Tag Archive for: Evangeliskt møti

Evangeliskt møti – Bíbliulestrarvika 5. februar 2023

Á møtinum sunnukvøldið 5. feb. er yvirskriftin: „Evangeliið er heiminum dárskapur“ (1. Kor. 1:18-31). John Færø talar, Betesdakórið syngur og leiðir felagssangin, Anna Simonsen sigur eina søgu, og Durita Hummeland hevur ein vitnisburð. Eisini er dópur á skránni.

Rachel, Petur, Natalie og Philip luttaka á møtinum í kvøld kl. 18

Rachel og Petur Hansen, ið virka sum trúboðarar, eru í Føroyum 15. til 29 september.

Sonur teirra, Philip, og konan Natalie, ið somuleiðis virka sum trúboðarar, eru eisini á vitjan saman við synunum, Louis og Timon.

Petur Hansen fór í 1980 á bíbliuskúla hjá NTM í Onglandi. Í 1985 fóru hann og Rachel, sum er úr Kansas í USA, út í fulltíðartænastu sum trúboðari hjá NTM. Frá 1985 til 2011 virkaðu tey í Papua Ný Guinea. Í dag eru tey partur av altjóða leiðsluni hjá NTM. Tey búgva í Nebraska, USA.

Philip Hansen fór á bíbliuskúlan hjá NTM í Waukesha í USA í 2005. Hann og Natalie hava virkað í Papua Ný Guinea síðani 2012.

Tey verða við á møtinum í kvøld, sunnukvøldið 18. september kl. 18, har Sangkórið í Betesda eisini fer at luttaka.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Marjun og Páll Poulsen luttaka á møtinum sunnukvøldið

Á evangeliska møtinum sunnukvøldið 28. august kl. 18 luttaka Marjun og Páll Poulsen, ið virka sum trúboðarar í Grønlandi.

Við sær hava tey nøkur av teimum, sum luttóku á barnalegunum í Suðurgrønlandi í summar.

Tey koma at greiða frá arbeiðinum í summar, og Páll hevur eisini ein boðskap til okkum.

Ung standa fyri tónleikinum.

Veri hjartaliga vælkomin!

John í Skemmuni vitjar samkomuna

Á evangeliska møtinum komandi sunnukvøld 15. mai kl. 18 fáa vit vitjan av John í Skemmuni, sum eisini fer at tala á bønarmøtinum mánakvøldið 16. mai kl. 20 og á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 18. mai kl. 20.

John í Skemmuni, sum býr í Porkeri, virkar sum fulltíðar trúboðari í og út frá samkomunum.

Ein partur av tænastu hansara er at vitja samkomurnar, og vit gleða okkum at fáa John á vitjan í Betesda. Um Harrin vil, og vit liva, fer John í Skemmuni at tala á møtunum:

  • Sunnukvøldið 15. mai kl. 18.
  • Mánakvøldið 16. mai kl. 20.
  • Mikukvøldið 18. mai kl. 20.

Hjartaliga vælkomin 🙂

Evangeliskt møti 20. februar 2022

Á møtinum luttaka Páll Poulsen, Eyðun Elttør, Tóra við Keldu, Vitin og 17 Sangarar.

Netmøti 9. januar 2022

Kjartan Simonsen og Hjalmar Josephsen tala. Victor Nielsen og onnur leiða sangin.

Netmøti 19. desember 2021

Svend Sivertsen, Olanta Norðbúð og Karstin Neshamar vitna. Paula á Lakjuni luttekur við sangi.

Netmøti 12. desember 2021

Netmøti úr Betesda. Tóra við Keldu og Sámal Mikkelsen luttaka.

Netmøti 5. desember 2021

Orð: Jógvan Páll Steinberg, Elin Neshamar, Agnar Josephsen.

Tónleikur: Jón Johannesen, Dávur Johannesen, Torkil Mørkøre og Jastrið Jacobsen.

Evangeliskt møti – Bíbliulestrarvika – 28. november 2021

Netmøti úr Betesda. Pætur Gerðalíð talar um Hebrearabrævið 12:15-29. Klara Johannesen sigur frá søgu.