Tað eru tveir flokkar í hesum landi í dag!

– úr talu hjá Victor Danielsen

Tað er ein bíbilsk meginregla, at vekingar skapa skilnað millum tey, sum hava sett álit sítt á Harran, og tey, sum ikki hava gjørt tað. Og tað er eisini ein bíbilsk meginregla, at tá ið ávirkanin av vekingum doyr burtur, hvørvur skilnaðurin. Í tráð við hetta er tað áhugavert at lesa tað, sum Victor Danielsen segði um teir báðar flokkarnar. Hetta er brot úr talu, sum Victor Danielsen talaði, ikki so langt áðrenn hann fyri meira enn 60 árum síðani flutti heim í dýrdina.

Vit geva Victor orðið:

„So varð nú ósemja millum fólkið um Hann.“ Jóhannes 7.43

„Men fólkið í býnum býtti seg sundur; summi hildu við Jødunum, og summi við ápostlunum.“ Ápostlasøgan 14.4

Skammast tú við Harran Jesus,
við hans kross og tronga veg?
Jesus skammaðist tó ikki við at doyggja fyri teg.

Tað var so gott og dýrabart fyri meg at hoyra hasi orðini sungin. Harí havi eg átt mína trygd. Í yvir 46 ár havi eg átt mína styrki har.

Nei, kæri vinur. Vit hava ikki altíð verið í ljósinum. Eg veit væl tað, at teir eru, sum royna at tala soleiðis, sum at tað bara var ein flokkur, og sum at øll kunnu vera trygg, og øll kunnu forláta seg upp á tað, at tey búgva í einum kristnum landi og so víðari; men soleiðis er ikki. Tað eru tveir flokkar. Tað eru tey, sum hava umvent seg til Gud, og tey, sum ikki hava umvent seg til Hansara. Tað eru tey, sum eru komin sum fátækir syndarar til krossin og hava funnið frið har, og tað eru tey, sum ikki hava tikið ta leiðina. 

Tað var rætt, sum hitt danska blaðið skrivaði, tó tað skrivaði í fjendskapi móti Gudi og Hansara tænara, sum var deyður, at tað eru tveir flokkar. Ja, tað eru tveir flokkar í hesum landi í dag, men teir eru ikki avmarkaðir av menniskjalæru og boðum og útvortis forskriftum. Men tað er krossins orðið, sum ger forskellin.

Tað er krossins orðið, sum tekur skjalið, sum fer til markið ímillum flokkarnar, og einki annað. Í øðrum flokkinum eru øll tey, sum eru komin sum fátækir syndarar til krossin og hava funnið sítt ríkidømi har. Hava funnið sítt reinsilsi við Jesu blóði, og sum hava fingið krossins vitnisburð í hjarta og munn. Tann dýrabara vitnisburð, sum Harrin legði í okkara hjarta og munn, táið ljósið frá tí høga rann upp fyri okkum. Tann himmalska sólin, sum er Jesus.

Táið Hann rann upp fyri okkum, og tað dýra krossins orðið fekk vald yvir okkara hjarta, so vit kundu bera tað fram fyri øðrum. Tað var tað, sum gjørdist skjalið fyri okkara lívi. Frá tí degi av hevur okkara lív, trods mangar veikleikar, ikki verið tað sama.

Og tó at eg má siga, at eg eri gamal, táið eg hyggi aftur yvir mítt lív. Tað er ikki so mikið, eg kann gleðast yvir. Men tað kann eg gleðast yvir, at Harrin legði í mín munn ein nýggjan lovsong til okkara Gud, táið eg fann Jesus sum mín Frelsara. Ein lovsong, sum ongantíð er tagnaður aftur. Sum øll tey eiga, sum eru komin til Hansara kross. Sum hava funnið sín frið og sína frelsu har.

Og minnist eitt orð afturat av mínum munni, øll, sum elska tann Harra Jesus Kristus (2. Tim. 3.12):

„– Og øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt.“

Gloymið ikki hatta orðið. Latið ein mann standa heilt og fult og ódeilt á Kristi síðu og ikki skammast við Hansara kross, og hann skal síggja, at Kristi fíggindar vanvirða og teir háða, og tað er ikki altíð so lætt at bera; men øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða forfylgd. Tað koma vit aldri burtur frá, og vit skulu læra okkum við Guds hjálp at gleða okkum yvir tað.

Tað stendur í einum skriftstaði í Hebrearabrævinum 10, at tey høvdu lært at gleðast enntá yvir, at teirra ognir vóru rændar, tí tey vistu, at tey áttu ein betri og blívandi eigindóm. So mikið mugu vit við Guds hjálp kunna, at vit við toli og gleði bera tað, um vit tola háð og vanvirðing fyri tað, at vit kennast við Jesus okkara Harra. Tann Frelsara, sum fyri okkara skuld leið krossins tunga deyða og nú situr høgt við Guds høgru hond.