Tag Archive for: Maria Mørkøre

Ein religiøsur gud?

Tilbiði eg ein religiøsan Gud? Hvat merkir tað?

Vit síggja fráfall allastaðni rundan um okkum. Okkurt sjónligari enn annað. Men vit kunnu eisini spyrja, um hetta er fráfall hjá einum, sum veruliga hevur „smakkað og sæð, at Harrin er góður“ (Sálm. 34,9), ella hevur eingin andalig umvending verið?

Frá tí vit eru smábørn, byrja vit at gera okkum eina mynd av, hvør Gud er. Hetta gera vit út frá tí, sum vit uppliva í lívinum – hvussu okkara foreldur og onnur eru móti okkum o.s.fr.

Søgur um Gud verða sagdar okkum. Vit koma í sunnudagskúla, á møti, til stevnur, á bíbliuskúlar. Og sjónarringurin um Gud breiðkast meir og meir. Vit fortelja hvør øðrum, hvussu Gud er. Serliga í kreppustøðum vilja vit hjálpa og geva hvør øðrum bíbliuørindi sum eina troyst.

Vit uppbyggja trúnna hjá hvør øðrum við at leggja áherðslu á kend ørindi ella brot úr Bíbliuni. Soleiðis eru vit lærd og geva lærdómin víðari til børn okkara.

Vit læra um ein Gud, sum ALTÍÐ ansar eftir okkum, so einki ringt kann henda! Men ymiskt ringt hendir! Vit læra um ein Gud, sum gevur okkum tað, sum vit hava tørv á; men í fátøkum londum svølta tey kristnu. Vit læra um ein Gud, sum opnar dyr og javnar okkum gøtuna, men eitt ótal av kristnum verða forfylgd, sita í fangahúsi, verða pínd og dripin. Hvussu samsvarar alt hetta? Hvussu lofta vit hesum, tá ið ein kristin flytur seg frá barnalærdóminum inn í vaksnu trúarspurningarnar?

Eg eri ofta í trúarkreppu. Fái ikki alt at hanga saman. Eg havi nøkur val: Eg kann varðveita mína barnatrúgv, ikki lata trúnna órógva aðrar tankar, ella lata aðrar tankar órógva trúnna. Men eri eg tá sonn? Er trúgvin tá ein sameindur partur av mær, har eg bæði eri kristin og menniskja? 

Eg kann eisini venda trúnni bakið, tí hon hóskar als ikki inn í nýggju vaksandi heimsmyndina, sum búnast í mær.

Ella ein triði møguleiki: Eg víðki andaliga og bíbilska sjónarringin, so eg vaksi andaliga í samsvari við vitið. Trúgvi, at hesin triði møguleikin er loysnin. At tora at seta Gudi spurningar. Hann verður ikki tikin av bóli av okkara tankum. Ei heldur verður Hann vónbrotin av okkara iva. Hann hevur roynt tað fyrr. Rokni við, at Hann verður vónbrotin, tá ið vit ikki taka Hann við í okkara tanka- og kenslulív. Hann vil avgjørt opinbera meir av Sær sjálvumfyri tær. Gjøgnum Orðið, Heilaga Andan, gjøgnum onnur trúgvandi og gjøgnum ta skaptu náttúruna. Hann sigur sjálvur, at náttúran prógvar Hann (Sálm. 19,2).

Nógv venda kristnu trúnni ella samkomuni bakið. Kanska eru tey vónbrotin? Tey halda, at Gud er ikki tann, vit tosa um, ella at vit eru hyklarar, ella at vit tosa uttan at elska. Nógvar kunnu vera grundirnar.

Eg byrjaði við spurninginum: Ein religiøsur gud?

Tað er ein, sum vit sjálvi evna til út frá teim brotum vit hoyra, soleiðis sum vit hava upplivað heimin rundan umokkum, soleiðis sum onnur troysta og uppbyggja okkum, soleiðis sum vit velja at lesa úr Orðinum. Kundi hildið áfram. Gud biður okkum um ikki at telgja okkum gudar (5. Mós. 5,7-8). Men telgja vit okkum ein gud, sum er so lítil, at Hann passar í okkara egna lumma, so vit taka hann fram, táið tørvur er á tí? Og gerst Hann til endan so lítil, at ikki erneyðugt at taka Hann fram, tí vit klára okkum væl uttan Hann? Tí sannleikin er, at vit klára okkum væl uttan Hann í góðum tíðum, og kanska eisini í lívinum. Men í deyðanum? 

Eg haldi, at ofta tilbiði eg ein religiøsan gud. Eg havi gjørt mær eina mynd av Honum. Eg vænti, at Hann er á ein ávísanhátt, at Hann virkar í heiminum og í menniskjanum, soleiðis sum eg kenni til. Eg havi mínar egnu væntanir til Hansara.

