Tag Archive for: Maria Mørkøre

Gud er ikki nærsýntur

Hugsi ofta, hvussu sjónin hjá hesum ættarliðnum og teim komandi fer at broytast. Vit brúka alt meira tíð at nærlesa við eina telefon/skíggja. Og man tað ikki fara at hava eina neiliga ávirkan á sjónina? Eg rokni við tí. Kann vera, at vit á onkran hátt víðka sjónarringin, men eg vænti samstundis, at vit gerast nærsýnt við teim likamligu eygunum og snævurskygd sum menniskju.

Tá ið vit fara inn á alnótina, velja vit til og frá. Tað, sum vit tíma, loyva vit fram á skíggjan, og tað, sum vit ikki tíma, kveistra vit burtur. Við tíðini kennir alnetið okkum so mikið væl, at tað bjóðar fram meir og meir av tí, vit vilja síggja. Okkara heimur minkar, samstundis sum vit halda, at hann veksur. Vit fáa eina eintáttaða mynd av heiminum, og hetta skapar polarisering í samfeløgum, fólkabólkum og politikki. Onkur teldusnillingur vil vera við, at hetta enntá kann føra til borgarakríggj og okkara egna undirgang sum menniskju.

Telefonin og alnetið eru hjálparamboð, givin okkum at brúka. Vit kenna tó orðatakið: Vandi er í hvørjari vælferð.

Vit kenna søguna um burturvilsta sonin. Hann var í útlegd, farin heimanífrá við øllum arvinum, sum hann oyðslaði burtur. Tá ið hungursneyðin rakti hann, fór hann at leita sær heimaftur til faðirin.

Men faðir hansara er langsýntur. Hann stendur og skimast eftir soninum, sum hann ivaleyst hevur gjørt dagliga. Og tað stendur (Luk. 15, 20), at hann kendi hann, meðan hann enn var langt burtur.

Eg ímyndi mær, at menniskju fyrr í tíðini vóru langsýntari. Tí tey máttu bæði ansa sær fyri vandum, sum nærkaðust, og liggja og lúra eftir fongi til matna.

Gud er hvørki nærsýntur ella snævurskygdur. Hann sær langt. Um tú ert upptikin í „tínari“ telefon, ella upptikin í smáu trupulleikum tínum, so sær Hann teg.

Søgan um burturvilsta sonin og pápa hansara verður – og er ivaleyst – ein mynd av barna- og faðirsambandinum. Pápin mynd av Gudi og sonurin mynd av okkum. Men hvat um vit nú býta pápaleiklutin um við okkum sjálv?

Vit eiga eisini at vera sum pápin. At skimast, at hyggja út í sjónarringin, at leita eftir tí fortapta – „hava antenninar úti“.

Lat okkum suma út onkuntíð og gera okkum eina heildarmynd, eina størri mynd.

Lat okkum síggja samanhangir, sum menniskju hava alt torførari við í dag.

Lat okkum síggja hvør annan og fáa hvør annan at brenna.

Lat okkum vera hjartaliga eym hvør við annan.

Lat okkum geva lív okkara fyri hvør annan (t.v.s. seta okkara egna tørv til viks fyri tørvin hjá øðrum).

Lat okkum elska hvør annan, so heimurin sær, at vit koma frá Faðirinum.

Tí um vit eru nærsýnt og liva í okkara egnu lítlu verð við smáum brotmyndum av veruleikanum, so er hetta ógjørligt.

Lat okkum síggja ta stóru myndina, men vera trúgv í tí lítla, so setur Hann okkum høgt.

Skrivað hevur Maria Mørkøre

Harrin er hirði mín!

Her vit búgva í Klaksvík, hava vit gott útsýni yvir á Háfjall. Sum navnið sigur, so er hetta eitt høgt fjall. Úr kamarsvindeyganum eygleiði eg ofta hetta fjallið. Serliga um morgnarnar, áðrenn dagurin byrjar.

Niðan móti tindinum er fjallið knortlut og grýtut. Tað er merkt av skriðum og omanlopum. Her er lítil og eingin gróður. Á ongan hátt er fjallið innbjóðandi – ikki fyri meg. Vit síggja skuggasíðuna, og tað dapra umhvarvið í fjallinum bjóðar ljósinum av, sjálvt ein hásummardag við bláum himli.

