Brúðarvígsla leyardagin 12. juli kl. 13
Leygardagin 12. juli kl. 13 giftast Tórfríð Larsen og Eyðtór á Dalbø Gregersen
Leygardagin 12. juli kl. 13 giftast Tórfríð Larsen og Eyðtór á Dalbø Gregersen
Kunning úr Eysturgrønlandi verður eftir breyðbrótingina kl. 11, og kunning úr Suðurafrika verður á møtinum kl. 18.
Miriam og Niels Vang
Miriam Vang, dóttir Jonnu og Hans Sivertsen, fór á bíbliuskúla í Onglandi í 1991 og virkaði síðani saman við manni sínum, Niels Vang, í Eysturgrønlandi árini frá 2001 til 2011. Síðani fluttu tey til Føroyar at búgva, meðan børnini vóru tannáringar, men fluttu síðani aftur til Eysturgrønlands í juli 2016 og hava búð har síðani.
Miriam er í løtuni heima og vitjar, og í tí sambandi fer hon at kunna um trúboðaravirksemi hjá henni og Niels í Grønlandi.
Hetta verður sunnudagin eftir breyðbrótingina kl. 11.
Tanja og Kurt Abrahams
Tanja Abrahams er dóttir Fríðgerð (f. Sivertsen) og Helga Mortensen.
Tanja og Kurt virka sum trúboðarar í Suðurafrika innan felagsskapin OM.
Á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18 fara tey at siga frá lívi teirra og tænastuni í Suðurafrika – hvat tey hava upplivað, hvussu Gud hevur leitt tey, og hvat liggur fyri framman.
Kurt kemur eisini at luta ein stuttan boðskap úr Guds orði.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Sunnukvøldið 6. Juli kl. 18 kemur OM á vitjan við Tanju og Kurt Abrahams, sum virka sum trúboðarar í Suðurafrika.
Tanja er dóttir Fríðgerð (f. Sivertsen) og Helga Mortensen.
Tey fara at siga frá lívi teirra og tænastuni í Suðurafrika – hvat tey hava upplivað, hvussu Gud hevur leitt tey, og hvat liggur fyri framman.
Kurt kemur eisini at deila ein stuttan boðskap úr Guds orði.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Regluliga koyringin eftir vørum til summarlegurnar. Bilur koyrir týsdagar norðureftir.
Byrjað verður týsdagin 24. juni og endað mikudagin 6. august.
Soleiðis verður koyrt út til samkomurnar eftir vøru:
Norðoyggjar:
Vøran eigur at vera inni á hesum støðum kl. 10 týsdag:
Á Viðareiði: Saron
Í Norðdepli: Hermon
Í Klaksvík: Betesda
Leygardagin 21. juni kl. 12, giftast Kristina Dánialsdóttir Gásdal og Jón Johannesen.
Nú samfelagsmøtini á hvítusunnu eru av, kunnu vit ikki annað enn vera takksom og glað fyri tað, vit sluppu at uppliva hesar hátíðardagar.
Tað var styrkjandi og gevandi at uppliva samfelagsmøtini í Klaksvík um hvítusunnuhøgtíðina, har Badmintonhøllin og KÍ-høllin vóru góðir karmur um, at fólk í øllum aldrum – bæði børn, ung, vaksin og eldri – nutu samfelagið og fingu góða andaliga føði í sangi, søgu, leiki, talu og vitnisburði.
Heil øld er farin, síðan tey allarfyrstu samfelagsmøtini vórðu hildin her á klettunum. Tað var á jólum í 1924, at Dansistovan í Klaksvík var karmur um tey møtini. Hetta leiddi til eina rannsakan áðrenn hesa stevnuna, har vit spurdu okkum sjálvi, um tíðin mundi vera farin frá at halda samfelagsmøtir.
Nú stevnan er av, hava vit fingið greiða og positiva svarið, at tíðin er ikki farin frá at savnast um HARRAN. Sálmur 133 staðfestir hetta eisini – har stendur: «Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Dávid. Hyggið, hvussu gott og lívsælt tað er, at brøður búgva í einleika! … Tí har hevur HARRIN sett signingina, lív til ævigar tíðir.»
Vit eru so glað og takksom fyri tykkum øll, sum komu til hesi samfelagsmøtir, og fyri tykkum, sum hava lurtað á netinum – hjartaliga takk – HARRIN signi teg.
Av hjarta takka vit somuleiðis tykkum mongu, sum hava hjálpt og arbeitt hart og trúfast, so hetta bar til.
Takk fyri leigu av hallunum, takk fyri vælvild frá miðlunum at marknaðarføra og at senda frá hesum møtum, takk fyri frælsi frá myndugleikunum at halda møtir og kunngera Kristus.
Størstu tøkkina – ja, alla tøkkina – eigur HARRI og Frelsari okkara, tí «frá Honum, við Honum og til Hansara er jú alt. Honum veri dýrd í allar ævir! Amen.» (Róm. 11:36)
«Gud við tykkum inntil næstu ferð»

