Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Hon dugdi at hefta seg við náðina

07/02/2025

Maria Joensen (Maria hjá Conrad)

Í seinastu greinini nevndi eg fyrsta morgunmøtið í Betesda. Hugsaði í hesari greinini og tí komandi at siga frá um tvær kvinnur, sum vóru á møti tann morgunin.

Hesa ferð er tað Maria Joensen – ella Maria hjá Conrad – sum hon vanliga varð nevnd.

Hon búði í Klaksvík, tá ið salurin varð tikin í nýtslu, men flutti seinni til Havnar.

Fyrstu ferð, eg hoyrdi um Mariu hjá Conrad, var einaferð eg var inni á heimasíðuni talgilt.org og kom fram á upptøku frá jarðarferðini hjá henni. Hóast eg ikki visti, hvør hon var, hoyrdi eg á teimum, sum talaðu, at hetta var ein Andans hetja.

Maria hjá Conrad var omma Øssur Berghamar. Eg skrivaði til Øssur og spurdi, um hann kundi siga eitt sindur um ommu sína.

Hetta er úr tilfarinum, sum hann sendi mær:

Óli Jacobsen skrivar

Óli Jacobsen skrivaði í einum Sosiali grein um Mariu. Greinin æt: „Mamman koyrd sum lærari, tá ið hon gjørdist »baptist«.“

„Maria var ein sermerkt kvinna. Hon er komin í okkara skúlasøgu sum vist einasti lærarin í Føroyum, sum varð uppsagdur vegna tess, at hon gjørdist „baptist“ og læt seg doypa. Tá ið graml hoyrdist um, at hon hevði meira samband við Brøðrasamkomuna, enn hildið varð, at gott var, varð hon spurd av skúlamyndugleikunum um hetta. Tá sendi hon skúlakommissiónini bræv, dagfest 19. apríl 1914, har hon skrivaði: „Herved vil jeg meddele skolekomissionen om, at jeg i dag er døbt i Ebenezer.“

Hetta gjørdist eitt sera eldfimt mál hjá skúlakommissiónini. Tað varð umrøtt bert at taka møguleikan at undirvísa í kristni frá Mariu. Men her var ført fram, at hon „i høj Grad er agitatorisk anlagt, og man kan med god Grund befrygte, at hun vil paavirke Børnene i baptistisk Retning“.

Maria og maður hennara, Jóhannes, fingu seks børn. Trý av teimum doyðu sum smá. Tey vóru Jógvan Martin, 1903-1908, Conrad føddur í 1905 – hann gjørdist bert 18 dagar gamal – og Jóna, 1909-1915. Hini trý børnini hjá Mariu og Jóhannesi vóru: Conrad f. 1907, Sigurd f. 1910 og Jóna f. 1917. Conrad og Jóna vórðu uppkallað eftir deyðu systkjum sínum.“

Øssur Berghamar skrivar

„Omma var ein megnarkvinna. Hon hevði stórt frímóð. Hon var lærarakvinna, sum mátti fara frá, tá ið hon læt seg doypa – men hon vildi ongantíð gera nakað burtur úr tí. Hon bar stillisliga kross sín og fylgjurnar av tí. Men Harrin gloymdi hana ikki. Hon og abbi, sum upprunaliga kom av Selatrað, men vaks upp á Trøllanesi, fluttu til Klaksvíkar at búgva. Har gjørdist hon privatlærari hjá fleiri, sum ikki kláraðu seg væl í skúlanum.

Minnist annars Herluf Arnason siga á talarapalli í Ebenezer, at hann hevði havt „Mariu hjá Conrad“ sum lærarinnu í Havn. „Og hon byrjaði tíman við at hava eina brennandi bøn fyri okkum børnum,“ segði Herluf. Ei undur í, at hetta helst gjørdist ov nógv fyri myndugleikarnar, tá ið hon eisini læt seg doypa.“

Maria vitnar

„Eg var 19 ára gomul, tá ið eg fór norður á Kalsoynna og var andaliga blind. Hagar komu av og á Harrans vitni við gleðiboðskapinum.

Einaferð ið Mitchell var har, talaði hann úr Fyrsta brævi Jóhannesar 5. kapitli um at gera Gud til ein lygnara við ikki at trúgva tí vitnisburði, sum Gud vitnar um Son Sín. Tað sá eg vera álvarsamt.

– Men tað gingu nógv ár, áðrenn eg kundi takka Gudi fyri frelsuna í Jesusi Kristusi. Tá var eg í Havn. Har var andalig rørsla, eisini innan mína egnu slekt.

Eg las ofta í Nýggja Testamenti, og eg las ofta í Bíbliuni, serstakliga í Nýggja Testamenti, og eg las, tí at mær longdist og hevði so leingi longst eftir at fáa vissu fyri sál mína. At eg einki kundi gera sjálv til frelsuna, men at tað var trúgv á Jesus Kristus eina (Jóh. 3.36), stóð mær nú klárt.

Gud gav mær vissu í sál mína, og síðani havi eg betur og betur lært náðina at kenna, um eg bert fati so lítið av Guds stóru náði. Hon er eins og eitt botnleys hav, sum vit, ið eru Hansara endurloystu børn, kunnu oysa av tíðliga og seint, og tað er so signað at uppliva, at Guds børn eru umgivin av Guds náði.

Eg kann ikki so, sum Hann hevur tað uppiborið, takka Gudi fyri, hvat Hann hevur givið mær í Kristusi Jesusi. Tað er dýrabart at vita, at vit er sett í tað himmalska við Kristusi Jesusi og eru signað við allari andaligari signing í Himlinum.

Vit eiga so ómetaliga mong lyfti úr Guds bók. At eiga Kristus er eitt ríkidømi, sum varir, sum aldri heldur uppat, og sum vit ikki duga at skatta, fyrr enn vit koma heim til Hansara.

„Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.“ Rómbrævið 6.23

Avbjóðingin til okkara

Eitt, sum eg haldi vera so vakurt við vitnisburðinum hjá Mariu, er, at hóast hon hevði upplivað ræðuliga sorg og órættvísi, so er tað einki av tí, sum kemur fram í vitnisburði hennara, men heldur náði Guds.

Tá ið vit skilja náðina, er ikki nógv pláss eftir til tað neiliga.

Tags: Jógvan Júst Rasmussen, Orð
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/02/07-feb-omma-og-abbi-i-Havn-scaled-e1738868066772.jpg 1566 2560 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2025-02-07 07:00:002025-02-06 18:55:26Hon dugdi at hefta seg við náðina
Tær dámar møguliga eisini hetta
Hví eg trúgvi!
Aftan á bíbliuskúlan
Zacharias Zachariassen: Brot úr tveimum talum við 60 ára millumbili
Gleðilig jól – ikki keðilig jól
Vildu so fegin skjóta saman nakað til hini fátæku
Vatn í bensininum

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58
  • Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið12/09/2026 - 17:21
  • Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið12/09/2026 - 17:20

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top