Vilt tú vita meir um uppruna og útbreiðslu brøðrasamkomunnar?
Hvar, hvussu og nær byrjaðu fólk at savnast og virka í og út frá samkomunum, sum vit í dag nevna brøðrasamkomurnar? Hvørjir vóru nakrir av lyklapersónunum, og hvat dreiv og leiddi hesi fólk? Um hesir og aðrir spurningar hava tín áhuga, so kanst tú lurta eftir nøkrum fyrilestrum um hetta evnið á www.ordid.fo.
Nú summarfrítíðin er í hæddini, hava fleiri av okkum helst betri stundir enn vant til at lesa um ella lurta eftir onkrum áhugaverdum.
Ein av møguleikunum í so máta er heimasíðan www.ordid.fo, ið hevur sum endamál at veita kristiligt lærutilfar til føroyingar. Heimasíðan verður fyri tað mesta dagført við bíbliutímum tiknir á video.
Í summar havi eg sjálvur havt gleði av at lurta eftir fyrilestrum, har Páll Poulsen greiðir frá um evnið: Brøðrasamkoman – uppruni og útbreiðsla.
Páll Poulsen er føddur og uppvaksin í Klaksvík, her samkoman í Betesda var hansara andaliga heim. Hann var ein av teimum fyrstu, sum fóru út í fulltíðar tænastu fyri HARRAN út frá samkomuni. Saman við konuni, Marjun, virkar Páll í dag sum trúboðari í Grønlandi.
Í hesari røðini í fimm pørtum greiðir Páll Poulsen frá uppruna og útbreiðslu av tí, vit kenna sum brøðrasamkoman. Røðin varð tikin upp í 2004 til útvarpssendingar hjá Evangelisku Røddini.
(1) Fyrsti partur snýr seg um samkomuna í nýtestamentligum týdningi.
(2) Annar partur snýr seg um at ymiskar samkomur hava verið trúgvar gjøgnum tíðirnar.
(3) Triði partur snýr seg um trúbótina, og hvussu brøðrarørslan tók seg upp.
(4) Fjórði partur snýr seg um tríggjar stórar og myndandi persónsmenskur innan rørsluna.
(5) Fimti partur snýr seg um merkismenn og missiónsáhuga.
Her niðanfyri er ein slóð til hesi fimm ljóðbrotini, sum eru umleið 20-30 minuttir hvørt: http://ordid.fo/broedrasamkoman-uppruni-og-utbreidsla-pall-poulsen/