Bíbliutektsur til 25.03.2020
Vit trúgva, at orð Guds er livandi og hevur kraft. Tí vilja vit heita á samkomuna, at lesa hendan tekstin, í teirri vón at teksturin, við kraft Heilaga Andans kann uppbyggja, troysta, stuðla og áminna okkum í hesum ørkymlandi døgnum.
Fyrra Jóhannesarbræv 4
Tit elskaðu! Trúgvið ikki einum og hvørjum anda, nei, roynið andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin. Av hesum kenna tit Anda Guds: Ein og hvør andi, ið játtar Jesus sum Kristus, komnan í holdi, er frá Gudi. Men ein og hvør andi, sum ikki játtar Jesus, er ikki frá Gudi; hetta er andi Antikrists, sum tit hava hoyrt, kemur – og hann er longu nú í heiminum. Tit, børn míni, eru av Gudi og hava sigrað teir; tí Hann, sum í tykkum er, er størri enn hann, sum í heiminum er. Teir eru av heiminum; tí tala teir av heiminum, og heimurin hoyrir teir. Vit eru av Gudi. Tann, ið kennir Gud, hoyrir okkum; tann, ið ikki er av Gudi, hoyrir okkum ikki. – Av hesum kenna vit anda sannleikans og anda villunnar. Tit elskaðu! Latið okkum elska hvørt annað! Tí kærleikin er av Gudi, og hvør tann, ið elskar, er føddur av Gudi og kennir Gud. Tann, ið ikki elskar, kennir ikki Gud; tí Gud er kærleiki. Í tí er kærleiki Guds opinberaður millum okkara, at Gud hevur sent Son Sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við Honum. Í hesum er kærleikin: Ikki at vit hava elskað Gud, men at Hann hevur elskað okkum og sent Son Sín til bót fyri syndir okkara. Tit elskaðu! Hevur Gud elskað okkum so, tá skylda eisini vit at elska hvørt annað. Eingin hevur nakrantíð sæð Gud; elska vit hvørt annað, verður Gud verandi í okkum, og kærleiki Hansara er fullkomin í okkum. Av tí, at Hann hevur givið okkum av Anda Sínum, vita vit, at vit verða verandi í Honum, og Hann í okkum. Og vit hava sæð og vitnað, at Faðirin hevur sent Son Sín, heiminum til Frelsara. Tann, ið játtar, at Jesus er Sonur Guds – í honum verður Gud verandi, og hann í Gudi. Og vit hava lært at kenna og hava trúð kærleikanum, ið Gud hevur til okkara. Gud er kærleiki, og tann, ið verður verandi í kærleikanum, verður verandi í Gudi, og Gud í honum. Í hesum er kærleikin vorðin fullkomin hjá okkum, at vit hava dirvi dómadag; tí eins og Hann er, so eru eisini vit í hesum heimi! Ótti er ikki í kærleikanum; nei, hin fullkomni kærleiki rekur óttan út. Tí ótti hevur straffina í sær, og tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum.
Vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst. Sigur onkur: “Eg elski Gud” – og hatar bróður sín, so er hann lygnari; tí tann, ið ikki elskar bróður sín, sum hann hevur sæð, hvussu kann hann elska Gud, sum hann ikki hevur sæð! Og hetta boð hava vit frá Honum, at tann, ið elskar Gud, skal elska bróður sín við.
Minnist til at biðja fyri hvørjum øðrum!