Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Dias Godtfred – eg var fullur av religión

09/02/2024

Absalon Absalonsen skrivaði fyri nøkrum árum síðan bók um Dias Godtfred (1879-1968). Í bókini skrivar hann millum annað:

Í deyðsiglaratíðini – áðrenn skipini fingu motor – var Dias nógv umtalaður og víðagitin millum føroyingar, tá ið hann sum skipari var bestur at fiska fleiri ár á rað. Hetta er vert at geva gætur, men í sínum bestu árum gavst hann at føra skip og fór undir handils- og reiðaravirksemi, og samstundis nýtti hann meira tíð til at vera virkin í samkomuni í Betel í Vági, sum hann sjálvur hevði verið við til at seta á stovn.

Dias á Heyggi er farin av foldum, og tað verðsliga virksemið er ikki har meir, men samkoman livir enn og er virkin. Hennara virðir verða ikki uppgjørd í krónum, men tey hava ævigan og óforgeingiligan týdning.

Niðanfyri er brot úr talu, sum Dias Godtfred talaði á samfelagsmøtunum í 1959 ella 1960. Legg til merkis, at hann nýtir norska Bíbliu. Ikki var lætt hjá summum av teimum gomlu at skifta til ta føroysku. Vit geva Diasi orðið:

Útpeikaður av Gudi

„Og det skal skje: Hver den som påkaller Herrens navn, han skal bli frelst.

Israelittiske menn! hør disse ord: Jesus fra Nasaret, en mann som var blitt utpekt for eder av Gud ved kraftige gjerninger og under og tegn, som Gud gjorde ved ham midt iblandt eder, således som I selv vet,“ Ápostlasøgan 2.21-22.

Hesin, sum útpeikaður varð av Gudi (v. 22). Hatta orðið hevur altíð gingið mær so til hjartað. Ein persónur, sum varð útpeikaður av Gudi. Hvør var hann? Tað var kongasonurin, sum lá í Bethlems krubbu, og sum gekk hin tunga og tronga og langa veg sirka 33 ár og legði lívið niður á Golgata krossi. Tað var tann persónurin, ið varð peikaður út av Gudi fyri at redda alla hesa slekt, sum var deyð í synd og í yvirtrædilsi. Og mín vinur, soleiðis stóð til hjá okkum.

Tá ið vit lesa tað triðja kapitlið av Rómarbrævinum, har finna vit, hvat ið Gud vísir okkum um, hvussu okkara tilstandur er. Hvør einasti ein. At tað finnist ikki ein retfærdigur, ikki ein tann einasti.

Les hatta har, sum stendur í Rómarbrævinum (Róm. 3.9-10), so sært tú, hvussu tú ert skikkaður fyri Gudi. Men Gudi verði takk, um tú blívur við at lesa, so fert tú at síggja í sama kapitlinum, hvussu dýrabarur ið Gud er, at Hann frelsir teg av náði fyri einki við tann stóra forloysning, sum Jesus Kristus vann okkum hvør sær. Hann, sum varð útpeikaður av Gudi at gera tað stóra verkið at frelsa syndarar, sum trúgva upp á Jesus Kristus.

Eg var fullur av religión

Eg kom at tonkja yvir tað. Tað var vist í gjárkvøldið, at beiggin beklagaði, hvussu hansara ungdómsdagar vóru, at hann var ein maður, sum dámdi væl at drekka og so víðari og gekk nátúrligvís fullur í sinum villfarilsi, sum mangur hevur gingið. Men tá ið eg skal taka mín egna persón, hevur nakar gingið fullur í villfarilsi, so var tað eg, men ikki av spritti; eg var fullur av religión. Og mín vinur, tú kanska trekkir upp á smílibandið og kanska hugsar sum so: var tað ringt at vera fullur av tí? Ja, eg var í sama forholdi, sum hann var. Hann var ein fortaptur maður, og eg var ein fortaptur maður. Og tann syrgiliga sannheitin er, at eg visti ikki, at tað var so. Men Gudi verði takk. Eg fekk einaferð míni eygu upplatin.

At vera fullur av religión, tað frelsir ongan mann, hvørki yngri ella eldri. Tað er ein skaði fyri hvønn einkultan, sum er fullur av religión. Tí eg trúgvi, at tað er vanskiligari fyri hann at koma til Kristus, enn tað var fyri hann, sum gekk fullur av spiritussi. Hann fekk kanska nemmari at síggja tað elendigheit, hann var í, enn hann, sum er fullur av religión.

Napoleon í Dali kom einaferð til Porkeris at prædika evangelium. Tað var á mínum 25. ári. Og eg tonkti, at tann mannin má eg fáa at hoyra, tí eg hataði ta nýggju læruna, sum hann var komin við. Og eg hugsi, at eg má endiliga møta upp har og skal vera klárur at mótsiga honum. Men tá ið tann maðurin begynti at tala, tá var eg lítil í mær sjálvum og hevði einki at siga ímóti honum; men eg fall fyri hansara orði. Tað var sum ein hamari, sum sundursoraði eina klippu. Ja, tað var sum ein hamari, sum fellur á ein stein og knúsar hann.

***

Eg komi ofta at tonkja um ein sálm, sum Sloan diktaði, sum stendur vist í bók okkara. Eg mangar gangir, tá ið eg leggi meg at sova, og tað ofta glippar hjá mær, og svøvnurin fer, sum mangt annað fer, tá ið aldurin kemur, men altíð royni eg at lesa tað versið fyri meg sjálvan:

Og skjótt í dýrd hans uppi har
eg honum líkur skal
í hvítum búna syngja hátt
um hann, meg leiddi væl.

Æra verði Hansara navn. Hann hevur leitt væl til denna stund á eitt land, sum vanst, og øll æran er Hann. Má Gud vælsigna tykkara sálir yngri og eldri fyri Kristi navns skyld.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/02/DiasGodtfred.png 1094 2159 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-02-09 09:00:002024-02-09 00:28:45Dias Godtfred – eg var fullur av religión

Bønarløtan

08/02/2024

Tak niður bønarløtuna her: Bønarløtan feb. 2024

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/02/bonarlotan-feb24.png 562 562 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2024-02-08 09:11:272024-02-08 09:12:02Bønarløtan

Vatn í bensininum

26/01/2024

Eg var á Balabac og vitjaði. Oyggin Balabac er í úsynningshorninum av Filipsoyggjum, sunnan fyri størru oynna Palawan. Síðan vit fluttu av Balabac, høvdu vit búð í høvuðsstaðnum á Palawan, ið eitur Puerto Princesa. Eg fór úr Puerto tíðliga um morgunin. Kom til eina bygd heilt har suðuri á Palawan um middagsleitið og fór so við báti suður til Balabac. Kom til Balabac seint seinnapartin. Lænti mær eina motorsúkklu, gisti og skuldi so longri suður morgunin eftir.

Lat meg – áðrenn vit halda fram – siga eitt sindur um oynna Balabac, so frásøgnin kanska verður eitt sindur skilligari.

Balabac er heldur størri enn Streymoyggin. Ein lutfalsliga stór bygd er á oynni – okkurt um 2000 íbúgvar. Hinar bygdirnar eru lítlar – eini 100-200 íbúgvar hvør. Á Molbog-málinum kalla tey stóru bygdina Lobanadjung. Filipinarar, sum ikki hoyra til Molbog-fólkið, kalla hana „Bayan“, sum merkir bygd ella býur. Á enskum verður hon nevnd Townsite. Meðan fólkið í smáu bygdunum runt oynna eru Molbog fyri tað alramesta, eru tey í Lobanadjung (vit nýta Molbog-navnið) antin kristin, sum merkir, at tey koma longri norðaneftir, og muslimar, sum merkir, at tey koma longri eystaneftir.

Tá ið vit búðu á Balabac, búðu vit í einari bygd, sum eitur Buwal. Hon er á eystursíðuni av oynni, sunnan fyri Lobanadjung, okkurt um eina tíma við motorsúkklu.

Aftur til vitjanina hjá mær á Balabac. Morgunin eftir, at eg var komin, keypti eg bensin til motorsúkkluna. Keypti tað í einum av mongu pinkulítlu handlunum í Lobanadjung. Handlarnir seldu bensin í lítlum sodavatnsfløskum. Balabac er beint norðan fyri Malaysia, og tað var haðani, bensinið kom. Sum tað mestu í handlunum var tað smuglað. Eg keypti upp í tangan og fór suðureftir til Buwal. Har vóru eingir vegir, bara lítlar gøtur. Mær dámar sera væl at koyra handa vegin, róligt og vakurt. Koyrt verður fyri tað nógva fram við strondini, og veðrið henda morgunin kundi ikki verið betri. Eg kendi meg heima.

Men so okkurt um ein kilometur úr Lobanadjung steðgar motorsúkklan. Eg visti beinanvegin, hvat var galið. Har var vatn í bensininum, og nú var tað í karburatorinum. Eg royndi alt møguligt, men nei, einki bar til. Eg var so uppreittur inn á motorsúkkluna og bensinið, at eg ynskti tey, har piparið grør. Tað hjálpti lítið, at ein rúgva av pipari grør á Balabac. Eg mátti so fittur leiða motorsúkkluna aftur til Lobanadjung, fáa tangan tømdan, alt reinsað og so keypa bensin umaftur.

Eg visti sjálvandi ikki, um tað var bensinið, sum eg hevði keypt, ið tað var galið við, ella um tað longu var vatn í tanganum, tá ið eg lænti motorsúkkluna. Men fyri at binda um heilan fingur keypti eg bensinið í einum øðrum handli.

