Eitt gott beiti í Triðju Mósebók
Tað er altíð gott at lesa í Skriftini, viðhvørt er tað serliga gott. Var í Triðju Mósebók, 19. kapitli. Kanska ikki eitt beiti, sum altíð sigur einum so nógv, men eg veit ikki, tað gjørdist mær bara sprelllivandi. Versini, eg serliga hugsi um, eru versini 11 til 18:
„Tit mugu ikki stjala. Tit mugu ikki lúgva. Tit mugu ikki svíkja hvør annan.
Tit mugu ikki svørja upp á lygn um navn Mítt, so tú vanhalgar navn Guds tíns. – Eg eri HARRIN!
Tú mást ikki við órætti taka nakað frá næsta tínum, ei heldur ræna nakað frá honum. Lønina hjá dagløntum manni mást tú ikki hava liggjandi hjá tær inntil morgunin eftir.
Tú mást ikki banna hinum deyva, ei heldur leggja nakað at falla um fyri hin blinda – tú skalt óttast Gud tín! – Eg eri HARRIN!
Tit mugu ikki gera órætt, táið tit halda rættargang; tú skalt ikki halda við einum, fyri tað at hann hevur lítið at týða, ei heldur fara í part við ein, fyri tað at hann er mektigur; tú skalt døma næsta tín við rættvísi!
Tú mást ikki ganga um og spilla fólk út. Tú mást ikki liggja næsta tínum eftir lívinum. – Eg eri HARRIN!
Tú mást ikki í hjartanum hava agg til bróður tín, nei, tú skalt hava at næsta tínum, so tú dregur ikki synd oman yvir teg fyri hansara skuld.
Tú mást ikki hevna teg og ikki hava agg til nakran av fólki tínum, nei, tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan. – Eg eri HARRIN!
Versini siga okkum møguliga ikki so nógv, tá ið vit fyrst hyggja at teimum. Vit halda kanska, at tey eru ov nógv merkt av lógarinnar tungu byrðum; men kanna vit brotið nærri, koma vit til aðra niðurstøðu.
Jú sjálvandi, har eru nógv boð, nærum 20, og orðið ikki kemur ikki minni enn 15 ferðir fyri. Versini lýsa eitt høgt støði, eingin ivi um tað, men tá ið tað er sagt, so lýsa tey eisini, hvussu vit høvdu viljað, at vit øll vóru móti hvør øðrum.
Tann, ið ger eftir tí, sum hasi versini tosa um, er ein persónur, ið onnur kenna seg trygg saman við. Ein, sum aldri hevði funnið upp á at tikið nakað, sum hann ikki átti. Ein, sum hvørki lýgur ella svíkur. Ein, sum ikki er órættvísur móti øðrum ella leggur nakað undir seg, sum hann ongan rætt hevur til. Ein, sum ikki skyldar øðrum. Ein, sum fer væl um tey, sum ikki eru væl fyri. Ein, sum ikki ger mun á fátækum og ríkum.
Tú kennir teg tryggan saman við slíkum fólkum, tí tú veitst, at tey tosa ikki ljótt um onnur og høvdu aldri funnið upp á at sett fót fyri nakran. Tey bera ikki agg og hevna seg ikki, men duga at vera góð móti teimum, sum hava sært tey. Jú, hatta er eitt høgt støði, men neiligt er tað so ikki.
Og at halda, at versini snúgva seg ov nógv um, hvussu vit eiga at vera, er fullkomiliga at misskilja tað heila.
Fyri at lýsa hetta betur – latið okkum hyggja eitt sindur nærri at, hvussu versini eru samansett. Tey eru ein eind í fýra pørtum. Hvør partur er tvey vers og endar við orðunum: „- Eg eri HARRIN!“
- Vers 11-12: „… ikki stjala … lúgva … svíkja … svørja upp á lygn um navn Mítt, so tú vanhalgar navn Guds tíns. – Eg eri HARRIN!“
- Vers 13-14: „… ikki taka … ræna … banna hinum deyva … leggja nakað at falla um fyri hin blinda – tú skalt óttast Gud tín! – Eg eri HARRIN!“
- Vers 15-16: „… ikki gera órætt … ikki halda við einum, fyri tað at hann hevur lítið at týða, ei heldur … fyri tað at hann er mektigur; tú skalt døma næsta tín við rættvísi! … ikki … spilla fólk út … ikki liggja næsta tínum eftir lívinum. – Eg eri HARRIN!“
- Vers 17-18: „… ikki í hjartanum hava agg … nei, tú skalt hava at næsta tínum … ikki hevna teg og ikki hava agg … nei, tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan. – Eg eri HARRIN!“
Dámar tær ikki niðurlagið „Eg eri HARRIN“? Alt hevur sín uppruna í hvør og hvussu, Hann er – ikki hvussu vit eru.
Atburður okkara endurspeglar altíð, hvat vit seta í miðdepilin. Er tað meg ella tey rundan um meg, sum eg seti í miðdepilin, ja so verður tað endurspeglað í gerandisdegnum. Men er tað Harrin, sum er miðdepilin, ja so verður alt øðrvísi.
Eg nevndi, at orðini Eg eri HARRIN ganga sum eitt niðurlag allan vegin gjøgnum versini, sum vit hava hugt at. Tey ganga í veruleikanum sum eitt niðurlag gjøgnum alla Triðju Mósebók. Tey koma fyri meira enn 160 ferðir.
At endurspegla Hann ger lívið gott og trygt hjá teimum, sum umgangast okkum.