Nógv sløg, settir í fangahús, men um midnáttina …
Silas – áðrenn Paulus
Hann varð kallaður bæði Silas og Silvanus. Hildið verður, at Silas er grikska sniðið av tí latínska navninum Silvanus. Nøvnini kundu bent á, at hann var hellenistiskur jødi.
Silas og Paulus vóru einastu jødarnir, sum vit lesa um í Nýggja Testamenti, ið høvdu rómverskan borgaraskap (Áp. 16.37).
Fyrstu ferð vit hitta Silas, er í sambandi við fundirnar í Jerúsalem í Ápostlasøguni 15. Hann var longu tá ein av leiðandi brøðrunum har á staðnum (Áp. 15.22).
Aftan á fundirnar vóru Judas Barsabbas og Silas kosnir at fara til Antiokia saman við Paulusi og Barnabasi við brævi til samkomuna har, sum var glað um troystina, tá ið tey høvdu lisið brævið (Áp. 15.22, 32).
Og vit lesa víðari um Judas og Silas (Áp. 15.32-34):
„Judas og Silas – sum eisini vóru profetar sjálvir – ámintu brøðurnar við nógvari talu og styrktu teir.
Táið teir høvdu verið har eina tíð, lótu brøðurnir teir fara í friði til teirra, sum sent teir høvdu.
Men Silas setti sær fyri at steðga har.“
Silas og Paulus
Nakað eftir at Judas og Silas høvdu verið í Jerúsalem, kom tað til hvast stríð millum Paulus og Barnabas, so teir skiltust hvør frá øðrum. Eftir splitið valdi Paulus sær Silas til samverkamann. Tað stendur, at Paulus fór avstað, eftir at brøðurnir høvdu givið hann upp til náði Harrans (Áp. 15.40).
Leiðin lá norðureftir til Derbe og Lystra. Har gjørdist Timoteus eisini partur av liðinum (Áp. 16.1).
Síðan lá leiðin vestureftir.
Teir koma til Troas (Áp. 16.8), fara við skipi til Makedonia og koma til Filippi (Áp. 16.12).
Í Filippi møta teir kvinnum, ið komu saman til bøn. Ein teirra var Lýdia. Harrin læt hjarta hennara upp, so hon gav tí gætur, sum Paulus talaði, og hon og hús hennara lótu seg doypa. Lýdia var múgvandi kvinna og beyð teimum at gista hjá sær.
Nakað eftir hetta rekur Paulus illan anda út úr trælkvinnu, og tað endar við, at Paulus og Silas verða settir í fangahús, skuldsettir fyri at hava volt miklan ófrið. Frásøgnin er kend. Vit lesa:
„Táið teir nú høvdu givið teimum nógv sløg, settu teir teir í fangahús og søgdu við fangavaktaran, at hann skuldi ansa væl eftir teimum.
Táið hann hevði fingið hetta boð, setti hann teir í hitt innara fangarúmið og setti føtur teirra fastar í stokkin.
Men um midnátt bóðu Paulus og Silas og sungu Gudi lovsongir, og fangarnir lurtaðu eftir teimum.“ Ápostlasøgan 16.23-25
Tá kom knappliga stórur jarðskjálvti, og leinkjurnar loystust av øllum fangunum, ið kortini ikki flýddu. Úrslitið av øllum hesum var, at fangavaktarin, ið ætlaði at taka lívið av sær, tí hann helt, at allir fangarnir vóru flýddir, kom til trúgv við øllum húsi sínum. Morgunin eftir sendu dómararnir orð, at Silas og Paulus skuldu verða leyslatnir.
Teir fara víðari og koma til Tessalonika, og aftur er tað bæði veking og atsókn (Áp. 17.1-9).
Teir vóru ikki leingi í Tessalonika, men sambandið millum teirra og samkomuna gjørdist ríkt. Eftir at teir vóru farnir úr Tessalonika, skrivaði Paulus tvey brøv til samkomuna, sum bæði byrja soleiðis:
„Paulus, Silvanus og Timoteus – til samkomu Tessalonikamanna …“ Fyrra og Seinna Tessalonikabræv 1.1
Aftan á Tessalonika fara teir til Berøa (Áp. 17.10-13). Sama mynstrið aftur. Veking og atsókn. Aftan á Berøa fer Paulus einsamallur til Aten og sendir síðan boð til Silas og Timoteus um at koma til sín (Áp. 17.14-15). Orsøkin til, at teir vóru eftir, var at halda fram við tí, sum Paulus hevði byrjað. Seinni fer Paulus undan teimum til Korint, hagar teir komu nakað aftaná. Hasa mannagongdina síggja vit fleiri ferðir.
Silas – aftan á Paulus
„Táið Silas og Timoteus komu úr Makedonia, hevði Paulus tí nóg mikið at gera við at tala og vitna fyri Jødunum, at Jesus er Kristus.“ Ápostlasøgan 18.5
Og so sigur Ápostlasøgan einki meira um Silas. Tíðarskeiðið, frá tí Paulus valdi Silas at fara við sær, til vit síðstu ferð lesa um hann í Korint, var bara okkurt um fýra ár. Eftir hetta er einasta ábendingin um Silas tað, sum vit lesa í endanum av Fyrra brævi Pæturs:
„Við Silvanusi, hinum trúfasta bróður – tað haldi eg hann vera – havi eg skrivað stutt til tykkara …“ Fyrra bræv Pæturs 5.12
Fyrra bræv Pæturs er skrivað okkurt um 10 ár eftir, at vit síðstu ferð hoyra um Silas í Ápostlasøguni.
Hvat hendi? Vit vita ikki.
Silas og vit
Harrin førir summi fólk inn á leið okkara bara stutta tíð. Tey eru okkum til stóra signing, og eitt ríkt samband verður skapt, men so eru tey ikki har meira. Soleiðis er lívið ofta, og tað er í lagi.
Tað er stórt at hava havt Silasar í lívi okkara. Fólk, sum vóru har, tá ið fangarúmið var myrkt, og føturnir settir í stokkin. Tað er stórt um midnáttina at hava kunnað biðið og sungið saman (Áp. 16.24–25).
Okkum tørvar Silasar og at vera sum Silas.