Dúvan, ravnurin og rivurnar í klettinum
– úr samrøðu við Julius á Viðareiði og talu á samfelagsmøtunum
Hugsaði at luta okkurt úr einari samrøðu og úr einari talu hjá Juliusi á Viðareiði. Hetta er úr heimasíðuni talgilt.org.
Eitt, sum gjørdi tað so áhugavert at lurta eftir upptøkunum, er, at eg minnist bara Julius aftan á, at hann hevði havt eina heilabløðing og tí ballaði orðini, tá ið hann talaði. Upptøkurnar inni á talgilt.org eru tiknar upp væl áðrenn hetta.
Soleiðis, sum eg minnist Julius, so var hann ímyndin av gamla føroyinginum, hevði stórt skegg og gekk í koti og føroyskari húgvu. Sum sagt, eg minnist hann bara aftan á heilabløðingina. Tað, at hann ikki longur fekk so væl talað, helt honum ikki aftur frá at fara upp á talarastólin. Hann var ein kappi.
Julius stóð høgt í metum heima hjá okkum. Hann og Pól Skarðenni, maður mostur mína, bæði sigldu og róðu út saman í nógv ár, og familjurnar kendust væl. Beiggi (Grímur Rasmussen) nevndi ofta hetta, sum hann lærdi frá Juliusi, einaferð hann sum heilt ungur arbeiddi fisk saman við honum. Beiggi fuskaði eitt sindur við onkrum, og Julius rættaði hann og segði: „Rætt skal vera rætt.“
Hetta var ein tala, sum beiggi ongantíð gloymdi og meira enn einaferð nevndi. Tað telur, tá ið menn, sum standa á talarastólinum, endurspegla tað, teir siga í gerandisdegnum.
Samrøðan
Niels Juel Arge hevði eina samrøðu við Julius í útvarpinum í 1959. Brotið niðanfyri er endin av samrøðuni.
„Eg havi altíð hildið tað verið løgið – táið ein maður fer at fortelja øðrum tíðindi – ikki at fortelja tey bestu tíðindini, sum hann sjálvur hevur upplivað. Og tað kann eg fortelja tygum í dag.
Líka upp til 30 árs aldurin baksaði eg úti á lívsins villa havi við einum lítlum og veikt bygdum lívsfari. Men eg skal takka mínum Harra og Frelsara – Hann, sum var komin at søkja og frelsa tað fortapta – Hann fann meg sum eitt vrak úti á lívins villa havi. Og takka veri Hansara navn, Hann gav mær náði til, at eg kom at kenna Hann sum mín persónliga Frelsara. Hann kom umborð í mítt lítla lívsfar, og Hann var tann, sum tók róðrið sjálvur í hond. Hann legði skútuna á annan bógv. Hann snaraði skútuni og vendi stavnhaldinum móti tí himmalsku havnini. Nú er tað skjótt, at eg hómi teir ljósu tindar har heima, og tað gleði eg meg til. Nú skal eg ikki snakka meir.“
Talan
Brotið niðanfyri er úr talu á samfelagsmøtunum í Saltsøluni í Havn í 1958.
„Dúva mín í fjallagjáunum, í lívd bergsins! Lat meg síggja andlit títt, lat meg hoyra mál títt! Tí mál títt er søtt, og andlit títt er yndisligt.“ Hásongurin 2.14
„Dúvan, hon valdi gjarna at vera á tí lægra plássinum, og ravnurin valdi gjarna at vera á tí hægra plássinum, og ikki hóskaðu tey væl saman.
Tað stendur – táið Nóa hevði sent ravnin – at ravnurin fleyg fram og tilbakar, inntil vatnið var sokkið á jørðini. Tað var sokkið so mikið, at hann fann eitt hugnaligt pláss, har hann helt, at tað var passaligt fyri seg at búgva. Dúvan harafturímóti, hon helt ikki tað vera eitt passaligt pláss fyri seg; hon vildi heldur velja tað lægra plássið.
Nú, hatta talar í einum bílæti eisini til Guds fólk. Guds børn og verðsins børn hugna ikki so væl at velja tey somu plássini, og tað passar ikki so væl at vera saman í øllum umstøðum.
„Dúva mín í fjallagjáunum, í lívd bergsins!“
Nú, vit kunnu fyrst siga, hvat vildi bergið verið, var bergið ikki sligið, og klettarnir ikki klovnir? So vildi lítil lívd verið fyri dúvuni í berginum. Nei, kletturin er klovin, hvar ið hon kundi treingja inn í tær trongu rivur fyri at fáa lívd bæði fyri stormi og regni, at fáa lívd fyri rovfuglum og rovdjórum, at fáa lívd fyri jaktmanninum. Tað var har, sum hennara skýli var, tað var har, hon vildi búgva.
Ravnurin harafturímóti, hann hevur sítt reiður úti á berajól, og sum eg havi lagt merki til undir nógvum umstøðum, so býr hann ofta høgt. Hann leggur ikki í at hava nakað at krógva seg í, hann lítur á sína egnu megi. Hann meinar, at hann kann verja seg sjálvur, men tað meinar tann einfoldiga dúvan ikki.
Jesus sigur sjálvur: „Verið tit einfoldig sum dúvan.“ Hon lítur ikki nógv á seg sjálva. Hon hevur ikki nógva megi í sær sjálvari. Hon er veik og kann ikki bestandast fyri teimum álopum, sum verða gjørd inn á hana.
Ravnurin harafturímóti, hann treingir ikki inn í tær trongu rivurnar fyri at fáa lívd, nei hann lítur á seg sjálvan.
Eg hoyrdi einaferð ein mann siga, at hann visti eitt pláss, har dúvur áttu. Hann segði, at tær áttu so djúpt inni, at tað bar ikki til at fáa tær. Við Jesusar hjarta, mín vinur, ert tú tryggur, har kann eingin makt koma og skaða teg har.“