Samfelagsmøtini í Klaksvík halda fram hvítusunnudag við fleiri møtum og tiltøkum í Badmintonhøllini, har Sangkórið í Ebenezer í Havn fer at syngja á møtunum kl. 15:00 og kl. 19:00. Samstundis verður KÍ-høllin opin til børnini at hugna sær í.
Á skránni fyri hvítusunnudag eru hesi møti og tiltøk – øll í Badmintonhøllini:
Kl. 11:00 verður minnismáltíð HARRANS – eftir breyðbrótingina talar Martin Tuohy.
Kl. 12:30 verður sunnudagsskúli, har tey hesaferð gera eitt sindur eyka burtur út frásøgnini um Nóa við leiki og búnum, og ørkin verður eisini við.
Kl. 15:00 verður uppbyggingarmøti, har Símun Absalonsen og John í Skemmuni fara at tala, og Ebenezerkórið syngur.
Kl. 19:00 verður evangeliskt møti, har Ebenezerkórið framvegis luttekur við sínum vakra sangi, og har Tóra við Keldu, Jens Christian Olsen og Eyðun Elttør tala, og Tórður Johannesen fer at hava ein vitnisburð.
Kl. 21:30 byrjar ungdómsmøti, har ungdómurin skipar fyri góðum lovsangi og samveru. John Færø, Julia Bogadóttir og Victoria Tuohy luttaka við talu og vitnisburði.
Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði børn, ung, tilkomin og eldri – og barnafamiljurnar skulu ikki halda seg aftur, tí meðan møtini verða í Badmintonhøllini kl. 15 og kl. 19, kunnu børnini spæla og hugna sær í KÍ-høllini.
Á øllum møtunum verður tulkað til enskt, og á møtinum kl. 15:00 verður teknmálstulkur.
Øll møtini verða stroymd og send beinleiðis á hesum rásum: *Starabúrið, *SJEY kristiligt kringvarp og *EvR (Evangeliska Røddin). Slóðirnar eru allar at finna á betesda.fo.
Gleðiliga hvítusunnu

Hjartaliga vælkomin á samfelagsstevnu í Klaksvík á Hvítusunnu frá 6.-9. juni.
Byrjað verður við bønarmøti í Betesda fríggjakvøldið kl. 20, og so verður flutt niðan í Badmintonhøllina.
Vit gleða okkum at síggja tykkym øll – bæði børn, ung, tilkomin og eldri – og barnafamiljurnar skulu ikki halda seg aftur, tí meðan møtini verða í Badmintonhøllini, kunnu børnini spæla og hugna sær í KÍ-høllini.
Skráin yvir dagarnar, sæst her.


