Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Syrgilig byrjan, men góður endi

28/07/2023

Paulus var vónbrotin av Markusi; so vónbrotin, at tað seinni oyðilegði samarbeiðið millum Paulus og Barnabas. Eg haldi, at mong av okkum munnu kenna okkum aftur, bæði í Markusi og Paulusi. Tað er ein sera nívandi kensla at gerast so vónsvikin av onkrum, at tú einki meira vilt hava við viðkomandi at gera. Og kenslan er ikki minni nívandi, tá ið tú merkir, at tú hevur gjørt onkran so vónbrotnan, at viðkomandi einki vil hava við teg at gera longur.

Kanska ikki so løgið, at søgan um Markus hevur verið so mongum til ávaring, eggjan og troyst. 

Markus skrivaði Evangeliið, sum ber navn hansara. Hildið verður, at møguliga lýsir hann seg sjálvan, tá ið hann sigur frá hesi hending í Evangeliinum (Mark. 14.51-52):

„Ein einstakur ungur maður fylgdi aftan á Honum; hann hevði línklæði sveipað um bera kropp sín. Teir tóku hann; men hann slepti línklæðinum og flýddi nakin.“

Hann vildi so gjarna vera djarvur og fylgja Jesusi, men megnaði tað ikki. Vit kenna okkum aftur.

Markus og stuðulin

Fyrstu ferð, Markus er nevndur í Skriftini, er í Ápostlasøguni 12.12. Hetta er, tá ið eingilin bjargaði Pæturi út úr fongslinum. Vit lesa, at hann fór:

„til hús Mariu, móður Jóhannesar, sum hevði tilnavnið Markus; har vóru mong savnað og bóðu.“

Seinni – í Fyrra brævi Pæturs 5.13 – kallar Pætur hann „Markus, sonur mín“. Hann meinar sjálvandi ikki, at hann var bókstavliga sonur hansara, men at hann sá hann, sum barn sítt í trúnni.

Barnabas og Markus vóru systkinabørn (Kol. 4.10). Kanska er tað tí, at Barnabas var tolnari við hann enn við Paulus.

Fyrstu ferð, vit møta honum saman við Paulusi og Barnabasi, er, tá ið teir fara heim aftur til Antiokia eftir at hava verið í Jerúsalem við hjálp til tey trúgvandi (Áp. 12.25).

Markus og stríðið

„… Teir høvdu eisini Jóhannes við at ganga sær til handa.“  Ápostlasøgan 13.5

Tá ið Heilagi Andin sendi Paulus og Barnabas út, tørvaði teimum onkran at ganga sær til handa, og tí tóku teir Jóhannes Markus við sær. Men á ferðini skiltist Markus frá teimum og fór heim (Áp. 13.13). 

Seinni, tá ið Paulus og Barnabas skuldu fara út fyri aðru ferð, vildi Barnabas hava Markus við, men Paulus segði kortanei. Vit lesa:

„Tað kom tá til hvast stríð, so teir skiltust hvør frá øðrum; og Barnabas tók Markus við sær og fór við skipi til Kýpern.“ Ápostlasøgan 15.39

Tað, sum síðan hendi

Vit vita ikki júst, hvussu leikur er farin fram, eftir at tey bæði systkinabørnini fóru til Kýpern; men Barnabas hevur dugað at fingið tað besta burturúr. 

Vit lesa seinni, at Markus kom at arbeiða bæði saman við Pæturi og Paulusi. Pætur nevnir hann „Markus, sonur mín“ – sum longu nevnt – í brævi sínum, og Paulus nevnir hann tríggjar ferðir í brøvum sínum:

  • Kolossebrævið 4.10:
    „… letur heilsa tykkum, eisini Markus, systkinabarn Barnabas. Hann hava tit fingið boð um – kemur hann til tykkara, so takið ímóti honum.“
  • Filemon 1.23-24:
    „… letur heilsa tær, somuleiðis Markus … – ið gera sama verk sum eg.“
  • Seinna Timoteusbræv 4.11:
    „… Tak Markus og hav hann við tær! Hann er mær til góða hjálp í tænastuni.“

Ungi maðurin, sum skiltist frá teimum, bleiv ein sannur stuðul og fekk hetta viðmæli frá Paulusi: 

Hann ger sama verk sum eg, og hann er mær til góða hjálp í tænastuni.

Og soleiðis ger Gud, um vit vilja loyva Honum tað. Vilji Hansara er altíð at endurreisa okkum og rætta samfelag okkara við tey, sum vit hava sært og gjørt vónbrotin.

„Hann skal ikki sora hitt brotna rørið og ikki sløkkja hitt rúkandi skarið, inntil Hann hevur ført rættin fram til sigur.“ Matteus 12.20

Kanska Paulus hugsaði um Markus, tá ið hann skrivaði:

„Takið tí hvør ímóti øðrum, eins og eisini Kristus tók ímóti okkum, Gudi til dýrd!“ Rómbrævið 15.7

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/07/Paulus-og-Markus.png 479 919 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-07-28 09:00:002023-07-27 19:57:55Syrgilig byrjan, men góður endi

Har teir vóru fingnir náði Guds til verkið

14/07/2023

Paulus var tætt knýttur at samkomuni í Antiokia, tá ið Heilagi Andin sendi hann og Barnabas út við evangeliinum. Hann var eisini tætt knýttur at henni í mong ár, eftir at teir fyrstu ferð fóru út. Hon var heimasamkoman hjá honum.

