Jákup N. Olsen talar mikukvøldið
Mikukvøldið kl. 20 er uppbyggingarmøti, har Jákup N. Olsen úr Havn kemur at vitja okkum. Jákup fer at tala um evnið: “Løn í Himli”.
Mikukvøldið kl. 20 er uppbyggingarmøti, har Jákup N. Olsen úr Havn kemur at vitja okkum. Jákup fer at tala um evnið: “Løn í Himli”.
Bønamøtið mánakvøldið 24. februar kl. 20 verður skipað, har evnið verður „Tær at tæna“.
Jákup Hansen talar og leggur bønarevni fram.
Eisini verður dópur.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Hey tit øll, á Torrakaféini hósmorgunin 20. feb. verður nakað heilt serligt á skránni.
Viberg Sørensen av Tvøroyri kemur , at greiða frá sjólívi sínum.
Eisini verður góður tónleikur at hoyra, har kafébólkurin kemur at syngja og spæla.
Síðani verður boði til tað stóra Torrakaffiborði.
Verið hjartaliga vælkomin, vit gleða okkum at síggja tykkum øll.
Mikukvøldið kl. 20 er uppbyggingarmøti, har Jógvan Olsen fer at byrja við bøn og leggja fyri við einum orði.
Leygardagin 22. februar kl. 13, giftast Elin Neshamar og Nikolas Olsen.
Í morgin, sunnudagin 9. februar, verður sunnudagsskúli í Betesda sum vanligt kl. 12:30, og hesaferð eru øll børn og vaksin boðin við inn í Nóa ørk 🐨🐷🦋🌈 tit eru vælkomin at vera ílatin sum okkurt djór 🐿️🦜🦩🦒🦓🕊️
Tey í sunnudagsskúlanum lata heilsa, at tey gleða seg og vóna at síggja nógv í sunnudagsskúlanum.
Síggjast í Betesda sunnudagin kl. 12:30 🐄🐞
Hjartaliga vælkomin 👍❤️
Vegna jarðarferð er frítíðararbeið í morgin 4.februar avlýst.
Fríggjakvøldið kl. 20 verður eitt møti fyri eldri ung. Jákup Hansen talar og Jastrið Jacobsen framførir.

Sunnukvøldið verður eitt sangmøti í Betesda við felagssangi, Kvartettin í Betesda fer at syngja, og evangeliið verður at hoyra.
Umframt kvartettina og felagssang fara Eyðfinn Reyðberg og Arne Simonsen at hava hvør sín stutta boðskap.
Kvartettin letur heilsa, at teir vóna at síggja mong í Betesda sunnukvøldið kl. 18 – hjartaliga vælkomin.
![]()
Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík
Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7