Í sær sjálvum er ymiskt ikki skeivt, men tað er, tá ið vit avmarka Hann til at passa inn í okkara høvd. Hann er størri, rúmligari, meira skapandi og elskandi, enn vit megna at hugsa. Hann arbeiðir og opinberar Seg á tann hátt, Hann ætlar sær.

Gud er Gud, og Gud er spennandi – ikki ein lítil religiøsurgud, sum vit kunnu telgja og koyra í lumman til seinni nýtslu. Gud kunnu vit øll kenna og vaksa í. 

Hvør er so loysnin? Orðið saman við Heilaga Andans opinbering er loysnin. Í Jeremiasi 23,29 lesa vit:

„Er ikki orð Mítt sum eldur – sigur HARRIN – og sum hamari, ið sorar fjøll!“

Hamari, sum sorar fjøll. Fjallið kann vera okkara egnu tankabygningar. Tað, sum vit hava bygt upp kanska í bestu trúgv. Men Hansara Orð kann sora hesar skeivu tankabygningar sundur. Tann sál, sum veruliga søkir sannleikan um Hann, fer at finna Hann. Tí Hann vil ikki lata okkum faðirleys eftir (Jóh. 14,18). Hann vil vísa okkum vegin og opinbera Seg meir og meir. Hann krógvar Seg ikki, tá er tað heldur vit, sum krógva okkum. Vit, sum vilja verða í myrkrinum í tí støðu, har vit halda, at vit eru tryggast. Men tað er ein lygn, sum Satan billar okkum inn.

Gud er ljós, og einki myrkur er í Honum. Jesus segði eisini, at vit skulu koma at kenna sannleikan, og sannleikin skal seta okkum í frælsi. Eri sannførd um, at hetta merkir meir enn tað at gerast eitt Guds barn. Heilaga lívið er eitt framhaldandi lív, har vit verða sett í størri frælsi, betur vit kenna Hann.

Má Guds Orð gera okkum fræls frá einum religiøsum gudi.

Frá óskili til skil

Vit vita ikki, hvussu tað hevur gingið fyri seg, tá ið Gud skapaði alheimin. Vísindini vita tað heldur ikki. Niðurstøðurnar, sum komið verður til, verða allar bornar fram í trúgv. Vit hava Guds orð, sum gevur okkum eina einkla frágreiðing um skapanina. Gud hevur valt at opinberað hana fyri okkum við nøkrum fáum orðum. Hví hevur Hann gjørt tað?

Kundi tað ikki verið áhugavert at fingið meir at vita um tilgongdina í skapanini? Men eg trúgvi, at stutta svarið er, at Bíblian er ikki ein spenningssøga, ei heldur ein vísindagrein. Hon er ætlað okkum at koma at kenna Hann og síggja Hansara ætlan í søguni.

Johannes Møllehave, prestur og rithøvundur, er fyri stuttum farin hiðani. Hann gjørdi sær nógvar tankar um lívið og endan á lívinum. Men hann segði sjálvur, at hann gjørdi sær ikki so nógvar tankar um Himmalin, meir enn, at hann vónaði, at har vóru bókasøvn, tí tey kundi hann ikki vera fyri uttan.

Sjálv vóni eg at síggja „upptøkuna“ av skapanini, tá ið eg komi til Himmals. Hvussu Gud við Sínum skapanarevnum broytti einskyns óskil til skil.

Vísindi royna at skúgva Gud til viks. Tey siga seg ikki hava tørv á Honum. So vísindini eru komin við tí haltandi ástøði, at alheimurin varð til við Big Bang, og einki stóð aftan fyri hesa tilgongd (summi vísindafólk trúgva tó, at onkur intelligensur hevur sett í gongd). Við tíðini funnu bitlarnir frá spreingini eitt slag av skili, t.v.s. frá óskili til skil.

Eg havi ongan trupulleika við Big Bang, tí møguliga hevur Gud skapað alheimin við hesi spreinging.

Tá ið Gud fór undir at skapa, hevur møguliga verið okkurt slag av óskili, men fyri Gudi er einki óskil. Fyrra Korintbræv 14;33 sigur:

   „Gud er jú ikki Gud óskils, men friðar.“

Um óskil hevur valdað undir skapanini, so kunnu vit vera vís í, at fyri Honum var tað skil, og Hann visti, hvussu fullkomið tað fór at verða.

Vit lesa í Fyrstu Mósebók 1,25:

   „… Og Gud sá, at tað var gott.“

Tað var fullkomið. Hann skapti djór og menniskju, og fyrstu tíðina valdaði friður, einleiki og javnvág. Alt var sera gott. Tað var einleiki millum Gud, menniskju og náttúru, líka til syndin kom inn í heimin. Síðani tá hava vit kent avleiðingarnar av syndini. Tað gjørdist myrkt og brotið, eitt slag av óskili kom í, og nú kenna vit bert í brotum. Tað er ein manglandi javnvág millum menniskju, Gud og náttúru. Friður er vorðin óskil.