Sambandið millum Paulus og samkomuna í Antiokia hevur nógv at læra okkum. Tað lýsir so væl bíbilsku meginregluna, at vilja vit vera partur av tí, sum Gud ger, mugu vit fyrst taka okkum tíð at gerast partur av samkomulívinum, har vit eru. 

Eg eri bangin fyri, at her fara vit, sum kalla okkum trúboðarar, ofta skeiv – og vit munnu ikki vera tey einastu. At halda, at fólk skulu standa saman við okkum, tá ið tað kemur til tað, sum vit gera, tá ið vit ikki standa saman við teimum, tá ið tað kemur til tað, sum tey gera, er bæði órímiligt og óbíbilskt.

Annað er, at tað kann siga nógv um eina tænastu ella samkomu, at fólk ikki síggja tørvin í at standa saman við henni.

Nú bleiv eg kanska í so naskur. Vit kava í Ápostlasøguna.

Eitt sindur meira um samkomuna í Antiokia og Paulus

Sum nevnt búði Paulus leingi í Antiokia, áðrenn hann fór út við evangeliinum. Hann var ein týdningarmikil partur av samkomulívinum har í býnum, bæði tá ið tað kom til at læra úr skriftunum og eisini at hjálpa teimum fátæku í Jerúsalem (Áp. 11.26-30).

At hann er nevndur millum lærararnar og profetarnar í samkomuni (Áp. 13.1), merkir óivað, at hann hevur verið ein av umsjónarmonnunum ella elstunum í samkomuni. Hetta var ikki maður, sum bara datt inn á møtið soleiðis av og á.

Og sambandið endaði ikki, tá ið hann fór út við evangeliinum. Byrjanin av trettanda kapitli og endin av fjúrtanda kapitli lýsa hetta so væl. 13. kapittul byrjar við at siga frá, hvussu hann og Barnabas fóru úr Antiokia, og 14. kapittul endar við at siga okkum, hvussu teir komu aftur til Antiokia (Áp. 14.27-28):

„Táið teir komu hagar, kallaðu teir saman samkomuna og søgdu teimum frá stórverkunum, ið Gud hevði gjørt við teimum, og at Hann hevði latið heidningunum upp dyr trúarinnar.
Og so vórðu teir hjá lærisveinunum har ikki so stutta tíð.“

Og tá ið teir komu heim, hildu teir á, har teir sleptu. Eg hugsi her um tænastu teirra í samkomuni.

Tað var, meðan teir soleiðis vóru heima, at teir komu í stríð við lóglærarar úr Jerúsalem (Áp. 15.2). Hetta kann samanberast við tað, sum hendi millum Paulus og Pætur í Galatiabrævinum 2. kapitli. 

Pætur var í Antiokia og vitjaði. Alt hevur helst verið í so nýtt fyri hann. Jú, hann hevði verið saman við heidningum, men ikki so nógv, sum hann var tað í Antiokia. Hann megnaði tað, so leingi sum eingin úr Jerúsalem sá, men so komu fólk úr samkomuni í Jerúsalem – og tá „dró hann seg undan og skilti seg út, tí hann ræddist teir av umskeringini.“

Paulus gav honum av at vita (Gal. 2.11-14). Hann gjørdi tað bæði fyri at verja evangeliið, og tí hann var so eymur um samkomuna í Antiokia. Tey flestu í samkomuni vóru jú heidningar.

Lat meg skoyta uppí her, at Paulus var ápostul, og tí hevði hann myndugleika, sum eingin okkara hevur. Vit mugu ómøguligt halda, at vit kunnu fara fram við myndugleikanum, sum Paulus hevði, tá ið hann kom aftur til Antiokia. Og tó, umsorgan okkara fyri samkomuni má vera hin sama.

Tá ið Paulus fór út við evangeliinum aðru ferð, lesa vit:

„Men Paulus valdi sær Silas og fór avstað, eftir at brøðurnir høvdu givið hann upp til náði Harrans.“ (Áp. 15.40).

Tað var samkoman, sum gav hann upp til náði Harrans.

Eftir hetta tykist tað, sum at tað dragnaði millum Paulus og samkomuna í Antiokia. Ápostlasøgan 18.22 og 23 nevnir í heilt stuttum, hvussu Paulus kom aftur til Antiokia og síðan fór avstað aftur, men ikki meir. Umstøðurnar vóru broyttar, og onnur stóðu honum við lið. Aðrar samkomur og onnur samverkafólk spældu nú ein størri lut enn samkoman í Antiokia. Og soleiðis er tað ofta, serliga hjá einum, sum ferðaðist og flutti so nógv sum Paulus.

Hetta merkir tó ikki, at Paulusi ikki longur tørvaði stuðlar. Alt lívið tørvaði honum samkomur og trúgvandi, sum kendu hann og søgu hansara, fólk, sum kundu vera honum til hjálpar, tá ið honum tørvaði tey. Og var tað galdandi fyri Paulus, er tað ikki minni galdandi fyri okkum.

Okkum øllum tørvar fløvandi hond teirra, sum hava verið partur í, at vit eru fingin náði Guds til verkið.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/07/Samkoman-i-Antiokia.png 1204 2416 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-07-14 14:03:542023-09-12 14:57:25Har teir vóru fingnir náði Guds til verkið

Samarbeiði, tá ið Heilagi Andin hevur Sítt rætta pláss

30/06/2023

Fimm menn, sum dugdu at arbeiða saman, tó teir vóru ymiskir og frá ymiskum bakstøðum. Teir vóru eitt, tí teir arbeiddu fyri sama endamál og lurtaðu eftir sama Heilaga Anda.

