Gamlir og góðir jólasálmar – fyrri partur
Flestu amerikansku jólasálmarnir munnu vera væl kendir í Føroyum í dag. Soleiðis var tað ikki, tá ið eg fór til Amerika í hálvfjerðsunum. Jólasálmarnir, sum tey sungu har yviri, ljóðaðu einki jólaligir, helt eg, hevði í hvussu so er ongantíð hoyrt teir fyrr.
Seinni flutti eg til Filipsoyggjarnar. Har var tað ikki so nógv jólasálmarnir sjálvir, sum vóru øðrvísi, heldur tað, at tey byrja so ótrúliga tíðliga at spæla teir – longu í september. Hetta gjørdi seg sjálvandi bara galdandi, tá ið vit vóru av oynni – á oynni Balabac eru jú muslimar, so har er ikki nógvur jólasangur.
Tað eru næstan sjey ár, síðan vit fluttu til Italia. Tú skuldi hildið, at italienar høvdu ein ríkan siðaarv, tá ið tað kom til jólasálmar. Løgið, men at døma eftir tí, tú hoyrir rundan um teg, so lurta italienar ikki nógv eftir upprunaligum italskum jólasálmum. Alt er enskt. Kanska er tað alheimsgerðin.
Hugsaði at hugleiða eitt sindur um fýra ísraelskar jólasálmar. Hetta eru kanska ikki sum so beinleiðis jólasálmar, og tó haldi eg, at vit kunnu loyva okkum at kalla teir tað. Teir vóru, í hvussu so er, beinleiðis yrktir í sambandi við, at Jesus varð føddur. Sálmarnir eru í fyrstu kapitlunum hjá Lukasi.
Tann fyrsti er lovsongur Mariu í Lukasi 1.46-55. Tann næsti er lovsongur Zakariasar í Lukasi 1.68-79. Tann triði er lovsongur einglanna í Lukasi 2.14. Og tann fjórði er lovsongur Símeons í Lukasi 2.29-32.
Vit vita ikki, hvussu hesir sálmarnir vórðu bornir fram, men nógv bendir á, at teir vóru ikki bara endurgivnir, men eisini sungnir.
Heilt síðan miðøldina hava hesir sálmarnir havt latínsk heiti. Latínskt verður ofta sett í samband við tað, sum er katólskt, men eg fari kortini at loyva mær at nýta latínsku heitini – ljóða jólaligari.
Heitið á sálminum hjá Mariu er „Magnificat“, sum merkir at seta høgt ella at dýrdargera. Heitið á sálminum hjá Zakariasi er „Benedictus“, sum merkir at signa ella prísa. Heitið á sálminum hjá einglunum er „Gloria in altissimis Deo“, sum merkir: „Dýrd veri Gudi á hæddini.“ Og heitið á sálminum hjá Símeoni er „Nunc dimittis“, sum merkir: „Nú letur Tú fara.“
Ov drúgt verður at hyggja at øllum fýra sálmunum hesa ferð, tí hyggja vit at hinum trimum í næstu grein.
Magnificat (Lukas 1.46-55)
Sálmurin er sungin í sambandi við, at Maria fór at vitja skyldkonuna Elisabet. Báðar eru við barn, og í báðum førum er tað tí, at Harrin hevur framt undurverk. Elisabet, sum hevði verið ófruktbør, og tí einki barn átti, var nú við barn, hóast hon og maðurin vóru væl við aldur. Og Maria var vorðin við barn, hóast hon var moyggj.
Maria er komin langa teinin úr Betlehem til fjallalandið, har Elisabet og maður hennara búgva. Tá ið tær síggjast, heilsar Elisabet Mariu og fyllist av Heilaga Andanum. Maria svarar aftur við Magnificat.
Heitið Magnificat er eftir fyrsta orðinum í latínska sálminum: „Magnificat anima mea Dominum.“ Umsett orðarætt: „Set høgt sál mín Harran.“ Í umseting Victor Danielsens er tað: „Sál mín setur Harran høgt.“
Maria setur Harran høgt, tí Hann hevur sæð til hana og hevur gjørt stórverk við hana, veldig verk. Hann hevur spjatt sundur tey hugmóðigu.
Hon byrjar sálmin við at syngja um tað, sum er hent henni persónliga. Men so víðkar hon sjónarringin og lovprísar Harranum fyri tað, sum Hann hevur gjørt, ikki bara fyri hana, men fyri alt Ísrael.
„Hann hevur tikið Sær av Ísrael, tænara Sínum, fyri at minnast miskunn
móti Ábrahami og avkomi hansara allar ævir – soleiðis sum Hann talaði til fedrar okkara.“ Lukas 1.54-55
Góður jólasálmur. Jólini, ja alt lívið eigur at vera merkt av, at vit seta Harran høgt, bæði fyri tað, sum Hann hevur gjørt fyri okkum persónliga, og tað, sum Hann hevur gjørt fyri alt fólk Sítt. Jú, sum hjá Mariu kunnu umstøðurnar kennast ræðandi, men okkum nýtist ikki at ræðast, vit kenna Hann, sum „… minnist miskunn“ (Luk. 1.54).
Ja, av sonnum – sál mín setur Harran høgt!