Bíbliutektsur til 21.03.2020

Vit trúgva, at orð Guds er livandi og hevur kraft. Tí vilja vit heita á samkomuna, at lesa hendan tekstin, í teirri vón at teksturin, við kraft Heilaga Andans kann uppbyggja, troysta, stuðla og áminna okkum í hesum ørkymlandi døgnum.

Rómbrævið 8
So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru. Tí lóg lívsins Anda hevur í Kristi Jesusi loyst meg frá lóg syndarinnar og deyðans. Tað, sum lógin ikki var ment at gera, við tað at hon var máttleys av holdinum, tað gjørdi jú Gud, táið Hann sendi Son Sín líkan syndigum holdi og fyri synd og dómfeldi syndina í holdinum, fyri at tað, sum lógin kravdi, skuldi verða fullgjørt í okkum – sum ikki liva eftir holdinum, men eftir Andanum. Tí tey, sum eftir holdinum eru, tráa eftir tí, sum av holdinum er; men tey, sum eftir Andanum eru, tráa eftir hinum andaliga. Og tráan holdsins er deyði, men tráan Andans er lív og friður. Tí tráan holdsins er fíggindskapur móti Gudi; tað gevur seg jú ikki undir lóg Guds og kann heldur ikki gera tað; og tey, sum í holdinum eru, kunnu ikki toknast Gudi. Tó, tit eru ikki í holdinum, men í Andanum – so satt sum Andi Guds býr í tykkum. Og tann, ið ikki hevur Anda Kristusar, hoyrir ikki Honum til. Er nú Kristus í tykkum, so er víst likamið deytt – tað ger syndin; men andin er lív – tað ger rættvísin. Býr nú Andi Hansara, sum reisti upp Jesus frá hinum deyðu, í tykkum, so skal Hann, sum reisti upp Kristus frá hinum deyðu, gera eisini deyðiligu likam tykkara livandi við Anda Sínum, sum í tykkum býr. So standa vit tá, brøður, ikki í skuld til holdið, so vit skuldu livað eftir holdinum. Tí liva tit eftir holdinum, skulu tit doyggja; men um tit við Andanum deyða gerðir likamsins, skulu tit liva. So mong sum verða leidd av Anda Guds, hesi eru jú børn Guds. Tit fingu jú ikki trældómsanda, so tit aftur skulu óttast; nei, tit fingu Anda sonarættarins, og í Honum rópa vit: “Abba! Faðir!” Andin sjálvur vitnar við anda okkara, at vit eru børn Guds. Og eru vit børn, eru vit arvingar við, arvingar Guds og samarvingar Kristusar – so satt sum vit líða við Honum, fyri at vit eisini skulu verða dýrmett við Honum. Tí eg rokni líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki at hava at týða móti dýrdini, ið skal verða opinberað á okkum. Skapningurin tráar og stundar jú eftir opinbering Guds barna.


Skapningurin varð jú lagdur undir fáfongd, ikki við vilja sínum, men fyri Hansara skuld, sum legði hann undir hana, í vón um, at skapningurin við skal verða loystur úr trældómi forgeingiligleikans til dýrdarfrælsi Guds barna. Vit vita jú, at allur skapningurin tilsamans suffar og hevur verkir líka til nú. Og ikki bert hann; eisini vit sjálv – sum hava frumgróður Andans – eisini vit suffa við okkum sjálvum, og stunda eftir sonarættinum – endurloysing likams okkara. Tí í vónini vórðu vit frelst; men vón, sum sæst, er eingin vón; tað, sum ein sær – hvussu kann hann eisini vóna tað! Men vóna vit tað, sum vit ikki síggja, so bíða vit tolin eftir tí. So kemur eisini Andin veikleika okkara til hjálpar; tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, sum biðið eigur at verða; nei, Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast.


Og Hann, ið rannsakar hjørtuni, veit, hvat tráan Andans er; tí eftir vilja Guds biður Hann fyri hinum heiløgu. Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað. Tí tey, sum Hann frammanundan kendi, tilskilaði Hann eisini frammanundan at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður. Tey, sum Hann frammanundan tilskilaði, kallaði Hann við; tey, sum Hann kallaði, rættvísgjørdi Hann við; og tey, sum Hann rættvísgjørdi, dýrmetti Hann við. Hvat skulu vit nú siga um hetta? Er Gud við okkum – hvør kann tá vera ímóti okkum! Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men gav Hann fyri okkum øll, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt við Honum! Hvør skal bera klagu móti hinum útvaldu Guds! Gud er tann, ið rættvísger. Hvør er tann, ið fordømir! Kristus er tann, sum deyður er, ja, tað, ið meiri er – sum er risin upp, sum er við høgru hond Guds, og sum eisini biður fyri okkum. Hvør skal skilja okkum frá kærleika Kristusar! Trongd, angist, atsókn, hungur, nakinleiki, vandi ella svørð! – sum skrivað er: “Fyri Tína skuld verða vit dripin allan dagin, vit eru roknað sum skurðseyður.” Nei, í øllum hesum meir enn sigra vit við Honum, ið elskaði okkum. Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir, hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.

Minnist til at biðja fyri hvørjum øðrum!