Kristus er svarið – eisini tá ið umstøðurnar eru fremmandar
Í Lipa City at læra tagalog
Vit høvdu ikki verið leingi á Filipsoyggjunum, bara nakrar mánaðir. Búðu einar tveir tímar sunnan fyri Manila. Býurin, har vit búðu, eitur Lipa City. Minnist meg rætt, búðu okkurt um 100.000 fólk har tá. Í dag – nærum 40 ár seinni – er fólkatalið næstan hálv millión. Vit vóru har fyri at læra okkum tagalog, høvuðsmálið á Filipsoyggjum.
Skilamaðurin harra Benedict
Millum teirra, vit komu at kenna, var ein eldri maður. Tíverri havi eg gloymt navnið. Navnið, sum onkursvegna kemur mær í hug, er harra Benedict. Eg haldi ikki, at tað er rætta navnið, men vit kalla hann bara harra Benedict – ger tað lættari at siga frá.
Vit komu at kennast, tí eg keypti tvær orðabøkur frá honum, eina tagalog-enskt og eina enskt-tagalog. Harra Benedict hevði sjálvur verið við til at skriva tær. Maðurin, sum hevði staðið fyri arbeiðinum, var ein katólskur prestur úr Avstralia. Navnið hjá honum minnist eg; hann æt Faðir English. Skilti eg tað rætt, búði Faðir English í Lipa, tá ið hann skrivaði orðabøkurnar. Í dag nýta fólk flest ikki orðabøkur, sum tey gjørdu tá. Nú er alt á alnetinum, men tá vóru orðabøkurnar hjá Faðir English tær størstu og mest fullfíggjaðu orðabøkurnar í øllum landinum.
Harra Benedict var ein sonevndur mestitsur. Forfedrarnir vóru ein blandingur at filipinarum, kinesarum og spaniólum. Eftir húsinum at døma høvdu pengar einaferð verið í familjuni; tey vóru stór og høvdu einaferð verið flott. Nú vóru tey gomul og forfallin. Tá ið fíggjarligu umstøðurnar eru so óstøðugar, sum tær ofta eru í londum sum Filipsoyggjum, er skjótt at koma illa fyri og ongantíð sleppa burtur úr tí aftur. Her man harra Benedict ikki hava verið eindømi.
Hjá harra og frú Benedict vóru nógv tilkomin – ella nærum tilkomin – fólk í húsi. Umframt tey gomlu var ein fráskildur sonur og børnini hjá soninum, øll síðst í tannárunum ella fyrst í tjúgunum. Helst vóru onnur eisini, sum eg ikki minnist.
Tað var ikki uttan orsøk, at English prestur hevði fingið harra Benedict at hjálpt sær; maðurin var bæði gløggur, ordiligur og væl lisin. Ein álitismaður. Men sonurin – eg veit ikki – fyri mær sá hann út sum ein miðaldrandi playboy, og abbabørnini, har tóktist heldur ikki at vera gott skil á. Umstøðurnar vóru ikki lættar.
Abbasonurin stungin til deyðis
Ein morgun hoyrdu vit, at ein abbasonur var funnin á trappuni fyrr um morgunin, stungin til deyðis. Onkur hevði dripið hann við einum spjóti, sum vanliga varð nýtt til at høgga ís við. Abbasonurin hevði verið við í sølu av rúsandi evnum, skyldaði nógvar pengar, og tað kom at kosta honum lívið. Hart.
Jarðarferðin og vónloysið
Gloymi ongantíð jarðarferðina. Fyrsta jarðarferðin, vit vóru við til á Filipsoyggjum. Kistan var í heiminum, og jarðarferðin byrjaði haðani. Har var nógv fólk, tá ið vit komu inn. Harra Benedict var blíður og bjóðaði okkum okkurt at eta. Tú sást, at hann var syrgin, men tú merkti eisini, at hetta var ikki fyrstu ferð, at hann hevði upplivað sorg og vónbrot.
Úr heiminum gekk fylgið til kirkjuna. Tað tók okkurt um hálvan tíma. Minnist, at líkvognurin hevði hátalarar og spældi sokallaðan „slow rock“. Tað hevði eg ongantíð hoyrt til jarðarferð áður. Løgið og hjartanemandi. Minnist meg rætt, var ein av sangunum „Boulevard“. Sangurin er kanska langt síðan gloymdur, men tá var hann ofta at hoyra. Nakrar reglur í sanginum eru:
Never knew that it would go so far
When you left me on that boulevard
Come again, you would release my pain
Vit komu inn í kirkjuna. Tað var fyrstu ferð, eg hevði verið til gudstænastu í eini katólskari kirkju. Alt sýntist løgið og fremmant. Vit høvdu jú ikki enn verið serliga leingi á Filipsoyggjum. Tað var sjálvandi avmarkað, hvussu nógv tagalog, eg skilti, men eg minnist, at presturin tosaði um, hvussu evnaríkur ungi maðurin hevði verið. Minnist hann nevna, hvussu væl hann dugdi at tekna og mála.
Jú, har var nógv, sum eg ikki skilti; men kensluna av vónloysi, hana skilti eg, og hon situr eftir, hóast so mong ár eru liðin.
*****
Kristus er svarið
Trúgvandi familjur hava jú verið og kunnu sjálvandi verða raktar av slíkum hendingum sum hesari í Lipa City; men tað var ikki hendingin sjálv, sum festi seg í sinnið, men vónloysið, sum eyðkendi alt rundan um hendingina. Eitt vónloysi, sum bara Kristus kann frelsa okkum undan. Orðini í gamla sanginum eru enn sonn – sonn allastaðni, sama hvar á klótuni, vit eru.
Kristus er svarið til heimsins stóru neyð,
Kristus kann hjálpa úr vanda sorg og deyð.
Spurningar lívsins níva mangan mann,
teir eina Kristus svara, loysa kann,
tí Kristus er svarið til heimsins neyð.
Hvat gera vit?
Kanska tað hevði verið hóskiligt at enda við hesum trimum setningunum hjá Paulusi úr 1. kapitli í Rómbrævinum (undirstrikingin í versunum er mín).
„Eg standi í skuld, bæði til Grikkar og aðrar tjóðir, bæði til vís og fávís.“ v. 14
„Eg eri tí – fyri mín part – til reiðar at kunngera evangeliið, …“ v. 15
„Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, bæði Jøda – fyrst – og Grikka.“ v. 16
Eg standi í skuld, eg eri til reiðar, eg skammist ikki. Tað er, tá ið tað er hugburður okkara, at vit kunnu bjóða fólki Hann, sum er einasta svarið, Kristus.