——-

Hugaligt at vera partur av góðum liði. Sjálvandi kann eingin av okkum krevja, at tað altíð skal vera soleiðis. Kanska havi eg ofta sjálvur stóra skyld í, at samarbeiðið ikki altíð virkar so væl. Og tó, sum sagt, hugaligt at vera partur av góðum liði. Eg haldi, at vit finna eitt slíkt lið í fyrstu versunum í Ápostlasøguni 13. Fyrsta vers sigur:

„Í Antiokia, í samkomuni har, vóru profetar og lærarar – Barnabas, Símun, sum hevði tilnavnið Niger, Lukius úr Kýrene, Manaen, sum var fosturbróðir Heródes fjórðingshøvdinga, og Saul.“

Tað stendur um hesar fimm, at teir vóru profetar og lærarar. Í høvuðsheitum kunnu vit siga, at lærarin sigur okkum tað, sum Gud sigur, meðan profeturin fær okkum at gera tað, sum Gud sigur. Gott, tá ið samkoman hevur hasa javnvágina.

Vit vita sjálvandi ikki allar smálutirnar, men vit fáa varhugan av, at her var eitt lið, sum samkoman við gleði kundi minnast aftur á. Tað, sum gjørdi samarbeiðið so gott, var, at Heilagi Andin hevði Sítt rætta pláss. Og tað vita vit, ger allan munin.

Teir fimm og bakstøði teirra

Teir vóru fimm. Vit kenna longu Barnabas og Saul, so vit leypa teir um og festa okkum við hinar tríggjar: Símun, Lukius og Manaen.

SÍMUN 

Hann hevði tilnavnið Niger. Navnið Niger er latínskt, meðan navnið Símun er jødiskt. Hetta merkir møguliga, at hann var jødi, uppvaksin onkustaðni uttan fyri Palestina. Navnið Niger merkir svartur, møguliga kom hann onkustaðni úr Norðurafrika.

LUKIUS

Navnið var grikskt og kemur tvær ferðir fyri í Skriftini – her og í Rómbrævinum 16.21. Hildið verður, at her er talan um tveir ymiskar persónar. Navnið var rættiliga vanligt. Summi vilja vera við, at Lukius var í veruleikanum Lukas. Ein orsøk til hetta er, at Lukius var úr Kýrene. Kýrene var tiltikin læknamiðdepil, og vit vita jú, at Lukas var lækni (Kol. 4.14). Men hetta er bara gitingar. Kýrene var annars í Norðurafrika, í eystara partinum av tí, sum í dag er Libya. Í Ápostlasøguni 11.20 stendur, at tað vóru menn úr Kýpern og Kýrene, sum komu til Antiokia og kunngjørdu evangeliið. Møguliga hevur Lukius verið ein teirra.

MANAEN

Navnið Manaen er grikska sniðið av hebraiska navninum Menahem, sum merkir troystari. Barnabas merkir troystarsonur. Áhugavert, at tveir av teimum fimm høvdu nøvn, sum merkja troystari. Tað stendur, at Manaen var fosturbróðir Heródes fjórðingshøvdinga. Tað var siður hjá teimum kongligu at taka ungar dreingir og ala teir upp saman við synum sínum. Slíkir dreingir vóru kallaðir fosturbrøður hjá prinsinum. Tað eru fleiri Heródesar í Nýggja Testamenti. Hesin Heródes, sum er nevndur her, er tann, sum læt Jóhannes doypara hálshøgga. Áhugavert, hvussu tveir dreingir, uppvaksnir saman, skuldu gerast so ólíkir.

Teir fimm og Heilagi Andin

Her vóru fimm menn, allir við heilt hvør sínum bakstøði og tó eitt. Teir vóru tað, tí teir lurtaðu eftir sama Heilaga Anda og arbeiddu fyri sama endamáli.

„Í Antiokia, í samkomuni har, vóru profetar og lærarar – Barnabas, Símun, sum hevði tilnavnið Niger, Lukius úr Kýrene, Manaen, sum var fosturbróðir Heródes fjórðingshøvdinga, og Saul.

Meðan tey nú hildu gudstænastu og fastaðu, segði Heilagi Andin: „Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!““Ápostlasøgan 13.1-2

Tað stendur: „Meðan tey nú hildu gudstænastu ...“ Orðið „tey“ er kallkyn á frummálinum og meinast óivað við teir fimm. Orðið gudstænasta er umsett „offurtænari“ í Rómbrævinum 15.16. Eins og prestarnir í Gamla Testamenti bóru fram offur, bóru hesir fimm Harranum fram offur. Tað, teir ofraðu, var seg sjálvar, gávur sínar, lovprísan o.s.fr. Og tað er, meðan teir gera hetta, at Heilagi Andin sigur (Áp. 13.2): 

„„Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!““

Teir kundu mótmælt og sagt, at hatta var skilaleyst. Alt gekk jú so væl – at broyta tað og senda tveir av lyklapersónunum  onkra aðrastaðni fór at oyðileggja alt. Men soleiðis hugsaðu teir ikki. Nei, hetta vóru menn, sum lurtaðu eftir Heilaga Andanum. Tá ið Heilagi Andin talaði, aktaðu teir og gjørdu, sum Hann segði.

