Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Sangløta í Betesda á Norðoyastevnu

30/05/2025

Sunnukvøldið 1. juni kl. 19 verður sangløta við Betesdakórinum í Betesda. Á skránni verður nógvur kórsangur, felagssangur og ein góður boðskapur.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/05/Betesdakorinum-1.png 1080 1920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-05-30 15:48:202025-05-30 16:02:05Sangløta í Betesda á Norðoyastevnu

Innbjóðing til mannfólkadag í Nerija

26/05/2025

Mannfólkadagur í Nerija á Skála leygarmorgunin 31. mai kl. 10-13.

Skráin bjóðar upp á bíbliutímar, vitnisburð og eina sangløtu, áðrenn menn fáa ein góðan bita av breyði við føroyskum viðskera.

Endamálið er at geva monnum høvi at savnast og verða uppbygdir á felags grundvølli okkara, Skriftunum, har bíbilsk evni verða gjøgnumgingin, samstundis sum menn fáa høvi at njóta samfelagið við hvønn annan.

Hesaferð er evnið: ”Missión”. Martin Tuohy, sum saman við familju síni virkar í Meksiko, kemur at luttaka. Eisini kemur Áron á Roykheyggi, sum saman við familjuni flytir til Grønlands í summar, at luttaka.

Teir, sum ynskja at luttaka, kunnu melda seg til við at ringja ella senda sms-boð til Petur á Roykheyggi á fartlf. 274001 ella til Jens Bech á fartlf. 287840.

Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding fyri at vita á leið, hvussu nógvir verða.

Hjartaliga vælkomnir!

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/05/bc0c42d1-16a9-4a7b-b116-92a0e64906ec.jpg 1448 2048 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-05-26 20:14:022025-05-26 20:14:03Innbjóðing til mannfólkadag í Nerija

Einki møti dýra biðidag

15/05/2025

Einki møti verður í salinum dýra biðidag, fríggjadagin 16. mai 2025.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/05/IMG_1021.jpeg 768 1024 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2025-05-15 18:46:322025-05-15 18:46:33Einki møti dýra biðidag

Brynleif Askildsen og Berøakórið

04/05/2025

Á evangeliska møtinum í kvøld kl. 18.00 vitja Brynleif Askildsen og aðrir. Eisini kemur Berøakórið at vitja og fer at syngja fyri okkum.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/05/IMG_6872.jpeg 304 540 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-05-04 14:33:462025-05-04 14:33:46Brynleif Askildsen og Berøakórið

Jens Bech talar mikukvøldið

28/04/2025

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldi 30. apríl kl. 20 talar Jens Bech.

Eisini verður dópur.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/04/unnamed.jpg 368 512 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-04-28 20:45:322025-04-28 20:46:16Jens Bech talar mikukvøldið

Kvinnumøti fríggjadagin kl. 20

28/04/2025

Fríggjakvøldið 2. mai kl. 20 verður kvinnumøti.

Vit syngja, hoyra talu frá Maria Jákupsdóttir Petersen og njóta góða samveru, bæði í gaman og álvara.

Vit gleða okkum at síggja kvinnur í øllum aldri til hesa hugnaløtu.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/04/Kvinnumoti-1.png 1080 1920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-04-28 20:25:032025-04-28 20:25:03Kvinnumøti fríggjadagin kl. 20

Vørur til Zarepta hósdagin 1. mai

27/04/2025

Nú byrja familjulegunar í Zarepta og Betesda eitur tørn at lata vørur vestur. Tey boða frá, at tørvur er á bollum, og freistin at lata inn matvørur er kl. 18 nú hóskvøldið.

Vit í Betesda lata bara til eina familjulegu, og tað er altso nú hósdagin 1. mai.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/05/Vorur-til.png 788 940 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-04-27 21:25:222025-04-27 21:25:22Vørur til Zarepta hósdagin 1. mai

Rachel og Petur Hansen takka fyri hesaferð – sunnukvøldið kl. 18

26/04/2025

Á møtinum sunnukvøldið kl. 18 luttaka Rachel og Petur Hansen, og sangkórið syngur. Eftir møtið verður høvi at heilsa upp á tey bæði, áðrenn tey mánadagin fara av landinum aftur.

Petur Hansen, sum er vaksin upp í Klaksvík, fór í 1980 á bíbliuskúla hjá NTM í Onglandi. Í 1985 fór hann saman við konu síni, Rachel úr Kansas í USA, út í fulltíðartænastu sum trúboðari hjá NTM. Frá 1985 til 2011 virkaðu tey í Papua Ný Guinea. Í dag eru tey partur av altjóða leiðsluni hjá NTM. Tey búgva í Nebraska, USA.

Rachel og Petur Hansen hava verið heima á vitjan síðan 4. apríl, her tey hava vitjað samkomur kring landið, og mánadagin 28. apríl liggur leiðin aftur av landinum.

Hjartaliga vælkomin í Betesda sunnukvøldið 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/04/IMG_6415.jpeg 194 260 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-04-26 23:01:412025-04-26 23:01:41Rachel og Petur Hansen takka fyri hesaferð – sunnukvøldið kl. 18

Samkomudagur – Sangur og samvera

12/04/2025
Read more
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/11/1.png 1080 1920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-04-12 21:17:172025-04-12 21:20:26Samkomudagur – Sangur og samvera

Familjan Martin og Hansy Tuohy luttaka á møtinum mikukvøldið

09/04/2025
Á uppbyggingarmøtinum í kvøld, mikukvøldið, kl. 20 koma Martin og Hansy Tuohy at luttaka saman við teirra børnum.

Tey syngja onkrar sangir á sponskum, og vit hoyra ein boðskap.

Martin er úr Esbjerg, og konan, Hansy, er úr Klaksvík, og eiga tey 7 børn.

Hjartaliga vælkomin at síggja og hoyra tey í Betesda í kvøld, mikukvøldið, kl. 20.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/04/489754592_9964646493553682_8025599114373798943_n.jpg 620 903 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-04-09 17:56:052025-04-09 21:45:10Familjan Martin og Hansy Tuohy luttaka á møtinum mikukvøldið
Page 12 of 41«‹1011121314›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top