Tann syndarligasta avleiðingin er, at menniskjað nú er fortapt uttan Gud. Menniskjað hevur flutt seg burtur, hevur sjálvt sett seg á trónuna og heldur seg vera tað hægsta í alheiminum. Menniskjað heldur áfram at taka av fruktini í urtagarðinum við vón um at fáa meir vísdóm. Men sannleikin er, at tað bert skapar meir deyða og óskil. Menniskjað vil ikki kennast við skaparan, og ongantíð áður hava vit livað í so brotnum heimi sum júst í dag.

Vit, sum áttu at livað í friði, rættlag, javnvág og einleika eru farin hvør sín veg, har vit hava bygt okkara egna verjugarð, og vit royna at finna sannleikan inni í okkum sjálvum.

Soleiðis eigur ikki at vera.

Í løtuni lesi eg um, hvussu myndlistin gjøgnum tíðirnar hevur avdúkað tankarák menniskjans um Gud og tilveruna. Tað, sum hevur sermerkti vesturlendsku siðmenningina eftir Krist, er, at málningalistin hevur havt eitt slag av skili, javnvág, endamáli, meining og einleika. Hon segði frá menniskjanum, Gudi og náttúru sum eini heild, og andaliga dimensjónin varð tikin við. Hetta helt fram í fleiri hundrað ár, og tað áhugaverda er, at tá ið vit koma inn í ta modernaðu tíðina, so fer gudsmyndin úr myndlistini. Tað er eisini um hesa tíðina, at Gud fer úr tonkum menniskjans, og vísindi koma ístaðin fyri Gud. Menniskjað setir seg hægri enn Gud og skúgvar Hann til viks.

Listafólk leita nú ikki uppeftir eftir íblástri, men fara inn í seg sjálv, og har ræður óskil og skilaloysi.

Nú verður listin fragmenterað. Tað merkir, at hon verður sundurskild og fer at avmynda náttúru og menniskju sum avskeplað. Ei undur í, tá ið vit inni í okkum eru falnir og avskeplaðir syndarar. Úr hesi fragmenteraðu listini sprettir abstrakta listin eins og kaotisk, skilaleys, postmodernað list.

Hyggið at listini gjøgnum tíðirnar, og tit skilja, hvussu menniskju hava hugsað um Gud og tilveruna.

Hesir vónleysu tankar um fragmentering (sundurpetting), gudloysi og óskil leiða meg tíbetur til Hann. Hann, sum er skaparin enn í dag. Eins og okkurt kanska tóktist vera í onkrum óskili í upphavi, so hevur Hann alla tíðina havt tamarhaldið. Hann hevur eisini tamarhaldið, tá ið óskil er í okkara lívi.

Jeremias 18. kapittul sigur frá leirkerasmiðinum, sum arbeiðir við leirinum. Hann myndar eitt ílat; men ílatið miseydnast. Hetta kann tykjast okkum sum óskil eina løtu; men leirkerasmiðurin hevur eina ætlan. Hann ger tað umaftur til annað ílat, sum hann nú vil hava tað at vera. Hetta er ein troyst bæði fyri einstaklingin, sum kennir seg miseydnaðan og fyri heimin, sum liggur í tí ónda.

Tað verður ein endurreisn.

Johannes Møllehave skrivaði bókina „Det ender godt“. Hann hevði sjálvur livað eitt lív við tunglyndi og sjálvmorðstonkum; men endin hjá Guds børnum verður góður.

Í Opinberingini sigur Gud (Op. 21,5):

   „Hygg, Eg geri alt nýtt!“

Ofta hugsa vit um Opinberingina sum ein fjaran veruleika í framtíðini, men vit mugu minnast til, at bókin er skrivað til samkomurnar tá til ugga og troyst, og hon hevði týdning fyri tey eins, og hon hevur fyri okkum í dag.

„Det ender godt“ merkir ikki, at vit skulu sita óvirkin og bíða eftir endanum. Nei, vit skulu vera virkin í heiminum, sum liggur í tí ónda. Vit skulu vera virkin í vitnisburðinum um, at Gud hevur endurreist nakað brotið í okkum, og hetta er ein kraftmikil vitnisburður og vón til ein líðandi heim.

Sálin og tankar okkara

„… Lova HARRANUM, sál mín, og alt, sum í mær er, lovi heilaga navni Hansara!“ Sálmur 103,1

Sálarfrøðingar siga, at vit ERU sál fram um at hava eina sál, eins og vit eru eitt likam. Vit eru sál, andi og likam. At skilja millum sál og anda kann vera avbjóðandi, men tað, sum eg fari at taka fram, er sálin í menniskjanum.

