Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Watchman Nee

06/05/2022

Eitt sindur um høvundan

Fyrstu ferð, eg hoyrdi um Watchman Nee (1903-1972), var í blaðnum Stavnhaldið, sum Øssur Berghamar og Svenning av Lofti, saman við øðrum, góvu út í hálvfjerðsunum. Watchman Nee var kinesari. Hann varð frelstur í 1920 og gjørdist beinanvegin virkin í tænastu Harrans og var tað, til kommunistarnir settu hann í fangahús í 1952. Har sat hann, til Harrin í 1972 tók hann heim til Sín.

Tá ið eg var á bíbliuskúla í USA, hevði eg ein vinmann, sum dámdi serliga væl at lesa bøkur hjá Watchman Nee. Eg hevði ikki bindindi tá at lesa bøkur og misunnaði vinmanninum. Hetta gav mær kortini, sum fráleið, brell at lesa tær, og seinni havi eg havt mikið gagn av teimum.

Ævisøgan um Watchman Nee:

Móti rákinum

Against the Tide

Á hillini hjá nøkrum vinfólkum okkara í Baltimore stóð ein bók, sum æt „Against the Tide“ (Móti rákinum). Bókin er ein ævisøga um Watchman Nee. Minnist, hvussu áhugaverda eg helt hana vera. Mong ár seinni fann eg eitt eintak og keypti mær tað. Watchman Nee tordi at standa ímóti rákinum, og tað kom at kosta honum dýrt. Tað er trupult hjá okkum at fata, hvussu nógv hann leið, øll árini hann sat fangi. Hann var bæði píndur og heilavaskaður. 

Hann verður endurgivin fyri at hava sagt: 

„At varðveita hondina á plógnum, meðan tú turkar tárini úr eygunum, TAРer kristindómur.“

Úr bókum hjá Watchman Nee:

Tann vanligi kristni arbeiðarin

The Normal Christian Worker

Fyrsta bókin, sum eg las hjá Watchman Nee, var ein bóklingur, sum eitur „The Normal Christian Worker“. Minnist, at hann segði í bókini, at mong, sum kalla seg tænarar Harrans, eru so dovin, at høvdu tey arbeitt fyri ein jarðiskan meistara, høvdu tey langt síðani fingið sekkin. Uff!

Sitat úr bókini:

  • „Óndi og lati tænari tín!“ (Matteus 25.26). Hasi bæði fylgjast at.
  • Vit kunnu sleppa undan nógvum, vilja vit tað; men skulu vit vera nýtilig í hondum Harrans, er tað av alstórum týdningi, at vit velja at líða fyri Hansara skuld. Vilja vit ikki líða fyri Hann, fer tað, vit royna at avrika fyri Hann, at hava lítið at týða.

Tað vanliga kristna lívið

The Normal Christian Life

Hendan er uttan iva kendasta bókin hjá Watchman Nee. Eitt tað áhugaverdasta við bókini er sjálvt heitið. Hann lýsir við heitinum, at tað, sum vit hava lyndi at kalla eitt serliga andaligt lív, er tað, sum Gud sigur eigur at vera vanligt hjá øllum trúgvandi, tessvegna heitið „Tað vanliga kristna lívið“ ella kanska „Tann vanligi trúgvandi“.

Sitat úr bókini:

  • Gud flytur okkum, so vit ikki standa í vegin, og setur so Kristus, har vit stóðu.
  • Hann doyði fyri okkum, so vit kundu vera fyrigivin. Hann livir fyri okkum, so vit kunnu vera sett frí.
  • Gud svarar øllum spurningum okkara á ein hátt og bara á ein hátt, nevniliga við at vísa okkum meira av Syni Sínum.
  • Orsøkin til, at vit nýta so nógva tíð at biðja Gud gera hetta ella hatta fyri okkum, er, at vit eru blind fyri tí, sum Gud longu hevur gjørt fyri okkum.
  • Eftir at tú hevur givið teg sjálvan til Harran, fer Hann undir at bróta tað niður, sum tú hevur ofrað Honum. Alt tykist ganga skeiva vegin, og tú mótmælir og finst at, hvussu Gud virkar. Tað syrgiliga er, at tað er júst her, at mong trúgvandi steðga upp. Ger ikki hetta mistakið, gev Honum loyvi til at fullføra verkið, sum Hann hevur byrjað í tær.
  • Kanska hevur tú biðið, at Gud skal geva tær tol, men Hann hevur ikki givið tær tað. Veitst tú hví? Tað er tí, at tað er ikki tol, tær tørvar – tað er Kristus, tær tørvar. Hann hevur givið okkum eina gávu at metta allar tørvir okkara, Son Sín Kristus Jesus.
  • „Hvat skal henda burturspilling til!“ (Matteus 26.8). Ein lærusetningur, sum summi okkara hava lært, er, at í guddómligari tænastu er meginreglan um burturspilling, meginreglan um kraft. „Hon hevur jú gjørt Mær góða gerð!“ (Matteus 26.10). Tað gleðir hjarta Guds, tá ið vit – sum heimurin sær tað – spilla burt lív okkara, tí vit vilja gera Honum eina góða gerð.

Sitið, livið, standið

Sit, Walk, Stand

Hendan bókin er um Efesusbrævið. Fyrsti partur lýsir, hvussu vit eru sett í tað himmalska – haðani orðið sitið. Annar partur snýr seg um lív og atburð okkara – haðani orðið livið. Triðji partur snýr seg um at standa eftir at hava vunnið sigur á øllum – haðani orðið standið. „Sitið, livið, standið“.

Sitat úr bókini:

  • Tað kristna lívið frá byrjan til enda er grundað á meginregluna um at hava fult og fast álit á Harranum Jesusi.
  • Kristindómur byrjar ikki við gerið, men gjørt.

Tvey onnur sitat:

  • Signingar okkara eru í at venda hin vangan, geva kyrtilin, kappan og ganga næstu mílina. (Matteus 5.39-41)
  • Vit hava lyndi til at seta álit okkara á bikarið við vatninum og gloyma kelduna, haðani vatnið er komið. Og tí er tað, at Harrin so ofta skiftir bikar.
Tags: Jógvan Júst Rasmussen, Orð
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/05/Watchman-Nee.png 306 787 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2022-05-06 11:30:002022-05-18 22:52:18Watchman Nee
Tær dámar møguliga eisini hetta
Bíbliulestrarvika
Sælur ert tú, sum hoyrir
Sálin og tankar okkara
Av bókahillini: Fólk hava gloymt Gud
Av bókahillini: Stevnið eftir heilagleika!
Hugleiðingar um Fiskaveiðu Pæturs

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
  • Yvirkoyrdi smádrongurin – J. I. Packer10/07/2026 - 07:00
  • Bispurin, sum tordi at standa einsamallur – John Charles Ryle26/06/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Hansen talar sunnudagin23/08/2026 - 11:56
  • Sunnudagsskúlin sunnudagin kl. 12:30 – Símun Absalonsen talar í bíbliuløtuni23/08/2026 - 04:43
  • Sangkórið byrjar aftur at venja týskvøldið21/08/2026 - 13:05
  • Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur á Roykheyggi – mikukvøldið19/08/2026 - 12:34
  • Sunnudagsskúlin byrjar aftur sunnudagin kl. 12:3015/08/2026 - 21:11

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top