Sámal Mikkelsen sunnukvøldið
Á møtinum komandi sunnukvøld kl.18, kemur Sámal Mikkelsen at greiða frá um Zarepta, og hava ein boðskap. Betesdakórið fer eisini at syngja nakrar sangir.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Á møtinum komandi sunnukvøld kl.18, kemur Sámal Mikkelsen at greiða frá um Zarepta, og hava ein boðskap. Betesdakórið fer eisini at syngja nakrar sangir.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Í døgunum mánadagin 7. apríl til mikudagin 23. apríl er høvusreingerð í Zarepta.
Tó er húsið upptiki í vikuskiftinum frá 11. apríl kl. 15 til sunnudagin 13. apríl, so teir dagarnar kunnu vit ikki vaska.
Betesda hevur ábyrgd av dreingjadeildini. Vanligar dagar er Zarepta opið frá morgunstundini. Við tað, at fleiri samkomur vaska samstundis, kann tað vera hent, at hava amboð við, so sleppast kann undan at bíða eftir tøkum amboðum. Tað er eingin forðing, at hava børn við og tað er einki aldursmark.
Tað er okkara ynski og bøn, at fleiri fara at seta sær tíð av til hesa tænastu. Berið vinarliga boðini til tey, sum hava møguleika, at vera við. Jú fleiri hendir jú betur.
Boðast kann frá luttøku á messenger ella á fartelefonini. Vit hugsa, at Skírhósdag og langi fríggjadagur eru fríðdagar, so møguleiki hjá fleiri eru at koma vestur at hjálpa. Um vit t.d. hósdagin 17. apríl høvdu fingið nógv at teknað seg, so kundu vit havt døgura tann dagin.
Vinarliga
Sigrid Sivertsen tel. 21 56 71 og Palli Sivertsen tel. 21 32 42
Fríggjadagin kl. 15 verður eldrahugni í Betesda.
Lena Neshamar fer at greiða frá uppvøkstri sínum í Klaksvík og frá tíðini í Grønlandi, har hon var í nógv ár saman við manninum Trygva og børnunum, har tey virkaðu fyri Harran. Sangur verður eisini. Ein góður drekkamuður sum altíð.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Rachel og Petur Hansen eru heima í Føroyum. Á bønarmøtinum í kvøld hevur Petur eina heilsan til samkomuna.
Sunnudagin 6. apríl verður Regin Guttesen við á morgunmøtinum, og hann kemur tá at bera samkomuni eina heilsan og kunna um arbeiði teirra í Italia, har tey í løtuni royna at útvega ein nýggjan sal, sum tey hava keypt. Regin fer at kunna nærri um hetta eftir breyðbrótingina.
Breyðbróting er kl. 11 og øll eru hjartaliga vælkomin

Á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18 fara Marjun og Páll Poulsen at greiða frá arbeiði teirra fyri HARRAN í Grønlandi, og Páll fer at hava ein boðskap. Sangkórið luttekur.
Páll Poulsen, sum er uppvaksin í Klaksvík, er millum teir allarfyrstu, ið fóru út sum fulltíðar trúboðarar úr samkomuni í Betesda, og í morgin vitjar hann heimaftur saman við konuni, Marjun.
Páll var í Íslandi í 1963 í tænastu Harrans. Í 1965 fór hann til USA á trúboðara-venjingarskúla hjá New Tribes Mission (NTM) og fór eftir tað í fulltíðartænastu, har hann hevur virkað bæði í Grønlandi og her heima. Síðan 2009 hevur Páll saman við Marjun staðið á odda fyri barnalegum við Nimerialik vatnið í Grønlandi.
Á møtinum sunnukvøldið kl. 18 fer Marjun at vísa myndir og greiða frá, og Páll fer at hava ein boðskap.
Sangkórið fer eisini at luttaka.
Hjartaliga vælkomin 🙂
Týsdagin 18. mars kl 17:15, verður hugnaløta fyri børnunum og teirra nærmastu. Øll, sum hava luttikið í vetur, fáa eisini teirra lutir við heim tá.
Framsýning við lutunum, sum eru framleiddir í vetur, eru í flokshølunum hjá sunnudagsskúlanum, sum eru uppiá omaneftir. Framsýningin er opin til týsdagin. Øll eru vælkomin at koma og hyggja, hvat børnini hava gjørt í vetur.
Sunnukvøldið 9. mars kl. 18 verður sangløta við Betesdakórinum í Betesda. Á skránni verður nógvur kórsangur, felagssangur og góður boðskapur.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Í kvøld kl. 18 verður evangeliskt møti, har vit fáa vitjan av Atlantic Mission. Páll á Lakjuni fer at vísa myndir og greiða frá virksemi teirra, Ró á Lakjuni Simonsen fer at syngja, og Ólavur Thomsen og Svenning av Lofti hava ein boðskap.
Eisini verður dópur á møtinum í kvøld.
![]()
Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík
Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7