Hiðani frá skuggasíðuni síggi eg fyri mær ein brattan, tungan, knortlutan túr við klintring og vanda í hvørjum nýggjum fótafeti.

Fjallið er eitt í eini røð av fjøllum. Tað dregur nógvan mjørka til sín. Ofta liggur ein tungur mjørkaflóki yvir tindinum og skuggar fyri sólini.

Tá ið tað mót heysti gerst kaldari í veðrinum, er hesin tindurin ein av teim fyrstu at verða hvíttklæddur. Og so frostið, djúpar kavafannir og stormarnir um veturin. Dugi ikki at ímynda mær nakað verri.

Men …

Hyggja vit gjølla og leita og skimast, síggja vit ein djúpgrønan blett mitt millum tveir stórar hamrar langt uppi. Mitt í brattlendinum, mitt í skriðunum, harða myrka grótinum, hevur ein grøn fløta gjørt eitt ból til leitandi seyðin.

Og hetta fekk meg at grunda á Sálm 23:

„HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, …“

Ert tú mitt í eini melduródn? Ert tú vilstur millum grót og omanlop? Í mjørkanum? Ert tú fastur í brattlendinum og veit tær ongan veg. Hótta vandar? Kennir tú einsemi, vónloysi og skilnað? Gongur tú í kulda á skuggasíðu lívsins?

Finn beiti, lat Hann leiða teg til grasgrøna blettin. Finn trygdina, hvíldina og føðina hjá Hirðanum.

Alt vit uppliva á okkara leið, tá ið sjúka, skilnaður hóttir, tá ið grundvøllurin ristist, tá ið vit vænta skriðurnar, tá kunnu vit finna nýggja styrki og hvíld á grasgrønum fløtum.

Legg merki til, hvussu nógvar náttúrulýsingar vit brúka í dagligdegnum sum myndatalu. Ei undur í. Ikki bara tað, at vit eru umgird av náttúru, men eisini tí, at náttúran ber boð um handaverk Guds. Hon vitnar um Hann, hon talar um Hann.

Rómbrævið 1,20 ger tað greitt fyri okkum, at vit hava onga avsakan“, t.v.s. onga umbering fyri ikki at tilbiðja Gud.

Gudloysingar siga, at eingin Gud er. Teir hyggja rundan um seg og finna ongan gud. Men tað er myrkt í hjørtum teirra, og hjartað er afturlatið, tí teir vilja ikki síggja Gud. Hetta er syrgiligt, einki er syrgiligari enn hetta. Og stoltleiki lívsins leiðir til undirgang og fortaping.

Men gott er at liva í lívd hins Hægsta (Sálmur 91,1) og at kunna siga: Tú ert hjálpari mín í lívi og deyða. Og deyðin er ikki deyði, bert ein skuggi í dalinum. Og deyðin er vinningur, og deyðin er størri enn lívið, tí deyðin leiðir okkum inn til lívið.

Skrivað hevur Maria Mørkøre

Glediligar páskir verða ynskt tykkum

Pieta

Hátíðin páskir stavar frá jødadóminum. Tá ísraels fólk vóru trælir í Egyptalandi og Móses skuldi leiða fólkið út, var seinasta plágan áðrenn útfríanina, at deyðseingilin gekk frá hurð til hurð. Familjan skuldi smyrja blóð á durastavin, sum tekin um at hava dripið eitt lamb, eitt offur. So leyp deyðseingilin familjuna um. Men tey, har einki blóð var smurt, varð fyrstføddi dripin. Tí verða páskir eisini nevndir “passover”, umlopin við deyðanum.

Vit sum familjur sita nú í okkara egnu heimum. Vit vita, at deyðin vitjar. Vit vóna og bidja til, at vit ikki verða rakt, men uppliva “passover”. At deyðseingilin fer framvið okkum.

Tað er púra menniskjaligt at vilja fasthalda lívinum og hvørjum andadrátti, so leingi sum møguligt. Vit vilja ikki sleppa. Tí hvat hava vit so?