Ei undur í, at teir vóru eitt gott lið.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/06/Profetarnir-og-laerararnir-i-Antiokia.png 420 930 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-06-30 09:00:002023-06-27 20:59:43Samarbeiði, tá ið Heilagi Andin hevur Sítt rætta pláss

Teir skiltust hvør frá øðrum

16/06/2023

Aftur í Antiokia

„Haðani fóru teir við skipi til Antiokia, staðið, har teir vóru fingnir náði Guds til verkið, ið teir nú høvdu fullført.“ Ápostlasøgan 14.26

„Og so vórðu teir hjá lærisveinunum har ikki so stutta tíð.“ Ápostlasøgan 14.28

Paulus og Barnabas vóru heimafturkomnir, glaðir og takksamir fyri stórverkini, ið Gud hevði gjørt við teimum (Áp. 14.27).

Men so koma menn úr Judea til Antiokia og læra tey trúgvandi beint tað mótsetta av tí, sum Paulus og Barnabas høvdu prædikað millum heidningarnar (Áp. 15.1):

„Lata tit tykkum ikki umskera eftir siði Mósesar, kunnu tit ikki frelsast!“

Kanska ikki so løgið, at Paulus og Barnabas komu í hvast stríð við teir. Royndir teirra millum heidningarnar høvdu givið teimum skynsemi, sum hini í samkomuni ikki høvdu. Tað endaði við, at samkoman gjørdi av at senda Paulus og Barnabas til Jerúsalem.

Aftur í Jerúsalem

„Táið teir so komu til Jerúsalem, vórðu teir fagnaðir av samkomuni, ápostlunum og hinum elstu, og teir søgdu frá stórverkunum, ið Gud hevði gjørt við teimum.

Men nakrir av flokki Farisearanna, sum vóru komnir til trúnna, reistust og søgdu: „Teir eiga at verða umskornir og fáa boð um at halda Móselóg!““ Ápostlasøgan 15.4-5

Vert er at leggja til merkis, at teir søgdu samkomuni frá stórverkunum, ið Gud hevði gjørt við teimum, men tá ið tað kom til at tingast um sjálvan stríðsspurningin, so tóku teir seg aftur og lótu hinar leiðandi í Jerúsalem taka sær av tí. Teir vóru vísir og kendu sítt pláss.

Niðurstøðan av fundinum var, at tað var rætt, sum Paulus og Barnabas høvdu sagt; heidningunum tørvaðu ikki at lata seg umskera. Men so var lagt afturat, at tað var týdningarmikið, at heidningarnir tóku fyrilit fyri jødunum og tí hildu seg frá slíkum, sum kundi vera teimum til ástoyt.

Splitið

Alt tað góða, sum vit lesa um Barnabas, hevur Paulus óivað sagt frá um hann. Paulus hevur frá fyrsta degi havt stóra virðing fyri manninum, sum leitaði hann upp bæði í Jerúsalem og í Tarsus, troystarsoninum, sum hevði so stóran lut í, at Saul bleiv Paulus.

„Táið ein tíð var gingin, segði Paulus við Barnabas: „Lat okkum fara aftur og vitja brøður okkara í hvørjum býi, sum vit hava kunngjørt orð Harrans í, fyri at vita, hvussu teimum veit við!“

Barnabas vildi tá eisini taka Jóhannes við, hann, sum kallaðist Markus.

Men Paulus helt ikki, at teir skuldu taka hann við, sum var farin frá teimum í Pamfýlia og hevði ikki fylgt við teimum til verkið.

Tað kom tá til hvast stríð, so teir skiltust hvør frá øðrum; og Barnabas tók Markus við sær og fór við skipi til Kýpern.“ Ápostlasøgan 15.36-39

Syrgilig vers. Jú, tú kanst royna at síggja tað frá jaligu síðuni, síggja Rómbrævið 8.28 í tí, sum hendi, og siga, at nú vóru tvey lið, heldur enn eitt, sum fóru út við evangeliinum. Men, nei, hatta var syrgiligt, ikki gott. Barnabas og Paulus høvdu arbeitt so væl saman, og nú skiltust teir eftir hvast stríð.

Eftirmeting

Nógv hevur verið skrivað, um hvør teirra mundi hava rætt. Onkur vil vera við, at Barnabas var ov bleytur av sær, onkur, at Paulus var ov harður. Gott at minnast, at Heilagi Andin sigur okkum einki um, hvør hevði rætt, og hvør hevði skeivt.

Vert er at hava í huga, at tá ið Lukas skrivaði Ápostlasøguna, var Paulus uttan iva beinleiðis keldan. Tað vil siga, at alt tað góða, sum vit lesa um Barnabas í Ápostlasøguni, kemur frá Paulusi. Hann misti ongantíð virðingina fyri manninum, sum leitaði hann upp bæði í Jerúsalem og í Tarsus, troystarsoninum, sum hevði so stóran lut í, at Saul bleiv Paulus.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/06/Teir-skiltust-hvor-fra-odrum.png 413 931 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-06-16 09:00:002023-06-14 12:59:25Teir skiltust hvør frá øðrum

Kúgan av Hansara børnum

14/06/2023

Gjøgnum allar tíðir, á øllum støðum, á ymsan hátt verður samkoman kúgað. At Gud loyvir tí, kann tykjast undranarvert. At Hann loyvir kúgan og atsókn at fara fram móti eygnasteini Sínum, samkomuni, er okkum ein gáta. Men, sum so ofta, Hansara háttur er ikki okkara háttur. Vit síggja í brotum, Hann sær eina stóra mynd, og Hann fremur eina ætlan. 

Kanska høvdu ísraelsfólk tað soleiðis í trældómi egypta undir hørðu hond Faraos. Arbeiddu í trældómi, sóu í brotum, hugsaðu um eitt land og eitt fólk, sum Gud hevði lovað Ábrahami á sinni. Ella kanska hetta rann teimum als ikki í hug? Kanska EG ERI var fjart úr teirra tonkum? Tey høvdu jú verið trælir í 400 ár í hesum landi og høvdu notið av búnaði Egypta. Hvussu kundu tey minnast ein EG ERI frá fornari tíð? Men Hann kom aftur til teirra. Hann hevði hoyrt teirra róp í trældómi. Og her trínur Móses inn á pallin. Ikki beinleiðis sum ein av teirra, sjálvt um hann var tað. Hann hevði livað í frástøðu frá teimum úti í oyðimørkini. Ivaleyst við eini ætlan.

So er tað brennandi tornarunnurin. Móses møtir EG ERI. Hann verður biðin um at lata seg úr skónum, tí staðið er heilagt. Og tað er her á hesum heilaga staði, at Móses fekk hesa uppgávu: At fara til Farao og siga við hann, at hann skuldi seta fólkið í frælsi. Tey skuldu sleppa úr hesum trældómi. Hann ætlaði, at tey skuldu sleppa út í oyðimørkina, so Hann kundi leiða tey til lovaða landið, sum fleyt í mjólk og hunangi.

Móses mutar sjálvandi ímóti – lítið orðkringur maður. Hvussu kundi hann tosa við Farao? Men hann fer. Ímynda tær, um hann ikki fór? Kundi Gud so fremja Sína ætlan við at senda ein Frelsara seinni? Hesar tankar duga vit ikki við. Hví? Tí vit kenna bara søguna, sum hon er. Søguna um Guds ætlan í søguni. Søguna um syndafallið. Søguna um eina ætlan at endurskapa. Søguna um Ábraham og lyftini og royndirnar hjá fólkinum í Egyptalandi gjøgnum Jósef. Søguna um endurloysing frá trældómi, gjøgnum trúarstyrki í oyðimørkini. Gjøgnum bardagar við Josva á odda. Gjøgnum kongar, dómarar, gjøgnum ólýdni, útlegd, dómar, profetar og Jesusar føðing og deyða. Gjøgnum Talsmannin á hvítusunnu, gjøgnum útbreiðslu av evangeliinum orsakað av atsókn, gjøgnum blóðvitni og læruna. Og soleiðis er søgan komin til okkara. Soleiðis kom hon til Føroyar. Ein fullkomin pakki, sum vit tóku ímóti. Vit duga ikki at hugsa eina aðra søgu, tí har er eingin onnur søga. Bert Guds fullkomna ætlan.

Móses fór. Plágurnar. Farao segði nei og aftur nei. Líka til at Gud fór inn í kongshúsið og drap tann frumborna hjá Farao. Nú kendi Farao avleiðingar og læt fólkið fara avstað. Fólkið og Móses skuldu ikki taka sakina í egnar hendur, Gud skuldi greiða málið. Og tá var ikki lukkuligt at standa fyri.

Men vit hava ein rættvísan Gud. Dávid rópar eisini á Harran, tá ið fíggindin er eftir honum. Hann spyr, hvussu leingi Gud loyvir fíggindanum at elta seg? Nær fer rættvísi at koma fram í ljósið? Mong spyrja tað í dag. Mong líða fyri Hansara skuld. Men tað er tað, sum er lovað okkum. Tann sum vil liva gudiliga, skal verða atsøktur. Tað hevur eina avleiðing at fylgja Honum fult og heilt. 

Vit hava ta vón, at Gud hevur valdið. Ein dag fer rættvísisólin at renna upp. Allur dómur er hjá Honum. Hann gloymir ikki eina løtu Síni børn, sum líða órætt, tí tey vilja gera tað rætta.

Mátti hetta givið okkum styrki til dagin og stríðið, vit liva í.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/06/Kugan.jpg 816 1280 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-06-14 09:00:002023-06-14 01:11:45Kúgan av Hansara børnum

Bønarløtan

09/06/2023

Tak niður bønarløtuna fyri juni, juli og august 2023 her: Bønarløtan juni-aug 2023

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/06/bonarlotan-juni-aug.png 598 739 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2023-06-09 15:09:312023-06-09 15:12:27Bønarløtan

Trúboðanarferðin hjá Barnabasi og Paulusi

02/06/2023

Barnabas hin vísi samverkamaðurin

„Táið teir nú soleiðis av Heilaga Andanum vóru sendir út, fóru teir oman til Seleukia og fóru haðani við skipi til Kýpern.“ Ápostlasøgan 13.4

Barnabas var úr Kýpern, so kanska sigur tað seg sjálvt, at teir fóru hagar fyrst. Tað er, meðan teir eru har, at Lukas – tað er hann, sum skrivaði Ápostlasøguna – fer at kalla Saul Paulus (Áp. 13.16). Saul var jødiska navn hansara, Paulus tað grikska. Tað tykist, sum Barnabas at byrja við hevur verið tann, sum leiddi, meðan Paulus hevur verið tann, ið førdi orðið (Áp. 14.12). Barnabas dugdi í vísdómi sínum at síggja fyrimunin í at lata tað vera soleiðis.

Barnabas hin miskunnsami samverkamaðurin

„Paulus og teir, ið við honum vóru, fóru so við skipi úr Pafus og komu til Perge í Pamfýlia. Men Jóhannes skiltist frá teimum og fór aftur til Jerúsalem.“ Ápostlasøgan 13.13

Legg til merkis, at nú stendur ikki longur Barnabas og Saul, men Paulus og teir, ið við honum vóru. Og tað órógvaði ikki Barnabas. Soleiðis var hann bara.

Pamfýlia er í tí, vit í dag kalla Turkalandi – heilt suðuri móti Miðalhavinum. Tað var, meðan teir vóru har, at Jóhannes ella Markus, sum hann er betur kendur, stingur í sekkin og fer heim. Hetta kom seinni at hava keðiligar avleiðingar fyri samarbeiðið millum Paulus og Barnabas. Barnabas og Markus vóru systkinabørn (Kol. 4.10). Helst ikki so løgið, at Barnabas var eymur um systkinabarnið. Men vit fáa varhugan av, at hóast Barnabas og Markus ikki høvdu verið í slekt, so hevði Barnabas kortini verið eymur um hann.

Barnabas hin eyðmjúki samverkamaðurin

„Teir hildu nú áfram úr Perge og komu til Antiokia í Pisidia. Har fóru teir inn í sýnagoguna sabbatin og settust.

… „Tit menn, brøður! Hava tit orð at áminna fólkið við, so talið!“ 

Tá reistist Paulus, …“ Ápostlasøgan 13.14-16

Teir fóru norðeftir og komu til Antiokia í Pisidia. Eftir møtið í sýnagoguni (Áp. 13.43) „fylgdu nógvir Jødar og gudræddir trúskiftingar Paulusi og Barnabasi“. Legg til merkis eyðmjúkleika Barnabasar, tað var í lagi, at hann fór meira og meira í bakgrundina. Endamál hansara var jú at navn Harrans skuldi hava framgongd, ikki at hann skuldi fáa heiður og viðurkenning.

Barnabas hin góði samverkamaðurin

Barnabas og Markus vóru systkinabørn. Helst ikki so løgið, at Barnabas var eymur um systkinabarnið. Men vit fáa varhugan av, at hóast Barnabas og Markus ikki høvdu verið í slekt, so hevði Barnabas kortini verið eymur um hann.

„Teir … fóru til Ikonium.“

„Í Ikonium fóru teir nú saman inn í sýnagogu Jødanna og talaðu so, at stór mongd, bæði av Jødum og Grikkum, kom til trúgv.“ Ápostlasøgan 13.51 og 14.1

Teir fóru eystureftir og komu til Ikonium og fóru „saman“ inn í sýnagoguna. Tíverri gjørdist mótstøðan har so stór, at teir noyddust at flýggja til býirnar Lystra og Derbe. Tað var í Lystra, at Paulus grøddi ein lamnan mann, og fólkið kallaði Barnabas Zeus og Paulus Hermes (Áp. 14.12). Hildið var, at gudurin Zeus var faðir Hermes, og at Hermes var boðberin hjá gudunum. Hatta lýsir væl, hvussu fólk hava mett Paulus og Barnabas. Barnabas hevur verið mettur sum tann við størri myndugleika, meðan Paulus hevur verið tann, sum førdi orðið.

Vit síggja aftur, hvussu væl teir virkaðu saman, eisini tá ið umstøðurnar vóru torførar.

Barnabas hin trúfasti samverkamaðurin

Eftir hetta fóru teir heim aftur til Antiokia. Í Ápostlasøguni 14.26-28 stendur:

„Haðani fóru teir við skipi til Antiokia, staðið, har teir vóru fingnir náði Guds til verkið, ið teir nú høvdu fullført. 

Táið teir komu hagar, kallaðu teir saman samkomuna og søgdu teimum frá stórverkunum, ið Gud hevði gjørt við teimum, og at Hann hevði latið heidningunum upp dyr trúarinnar.

Og so vórðu teir hjá lærisveinunum har ikki so stutta tíð.“

Saul kom heim aftur sum Paulus. Trúboðanarferðin hevði ikki bara verið evangeliinum at frama, hon hevði eisini verið Paulusi at frama. Barnabas hevði verið honum góður.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/05/Barnabas-3-partur.png 504 1119 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-06-02 09:00:002023-05-30 23:40:38Trúboðanarferðin hjá Barnabasi og Paulusi

Arbeiðið í Antiokia

19/05/2023

Barnabas leitar upp Saul

„So fór hann [Barnabas] til Tarsus at leita upp Saul; og táið hann fann hann, fór hann til Antiokia við honum. Ápostlasøgan 11.25

Tá ið Saul kom til Jerúsalem á fyrsta sinni eftir umvending sína, var tað Barnabas, sum tók sær av honum. Seinni noyddist Saul at flýggja, tí jødarnir vóru eftir honum. Hann endaði í Tarsus, býnum, har hann var føddur. Seinni flutti Barnabas til Antiokia.

Nakað eftir hetta ger Barnabas av at fara langa teinin til Tarsus at finna Saul. Tað hevur ikki verið bara bara at leita eftir fólki í einum so stórum býi. Tey høvdu jú ikki allar hentleikarnar, vit hava í dag. Orsøkin til, at Barnabas leitaði upp Saul, var, at hann visti, hvussu stór hjálp Saul kundi verða í Antiokia.

Møguliga vildi Barnabas hava Saul at koma at hjálpa teimum, tí hann hevði hoyrt, at Saul í Tarsus var farin at prædika fyri heidningunum.

Ein minni maður hevði møguliga kent seg hóttan av einum so evnaríkum manni sum Saul, men soleiðis var Barnabas ikki. Tað, sum lá honum á hjarta, var framgongd evangeliis og framgongd teirra trúgvandi – og hann visti, at skuldi tað henda, var gott at hava Saul við.

Barnabas og Saul í Antiokia

„Heilt ár vóru teir nú saman har í samkomuni og lærdu stóran skara. – Tað var í Antiokia, lærisveinarnir fyrst vórðu kallaðir kristnir.“Ápostlasøgan 11.26

Hetta hevur verið eitt ár, fólk í samkomuni leingi hava tosað um og minst aftur á við gleði. At hava havt bæði Barnabas og Saul ímillum sín og upplivað alt, sum Gud gjørdi gjøgnum teir, hevur verið nakað heilt serligt. 

Antiokiubúgvar vóru tiltiknir fyri at koma við eyknøvnum. Kanska ikki so løgið, at tað at vóru teir, sum byrjaðu at kalla tey trúgvandi kristin. Tað hendi hetta árið, Barnabas og Saul virkaðu millum teirra. Antiokiubúgvar gjørdu tað fyri at gera gjøldur burtur úr teimum trúgvandi. Lítið vistu tey, at eyknevni teirra seinni fór at verða nýtt sum nakað heiðurligt.

Ein minni maður enn Barnabas hevði møguliga kent seg hóttan av einum so evnaríkum manni sum Saul, men soleiðis var Barnabas ikki. Tað, sum lá honum á hjarta, var samkoman og framgongd evangeliis – og hann visti, at skuldi tað henda, var gott at hava ein sum Saul við.

Barnabas og Saul fara til Jerúsalem

„… Agabus – reistist og segði við Andanum frá, at stór hungursneyð skuldi koma … Tá gjørdu lærisveinarnir av, at teir skuldu senda brøðrunum, sum í Judea búðu, nakað til hjálpar, … teir sendu Barnabas og Saul við tí til hinar elstu.“ Ápostlasøgan 11.27-30

Fyrstu ferð, vit lesa um Barnabas, er í sambandi við, at hann kom til ápostlarnar við peningi, sum hann hevði fingið fyri at hava selt nakað av jørð (Áp. 4.37). Gávumildni hansara hevur óivað ávirkað Saul – sum eisini kallaðist Paulus – og vert er at býta merki í, hvussu nógv fíggjarlig hjálp eyðkendi verk teirra.

„… Vit skuldu fara til heidningarnar, og teir til hinar umskornu – bert, at vit skuldu minnast hini fátæku, og tað havi eg eisini júst roynt at gera.“ Galatiabrævið 2.9-10

Brøðurnir í Antiokia sendu Barnabas og Saul við hjálp til tey í Jerúsalem. Tá ið teir høvdu fullført tænastu sína í Jerúsalem, komu teir so aftur til Antiokia, og við sær høvdu teir systkinabarn Barnabas, Jóhannes Markus (Áp. 12.25 og Kol. 4.10). Vit hoyra meir um hann seinni.

Barnabas og Saul kallaðir

„Í Antiokia, í samkomuni har, vóru profetar og lærarar – Barnabas, Símun, sum hevði tilnavnið Niger, Lukius úr Kýrene, Manaen, sum var fosturbróðir Heródes fjórðingshøvdinga, og Saul. Meðan tey nú hildu gudstænastu og fastaðu, segði Heilagi Andin: „Takið Mær út Barnabas og Saul til verkið, ið Eg havi kallað teir til!“ Ápostlasøgan 13.1-2

Vit kundu verið freistað at spurt, hví Heilagi Andin skuldi senda júst hesar báðar, sum vóru til so stóra signing, júst har teir vóru. Vegir Harrans eru ikki okkara.

Barnabas og Saul fara út

„Tá fastaðu tey og bóðu; og teir løgdu hendurnar á teir og lótu teir so fara avstað. Táið teir nú soleiðis av Heilaga Andanum vóru sendir út, fóru teir oman til Seleukia og fóru haðani við skipi til Kýpern.“ Ápostlasøgan 13.3-4

Vit eru komin til eina av teimum mest týðandi hendingunum í øllum Nýggja Testamenti.

Søgan heldur fram.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/05/Barnabas-1.png 467 1171 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-05-19 09:00:002023-05-19 09:12:43Arbeiðið í Antiokia

Troystarsonurin

05/05/2023

Hann æt Jósef, var levitur og ættaður úr Kýpern (Áp. 4.36). Ápostlarnir kallaðu hann Barnabas, tað er árameiskt fyri troystarsonur. Ikki so løgið. Hann hevði eitt sjáldsamt hegni at troysta og eggja onnur.

Barnabas og Saul í Jerúsalem

Fyrstu ferð vit møta Barnabasi er í Ápostlasøguni 4.36 og 37. Hann hevði selt nakað av jørð og gav ápostlunum pengarnar. Vildi, at teir skuldu býta tað út, so sum tørvur var.

