Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Demas fór frá mær, tí hann fekk kærleika til heimin

25/07/2025

„Tí Demas fór frá mær, av tí at hann fekk kærleika til heimin, ið nú er, og fór til Tessalonika …“ Seinna Timoteusbræv 4.10

Demas man vera ein av kendastu samverkamonnum Paulusar. Tíverri var tað ikki fyri tað góða, sum hann hevði gjørt, men tí hann fekk kærleika til heimin og rýmdi.

Demas og hetjurnar

„Epafras, sum saman við mær er fangi í Kristi Jesusi, letur heilsa tær, somuleiðis Markus, Aristarkus, Demas, Lukas – ið gera sama verk sum eg.“ Filemon 23-24

„Lukas, læknin, hin elskaði, og Demas lata heilsa tykkum.“ Kolossebrævið 4.14

Fyrstu ferð, vit møta Demasi, er í Filemonbrævinum og í Kolossebrævinum. Paulus situr fangi í Róm, og Demas, Epafras, Markus, Aristarkus og Lukas eru hjá honum.

Menninir, sum eru nevndir saman við Demasi, eru allir sannar Andans hetjur. Tú fært kensluna av, at Demas stóð einki aftan fyri hinar. Allir vóru menn, sum tordu at standa á Harrans síðu.

Demas er nevndur saman við Lukasi í báðum brøvunum – Filemonbrævinum og Kolossebrævinum. Hetta kundi bent á, at teir vóru nær knýttir hvør at øðrum. Áhugavert er, at í Seinna Timoteusbrævi – beint eftir at Paulus hevur sagt, at Demas var farin frá honum – sigur Paulus, at  eingin var hjá honum uttan Lukas (2. Tim. 4.11). Tað átti at verið Lukas og Demas, men Demas var rýmdur.

Demas og heimurin

Paulus sat tvær ferðir fangi í Róm. Tað, sum vit lesa um Demas í Kolossebrævinum og Filemonbrævinum, er í sambandi við fyrru fongslingina. Tað, sum vit lesa um Demas í Seinna Timoteusbrævi, er í sambandi við ta seinnu fongslingina. Líkt er til, at hann er rýmdur nakað eftir, at Paulus er settur fastur.

Fór frá mær

„Tí Demas fór frá mær …“ Seinna Timoteusbræv 4.10

Orðingin, sum er umsett fór frá mær, kemur tvær ferðir fyri í fjórða kapitli í Timoteusbrævinum. Ta fyrru ferðina í 10. versi – sí omanfyri – og seinnu ferðina í 16. versi, har tað er umsett „sviku meg“.

„Fyrstu ferð eg vardi meg, kom eingin mær til hjálpar, nei, øll sviku meg …“

At rýma, so sum Demas gjørdi, er tað sama sum at svíkja. Í 16. versi eru tað øll, ið svíkja. Vit vita ikki, hvørji hesi „øll“ eru, ella hví tey sviku hann, men í 10. versi kenna vit svíkjaran, tað var Demas. Demas var ein maður, sum Paulus skuldi havt kunnað litið á, men nei. Slíkt kenst beiskt.

„Tí ikki er tað fíggindi, ið háðar meg – tað kundi eg borið; ikki er tað óvinur mín, ið ger seg stóran móti mær – honum kundi eg krógvað meg fyri; nei, tað er tú, tú, ið vart javnlíki mín, vinur og kunningur mín, tú, ið livdi saman við mær í søtari samveru, gekst saman við mær til hús Guds í hinum glaða hátíðarskara.“ Sálmur 55.13-15

Vit síggja eisini hasa orðingina fór frá ella sveik í Hebrearabrævinum 10.25:

„og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!“

Her er tað umsett „at geva uppat“. Bæði áhugavert og álvarsamt. At halda uppat at koma saman er at svíkja. Tað var hetta, Demas gjørdi seg sekan í. Og tað er skrivað okkum til lærdóm (Róm. 15.4).

Fekk kærleika til heimin

Kærleikin til heimin dró hann burtur frá Paulusi. Eitt, sum er so ræðandi her, er, at tað er væl møguligt, at Demas sjálvur einki skeivt sá í tí, sum hann gjørdi. Møguliga kundi hann geva fleiri skilagóðar grundir fyri, hví tað var rætt av honum at rýma frá Paulusi og fara til Tessalonika. Kanska helt hann seg tæna Gudi við tí, sum hann gjørdi – segði kanska, at tað var serligur tørvur fyri honum í Tessalonika. Kanska. Og tó – og hetta er tað álvarsama – so skrivaði Paulus, leiddur av Heilaga Andanum:

„Tí Demas fór frá mær, av tí at hann fekk kærleika til heimin, ið nú er, og fór til Tessalonika …“ Seinna Timoteusbræv 4.10

Jóhannes ápostul tvætlaði ikki, tá ið hann skrivaði:

„Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum. Tí alt, sum í heiminum er – lystur holdsins, lystur eygnanna og stoltleiki lívsins – er ikki av Faðirinum, men av heiminum. Og heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.“ Fyrsta bræv Jóhannesar 2.15-17

Tags: Jógvan Júst Rasmussen, Orð
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/07/Demas.jpeg 1130 2048 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2025-07-25 16:07:152025-07-25 16:47:19Demas fór frá mær, tí hann fekk kærleika til heimin
Tær dámar møguliga eisini hetta
Á bíbliuskúla
Gud er ikki nærsýntur
Gamlir og góðir jólasálmar – seinni partur
Andronikus og Junias – samfangar og skyldmenn mínir
Tað eru tveir flokkar í hesum landi í dag!
Bíbliutektsur til 24.03.2020

Nýggjasta úr Orð

  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Liz og Ragnar kunna um tænastuna mikukvøldið02/09/2026 - 09:27
  • Mikudagin kemur Logos Hope til Klaksvíkar – eitt spennandi skip31/08/2026 - 15:28
  • Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið29/08/2026 - 23:38
  • Eftir hálva øld í tænastu HARRANS – Liz og Ragnar Niclasen vitja heim29/08/2026 - 23:17
  • Logos Hope í Føroyum25/08/2026 - 13:49

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top