Náði Guds – og tornir og rullistólar
Hugdi at eini dokumentarsending um tað, sum á enskum kallast „the Prosperity Gospel“ og á gerandismáli herligheits evangeliið. Áhugaverd sending.
Hesi prædika, at um trúgvin er nóg stór (og gávurnar, sum sendar verða teimum sum prædika), ja, so verður úrslitið jaligt, og tú fært tað, sum tú heldur, at tær tørvar, verið tað góða heilsu, góðar fíggjarumstøður o.s.fr.
Flestu okkara rista bara við høvdinum, tá ið vit hoyra slíkt. Vit halda okkum kenna Skriftina ov væl til at falla fyri slíkum. Eg veit ikki – kanska er hatta, tey prædika, júst tað, sum mong okkara innast inni trúgva.
Eg og tú og vælferð okkara
Um vit eru ærlig, so halda vit ofta innast inni, at høvdu vit gjørt alt, so sum tað eigur at verða gjørt, so hevði lívið lagað seg øðrvísi.
Hjá onkrum merkir hetta, at um trúgvin var, sum hon skuldi havt verið, so hevði hjúnabandið verið øðrvísi. Onkur annar heldur, at so høvdu umstøðurnar við børnunum verið øðrvísi. Ein triði heldur, at so var heilsan betri og ein fjórði, at fíggjarligu umstøðurnar høvdu verið betri. Listin er óendaligur.
Og aftursvarini, tá ið tað ikki er, sum vit halda, tað skuldi verið, eru óendalig.
Onkur verður óður inn á Gud ella sær vónbrotið sum prógv um, at eingin Gud er. Onkur sær tað sum prógv um, hvussu illa skikkað, tey eru at tora at kalla seg trúgvandi. Onkur sær tað sum revsing frá Gudi.
Tað syrgiliga við øllum hesum er, at vit skilja ikki, hvussu sjálvsøkið tað veruliga er at halda, at vit sum trúgvandi hava rætt til at verða spard fyri tað, sum restin av mannaættini ikki verður spard fyri. Vit hava ongan rætt at halda, at hava vit bara nóg nógva trúgv, so sleppa vit undan tí, sum onnur ikki sleppa undan.
Hugsaði at nevna tveir persónar, sum eg haldi hava okkurt at læra okkum hesum viðvíkjandi. Annan finna vit í Bíbliuni, hin í Kalifornia. Tann í Bíbliuni eitur Paulus, tann í Kalifornia eitur Joni Eareckson Tada.
Vit kenna øll Paulus. Joni er eisini væl kend, men sjálvand ikki líka væl sum Paulus. Hon hevur sitið í rullistóli, síðani hon breyt ryggin í einari svimjivanlukku í 1967. – Eg kundi óivað nýtt onkran føroying sum dømi, heldur enn Joni, men ofta er lættari at nýta útlendsk dømir. Vit kenna jú hvør annan so væl, og tað er so lætt at verða misskiltur.
Paulus og tornir
Seinna Korintbræv 12.7-10:
„Og fyri at eg skal ikki gera meg stóran av hinum høgu opinberingum, er mær givin tornur í holdið, eingil Satans, fyri at hann skal sláa meg, so eg geri meg ikki stóran.
At hann skuldi víkja frá mær, bað eg Harran um tríggjar ferðir.
Men Hann segði við meg: „Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.“ – Tí rósi eg mær helst av veikleika mínum, fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær.
Og tí havi eg gott mót í veikleika, í ringari viðferð, í neyð, í atsóknum, í angist fyri Kristusar skuld; tí táið eg eri veikur, eri eg sterkur.“
Vit vita ikki hvønn torn, talan er um, vit vita bara, at hann hevur verið pínufullur og tungur. Paulus kallaði hann „eingil Satans“, sum var komin fyri at sláa seg. Paulus bað Harran tríggjar ferðir um, at hann skuldi víkja frá sær. Orðingin „tríggjar ferðir“ merkir møguliga, at hann bað Harran fleiri ferðir um, at hann skuldi víkja frá sær. Men svarið var nei. Ístaðin fekk hann at vita (v. 9):
„… Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika. …“
Paulus hevði livað leingi við torninum, tá ið hann fortelur um hann í Seinna Korintbrævi. Við øllum royndunum, sum tornurin hevði givið honum, kundi hann nú siga, at hann rósti sær helst av veikleika sínum. Hann gjørdi tað „fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær“. Hann hevði upplivað, hvussu tornurin var lykilin til náðina.
Joni og rullistólar
Joni Eareckson Tada sigur frá, at nakað eftir, at hon breyt ryggin, tók onkur hana við sær á møti hjá einum kendum grøðaraprædikara. Kanska kundi hon verða grødd; men nei, hon fór á møti í rullistóli, og hon fór heim aftur í rullistóli.
Hon sigur, at hon gloymir ongantíð tey mongu í hennara støðu, har tey sótu í rullistóli aftan á møtið og bíðaðu eftir lyftini. Tey vóru komin á møtið í tí vón at verða grødd, men fóru heim aftur í sama standi, sum tey komu.
Sum hugt verður aftur á øll hesi ár, ið Joni hevur sitið í rullistóli, so er tað eyðsæð, at Harrin – eins og Hann nýtti tornin at vísa Paulusi náði Sína – hevur nýtt rullistólin hjá Joni at vísa óteljandi fólkum kraft Sína. Tað hevði ikki borið til, um Joni hevði verið frísk.
Hvør er tín tornur, tín rullistólur? Duga vit at knýta tað at náði Guds? Tað er bíbilskt at gera tað.