***

Man ikki onkur lærdómur vera í hasi hendingini? Flutt yvir á tað andaliga, fylla vit okkum alt ov ofta við skeivum bensini, og úrslitið er, at vit steðga upp. Eitt kent vers kemur mær í huga:

„Latið tí eisini okkum, táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum, og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett,“ Hebrearabrævið 12.1.

Havandi frásøgn okkara í huga, kunnu vit kanska loyva okkum at siga:

Latið okkum tøma tangan fyri alt, sum ikki eigur at vera har, og fylla hann við reinum bensini og so soleiðis koyra teinin, ið okkum er fyrisettur.

Ein tanki afturat. Týdningarmikið er, hvaðani vit fáa bensinið. At keypa smuglað bensin í lítlum sodavatnsfløskum er helst ikki tað klókasta. Soleiðis er eisini við andaliga lívinum. Hvaðani kemur tað, ið vit fylla á tangan? Jeremias segði um fólk sítt:

„… tvinnanda ónt hevur fólk Mítt gjørt: Mær, kelduni við hinum livandi vatni, vendu tey bakið og gróvu sær brunnar, brunnar við sprungum, sum ikki halda vatni.“ Jeremias 2.13

Hóskandi er at enda við Jóhannesi 7.37-38:

„Hin síðsta – hin stóra – dagin í høgtíðini stóð Jesus og rópti: „Um nakar tystir, komi hann til Mín og drekki! Tann, ið trýr á Meg, úr lívi hansara skulu, sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni.““

Og so aftur til Balabac. Við góðari motorsúkklu og røttum bensini er túrurin úr Lobanadjung til Buwal gull verdur. Ber tykkum onkuntíð til, skuldu tit farið.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/01/Vatn-i-bensininum.png 459 1396 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-01-26 09:00:002024-01-24 15:47:37Vatn í bensininum

Eitt minni av Balabac

12/01/2024

Ein ungur maður var deyður fyrr um morgunin, og Dennis og eg fóru at vitja tey avvarðandi. Vit vóru júst flutt til Balabac – Dennis við húski nøkur ár frammanundan. 

Tað er nakað fremmant við deyðanum, og tá ið so umstøðurnar eisini eru fremmandar, gerst alt eyka fremmant. Ungi maðurin hevði verið sjúkur leingi, og samverkafólk okkara høvdu gjørt alt, tey kundu, fyri at hjálpa honum. Tey vóru enntá farin allan vegin til Manila við honum, men tíverri, har gjørdist einki. Og nú var hann farin.

Líkið lá í húsunum hjá systur hansara. Hann hevði búð hjá henni, nú hann lá til tað síðsta, og var tað her, hann andaðist. Vit fóru upp gjøgnum stigan – húsini har standa jú á steyrum – fóru inn og settu okkum. Húsini vóru lítil eftir okkara málistokki, og líkið lá, sum siður var, mitt á gólvinum. Tey høvdu lagt eitt lak oman yvir tað. Tað er ikki siður hjá teimum at nýta stólar, so vit sótu á gólvinum beint yvir av líkinum.

Tey komu við kaffi til okkara. Eg segði ja takk, og Dennis takkaði, men vildi ikki hava.

Har var fitt av fólki. Fleiri av eldru monnunum í bygdini vóru har. Teir flestu vóru í hvítum húgvum og onkrir eisini í hvítari skjúrtu ella hvítum jakka. Hetta vóru jú alt muslimar. Tað er muslimskur siður at jarða fólk sama dag, sum tey doyggja, og prátaðu teir um, hvar hin deyði skuldi verða grivin. Hin deyði hevði biðið um at verða grivin í heimbygdini – tað var bygdin beint norðan fyri, har vit vóru – men tað var ikki siður at gera tað. Fólk skuldu jarðast í bygdini, har tey doyðu. Tað, sum lá í prátinum, men ikki varð sagt, var, at varð líkið ikki grivið á rætta staðnum, kundi hin deyði koma aftur og spøkja.

Vitjandi leggja til merkis, tá ið tey eru til jarðarferð á Balabac, at har er eingin grátur, eingi tár. Tað er forboðið. Sagt verður, at grátur og tár fáa hin deyða at ganga aftur. Tey, sum vóru har, sótu bara still og lurtaðu, meðan menninir í hvítu húgvunum tosaðu um, hvat gerast skuldi. Niðurstøðan var, at hin deyði varð grivin, har hann ynskti – í heimbygdini.

Alt var so dapurt, nýtt, fremmant, rátt og tó eisini merkt av umsorgan og næstakærleika.

Seinni – eftir at vit vóru farnir avstað aftur – segði Dennis mær, at orsøkin til, at hann segði nei takk til kaffi, var, at kopparnir, tey nýttu, vóru somu koppar, sum hin deyði, tá ið hann lá til tað síðsta, hevði brúkt at spýta í. Tað visti eg ikki, men eg visti, at tey nýttu hvørki heitt vatn ella sápu, tá ið tey vaskaðu upp. Ikki so lætt at vera tann nýggi.