1. páskamorgun vitnar um Jesus sum breyt allar nátturligar reglar. Hann gekk móti náttúrunnar kreftum. Hann hevði ligið í grøvini meir enn 1 døgn. Likamið var salvað og bundið inn. Steinurin var rullaður fyri. Vakt varð sett við grøvina, so eingin skuldi stjala likamið.
Men Hann breyt ígjøgnum.
Hvør fær steðgað Hansara vilja?
Eingin! Steinurin var rullaður frá, likamið, sum var hálvrotið, gjørdist nýtt og reis upp. Hann gekk út ur grøvini. Tí tað skuldi Hann.
Hann kom at fullføra verkið, sum Gud Faðirin hevði ætlað. Jødisku páskirnir frá Egyptalandi peikaðu fram til hesa kollveltandi hending á Golgata. Jesus verður nevndur sum eitt lamb, sum verður dripið. Leitt avstað til altarið, Hann gjørdi onga mótstøðu. Hann krógvaði seg ikki í karantenu. Tað hevði Hann lættliga kunnað. Hann reið sjálvboðin inn í Jerusalem Pálmasunnudag, át páskalambið við vinunum skúrishóskvøld, áðrenn Hann kom í deydaangist í Getsemane somu nátt.
Nú byrjaðu vinirnir at svíkja. Teir forráddu Hann. Avsløraðu Hann. Vildu ikki kennast við Hann. Tóku frástøðu, Hann luktaði nú av deyða, av “korona”

Og Hann fekk “korona”, Hann varð krýndur henda líðilanga myrka, dapra langafríggjadag. Hann varð krýndur við deyðiligari krúnu.
Ikki varð Hann upplyftur ella heiðraður á nakran hátt. Hann fór gjøgnum deyðan í einsemi.
Hann fasthelt ikki lívinum, men gav tað upp til frelsu fyri heiminum.

Síggja tit samanhangin gjøgnum frelsusøguna? Ísraelsfólk varð bjargað gjøgnum blóðið í durastavinum. Heimurin kann bjargast gjøgnum blód Jesusar? Tað kann bjarga okkum frá ævigum deyða.
Líka so líðandi, myrkur, pínufullur og dapur langifríggjadagur var, líka vónrikur og bjartur er páskamorgun. Tí Hann reis úr grøvini. Hann sigraði á deyðanum.
Mission completet.
Vit deila søguna upp her: fyri Krist. Og eftir Krist.
Sjálvi eru vit í eini heimskreppu. Vit fara ivaleyst at býta tíðina upp í fyri corona og eftir corona.

Men tá Gud, skaparin av lívi og deyða, kundi ganga móti øllum hesum náttúrukreftum og reisa Jesus upp, kundi Hann so ikki avlíva coronavirus? Sjálvandi!
Her leypur ketan av hjá mongum, og tey spyrja, tá Gud er kærleiki, hvussu kann tað vera, at Hann loyvir líðing?
Hvussu kann Gud loyva Sínum einasta Soni at líða?
Jú, netupp tí Hann er kærleiki.
Fellur ikki sáðið i jørðinaog doyr, ber tað ongan ávøkst, lati hendan setning standa opnan til eina sjálvrannsakan henda 1. Páskamorgun, uppreisnarmorgunin til vón og lív.

(Málningin kalli eg “pieta”, sum merkir náði ella miskunn á italienskum. So passandi beint nú, tá nógvar bønir verða lyftar upp fyri Italia)

Skrivað hevur Maria Mørkøre

Sálmur 1, 1-2

Fyrstu ørindi av øllum teim mongu ørindum í sálmunum havi eg mangan grundað yvir. Hesi eru ikki bara orð, sum hanga í leysari luft. Men kunnu til eina og hvørja tíð takast og brúkast til gudsmenniskjað.

„Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita, men hevur gleði sína í lóg Harrans og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt!“

Eins og á døgum sálmistsins, so í dag eru tey so viðkomandi, sum nakað. Tí Orð Guds er livandi og gevur okkum lív, vísdóm og kraft til hvørja tíð og hvørja avbjóðing í lívinum.

Onkur hevur sagt, at vit drukna í informatión fyri tíðina, men vit hungra eftir vísdómi. Sera beinrakið. Hvat nyttar øll informatión, um vit ikki duga at brúka hana í okkara dagliga lívi?