   Næstu ferð, vit møta honum, er, tá ið Saul kom  til Jerúsalem, eftir at hann var flýggjaður úr Damaskus. Okkum kunnigt, er hetta fyrstu ferð, at teir báðir møttust. Vit lesa: 

„Táið hann [Saul] so kom til Jerúsalem, royndi hann at halda seg til lærisveinarnar; men tey ræddust hann øll, tí tey trúðu ikki, at hann var lærisveinur. Men Barnabas tók sær av honum og fór við honum til ápostlarnar; hann segði teimum tá, hvussu hann hevði sæð Harran á vegnum, og at Hann hevði talað til hansara, og hvussu hann í Damaskus hevði vitnað hugreystur í navni Jesusar. So gekk hann tá inn og út hjá teimum í Jerúsalem.“ (Áp. 9.26-28).

Ei undur í, at tey trúgvandi ræddust hann. Hetta var jú maðurin, sum hevði froyst hóttur og morð móti teimum. Hevði enntá gingið hús úr húsi og drigið avstað bæði menn og kvinnur og latið tey seta í fangahús (Áp. 8.3 og 9.1). 

   At hann nú skuldi vera komin til trúgv, ljóðaði kanska í so ótrúligt. Hetta skurraði í oyrunum á teimum flestu, men ikki Barnabasi. Hann trúði Saul, tá ið eingin annar gjørdi tað, tók sær av honum og fór til ápostlarnar við honum. Kanska Paulus hugsaði um Barnabas, tá ið hann mong ár seinni skrivaði um kærleikan, at hann trýr øllum (1. Kor. 13.7).

    Tað sigur ikki so lítið um Barnabas, at eitt gott orð frá honum var nóg mikið til, at ápostlarnir trúðu Saul.

   Vit vita ikki, hvussu leingi Saul var í Jerúsalem, helst ikki leingi. Grikskttalandi jødar gjørdust óðir inn á hann. Teimum dámdi ikki tað, hann prædikaði. Og eins og í Damaskus mátti hann aftur flýggja. Hesaferð var tað til heimstaðin, Tarsus.

Hann trúði Saul, tá ið eingin annar gjørdi tað, tók sær av honum og fór til ápostlarnar við honum. Kanska Paulus hugsaði um Barnabas, tá ið hann mong ár seinni skrivaði, at kærleikin trýr øllum (1. Kor. 13.7).

Barnabas og Saul í Antiokia

Triðju ferð vit møta Barnabasi er í sambandi við, at evangeliið kom til Antiokia. Tað, sum hendi, var, at nøkur teirra, sum flýggjað vóru úr Jerúsalem, komu til Antiokia og prædikaðu har evangeliið fyri grikkum. Fleiri teirra komu til trúgv. Undir jødadóminum máttu slík lata seg umskera og gerast partur av jødadóminum. Hetta hendi ikki í Anitokia. 

   Tá ið ápostlarnir í Jerúsalem hoyrdu um tað, vóru teir ikki heilt vísir í, hvat teir skuldu halda og sendu Barnabas fyri at fáa betur skil á tí. Í ljósinum av tí, vit longu vita um hann, gevur tað meining.    

   Nakrir teirra, sum prædikaðu evangeliið í Antiokia, vóru úr Kýpern (Áp. 11.20), somu oynni, sum Barnabas var ættaður úr (Áp. 4.36). Møguliga kendust teir, og tað kann hava verið ein orsøk til, at hann varð sendur hagar. Kanska. Høvuðsorsøkin var kortini, at „hann var góður maður og fullur av Heilaga Andanum og trúgv.“ (Áp. 11.24).

Barnabasi dámdi tað, hann sá. Vit lesa: „Tá ið hann so kom hagar og fekk náði Guds at síggja, gleddist hann; og hann áminti øll, at tey skuldu seta sær fyri í hjartanum at halda fast við Harran.“ (Áp. 11.23).

   Tað kundi verið so lætt at blivið bangin og neiligur – hetta var jú alt spildurnýtt – men soleiðis var Barnabas ikki. Hann sá náði Guds, har onnur sóu vanda og hóttan.

   Ápostlasøgan 11.24 sigur, at úrslitið av tænastu Barnabasar í Antiokia var, at „stórur skari varð vunnin fyri Harran.“ Tað er áhugavert. Vit lesa jú einki um tænastu hansara millum tey vantrúgvandi, bara um tænastu hansara millum tey trúgvandi.

   Barnabas skilti, at har var nógv at gera. Og hann visti júst hvønn, hann skuldi fáa at hjálpa sær. 

„So fór hann til Tarsus at leita upp Saul; og táið hann fann hann, fór hann til Antiokia við honum.“ (Áp. 11.25).

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/05/Barnabas1.png 271 860 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-05-05 10:00:002023-05-04 23:26:08Troystarsonurin

Bønarløtan

02/05/2023

Tak niður bønarløtuna fyri mai 2023 her: Bønarløtan mai 2023

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/05/bonarlotanMai23.png 933 937 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2023-05-02 15:56:072023-05-02 15:56:34Bønarløtan
Page 11 of 26«‹910111213›»

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
  • Yvirkoyrdi smádrongurin – J. I. Packer10/07/2026 - 07:00
  • Bispurin, sum tordi at standa einsamallur – John Charles Ryle26/06/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Logos Hope í Føroyum25/08/2026 - 13:49
  • Petur á Roykheyggi talar mikukvøldið25/08/2026 - 13:16
  • Jákup Hansen talar sunnudagin23/08/2026 - 11:56
  • Sunnudagsskúlin sunnudagin kl. 12:30 – Símun Absalonsen talar í bíbliuløtuni23/08/2026 - 04:43
  • Sangkórið byrjar aftur at venja týskvøldið21/08/2026 - 13:05

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top