Eingin so kann Síni varða
– Tá ið tað tykist ikki at passa
Eingin so kann síni varða,
sum vár Gud sín barnaskara;
ei so trygg er stjørnan bjarta,
barnið ei við móðurhjarta.
Um hann tekur, um hann gevur,
sama hjarta hann tó hevur,
og hans mál er hetta eina,
til várt besta alt at beina.
Tá ið eg gekk í skúla, var „Eingin so kann síni varða“, minnist meg rætt, einasti sangurin hjá brøðrunum, sum varð sungin til morgunsang. Victor Danielsen hevði umsett. Kanska er tað tí, at eg minnist sangin so væl. Veit ikki. Hinvegin hevur hann kanska verið við til at mynda eina trúgv, sum hevur hildið og enn heldur.
Tað eru nógvar søgur um, hvussu Harrin hevur vart fólk Sítt. Spennandi søgur. Og tað, sum ger tær enn meira spennandi, er, at sum menniskju vita vit so evarska lítið um tað heila. Spennandi verður at koma heim og síggja heildarmyndina og fáa at síggja, hvussu ofta Hann hevur vart okkum, uttan at vit vistu av. Men tað verður tá. Nú eru vit her niðri ofta umgyrd av umstøðum, har tað ikki tykist, sum Hann verjir, í hvussu er ikki, so sum vit halda, Hann skal verja. Hugsaði at skriva eitt sindur um tað.
Lina Sandell, sum skrivaði sangin „Eingin so kann síni varða“, hevur verið okkurt um 18-20 ára gomul, tá ið hon skrivaði sangin. Eini tvey ár seinni upplivdi hon at síggja pápa sín drukna. Mær vitandi, broytti tað ikki hugburð hennara móti Gudi. Hon hevur dugað at hvílt í vissuni um, at „um hann tekur, um hann gevur, sama hjarta hann tó hevur“.
Minnist í fýrsunum, tá ið vit gingu á málskúla í USA, at ein næmingur, familjumaður, nevndi á einum møti, at onkur hevði spurt hann, um tað ikki var ábyrgdarleyst at taka konu og børn út á missiónsmarkina – har var jú so vandamikið. Maðurin segði, at hann hevði svarað, at Harrin skuldi nokk taka sær av teimum. Seinni var hann farin at hugsa meira um, hvussu hann hevði svarað. Jú, sjálvandi, Harrin skuldi nokk taka sær av teimum, eingin ivi um tað, men at halda, at Harrin skuldi verja tey ímóti øllum vandum, tað var ikki samsvarandi Bíbliuni.
Seinni havi eg hugsað um summi teirra, sum sótu á hesum møtinum, og tað, tey møttu seinni í lívinum. Til dømis vórðu tveir av monnunum tiknir gíslar í Kolumbia og seinni dripnir. Merkti tað, sum hendi teimum, at Harrin ikki vardi teir? Kanska frá einum menniskjaligum sjónarhorni, men ikki bíbilskum.
Hugsi um tríggjar familjur, sum komu til Filipsoyggjarnar um somu tíð sum vit. Ta einu familjuna kendu vit ikki so væl, møttu teimum bara eina ferð. Tey búðu okkurt um ein tíma sunnan fyri, har vit búðu. Hetta var fyrsta árið, vit vóru á Filipsoyggjunum. Stutt eftir, at vit møttu teimum, hoyrdu vit, at onkur hevði brotið inn hjá teimum og dripið konuna. Hinar báðar familjurnar kendu vit væl. Báðir menninir vóru flogskiparar hjá New Tribes Mission. Tann eina familjan misti lítlu dóttur teirra stutt eftir, at tey vóru flutt til Palawan. Hini hjúnini vórðu tikin gíslar í 2001. Tey vórðu hildin gíslar í eitt ár. Gíslatøkan endaði við, at maðurin varð dripin.
Her vóru trý hjún, sum fult og fast trúðu tí, sum sangurin hjá Sandell sigur, at eingin so kann Síni varða, sum vár Gud Sín barnaskara. Merkti tað, sum hendi teimum, at sangurin ikki passar? Nei. Varðveitslan, sum sangurin og øll Skriftin tosar um, er ein varðveitsla, sum er á einum nógv hægri og fullkomnari støði enn tað, at einki ringt kann raka okkum.
————-
Kona annan mannin, sum varð dripin av gíslatakarum í Kolumbia, skrivaði seinni eina bók um tað, sum hendi. Fremst í bókini hevur hon sett sangin: „Hvør trygg er tann grundin, tit Guds børn, sum er.“ Síðsta ørindi sigur:
Tann sál, sum til Jesus her fór og fann frið,
ei fíggindin nakrantíð nema skal við.
Tann sál, sum í trúnni er bjargað og sæl,
ei svikin í ævirnar verða hon skal.
Í bókini sigur hon millum annað:
„Eg hevði roynt at bygt álit mítt á tað, sum eg vildi skuldi henda. Onkursvegna helt eg, at hevði eg bara nóg nógva trúgv, so fóru Dave, Mark og Rick nokk at koma heim aftur. Og tá ið teir so ikki komu heim, helt eg, at tað var mín skyld, eg hevði ikki nóg stóra trúgv. Men so er ikki sambært Skriftini. Eg mátti læra, at álitið má vera á Gud og myndugleika Hansara. Og tá ið eg lærdi tað, tá fann troytta hjarta mítt frið og hvílu.“
Eg nevndi málskúlan, vit vóru á í fýrsunum. Á skúlanum vóru tvær eldri kvinnur, sum báðar høvdu mist menninar nøkur og 40 ár frammanundan. Saman við trimum øðrum monnum royndu teir at náa Ayore indianararnar í Bolivia við evangeliinum. Teir máttu gjalda fyri tað við lívinum. Tann eldra einkjan, Dorothy, fortaldi, at hon, eitt kvøldið stutt eftir, at tey vóru farin at gruna, at okkurt var galið, stóð einsamøll aftan fyri húsini og græt. Tá kom onkur og gav henni hetta versið:
Navn HARRANS er sterkt torn; hin rættvísi skundar sær hagar og verður bjargaður. (Orðt. 18.10)
At skunda sær hagar ger munin. Tað er at liva í vissuni um, at eingin so kann Síni varða, sum vár Gud Sín barnaskara.
——————
Og so aftur til, tá ið vit í barnaskúlanum sungu „Eingin so kann síni varða“, sangin, sum Victor umsetti til føroyskt. Hatta er nógv ár síðan, og nógv er hent. Men eitt, sum eg havi lært hesi mongu árini, er, at tað snýr seg ikki um, hvør hevur skrivað ella umsett – um tað er onkur innan brøðurnar ella kirkjuna. Tað snýr seg bert um Hann, sum er evnið í sanginum, Hann, sum í vísa ráði Sínum betur enn nakar annar kann varða Sín egna barnaskara.
Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen