Ein av teimum fáu vísu, mektigu og hábornu
Navnið Erastus verður nevnt tríggjar ferðir í Skriftini. Tað er í Ápostlasøguni 19.22, Rómbrævinum 16.23 og Seinna Timoteusbrævi 4.20.
Í Ápostlasøguni og í Seinna Timoteusbrævi er Erastus ein av monnunum, sum ferðast saman við Paulusi og liði hansara. Í Rómbrævinum er Erastus roknskaparstjórin í Korint. Møguliga er talan um tveir persónar, møguliga ikki. Í hvussu er, haldi eg, at her okkurt, sum vit kunnu taka til okkara
Erastus í Rómbrævinum
„… Erastus, roknskaparstjórin í býnum, og bróðirin Kvartus lata heilsa tykkum.“ Rómbrævið 16.23
At hann var roknskaparstjórin í býnum, merkti, at hann var ein sera týðandi maður. Tað kann sýnast løgið, at ein so týðandi persónur skuldi vera partur av samkomuni í Korint og eisini, at hann sendi heilsan til samkomuna í Róm.
Fyri at lýsa hetta betur: Roknskaparstjórin hevði ábyrgdina av øllum tí fíggjarliga í býnum. Ikki eiti á ábyrgd. Bara rómverskir borgarar kundu verða roknskaparstjórar, og tað var ikki bara bara (sí Áp. 22.26). Fyri at gerast roknskaparstjóri skuldi tú vera fólkavaldur. Og vit vita, at skuldi tú verða valdur – serliga í einum so stórum og týðandi býi sum Korint – so kravdi tað, at tú vart bæði væl kendur og høgt virdur.
Jú, tykist kanska óhugsandi, at ein so týðandi maður kundi vera partur av einari samkomu líkari samkomuni í Korint.
„… Tit eru ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir mektigir, ikki mangir hábornir. Nei, tað, sum var heiminum dárskapur, útvaldi Gud Sær fyri at gera hinar vísu til skammar; tað, sum var heiminum veikt, útvaldi Gud Sær fyri at gera hitt sterka til skammar; tað, sum heiminum hevði lítið at týða, hitt vanvirda, tað, sum einki var, útvaldi Gud Sær fyri at gera til einkis tað, sum var nakað,“ Fyrra Korintbræv 1.26-28
Óhugsandi ella ikki, so er tað ein veruleiki, at evangeliið ger tað óhugsandi hugsandi. Múrar verða brotnir, og alt vent upp og niður, tá ið Kristus kemur uppí. Hatta er nakað, sum tey, ið ikki hava upplivað tað, aldri fara at skilja.
„Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur, her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.“ Galatiabrævið 3.28
„Her er ikki Grikki og Jødi, umskorin og óumskorin, fremmandur, Skýtti, trælur, frælsur – nei, Kristus er alt og í øllum.“ Kolossebrævið 3.11
Jú, Paulus skrivaði „ikki mangir vísir eftir holdinum, ikki mangir mektigir, ikki mangir hábornir“, men hann skrivaði ikki „eingir vísir eftir holdinum, eingir mektigir, eingir hábornir“. Nakrir vóru, og Erastus var ein teirra.
Navnið Erastus kemur frá orðinum „eros“. Tað er grikska orðið fyri kynsligan kærleika. Kanska vit kunnu umorða navnið og siga hin erotiski. Ikki so løgið, at leingi varð hildið fast við, at eingin týðandi persónur hevði funnið upp á at gingið undir einum slíkum navni. Hildið var, at Erastus reint og slætt ongantíð hevði verið til. Tey fóru skeiv. Fornfrøðingar í Korint komu fram á eitt gólv, gjørt úr kálksteini, 19 metrar langt og 19 metrar vítt. Innlagt í gólvið er ein koparpláta, har skrivað stendur: „Erastus legði hetta gólvið fyri egna rokning aftur fyri aedile tænastu.“ Orðið „aedile“ er látínskt og merkir eftirlitsmaður (rómverskur) t.d. roknskaparstjóri. Jú, Erastus, roknskaparstjórin, er ein søguligur persónur.
Erastus í Ápostlasøguni
„Hann sendi tá tveir av teimum, ið gingu honum til handa, Timoteus og Erastus, til Makedonia; sjálvur varð hann eina tíð enn í Asia.“ Ápostlasøgan 19.22
Sum nevnt at byrja við, kunnu vit ikki siga við vissu, at Erastus, roknskaparstjórin í Rómbrævinum 16, er sami persónur sum Erastus í Ápostlasøguni og í Seinna Timoteusbrævi.
Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at ein so týðandi persónur sum roknskaparstjórin í Korint kundi vera samverkamaður Paulusar og ganga honum til handa; men evangeliið vendir øllum á høvdið – skilja vit ikki tað, skilja vit ikki Skriftina. Í tí ljósinum kann Erastus saktans vera sami persónur, sum er nevndur Ápostlasøguni, Rómbrævinum og í Seinna Timoteusbrævi.
Versið omanfyri sipar til innsavningina til tey fátæku trúgvandi í Jerúsalem. Er her talan um Erastus, roknskaparstjóran, so vísir tað, hvussu stóran dent Paulus legði á at hava gott fólk at umsita innsavningina.
Erastus í Seinna Timoteusbrævi
„Erastus varð eftir í Korint; Trofimus læt eg sjúkan eftir í Milet.“ Seinna Timoteusbræv 4.20
Hetta er fleiri ár eftir heilsanina í Rómbrævinum og ferðingina í Ápostlasøguna. Er hetta fyrrverandi roknskaparstjórin, sum Paulus sipar til her, er tað aftur ein talandi mynd av, hvussu evangeliið vendir øllum á høvdið. Ein av mest týðandi monnunum í Korint verður her ikki lýstur sum vinur teirra stóru, men sum vinur Paulusar – manninum, sum sat fongslaður í Róm og bíðaði eftir at verða hálshøgdur.
Bæði Skriftin og søgan vísa, hvussu tað gjøgnum tíðirnar hava verið trúgvandi lík Erastusi, sum ikki bara dugdi at rokna, tá ið tað kom til tað tímiliga, men eisini tað æviga.
Slík fólk gera mun.