Evangeliið – so einfalt, og tó so lætt at misskilja
Minnist eina ungdómslegu á Zarepta, at vit fóru út á Mykineshólm. Ein heingibrúgv var yvir til hólmin. Páll Poulsen var leiðari fyri Zarepta tá, og meira enn eina ferð havi eg hoyrt hann nýtt heingibrúnna, sum dømi um trúgv. Í okkara eygum sá brúgvin ikki út av nógvum, men hon helt. Páll segði, at trúgv hansara á brúnna var ikki serliga sterk, men tað var brúgvin.
Gott, tá ið brúgvin er sterk, ikki so gott, tá ið hon ikki er tað. Havi hoyrt, at Halldor Olafsson, sáli, segði einaferð:
„Tað nyttar tær ikki at hava eina sterka trúgv á eina rotna brúgv. Tí so fara bæði tú, trúgvin og brúgvin í havið.“
Eru vit ærlig, mugu vit viðganga, at ofta hava vit gjørt okkum sek í júst hesum, at vit heingja okkum meira í at trúgva enn Hann, sum trúgvin snýr seg um. Vit heingja okkum meira í tað, sum vit hava gjørt, enn tað, sum Hann hevur gjørt.
Tá ið vit hugsa um frelsuna, verður denturin kanska meira lagdur á avgerðina, sum vit tóku, tá ið vit komu til trúgv, heldur enn á Kristus sjálvan – á, at vit takkaðu fyri frelsuna.
Ikki misskilja meg. Eg veit, at tað kann vera gott at minnast slíkar hendingar, at tær kunnu vera minnisvarðar at styrkja okkum á leiðini.
Vit mugu bara vera varin ikki at grunda frelsuna á nakað, vit hava gjørt. Frelsan skal vera grundað á Kristus og tað, sum Hann hevur gjørt, at Hann tók syndir okkara á Seg. Hon má ikki vera grundað á tað, at vit tóku eina avgerð, at vit bóðu Harran koma inn í hjørtu okkara, ella hvat tað nú kann vera.
Hetta, eg nú sigi, ljóðar møguliga í so avgjørt, men tað er vert at taka til eftirtektar:
Vit hava ongan rætt at døma fólk, sum grunda frelsuna á dópin, tá ið vit sjálv grunda hana á at hava biðið Jesus koma inn í lív okkara.
Báðar hasar grundirnar eru skeivar, tí tær botna báðar í tað, sum vit hava gjørt, ikki í tað, sum Kristus hevur gjørt.
Mong, sum ikki minnast, nær tey komu til trúgv, høvdu viljað, at tey kundu havt okkurt upplivilsi, okkurt, tey kundu hugt aftur á og sagt, at tá og tá bleiv eg frelst ella frelstur.
Eg minnist, hvussu ofta eg sum smádrongur bað Jesus koma inn í hjartað. Vildi bara binda um heilan fingur, bara í fall. Eg var nokk umskiltur, var bara eitt smábarn og visti ikki betur; men kortini. Hasin hugburðurin vísir, hvat hendir, tá ið vit grunda frelsuna á nakað, sum vit hava gjørt ella eiga at gera, heldur enn á Kristus og tað, sum Hann hevur gjørt.
Tað, sum vit eiga at gera, tá ið ivin kemur inn, er ikki at fara aftur til løtuna, tá ið vit halda, at vit komu til trúgv, og spyrja, um vit gjørdu tað rætta; nei, vit skulu fara aftur til Golgata og spyrja, um Kristus gjørdi tað rætta. At hvíla í hasum er at hvíla á sannari frelsugrund. Frelsan hvílir jú ikki á nøkrum, sum vit hava gjørt, men á Honum og tí, sum Hann hevur gjørt.
Gott at minnast, at evangeliið snýr seg ikki fyrst og fremst um tað, sum Gud fer at gera fyri okkum, um vit verða frelst, men um tað, sum Hann longu hevur gjørt fyri okkum. Tað snýr seg ikki fyrst og fremst um tað, sum fer at henda í hjørtum okkara, um Hann kemur inn, men um tað, sum hendi úti á Golgata. Tað, sum hevur størsta týdningin er ikki, at vit siga gott fyri tað, sum Jesus gjørdi á Golgata. Tað, sum hevur størsta týdningin er, at Gud segði gott fyri tað. Tá ið Gud góðtekur tað, kunna vit hvíla, sakin er avgreidd.
Eg hoyrdi einaferð ein talara lýsa hetta við trúnni og frelsuni á henda hátt:
„Hugsa tær fyrstu páskirnar. Harrin hevur sagt, at fólkið skal smyrja blóðið á træið yvir durunum og á báðar durastavirnar, og tveir grannar standa og práta um hetta, sum Harrin hevur sagt. Tann eini er heldur bangin og sigur: „Vit hava dripið lambið og smurt blóðið, men eg veit ikki, eri bara so bangin.“ Hin flennir, klappar honum á herðarnar og sigur: „Roks í teg, har er einki at vera bangin fyri.“ Hin spyr: „Men tit hava einki páskalamb, og har er einki blóð smurt á trænum yvir durunum og durastavunum hjá tykkum?“ Hin ristir bara við høvdinum og sigur: „Nei, tað síggi eg onga grund at gera, eg havi líka nógva trúgv, sum tit, og tað er jú tað, sum telur.““
Og so spurdi talarin: „Hvør teirra, halda tit, varð bjargaður undan oyðaranum?“ Vit vita svarið.