Arkippus – sum stríðir saman við okkum
Navnið Arkippus kemur tvær ferðir fyri í Skriftini – í brævi Paulusar til samkomuna í Kolosse og í brævi Paulusar til Filemon. Filemon búði í Kolosse, og tað vil siga, at bæði brøvini vórðu send til Kolosse. Vit skilja tí, at Arkippus í Kolossebrævinum og Arkippus í brævinum til Filemon er sami persónur.
Arkippus í Filemonbrævinum
„… – til Filemon, elskaða vin okkara, sum arbeiðir saman við okkum, Appiu, systur okkara, Arkippus, sum stríðir saman við okkum, …“ Filemonbrævið 1-2
At Paulus nevnir tey trý Filemon, Appiu og Arkippus saman, kundi bent á, at Filemon og Appia vóru hjún, og at Arkippus var sonur teirra.
Latið okkum hyggja nærri at tí, sum Paulus skrivar um Arkippus (Filemon 2):
„… Arkippus, sum stríðir saman við okkum, …“
Hann stríðir …
At Arkippus stríddist, merkir, at hann legði nógva orku í tað, sum hann gjørdi.
Tað liggur eisini í orðinum, at har var mótstøða. Skal mótstøðan ikki verða við yvirlutan, mugu vit hava fólk sum Arkippus, fólk sum ikki ræðast at leggja nógv fyri.
Orðið stríð kemur tríggjar ferðir fyri í Kolossebrævinum:
- 1.29: „… stríðið við kraft Hansara, …“
- 2.1: „… nógv stríð …“
- 4.12: „… stríðir fyri tykkum í bønum sínum, …“
Hann stríðir saman …
Arkippus skilti týdningin av at arbeiða saman við øðrum. Har var eingin sjálvdráttur.
Orðið „saman“ kemur tríggjar ferðir fyri í Filemonbrævinum:
- 1: „… Filemon, … sum arbeiðir saman við okkum,“
- 2: „… Arkippus, sum stríðir saman við okkum, …“
- 23: „Epafras, sum saman við mær er fangi …
Hann stríðir saman við okkum …
At hann stríddist saman við Paulusi og fólki hansara, merkir, at hann stríddist saman við teimum røttu fólkunum. Tað er eingin sjálvfylgja.
„Skammast tí ikki við vitnisburðin um Harra okkara ella við meg, …“ Seinna Timoteusbræv 1.8
Arkippus í Kolossebrævinum
„Heilsið brøðrunum í Laodikea, somuleiðis Nymfu og samkomuni í húsi hennara! Táið hetta bræv er lisið upp hjá tykkum, síggið tá til, at tað eisini verður lisið upp í samkomuni í Laodikea, og at eisini tit fáa lisið brævið úr Laodikea! Sigið við Arkippus: „Akta eftir tænastuni, tú hevur fingið í Harranum, at tú fullførir hana!““ Kolossebrævið 4.15-17
Tað, at Arkippus er nevndur júst eftir, at Paulus hevur nevnt samkomuna í Laodikea, kundi bent á, at hann, sjálvt um hann kom úr Kolosse, tænti ella virkaði í samkomuni í Laodikea.
„Sigið við Arkippus: „Akta eftir tænastuni, tú hevur fingið í Harranum, at tú fullførir hana!““ Kolossebrævið 4.17
Sigið við Arkippus …
Vit høvdu møguliga hildið, at skilabetri hevði verið, um Paulus skrivaði hetta persónliga til Arkippus. Eingin orsøk at blanda alla samkomuna uppí. Men tað, sum Paulus ger her, er í samljóði við tað, sum hann sigur í 16. versi í triðja kapitli:
„Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað …“ Kolossebrævið 3.16
Býr orð Kristusar veruliga í okkum, fara vit at læra og áminna hvørt annað. Vit fara ikki at lata onkran „Paulus“ taka sær av tí.
Akta eftir …
Orðini „akta eftir“ eru umsett til „síggið til“ í áttanda versi í øðrum kapitli:
„Síggið til, at eingin er, sum ger tykkum til rán við vísdómi heimsins og fáfongdarvillu, …“ Kolossebrævið 2.8
Í Kolossebrævinum 2.8 snýr tað seg um skeiva læru, í Kolossebrævinum 4.17 snýr tað seg um rætta tænastu. Sama orðið síggja vit í Markusi 13.33. Har er tað saman við orðunum „vakið og biðið“. Tænasta okkara krevur árvakni.
Akta eftir tænastuni …
Vit vita ikki, hvør tænastan er, sum Paulus sipar til. Vit kundu ímyndað okkum, at hon hevur havt okkurt við hirðatænastu ella læru at gera, men vit vita ikki. Paulus skrivar í Fyrra Korintbrævi 12.5 um tænasturnar, at tær eru ymiskar. Tað er týdningarmikið, tí uttan mun til, hvør tænasta okkara er, so er áminningin til okkara tann sama: „Akta eftir tænastuni, …“
… tú hevur fingið í Harranum, …
Orðið á frummálinum, sum er umsett „hevur fingið“, kemur tvær ferðir fyri í Kolossebrævinum – her og í sætta versi í øðrum kapitli. Har er tað umsett „tikið ímóti“.
„Eins og tit tí hava tikið ímóti Kristi Jesusi, Harranum, livið soleiðis í Honum,“ Kolossebrævið 2.6
Trúgvandi hava bæði tikið ímóti Kristusi og einari tænastu.
… at tú fullførir hana!
Tað, sum liggur í orðinum at fullføra, er at fylla. At fullføra tænastuna hevur við sær, at vit áhaldandi lata okkum fylla. Trupult er at tæna Harranum, tá ið „tangin er tómur“.
Orðið, sum er umsett „fullførir“, kemur – umframt í versinum, sum vit hyggja at – fýra ferðir fyri í Kolossebrævinum. Vit enda við at endurgeva brotini (undirstrikingin er mín):
- 1.9: „… fyllast við kunnskapi um vilja Hansara í øllum vísdómi og andaligum viti“
- 1.25: „… Til fulnar at kunngera orð Guds,“
- 2.10: „… fylt í Honum, sum er høvd als valds og harradømis.“
- 4.12: „… at tit skulu standa fullkomin og fullvís í øllum vilja Guds.“