Men hvat sigur sálmisturin okkum í hesum broti? Sælur merkir við øðrum orðum eydnuríkur. Men merkir tað, at vit gerast eydnusom, um vit ikki sita har spottara sita, ella ganga á vegi syndara ella í ráði hina gudleysu? Jú, á ein hátt. Men tað meinast ikki við, at vit ikki skulu vera saman við gudleysum og spottarum. Tað merkir, at vit ikki skulu taka undir við spottinum, at vit ikki skulu ganga somu gøtu sum syndarar og gudleys. Men vit hava okkara egna pláss í lívinum og samfelagnum. Vit hava okkara egnu rødd og okkara vitnisburð í hesum heimi til hesa tíðina.

Vit hava eina aðra rødd og ein annan vitnisburð enn heimurin. Vit hava ein annan hugsunnarhátt enn andin í hesum heimi. Okkara hugsunarháttur eigur ikki at samsvara hugsunnarháttinum hjá hesum heimi.

Tað er ein avbjóðing at liva í dag. Tað er ein avbjóðing at liva sum eitt gudsbarn í hesi tíð. At vita, hvat er rætt ella skeivt eftir Guds Orði er ein stór avbjóðing.

At liva sum eitt gudsbarn hevur ikki ein facitlista. Men harafturímóti hava vit Andan og Orð Guds. Einasta loysn er at kenna Guds Orð. Ikki bara vita, hvat stendur har. Ikki bara taka Orð Guds sum ein informatión um Gud. Men sum ørindi 2 sigur, so at grunda á Lóg Guds bæði dag og nátt. Jesus sigur, at Hann er hitt livandi breyði. Hann er eisini Orðið. Orðið kom í heimin, tá Jesus kom í heimin. Jesus og Orðið kunnu ikki skiljast at. Eins og Gud er kærleiki, ikki bara hevur kærleika, men ER kærleiki, so ER Hann eisini Orðið. Vit skulu inntaka Hann, sum vit inntaka okkara dagliga breyð. Orðið er føði okkara. Orðið skal tyggjast og grundast á, so Orðið ger sítt arbeiði í okkum bæði dag og nátt.

Hetta hendir ikki frá einum degi til næsta. Hetta er eitt arbeiði, vit eiga at stremba og tráa eftir. Vit eiga at vera svong dagliga eftir Hansara Orði.

Tá vit í fyrstu atløgu lesa Guds Orð, so er tað bert vitan fyri okkum. Lesa vit tað aftur og aftur og gera tað til ein rættisnór í lívinum, so grunda vit á tað bæði dag og nátt, og tað broytir okkara tankar. Broytir tað okkara tankar, so broytir tað okkara gerðir. Broytir tað okkara gerðir, so broytir tað okkara vanar. Broytir tað okkara vanar, broytir tað okkara lagnu. Og heimurin fer at síggja vitnisburðin um ljósið. Vit gerast eydnurík.

Eru gudsbørn altíð eydnusom? Og hvat merkir tað at vera eydnusamur? Øll stremba eftir eydnu í lívinum. Tað er ymiskt, hvat menniskju halda fer at geva teimum gleði og eydnu. Tað kann vera jørðisk virðir, gott umdømi, góðir vinir, gott arbeiði, familjulívið vm. Men sonn eydna er at kenna og grunda Guds Orð og lata tað mynda okkum. Hví er tað so? Er Bíblian ikki bara ein gomul ótíðarhóskandi bók um gamlar søgur? Hon er okkara grundarlag. Tá vit byggja á hana, byggja vit á klett. Tá vit byggja á broytandi tíðarrák í hesum heimi, byggja vit á sand, sum ikki heldur okkum, tá ódnarveðrið kemur. Sum sagt, so er hon livandi og gevur íblástur til lívið. Sonn eydna er at vera frælsur. Ikki at vera bundin at hesum heimi. Ikki vera bundin at fylgja hesum tíðarandanum. At vita, at her hoyri eg ikki heima, men nakað betri bíðar mær. Og har sum Orðið og Andin eru til staðar í lívinum, har er veruligt frælsi. Orð Guds setur menniskju í frælsi. Frælsi frá trældómi syndara.

Tí gerast vit eydnusom, ella sæl: tá vit kenna Hann og Hansara Orð, og tá vit hava latið Orðið broytt okkum innanífrá og út. Frá tanka til lagnu.

Skrivað hevur Maria Mørkøre.