***

Eg sat har ímillum teirra

„Andin lyfti mær upp og tók meg, og eg fór avstað, grammur og uppøstur í andanum; og hond HARRANS var sterk yvir mær. Eg kom so til teirra, sum vóru í útlegd í Tel-Abib, tey, sum búðu við Kebará – hagar ið tey búðu; og eg sat í sjey dagar har ímillum teirra og stardi fram fyri meg.“ Ezekiel 3.14-15

Tað, sum eg upplivdi handa dagin á Balabac, lýsir tað, tú ofta kennir, tá ið tú situr ímillum teirra, sum Harrin hevur sent teg til. Alt tað fremmanda, syrgiliga, løgna og vamlisliga darvar, og vit líkjast Ezekiel, har hann sat og stardi fram fyri seg – alt partur av at fara til teirra, sum Harrin sendir okkum til.

Ílat til æru, halgað

„Heldur tí onkur seg reinan frá hesum, skal hann vera ílat til æru, halgað, húsbóndanum til nyttu, til reiðar til alt gott verk.“ Seinna Timoteusbræv 2.21

Smakkurin, eg sat eftir við, tá ið eg hevði fingið at vita, hvat koppurin hevði verið nýttur til, var ikki serliga góður. Ongum dámar at drekka úr koppi, sum hevur verið nýttur til slíkt, sum vit vamlast við. Er hatta satt tímiliga, er tað ikki minni satt andaliga. Hvussu ofta hava vit ikki verið fólki til vaml, tí vit halda okkum kunna verða nýtt til tað andaliga, hóast vit líkjast farisearanum, sum Jesus átalaði í Lukasi 11.39:

„Tit Farisearar reinsa nú bikarið og fatið uttan, men innan eru tit fullir av ráni og óndskapi.“

Álvarsamt.

Ein lítil tanki afturat:

Í Seinna Timoteusbrævi 2.21 lesa vit um rein íløt.
Í Seinnu Kongabók 4.1-7 lesa vit um tóm íløt.
Í Seinna Korintbrævi 4.7 lesa vit um veik íløt. 

At vera íløt Harranum til æru er at vera reinur, tómur og veikur.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/01/Eitt-minni-av-Balabac.png 722 1277 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-01-12 09:00:002024-01-11 13:41:34Eitt minni av Balabac

Bønarløtan

03/01/2024

Tak niður bønarløtuna fyrin januar 2024 her: Bønarløtan jan. 2024

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/01/bonarlotan-jan-2024.png 520 598 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2024-01-03 13:30:042024-01-03 13:30:27Bønarløtan

Lívsleiðir

29/12/2023

Myndin omanfyri er tikin á gistingarhúsinum hjá New Tribes Mission (NTM) í Manila. Eg tók hana stutt eftir, at vit komu til Filipsoyggjarnar í januar 1986. Húsligir menn, men tað var nú ikki tað, sum eg ætlaði mær at skriva um.

Hugsaði at hugleiða eitt sindur um, hvussu lívið kann laga seg. Vit nýta tvey vers sum útgangsstøði – eitt úr Gamla Testamenti og eitt úr Nýggja Testamenti.

„Dømið tí einki fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur … tá skal ein og hvør fáa rós sítt frá Gudi.“ Fyrra Korintbræv 4.5

„Hjarta menniskjans upphugsar veg tess, men HARRIN stýrir fetum tess.“ Orðtøkini 16.9

Maðurin longst til vinstru á myndini

Hann og konan arbeiddu millum Batak-fólkið á Palawan. Batak-fólkið er eitt reikandi frumskógarfólk, tey flyta alla tíðina. Hjúnini, vit tosa um, gjørdu eitt risastórt arbeiði millum Batak-fólkið, og fleiri komu til trúgv.

Tá ið vit komu til Filipsoyggjarnar, leitaðu tey eftir eini familju at hjálpa sær og spurdu okkum, um vit vóru áhugað. Vit kendu tað sum eina veldiga æru at verða spurd, men tað bleiv tó ikki til nakað. Meira vit bóðu og hugsaðu um tað, máttu vit bara síggja í eyguni, at arbeiðið millum nomadiskt frumskógarfólk við øllum, ið tað inniber, var meira enn vit sum ung familja fóru at megna.

Seinni fluttu hesi hjúnini aftur til USA, og maðurin bleiv pastorur. Sonur teirra, sum var ein lítil smádrongur, tá ið vit komu at kenna tey, gjørdist seinni trúboðara-flogskipari á Filipsoyggjunum. Hann segði mær, at pápi hansara var pastorur, til hann fylti 60 og tók seg so aftur. Hann hevði vant yngri menn at taka yvir, og nú áttu teir tørn. Fólk úr øðrum samkomum løgdu til merkis, hvussu væl hann hevði dugað at seta við, og nú arbeiðir hann við at hjálpa øðrum at læra yngri kreftir at taka yvir.

