Ein lyftisins lúðurblásari: Jakku í Søldarfirði og sangir hansara

Einastu ferð, eg minnist meg hava hoyrt Jákup Olsen – ella, sum hann vanliga var nevndur, Jakku í Søldafirði – var á einum ungdómssamfelagsmøti í Betesda. Eg haldi, tað var fyrstu ferð ungdómssamfelagsmøtir vórðu hildin – árið var 1974. Teir, sum talaðu, høvdu fingið ávís evnir at tosa um. Evnið hjá Jakku var sangur. Tú merkti, at hetta var ein væl lisin maður, kønur bæði í Skriftini og í søgu.

Jakku yrkti fleiri sangir, og vit fara at hyggja at tveimum teirra. Vit kundu eisini tikið okkurt fram um Jakku sum talara og bíbliulærara – har er nógv at siga frá – men plássið er avmarkað, so vit halda okkum til sangirnar.

Eitt sindur um mannin

Zacharias Zachariassen skrivaði:

Jakku varð føddur 11. apríl 1900 og fór heim til Harran 26. juli 1977.

Sum ungur var hann prúður og sterkur og av raskastu monnum, men 21 ára gamal varð hann smittaður av sponskusjúku. Tað sá ikki út, sum hann fór at blíva frískur aftur. Seinni kom tað fram, at hann hevði tuberklar.

Onkur, sum vitjaði hann, segði, at hann hevði ongantíð verið so vissur í nøkrum sum hesum, at Jakku fór at doyggja. Hann hevði mist annað lunga, og fjórðingurin av hinum var lagdur deyður, so hann hevði bert ¾ lunga eftir. Hetta var ein dyggur smeitur fyri hann í bestu manndómsárum og skerdi hann alt lívið.

* * *

Inga Olivia Jacobsen, dóttir Jakku, skrivar:

Vit høvdu tað ógvuliga fátæksligt, tá ið vit vóru børn. Mamma segði fyri mær einaferð, at tað kom fyri, at hon legði okkum svong í song; men tað minnist eg als ikki!

Hugsa tær, hvussu tað hevur kenst, ikki at eiga mat í munnin á børnunum og so at vera so sjúkur. Hann royndi at koyra lastbil, men hann var altíð sjúkur og veikur; men sum sagt, so minnist eg einki til, at vit høvdu nakra neyð.

Hann royndi í nógv ár, bæði at draga bátin hjá sær á sjógv og fara – mangan einsamallur – at fiska. Tað dámdi honum sera væl. Hann smíðaði sær ein bát sjálvur inni í kjallaranum hjá okkum. Og tá ið hann fylti 70, fekk hann ein bát í føðingardagsgávu.

Tíbetur hevði hann eitt ljóst og gott sinnalag. Hann bleiv ongantíð óður, men var sera mildur og blíður.

At pápi skuldi liva so leingi, sum hann gjørdi, tað var eitt undur!

Sangirnir

Petur W. Háberg skrivaði:

Eyðkenniligt fyri skaldaverk hansara er álit hansara á lyfti Guds. Vissan um Guds lyfti og hvíldin í Guds ørmum gongur sum ein reyður tráður gjøgnum yrkingar hansara. Soleiðis er hann fram um alt ein lyftisins lúðurblásari, ein treystisins trúfasti „troubadour“, sum dagandi móti vónarinnar ljóshavi birtir brand í fáttfallin hjørtu og vísir søkkandi sálum á Harrans æviga kærleika og ósvitandi lyfti. Og alt hetta er meiri enn orð fyri hann ella reglur, ið sita væl, hetta er veruleiki. Hann er mentamaður í orðsins vanliga týdningi, men hann er eisini merktur av Andans mentan, ið kemur til sjóndar í Andans ávøkstum í dagligum lívi og atburði. Takk, Jákup bróðir, fyri títt verk og títt góða fyridømi, eisini í tí at leggja listagávur tínar á Harrans altar!

Hvat var verðin uttan Jesus (nr. 1057 í NGSF)

Hvat var verðin uttan Jesus?
Hon av Gudi bannað varð,
og um ikki hann varð føddur,
enn sín deyðadóm hon bar.
Hon tá, stødd í hjálparloysi,
var eitt myrkur uttan ljós,
sum eitt skip í ódnarveðri
uttan kumpass, uttan kós.

Í brævi, sum Jákup Olsen skrivaði Peturi Háberg, stendur:

 Tað einasta, eg kann skriva um sangirnar, er nøkur fá orð um tann fyrsta sangin, sum eg skrivaði: „Hvat var verðin uttan Jesus?” Tá var eg púra óroyndur í at seta mínar hugsanir á rím. Eg var staddur á Sanatoriinum í Hoydølum og var tá 23 ára gamal og hevði kent Harran sum mín Frelsara, síðan eg var 15 ár. Eg hevði onga vón um at blíva frískur aftur, og tað var tí gott at vita, at eg átti eitt ævigt lív við trúnni á Jesus. Eg hevði ofta havt høvi til at vitna fyri øðrum um ta frelsu, sum eg hevði fingið í ogn, og eg skrivaði sangin við tí tanka, at tað var helst tað seinasta, sum eg fekk høvi til at vitna fyri øðrum.

Elskaður til endan (nr. 746 í NGSF)

Elskaður til endan
– syng nú, hjarta mítt!
Elskaður av honum, sum gav lívið sítt.
Hjartans heita kærleik
allan gav hann tær,
tá ið her á krossi ofraður hann varð.

Elskaður til endan
– hvønn ein lívsins dag.
Elskaður til endan
– sál mín, ver tí glað!
Eingin dagur kemur, tá tú síggja skalt
fyri tær og tínum Jesu hjarta kalt.

„Elskaður til endan“ varð skrivaður nærum 20 ár aftan á, at hann skrivaði „Hvat var verðin uttan Jesus“.
Inga Olivia sigur, at pápi hennara segði einaferð, at tað tók honum ikki meir enn fimm minuttir at skriva sangin.

Elsti sonurin, Olaf, sigur:

Pápi skrivaði „Elskaður til endan“ í 1947. Hann hevði tað so vánaligt tá, at hann skrivaði sangin sum eina seinastu heilsan!

Jú, sum Petur Háberg skrivaði: „Ein treystisins trúfasti „troubadourur“.“  – Ein maður, sum kundi vitna, hvat tað er at vera elskaður til endan.