Gleðilig jól – ikki keðilig jól

Hugsaði at luta nakrar tankar um kenslur, sum ofta fylgja jóltíðini. Jólini eitast at vera ein gleðihátíð, men tað eru tey ikki altíð. Hjá mongum munnu kenslurnar vera í so blandaðar og hjá onkrum beint fram tungar.

Leitaði mær fram nakrar viðmerkingar, sum eg skrivaði mær um júst hetta sama. Viðmerkingarnar eru frá fýrsunum, men tað bilar kanska ikki. Ger tað kanska jólaligari. Evnið er Betlehem, bygdin, sum vit seta í samband við jólini.

Vit fara at hyggja at fimm persónum í Gamla Testamenti, sum allir høvdu tilknýti til Betlehem. Persónarnir eru Rutt, Dávid, Jákup, Elimelek og Mika.

Rutt

„Tær hildu so fram báðar, inntil tær komu til Betlehem. …“ „So tók Boaz Rutt til sín, og hon varð kona hansara; og táið hann fór inn til hennara, læt HARRIN hana verða við barn, og hon átti son.“ Rutt 1.19 og 4.13

Hjá Rutt var Betlehem knýtt at varma og gleði.

Dávid

„„… Fyll horn títt við olju og far avstað! Eg sendi teg til Ísai Betlehemit; tí millum synir hansara havi Eg valt Mær kong.““ Fyrra Sámuelsbók 16.1

„Nú kom slíkur tosti á Dávid, at hann segði: „Hvør fær mær vatn at drekka úr brunninum, sum er við portrið í Betlehem?““ Seinna Sámuelsbók 23.15

Hjá Dávidi var Betlehem knýtt at ríkum barnaminnum.

Jákup

„– Táið eg [Jákup] kom úr Paddan, doyði Rakul frá mær í Kána’anslandi, á ferðini, áðrenn eg var komin rættiliga til Efrat, og eg jarðaði hana har á vegnum til Efrat, tað er Betlehem.“ Fyrsta Mósebók 48.7

Hjá Jákupi var Betlehem knýtt at sorg og sakni, minnum um tað, sum ongantíð fór at koma aftur.

Elimelek

„Á teimum døgum ið dómararnir stjórnaðu, kom einaferð hungursneyð í landinum. Tá fór maður úr Betlehem í Juda til Móabsland at búgva har sum fremmandur við konu síni og báðum sonum sínum. Maðurin æt Elimelek, …“ Rutt 1.1-2

Hjá Elimeleki var Betlehem knýtt at bakkasti og vónbrotum.

Mika

„Men tú Betlehem, Efrata, sum so lítið hevur at týða til at vera millum túsund Juda! Úr tær skal ein ganga Mær út, sum skal vera høvdingi Ísraels. Uppruni Hansara er úr forðum, frá fortíðardøgum.“ Mika 5.1

Hjá Mika var Betlehem knýtt at høvdinganum, Honum, hvørs uppruni er úr forðum, frá fortíðardøgum.

Tá ið jólini eru okkum tað, sum Betlehem var Mika, so kunnu vit av sonnum hava eini gleðilig jól. Tað er jú Hann, sum ger allan munin.

Og so taka vit eisini ein eiðismann við

Vit eru komin til endan av viðmerkingunum frá fýrsunum, men halda á eina løtu afturat. Vit flyta okkum úr Gamla Testamenti til nútíðina; frá fólki, sum livdu fyri túsundum av árum síðan, til ein eiðismann, sum nú í mong ár hevur búð í Venesuela. Eiðismaðurin eitur Jóhannus Frants Poulsen.

Framman undan jólum í fjør segði hann frá – í einum brævi, sum var sent gjøgnum Akurin – um eini jól inni í frumskóginum. Hetta var, áðrenn hann møtti konu síni, Nurimar. Vit geva honum orðið. Tað, hann sigur, minnir á Mika:

„Allir hinir trúboðararnir vóru farnir út í býin at halda jól. Sjálvur hevði eg keypt ymist gott at njóta, sum skuldi koma inn við flúgvaranum. Aðrir trúboðarar, sum vistu, at eg fór at verða einsamallur, høvdu eisini keypt mær gávur, og alt skuldi koma inn á seinasta túrinum áðrenn jólini. Ringt veður bleiv, og tað bleiv ikki flúgvandi inn til bygdina, fyrr enn nýggja árið var byrjað. Sjálvur dugdi eg einki av málinum hesa tíðina, og hevði eg ikki gleðina av jólagestum heldur. Vánalig jól, kundi ein hildið. Men hvat eru eini sonn og gleðilig jól? Í Lukasi 2.10-11 stendur:

„… „Óttist ikki! Eg kunngeri tykkum stóra gleði, ið skal verða fyri alt fólkið: Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids.““

Og í Esaiasi 9.6 stendur:

„Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, …““

Kann eg hava eini gleðilig jól, um so er, at Jesus er einasta gávan? Einasta gleðin? Einasti gesturin?

Vit vita svarið. Spurningurin er: Trúgva vit tí?