Betesda: Á hvítusunnu bjóðar samkoman í Betesda til samfelagsmøtir í Badmintonhøllini í Klaksvík frá leygardegnum til mánadagin hvítusunnudag við fjølbroyttari luttøku, bæði í sangi og boðskapi. Samstundis verður KÍ-høllin opin til børnini at hugna sær í.
Á skránni fyri leygardagin eru hesi møti og tiltøk:
Kl. 16 verður fyrsta møtið í Badmintonhøllini, har Sangbólkurin Vitin fer at syngja, og Arni Zachariassen og Gunnar Nielsen fara at tala.
Kl. 19 er møti við luttøku av kórinum í Siloa í Fuglafirði. Talarar verða Tórheðin Jónsveinsson Jensen og Monika Sharp, og Sára Jacobsen og Helena Johannesen hava vitnisburðar.
Kl. 21:30 byrjar ungdómsmøti í Badmintonhøllini, har Jóan Magnus Gunrim talar, og vitnisburðar verða frá Jógvan Páll Steinberg og Silas B. Andreasen. Naomi P. Sivertsen fer at syngja.
Kl. 00:30 verður opið hús í Betesda.
Vegna landsdyst, sum Føroyar spæla á vøllinum við Djúpumýru leygardagin, er Jógvan Waagsteinsvegur stongdur leygardagin frá kl. 08:00 til kl. 20:00. Av hesi orsøk er eingin parkering á parkeringsøkinum norðan fyri KÍ-høllina, meðan møtini eru í Badmintonhøllini kl. 16:00 og kl. 19:00. Samkoman hevur ábyrgdarfólk uttan fyri hallirnar í sambandi við samfelagsmøtini, sum vegleiða fólki at finna parkeringspláss, tá møtini eru.
Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði børn, ung, tilkomin og eldri – og barnafamiljurnar skulu ikki halda seg aftur, tí meðan møtini verða í Badmintonhøllini kl. 16 og kl. 19, kunnu børnini spæla og hugna sær í KÍ-høllini.Á jólum í 1924 var dansistovan í Klaksvík karmur um tey allar fyrstu samfelagsmøtini hjá brøðrasamkomunum her á landi, sum hava verið hildin líka síðan. Og nú – 100 ár seinni – verða samfelagsmøtir hildin á hvítusunnu í badmintonhøllini í Klaksvík, so nú er talan um eina aldargamla siðvenju.

Fyrstu samfelagsmøti í Føroyum – í dansistovuni á jólum í 1924
Í tíðarritinum Lív og Læra, sum Petur W. Háberg (1914-1984) gav út, verður skrivað, at fyrstu samfelagsmøtini í Føroyum mundu verða hildin í Klaksvík á jólum í 1923, har Angus McKinnon, trúboðari úr Bretlandi, luttók.
Lena Joensen (1908-1994), dóttir Jens Klæmint Isaksen, sum var ein av stovnarunum av samkomuni í Betesda, heldur tó, at hetta var í 1924. Hon greiðir soleiðis frá: „Fyrstu samfelagsmøti í Føroyum vórðu hildin í Klaksvík. Ein dagin kom Andrew Sloan og segði pápa, hvussu brøðurnir í Skotlandi og Onglandi hildu samfelagsmøti, og spurdi hann, um hetta ikki var vert at royna her hjá okkum. Sjálvandi var tað tað. Á jólum í 1924 vórðu so hesi fyrstu samfelagsmøti hildin í dansistovuni. McKinnon, sum fyrstu ferð vitjaði í Føroyum í 1923, var við til hesi møti.“
Tá var samkoman í Betesda einans 7 ára gomul, og tey vóru fáment, sum savnaðust har. Andrew Sloan var nógv í Klaksvík hesa fyrstu tíðina. Hann skrivar, at smáliga og striltið gekk tey fyrstu 5-6 árini, men framá kortini. Jens Klæmint var ótroyttiligur í vitnisburði sínum og ikki minst mann og mann ímillum, og „talaði hann hvønn dag við tey, hann hitti“ (Ápostlasøgan 17:17), hóast ikki altíð líka væl fagnaður.

Badmintonhøllin karmur um samfelagsmøtini 2025
Nógv er broytt hesa øldina, men enn einaferð bjóðar samkoman í Betesda til samfelagsmøtir í Klaksvík á hvítusunnu, sum í ár verða hildin frá fríggjakvøldi 6. juni til 2. hvítusunnudag, 9. juni.
Yvirskriftin yvir møtini er í Hebr. 10:19-25, har eitt brot sigur: „Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið!“
Sum møtini nærkast, verður kunnað nærri um skránna í miðlunum og á talgildu pallunum hjá Betesda. Skráin fevnir um luttakarar úr flestu pørtum av landinum. Eisini sangluttøkan verður fjølbroytt, har sangbólkurin Vitin, Siloakórið, Ebenezerkórið og Betesdakórið eru partur av skránni.
Byrjað verður við bønarmøti í Betesda fríggjakvøldið kl. 20:00, og so verður flutt niðan í Badmintonhøllina, har skráin er henda:
Øll eru vælkomin – bæði børn, ung, tilkomin og eldri – og barnafamiljurnar skulu ikki halda seg aftur, tí meðan møtini verða í Badmintonhøllini, kunnu børnini spæla og hugna sær í KÍ-høllini.
![]()
Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík
Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7
