Evangeliskt møti – Bíbliulestrarvika 5. februar 2023

Á møtinum sunnukvøldið 5. feb. er yvirskriftin: „Evangeliið er heiminum dárskapur“ (1. Kor. 1:18-31). John Færø talar, Betesdakórið syngur og leiðir felagssangin, Anna Simonsen sigur eina søgu, og Durita Hummeland hevur ein vitnisburð. Eisini er dópur á skránni.