Á bíbliutíma í kjallaranum í Betesda
„Tí Ezra hevði vent hjarta sínum til at granska í lóg HARRANS og gera eftir henni og til at læra onnur í Ísrael lóg og rætt.“ Ezra 7.10
Hugsaði at hugleiða eitt sindur um bíbliutímarnar, sum plagdu at vera í kjallaranum í Betesda, og hvussu stóran týdning teir hava havt í lívinum.
Fríggjakvøld vóru bíbliutímar fyri børn og leygarkvøld fyri ung og vaksin. Minnist meg rætt, vóru hesir bíbliutímarnir úrslit av vekingini, sum fór fram í Betesda fyrst í trýssunum. Havi eg skilt tað rætt, var tað serliga Eliesar Poulsen, sum legði orku í at fáa teir í lag. Umframt tað, eg lærdi heima, á vanligum møtum, í sunnudagskúla og í Zarepta, vóru hesir bíbliutímarnir liðir í at leggja lunnar, sum hava gjørt mun, stóran mun.
Bíbliutímarnir fríggjakvøld
Páll á Dul plagdi at lesa onkra stuttsøgu fyri okkum, og so fóru vit í bólkar. Vit vóru í síðurúmunum í kjallaranum. Onkran vetur vóru gentur og dreingir saman, annars var tað vanliga, at vit vóru hvør sær.
Eg nevndi Páll á Dul. Aðrir lærarar, eftir hvat eg minnist, vóru Jógvan Tróndheim, Schwartz Jacobsen og Dávur Jacobsen.
Vit fingu spurningar við heim, sum vit skuldu svara og so taka við okkum til næsta bíbliutíma. Eg minnist ikki, at vit nýttu Emmaus bíbliuskeiðini, møguliga vóru tey ikki enn útkomin á føroyskum. Eg haldi meg tó minnast, at vit nýttu tey onkran vetur, tá ið vit gingu á bíbliutíma leygarkvøld.
Bíbliutímarnir leygarkvøld
Tað var sama mannagongd sum fríggjakvøld. Vit møttust í salinum í kjallaranum og vórðu so býtt í bólkar.
Poul Færø var lærari hjá okkum ungu. Hann hevði eitt serligt hegni og vísti eitt satt hirðahjarta móti okkum. Aðrir lærarar, eg minnist, vóru Eliesar, John Høj, Páll Rólant Poulsen og Hanus úr Mikladali. Har vóru ivaleyst eisini aðrir, sum eg ikki minnist.
Bíbliutímarnir og samkoman
Tá ið eg fór á bíbliuskúla, merkti eg veruliga, hvussu væl vit, sum eru uppvaksin í samkomuni, høvdu verið lærd. Eg hoyrdi ofta frá fólki, sum høvdu gingið á skúla saman við føroyingum, hvussu hugtikin tey vóru, at føroyingarnir kendu Skriftina so væl. Og eg hoyri tað ofta enn. Hatta er ikki bara nakað, sum eyðkendi samkomurnar fyrr. Tey, sum hava havt ábyrgd, hava ofta dugað sera væl at skapt ein longsul eftir Skriftini. Og tað er hatta, sum ger allan munin.
Eg havi, síðani eg flutti heimanífrá, sitið og lýtt á lærarar og talarar, sum duga ótrúliga væl at bera Orðið fram. Tað er sum at sita til stóra veitslu, táið teir borðreiða við Orðsins besta. Men eg veit ikki, onkursvegna merkir tú aftaná, at hatta í sær sjálvum skapar ikki nakran beinleiðis longsil eftir Orðinum. Tað, sum skapar handa tostan, er ofta meira, tá ið vanlig trúgvandi koma saman, og onkur teirra lærir Orðið. Sjálvandi er vandi í hvørjari vælferð, tað er ikki nóg mikið bara at verða lærdur. Paulus sigur í Fyrra Korintbrævi 8.1, at „kunnskapurin blæsur upp“. Ja, hann kann enntá gera okkum gróthørð yvir fyri Harranum, men hin vegin má hann eisini til, skulu vit búnast, sum vit eiga. Tað er sum við øllum, har krevst javnvág.
Skal samkoman búnast og vaksa, mugu vit hava fólk, sum líkjast Ezra. Sum eg nevndi at byrja við – fólk, sum leggja nógva orku í at granska Orðið, at gera eftir tí, tey læra, og so læra tað víðari. Vit mugu byrja, meðan børnini eru ung, og ikki gevast, tá ið tey gerast eldri, og so als ikki, tá ið tey eru vorðin gomul.
Nevndi, tá ið eg var á bíbliuskúla. Stutt áðrenn eg fór, kom Victors umseting út í nýggjari útgávu. Minnist vanligu møtini, at tú legði til merkis nýggju Bíbliurnar, flest øll høvdu við sær. Eg fór so avstað og kom heimaftur í summarfrí árið eftir. Eitt tað fyrsta, eg legði til merkis, tá ið eg kom á møti, var, hvussu slitnar nýggju Bíbliurnar vóru. Hatta kann av sonnum kallast ein ríkur samkomuarvur.
***
„Men verð tú í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um! Tú veitst jú, hvør ið hevur lært teg tað;
og tú kennir frá barni av hinar heiløgu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus.
Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,
so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.“ Seinna Timoteusbræv 3.14-17