Maðurin longst til høgru á myndini

Hann og kona hansara arbeiddu eisini á Palawan. Tey arbeiddu millum Palawano-fólkið. Tað eru fleiri bólkar av Palawano-fólki. Hesi vóru tey, vit nevna Norðurpalawano-fólkið.

Fyrstu NTM trúboðararnir fluttu hagar heilt afturi í hálvtrýssunum. Aftursvarið, tá ið teir komu, tóktist ómetaliga gott, men seinni kom fram, at tey ikki høvdu skilt evangeliið. Nú, eitt ættarlið seinni, var alt ein vavgreytur. Uppgávan hjá trúboðaranum var nú at royna at greiða fløkjuna.

Hjúnini, vit tosa um, høvdu verið har í nøkur ár, men kendu nú, at umstøðurnar við børnunum vóru slíkar, at tað var ikki ráðiligt hjá teimum at halda á. Tey spurdu okkum, um vit vóru hugað at halda fram við arbeiðinum. Vit hildu tað vera spennandi, men kendu ikki, at hetta var uppgávan, sum Harrin hevði til okkara. Hesin trúboðarin á myndini var og er ómetaliga fittur og andaliga eymur; men var ikki sterkur, tá ið tað kom til grundsannleikarnar í Skriftini.

Eftir at tey vóru flutt aftur av Palawan, fór hann at savnast við anglikanarunum í nøkur ár. Og eftir at tey vóru flutt aftur til Amerika, fór hann at savnast við katolikkunum. Tað var har, hann var uppvaksin, og har vildi hann aftur. Hann segði seg leingjast eftir tí álvarsama og hátíðarliga, sum hann var uppvaksin við. Sera harmiligt.

Maðurin fremst í myndini

Hann og kona hansara komu til Filipsoyggjarnar okkurt um eitt ár áðrenn Cathy og eg. Vit høvdu gingið í skúla saman í USA og kendust væl. Tey høvdu eins og vit ætlað sær til Indonesia, men fingu ikki innfaraloyvi og komu tí til Filipsoyggjarnar ístaðin. Tey fluttu til Balabac nakrar mánaðir eftir, at vit komu.

Stutt áðrenn tey fluttu, bjóðaði hann mær við sær ein túr til Balabac. Løgið, hvussu lívið lagar seg. Aftan á túrin var tað, sum Harrin segði við meg, at vinfólk okkara fóru ikki at verða leingi á Balabac, og at vit fóru at verða biðin um at taka pláss teirra. Eg kendi meg sum ein svíkjara at hýsa slíkum tanka, men tað var júst tað, sum hendi.

Vit hoyrdu einki aftur frá teimum, eftir at tey fluttu aftur til USA. Men so í 2010 – tað var nærum fjórðingsøld seinni – fann eg nøkur av børnum teirra á Facebook. Eg segði teimum, hvør eg var, og spurdi eftir foreldrunum. Ein dóttir skrivaði aftur og segði, at foreldrini vóru fráskild, men at hon hevði tosað við pápan, og hann var sera spentur at hoyra frá mær. Eg gav henni telefonnummarið.

Nakrar dagar seinni ringdi hann. Hann var bæði blíður og týður, men greiddi eisini frá, hvussu tungt tað hevði verið at koma heim aftur. Kenslan at hava svikið neit teimum so fast, at hjúnabandið fór í knús. Nú vóru sjálvandi nógv ár liðin, og tóktist hann vera komin yvir smeitin fyri langari tíð síðan. Vit samdust um at møtast, næstu ferð vit vóru í USA.

Men so skuldi ikki verða. Maðurin fremst í myndini fekk krabbamein og er nú heima hjá Harranum. Vit møtast hinumegin.

***

Í okkara eygum kann tað tykjast, sum lívið eydnaðist betur hjá einum enn hjá øðrum. Latið okkum hyggja aftur at versunum, sum vit byrjaðu við.

„Dømið tí einki fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur … tá skal ein og hvør fáa rós sítt frá Gudi.“ Fyrra Korintbræv 4.5

„Hjarta menniskjans upphugsar veg tess, men HARRIN stýrir fetum tess.“ Orðtøkini 16.9

Gott at hava í huga, nú vit fara inn í nýggja árið.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/12/Livsleidir.png 724 1118 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-12-29 09:00:002023-12-28 15:40:51Lívsleiðir

Jól saman í fjøllunum á Luzon

15/12/2023

Árið er 1987. Vit eru langt uppi í fjøllunum á oynni Luzon á Filipsoyggjunum og halda jól hjá Liz, Ragnar og dreingjunum.

