Lyktir, ljós og battaríir
“Lampur okkara sløkna” (Matt 25, 8)
Vit eru á Balabac afturi í 1990. Eg havi havt bíbliutíma í bygdini sunnanfyri hjá okkum og eri á veg til hús. Tað tekur okkurt um ein tíma at ganga. Bygdin liggur langt inni í einum víðum dali, og skal eg fara til hús aftur, gangi eg út móti strondini, snari so til vinstru og gangi norðureftir fram við strondini. Húsini hjá okkum standa bara einar 3 minuttir frá strondini. Vanliga eri eg á motorsúkklu, men í kvøld eri eg til gongu.
Tað var ljóst, tá ið eg fór frá húsum, men nú, eg skal til hús aftur, er tað seint og bølamyrkt. Eg tendri lummalyktina og síggi, at battaríið er við at brenna út. Alt sær øðrvísi út, nú battaríini ikki rigga, sum tey skulu.
Leiðin út til strondina er gjøgnum tættan myrkan frumskóg. Aftan á at hava gingið eina løtu fer gøtan í tvíningar. Høvdu battaríini ikki verið so veik, hevði alt verið lættari, men av tí, at eg síggi so illa, fari eg at ivast. Tað endar við, at eg velji at fara til høgru. Hugsi, at hin gøtan tekur meg niðan í fjøllini. Løtu seinni uppdagi eg, at eg skuldi nokk verið farin til vinstru, men hugsi, at tað bilar nokk ikki. Hvussu so er og ikki, endi eg úti á strondini, og tá veit eg, hvar eg eri. Tað var ikki so gott, tí gøtan vísir seg bara at vera ein long sniðgøta og tók nógv longur, enn tað átti. Ikki serliga hugnaligur gongutúrur heldur, tí eg eri mitt inni í djúpum frumskógi við øllum møguligum frumskógarljóðum. Einasta ljósið eru soppar, sum skyggja grønir í myrkrinum. Oman fyri trøini hoyri eg ljóði frá stóru flogmúsum. Og so eru tað sjálvandi øll hini dýrini og kyktini, sum tú veitst eru har, men einki ljóð geva frá sær.
Eftir at hava gingið soleiðis eina góðu løtu komi eg fram við einum stórum myrkum betonghúsum. Hevði man trúð upp á spøkilsir, hevði man heilt vist hildið, at tað spøkti. Síggi at hetta er skúlin har í bygdini. Keðilig kensla at standa framman fyri skúlanum og merkja, at eg var endaður langt sunnan fyri, har eg átti at vera. Ná, men eg fari víðari, og løtu seinni hoyri eg ljóðið frá aldunum. Strondin, tað var gott.
Komin oman at strondini síggi eg, at eg eri endaður sunnan fyri stóru ánna, sum rennur oman gjøgnum dalin. Vanliga hevði tað ikki havt so nógv upp á seg, men tað er flóð, og tað merkir, at eg verði noyddur at vassa væl upp yvir miðju fyri at koma yvirum, og tað mátti man ikki, søgdu tey, tí krokodillur kundu vera í ánni. Eg trúði einki upp á, at tað vóru nakrar krokodillur á Balabac, vit høvdu í hvussu so er ongantíð hoyrt um nakra. Hatta við krokodillum er løgið, tað vóru ongar krokodillur á Balabac í mong, mong ár. Nú yður av teimum. Ná, men eg visti, at eg kundi ikki bara sita har og bíða, til tað fór at fjara, so eg vassaði yvirum. Komin yvir um ánna, helt eg á framvið strondini. Løtu seinni møti eg monnum úr bygdini, sum eru niðri í fjøruni og kasta nót. Teir spyrja, hvaðani eg komi dýggjvátur. Eg fortelji, og teir at flenna. Høvdu aldri hoyrt so galið, ikki at finna oman á strondina. Morgunin eftir hevði øll bygdin hoyrt tað. At forsvara seg var vónleyst.
Bara fyri at lýsa hvussu vónleyst tað var at royna at forsvara seg. Eg havi gingið gjøgnum skógin við molbogmanni, har einasta ljósið hjá okkum var glóðin frá sigarettini hjá honum. Tá var lyktin hjá mær bjartari.
Og alt bara tí at man ikki hevði kannað battaríini, áðrenn man fór frá húsum. Hvussu var tað við líknilsinum um tær 10 moyggjarnar? “Tær, ið dárar vóru, tóku víst lampur sínar, men tóku onga olju við sær.” (Matt.25.3) Møguliga kundu vit sagt, tær tóku víst lyktir sínar, men høvdu ikki sterk battaríir í teimum.
———————
Leið, bjarta ljós, ígjøgnum myrkrið her,
leið tú meg fram!
Náttin er long, og langt til heimið er;
leið tú meg fram!
Varða mín fót! Ei síggja krevji eg,
eitt stig í senn er nóg nógv fyri meg
Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen