Epafroditus – Hann vágaði lívið

Sermerki Epafroditusar

Navnið Epafroditus merkir vakur, fagur, ásýniligur, prúður, mansligur. Út frá tí, sum Paulus sigur um mannin, samsvarar navnið við, hvør hann var. Hetta var maður, sum var sermerktur av vakurleikanum, sum vit síggja í Filippibrævinum.

Støða Epafroditusar

Epafroditus er bara nevndur í Filippibrævinum. Vit møta honum í øðrum kapitli, versunum 25 til 30, og í 18. versi í fjórða kapitli.

Samkoman í Filippi hevði sent hann til Róm við gávu til Paulusar. Samkoman hevði – heilt frá byrjan – stuðlað Paulusi, men av ymsum orsøkum hevði hetta ikki borið til nú í eina tíð. Men nú bar so aftur til, og tí høvdu tey sent Epafroditus við einari gávu. Umframt at koma við gávuni kom hann eisini fyri at vera Paulusi til hjálpar. Paulus sat jú fangi, leinkjaður til rómverskan hermann. Tað hevur verið lívgandi at havt Epafroditus har hjá sær.

Vit vita ikki, hvussu leingi Epafroditus hevði ætlað at verið hjá Paulusi, men tíverri varð tað ikki leingi, tí hann bleiv sjúkur. Paulus skrivaði til tey í Filippi:

„Hann var eisini sjúkur – og deyðsjúkur; men Gud miskunnaði honum – og ikki bert honum, men mær við – so eg skuldi ikki hava sorg oman á sorg.“ Filippibrævið 2.27

Tey í Filippi høvdu hoyrt, hvussu sjúkur Epafroditus hevði verið, og gjørdust bangin um hann. Tá ið Epafroditus hoyrdi hetta, órógvaði tað hann so nógv, at Paulus helt, at best var, at hann fór heim aftur til Filippi. Paulus vildi fegin havt hann har í Róm, men hann vildi ikki, at samkoman í Filippi skuldi hava ampa av Epafroditusi og hann av teimum.

Aftur við sær hevði hann brævið, vit kalla Filippibrævið. Eitt takkarbræv, har Paulus samstundis eggjar samkomuna at festa seg við Kristus og tað, sum er evangeliinum til frama (Fil. 1.12, 18-21).

Og so hoyra vit einki meira um Epafroditus. Jú, tænasta hansara í Róm varð ikki drúgv, men eftirmæli hansara er gott. Minnir um eftirmæli Mariu:

„Sanniliga, sigi Eg tykkum: Allastaðni um allan heimin har hetta evangelium verður prædikað, skal eisini tað, sum hon hevur gjørt, verða umtalað til minni um hana.“ Matteus 26.13

Skotsmál Epafroditusar

„Men eg helt vera neyðugt at senda Epafroditus til tykkara, hann, sum er bróðir mín og virkar og stríðir saman við mær, og sum er sendimaður og tænari tykkara at hjálpa mær í trongd míni.“ Filippibrævið 2.25

Tað er ikki óhugsandi, at Epafroditus hevur verið hjástaddur, tá ið Paulus skrivaði brævið. Paulus dikteraði vanliga brøv síni, og tí hevur Epafroditus – um hann var hjástaddur – hoyrt tað, sum Paulus segði um hann. Paulus var ikki bangin fyri at rósa fólki.

Hann er bróðir mín

At teir vóru brøður, hevur við tað grundleggjandi at gera. Teir vóru í somu familju, familju Guds.

Hann virkar saman við mær

Grikska orðið, sum er umsett at virka saman, er „synergi“. Orðið verður nógv nýtt í dag í sambandi við samarbeiði. Meginreglan í Skriftini er, at tá ið tveir persónar duga at virka saman, verður eitt pluss eitt nógv meira enn tvey. Hetta skiltu Paulus og Epafroditus og dugdu at gagnnýta tað.

Hann stríðist saman við mær

Orðið, sum er umsett at stríðast saman, er á frummálinum hermannamál. Teir høvdu ikki bara virka saman, teir høvdu verið í bardaga saman.

Hann er sendimaður filippimanna

Orðið sendimaður er „ápostul“ á frummálinum. Á sama hátt, sum Harri okkara sendi ápostlar Sínar út at umboða Seg, soleiðis sendi samkoman í Filippi Epafroditus til Paulus, umboðandi samkomuna. Hann var – kunnu vit siga – ápostul teirra.

Hann hjálpir mær í trongd míni

Orðið hjálpir hevur við prestatænastuna at gera. Í Skriftini eru tilbiðjan og hjálp nær knýtt. Tað skilti Epafroditus.

Hann vágaði lívið og mundi doyð

„Tí fyri Kristusar verks skuld mundi hann doyð, við tað at hann vágaði lívið fyri at bøta um saknin av tykkum í tænastuni móti mær.“ Filippibrævið 2.30

Leggið til merkis: Hann gjørdi tað fyri Kristusar verks skuld. Hann gjørdi tað fyri at bøta um saknin av samkomuni í Filippi, og hann gjørdi tað í tænastuni móti Paulusi. Her var maður, sum vágaði lívið, tí hann hugsaði um Kristus, samkomuna og Paulus.

Skylda okkara

Og so til síðst tað, sum samkoman skyldaði Epafroditusi – og flutt til okkara – tað, sum vit skylda fólki sum Epafroditusi.

„Takið tá ímóti honum í Harranum við allari gleði, og haldið slíkar í æru!“ Filippibrævið 2.29

Skylda okkara er at taka ímóti slíkum og gera tað við gleði. Og ikki bara tað, men at halda hann og øllum honum líkum í æru.

Vit kundu kanska sagt: Skylda okkara er at lata tey – ígjøgnum okkum – smakka vakurleikan í Filippibrævinum.