Sama land – ymisk umhvørvi

Liz og Ragnar komu til Filipsoyggjarnar í apríl 1979. Vit komu sjey ár seinni, í januar 1986. Tey fóru til Kankanaey fólkið á stóru oynni Luzon – tað er í norðrara partinum av Filipsoyggjunum. Vit fóru til Molbog fólkið á lítlu oynni Balabac – tað er suðuri í útsynningshorninum av Filipsoyggjunum.

Liz og Ragnar búðu langt uppi í fjøllunum – í 2000 metra hædd. Vit búðu tríggjar minuttir úr fjøruni. Landslagið, har tey búðu, er eyðkent av fjøllum og rísbríkum (terrassum). Landslagið hjá okkum er eyðkent av strondum og pálmatrøum.

Liz og Ragnar búðu í bygd, har tætt er millum húsini. Vit búðu í bygd, har langt er millum húsini. Tað er lutfalsliga kalt, har tey búðu, tey høvdu enntá eldstað í køkinum. Tað hevði verið óhugsandi hjá okkum, alt ov heitt.

Fólkið, har Liz og Ragnar búðu, eru animistar samantvinnað við katolisismu. Fólkið, har vit búðu, eru muslimar samantvinnað við animismu (andatrúgv).

Stríggin og long ferð

Fjarstøðan okkara millum var sum úr Føroyum til Hirtshals, men at ferðast millum støðini var væl truplari. Vit kunnu ikki siga, at vit gingu og mólu um føturnar á hvør øðrum.

Vit flugu av Balabac til flogstøðina hjá NTM (New Tribes Mission) á oynni Palawan. Síðan fóru vit við bussi til býin Puerto Princesa og síðan við rutuflúgvara til Manila. Úr Manila fóru vit við bussi norður til flogstøðina hjá NTM í Luzon. Busstúrarnir á Palawan og í Luzon vóru okkurt um fimm tímar hvør.

Ætlanin var at gista á flogstøðini og so flúgva til Ragnar og tey morgunin eftir. Men seinni sama dag, sum vit vóru komin, sigur ein maður við meg: „Tit fara neyvan nakran veg í morgin, tað verður ikki flúgvandi.“ Strævin, sovorðin fólk, men hann hevði rætt. Tað bleiv ikki flúgvandi, og vit máttu bíða. Eg minnist ikki, hvussu nógvar dagar vit bíðaðu, men tíðin gekk undan, og tað gjørdist okkum greitt, at skuldu vit koma fram til jóla, máttu vit fara yvir land.

Vit fóru við bussi vestur til býin Baguio. Baguio er ein hugtakandi frítíðarbýur, sum varð bygdur av amerikanarum fyrst í síðstu øld. Túrurin var um fimm tímar eins og hinir fyrru busstúrarnir. Og so var at finna onkran at koyra okkum til bygdina, har Ragnar og tey búðu. Vit funnu ein jeepney vogn. – Hava tit sæð myndir av Filipsoyggjunum, hava tit uttan iva sæð myndir av jeepney vognum. Teir líkjast longum jeppum (ella minibussum), pyntaðir við litríkum myndum, skriftstøðum, halgimennum og filmstjørnum. – Túrurin tók okkurt um átta tímar.

Landsluturin, sum Ragnar og tey búðu í, eitur Mountain Province (Fjallalandsluturin), og tað er ikki uttan orsøk, tí har er bæði høgt og bratt. Fleiristaðni var tað sum at koyra eftir eini rók – berg í erva og snipst niðurfyri. Vegirnir vóru krókutir, smalir, runutir og skráaðu út ímóti eggini. Hetta var ikki fyri veikar sálir. Eg havi hoyrt um meira enn ein vaksnan, sum er farin at gráta, tí har er so bratt. Sjálvur græt eg ikki – sjálvandi ikki! – Men so sigi eg ikki meir.

Tíbetur eru umstøðurnar at ferðast munandi betri nú, enn tær vóru í 1987. Og tað fegnast vit um.

Signað at vera saman á jólum

Jeepney vognurin koyrdi okkum so langt, sum hann kundi. Ragnar og tey vóru ímóti okkum. Skuldu vit gingið síðsta teinin, hevði tað tikið okkurt um ein tíma. Ikki serliga hugaligt í allari rununi. Tíbetur sluppu vit undan. Ragnar koyrdi okkum pendulfart við motorsúkkluni.

Og so vóru vit komin fram. Kendist væl! Liz og Ragnar duga hvør betur enn annar at vera gestablíð. Og vit høvdu eini hugnalig jól saman. Nøkur á staðnum vóru komin til trúgv, og Liz og Ragnar høvdu reglulig møti í túnum. Økti um sjarmuna.

Afturat tí – bara at kunna vera har – høvdu vit nógvar góðar løtur saman. Liz og Cathy høvdu nógv at práta um. Børnini hugnaðu sær, og Ragnar og eg loystu allar heimsins trupulleikar, meðan vit sutlaðu kaffi í okkum. Tað var júst sum hugnalig jól eiga at vera.

So vóru jólini av

Og so vóru jólini farin og tíðin komin at fara avstað aftur. Veðrið var nú betri, og til bar hjá flúgvaranum at koma eftir okkum. Flogvøllurin líktist ikki flogvøllinum vestri í Vágum. Hann var bert ein breið brekka beint oman ímóti einum forbergi. Flúgvarin fór við fullari ferð oman brekkuna, útav og so suðureftir. Kanska ikki líka ræðandi sum rókin, tá ið vit komu, og tó. Hetta var ikki bara bara. Men vit komu í hæddina í øllum góðum.

Stórsligið at flúgva suðureftir.

***

Spurvurin og svalan

Hetta var umheimurin, sum dreingirnir hjá Liz og Ragnar vuksu upp í. Kringumstøður teirra og hjá børnum okkara á Balabac líktust lítið teimum, sum Liz og Cathy kendu sum smágentur í Amerika, ella teimum, sum Ragnar og eg kendu sum smádreingir í Klaksvík. Og kortini kendust kringumstøðurnar hjá børnum okkara á Filipsoyggjunum júst líka tryggar og vanligar, sum okkara høvdu kenst okkum.

Sálmur 84.4 sigur:

„Ja, spurvurin fann sær heim, og svalan reiður, sum hon hevur ungar sínar í – altar Tíni, HARRI Gud herskaranna, kongur mín og Gud mín!“

At finna sær heim og reiður við altarið, tað er gott – kann ikki verða tryggari.

Serstøk tøkk

Her er kanska hóskandi at koma við einari serligari tøkk til tykkum mongu, sum hava gjørt tað møguligt hjá okkum at virka á Filipsoyggjunum øll hesi mongu ár. Vit eru sera takksom fyri trúfesti tykkara.

Gleðilig jól øll somul og eitt av Harranum signað nýggjár!

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/12/Jol-i-Lenga.png 542 904 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-12-15 08:30:002023-12-15 00:39:00Jól saman í fjøllunum á Luzon

Bønarløtan

01/12/2023

Tak niður bønarløtuna her: Bønarløtan des. 2023

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/12/bonarlotan-des23.png 625 663 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2023-12-01 11:52:382023-12-01 11:52:58Bønarløtan

Frálíkt at liva

01/12/2023

(It’s a Wonderful Life)

„Tá rópti Jesus teir til Sín og segði: „Tit vita, at høvdingar tjóðanna valda teimum, og at stórmenn teirra lata tær kenna vald sítt. So skal ikki vera hjá tykkum; nei, tann av tykkum, sum stórur vil vera, skal vera tænari tykkara; og tann, ið fremstur vil vera av tykkum, skal vera trælur tykkara – eins og Menniskjasonurin ikki er komin at lata onnur tæna Sær, men at tæna sjálvur og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong.““ Matteus 20.25-28

Vit eru ikki skapt til at liva fyri okkum sjálv. Áhugavert er, at ofta skilir heimurin tað betur enn vit, sum rokna okkum at hoyra Frelsara okkara til. Minnir meg á tað, sum vit lesa í Lukasi 16.8:

„… børnini, ið hesin heimur eigur, eru klókari móti síni egnu ætt enn børn ljóssins.“

Hetta – at liva fyri onnur – minnir meg á ein jólafilm, sum Cathy og eg hvørja advent, nú í mong ár, hava havt til vana at hyggja at. Filmurin eitur „It‘s a Wonderful Life“. Føroyska heitið kundi verið „Frálíkt at liva“. Vit munnu hava sæð filmin meira enn 30 ferðir.

Hetta er ein sera nemandi filmur, sum á meistarligan hátt vísir, at samanumtikið loysir tað seg altíð best at liva fyri hini og ikki fyri seg sjálvan. Hetta er eisini galdandi, tá ið tað merkir, at vit noyðast at lata egnar dreymar fara. Tú fært tað mangar ferðir aftur, kanska ikki fíggjarliga, men í virðum, sum pengar aldri kunnu keypa. Kann ikki vera meira bíbilskt.

Filmurin varð frumframførdur í 1946. Tað er nógv ár síðani. Tú kundi hildið, at so gamlir filmar kunnu ikki vera góðir, men eg veit ikki, eg haldi, at hetta er ein tann besti filmurin, eg nakrantíð havi sæð.

