Her biði eg fyri tykkum.“ Tá var lítið um meg, henda reysta trúboðan, sum varð borin framá av einum Harrans barni, sum kendi veikleika, tó ikki í bønini.

Sama var eftir eitt møti, eg var boðin til hús. Tá vísir konan í heiminum mær bonkarendan, hon legði seg niðuryvir, tá ið hon bað fyri mær og mínum.

Kona mín sigur sjálv, tá ið tað oftani var tungt har úti, og at hon tíðum lá í andvekri; men tá at vita, at hinumegin klótuna vóru fólk í bøn fyri okkum; og tað gav styrki.

„Ja, ikki upp til kníggja“ hava vit oftani fyri. Men eg fari at loyva mær at endurgeva hetta á rættan hátt, at tað var júst til kníggja, at undurverkið í Mangseng gjørdist veruleiki.

William Carey, slóðbrótarin innan nýggjari trúboðan, umsetti Skriftina og partar av henni til 35 mál. Hann var ein úrmælingur; men hann hevði systur, sum var seingjarliggjandi við restandi førleika – og hon bað!

Tey bóðu!

Sonni Poulsen, juni 2024

Tags: Jógvan Júst Rasmussen, Orð
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/03/Sonni.png 660 770 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2025-03-21 07:00:002025-03-19 23:08:28Tá ið bátur skuldi dragast úr neysti
Tær dámar møguliga eisini hetta
Hann hevði góðan vitnisburð frá brøðrunum
Eingin so kann Síni varða
Heilsið endiliga (Annar partur av trimum)
Bøn
Sprelllivandi sannleiki – úr hebraiskari orðabók
Maria Mørkøre Glediligar páskir verða ynskt tykkum

Nýggjasta úr Orð

  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Daniel og Krissy Hansen í Betesda mikukvøldið09/09/2026 - 09:01
  • Liz og Ragnar kunna um tænastuna mikukvøldið02/09/2026 - 09:27
  • Mikudagin kemur Logos Hope til Klaksvíkar – eitt spennandi skip31/08/2026 - 15:28
  • Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið29/08/2026 - 23:38
  • Eftir hálva øld í tænastu HARRANS – Liz og Ragnar Niclasen vitja heim29/08/2026 - 23:17

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top