Fyrstu ferð, eg sá filmin, var nakað eftir, at vit vóru flutt til Balabac á Filipsoyggjunum. Hetta hevur verið í seinnu helvt av fýrsunum. Tað var ikki gamalt millum stammu-trúboðarar at hava sjónvarp. Vit mundu vera millum teir fyrstu. Summir av eldru trúboðarunum dámdi tað einki, hildu, at tað sendi keðiligt signal til fólkið, tú livdi ímillum. Vit vóru jú umgird av stórum fátækradømi. Eingin av teimum, sum tú búði ímillum, hevði ráð til slíkt. Kanska høvdu teir rætt. Eg skal ikki seta meg til dómara fyri ella ímóti. Men hvussu var og ikki, so gjørdi tað, í hvussu er, lívið eitt sindur heimligari og lættari at búgva í fremmandum umhvørvi.

Sjónvarpið hjá okkum var lítið, neyvan meira enn 30 sentimetrar til víddar. Og har vóru sjálvandi ongar sjónvarpsrásir, bara VHS-bond. Summi av tykkum eru kanska noydd at googla tykkum fram til, hvat tað er. Slavna tropiska luftin gjørdi, at hesi bondini lættliga blivu moðin. Eg veit ikki, um tey siga so enn; men fyrr plagdu vit at kalla tað keðiliga og lítið áhugaverda „moðið“. Kanska vit kunnu siga, at slavna luftin og lítla úrvalið av filmum merkti, at vit sóu nógvar filmar, sum vóru modnir bæði so og so.

Og so var einki elektrisitet, har vit búðu. Vit høvdu ein lítlan ljósmotor, og hann mátti tendrast, hvørja ferð vit skuldu hyggja í sjónvarp. Vit avmarkaðu okkum til at hyggja eina ferð um vikuna. Hvørt fríggjakvøld var sjónvarpskvøld. Seinni fóru børnini at nýta videobond til skúla, sum so merkti, at sjónvarpið var frá hvønn morgun. Men siðurin fríggjakvøld, hann vardi við.

Nú fór eg heilt av kós. Ætlaði at skriva um tað, sum vit kunnu læra av filminum „Frálíkt at liva“ ikki um sjónvarp, frumskóg, fátækradømi, ljósmotorar og sjónvarpskvøld.

Í heilt stuttum snýr filmurin seg um ein eingil, Clarence Odbody, sum – fyri at kunna ogna sær rættin til veingir – er sendur jólaaftan at bjarga manni, sum eitur George Bailey. Maðurin hevur fullkomiliga mist mótið og ætlar at beina fyri sær.

Eg veit, eg veit. Hatta við einglum og veingjum er ikki bíbilskt, men góður filmur kortini.

Áðrenn Clarence er sendur at hjálpa George, vísir ein yvireingil honum lívssøguna hjá George, frá tí hann var lítil, og til hann fyrr sama dag kom í so stórar fíggjarligar trupulleikar, at hann kom til ta niðurstøðu, at einasti mátin at bjarga familjuni undan húsagangi, var at beina fyri sær. So fingu tey – um ikki annað – ágóðan av lívstryggingini hjá honum. 

At byrja við gongur ikki so væl at sannføra George um, hví hann ikki má beina fyri sær. Men tá ið Clarence hoyrir George siga, at tað hevði verið betur, um hann ongantíð hevði verið føddur, fær Clarence eitt hugskot. Hann fór at vísa George, hvussu illa lívið hjá mongum hevði havt lagað seg, um George ongantíð hevði verið til.

So haldi eg, at eg sigi ikki meira um filmin. Tit kunnu hyggja at honum sjálv. Góður filmur, verdur at síggja fleiri ferðir. Nemur nakað í okkum, gevur okkum mót og vísir okkum, at tað loysir seg altíð best at liva fyri onnur.

Ein tímilig áminning, sum er serliga væl hóskandi til okkara hesar árstíðina, nú vit minnast Hann, sum kom, ikki at lata onnur tæna Sær, men at tæna sjálvur og geva lív Sítt sum loysigjald fyri mong (Matt. 20.28).

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/12/Fralikt-at-liva.png 629 1124 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-12-01 09:30:072023-12-01 09:30:08Frálíkt at liva

Av bókahillini: Dávid kongur, Sálmur 32 og „Brotsverk og revsing“

17/11/2023
Read more
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/11/Crime-and-Punishment.png 375 949 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-11-17 08:45:002023-11-19 16:32:26Av bókahillini: Dávid kongur, Sálmur 32 og „Brotsverk og revsing“
Page 9 of 26«‹7891011›»

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
  • Yvirkoyrdi smádrongurin – J. I. Packer10/07/2026 - 07:00
  • Bispurin, sum tordi at standa einsamallur – John Charles Ryle26/06/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Logos Hope í Føroyum25/08/2026 - 13:49
  • Petur á Roykheyggi talar mikukvøldið25/08/2026 - 13:16
  • Jákup Hansen talar sunnudagin23/08/2026 - 11:56
  • Sunnudagsskúlin sunnudagin kl. 12:30 – Símun Absalonsen talar í bíbliuløtuni23/08/2026 - 04:43
  • Sangkórið byrjar aftur at venja týskvøldið21/08/2026 - 13:05

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top