Vit liva í eini tíð, sum er úrslit av undanfarnum tíðum. Vit byggja á tað farna, bæði tað góða og tað ringa. Menniskjanflytur seg, bæði so og so. Stundum flytur hon seg nærri tí guddómligu fullkomnu ímyndini og til aðrar tíðir burtur frá.

Koronutíðin hevur lært okkum sera nógv um okkum sjálv. Vit raðfesta likamliga heilsu ómetaliga høgt, ja, so høgt, at hon ofta verður raðfest hægri enn sálarliga heilsan. Einki beinleiðis skeivt í at skýggja hesa sjúku, sum bæði hevur deyða og seinárin við sær. Um vit nú verða rakt av seinárinum, kann hetta bera í sær, at vit gerast minni virkin í arbeiðslívinum. Og tá ið vit rokna jarðisku tilveruna so høgt, gera vit alt fyri at sleppa undan hesi sjúku. Vit siga enntá, at „tíð er pengar“ uttan at hugsa um, hvat tað inniber. Kanska tíð er at steðga á. Hugsa tær, um tú misti alt? Um tú misti arbeiðsførleikan og alt tað jarðiska. Er lívið tá framvegis nakað vert? Kanska fert tú tá av sonnum at siga, at einki kann skilja okkum frá kærleika Kristusar, hvørki lív ella deyði ella korona.

Sálin! Tað er hon, sum tilbiður Gud. Tað er hon, sum søkir Gud og leingist eftir Honum. Og tað er okkum nóg mikið, tí til tað vórðu vit skapað: at tilbiðja Hann. Í sálini sprettir vónin, tí vónin myndast í tonkunum. Sálarfrøðin sigur, at sálin fyrst og fremst er okkara tankalív. Tá ið vit gerast sálarliga sjúk, hevur okkara tankalív liðið ov leingi.

Vert er at geva sær gætur, hvørjar tankar ein hevur. Hvussu hugsa vit í lívsins umstøðum og avbjóðingum? Megna vit altíð at taka undir við orðunum í Sálminum – sál mín, lova Harranum, ALT, sum í mær er, lova Harranum? Vit skapa sjálv okkara lív. Vit eru ikki eitt tilvildarligt úrslit í alheiminum, sum bara skal fylgja streyminum frá punkt A til B. Ein og hvør eigur at taka ábyrgd fyri sínum egna lívi. Tað er nógv, sum møtir okkum í lívinum, og nógv er uttan fyri okkara egnu ávirkan, men vit avgera sjálv, hvussu vit møta hesum.

Alt byrjar í tonkunum. Tað byrjar í sálini. Eins og vit leggja nógv fyri at hava eina góða likamliga heilsu, áttu vit at lagt enn meiri fyri at havt eina góða sálarliga heilsu. Alt byrjar í okkara tankalívi, okkara innasta. Har er ríkidømi at finna. Eitt ríkidømi, sum ongin kann taka frá okkum. Mær dámar so væl orðini hjá Victor Hugo: 

Eitt er, sum er størri enn havið – tað er himmalhválvið. Eitt er, sum er størri enn himmalhválvið – tað er tað innasta í sálini.

Hugsa vit um likamið, so er tað avmarkað. Tað er avmarkað til staðið, har vit eru stødd, og tað er avmarkað til tíðina, sum er givin okkum at liva. Men avmarkingarnar í sálini eru næstan ongar. Tá ið eg sigi næstan ongar, er tað tí, at vit sum menniskju eru avmarkað, so leingi vit eru menniskju og liva í skugganum av syndafallinum. Men samanborið við likamið hevur sálin frítt at fara. Hon ferðast hagar, tankarnir leiða hana, og hon verður myndað av tí, vit eru upptikin av. Er sálin upptikin av tí góða og dámliga, so blómar hon. Er hon harafturímóti upptikin av stúranum og myrkri, so fánarhon og líður.

Um vit veruliga vilja taka undir við Dávidi í Sálmi 103, har hann tilbiður Gud við allari sál síni, so megna vit eisini tað. Tá ið sálin er okkara tankalív, so kunnu okkara tankar vera upptiknir av Gudi.

Men treytin er, at vit sum menniskju mugu hava eina rætta gudsmynd. Er hon røtt, verða vit sum menniskju og gudsbørn meira tilvitað. Jesus var jú bæði heilt menniskja og heilt Gud. Granska vit Hansara lív, síggja vit, hvussu nógv Hann var menniskja. Hann var á ongan hátt ein religiøsur hyklari, tvørturímóti so avdúkaði Hann religiøsitet og hyklarí.

At tilbiðja Gud við allari okkara sál krevur nakað av okkum. Tað krevur disiplin og áhaldni. Tað krevur, at vit gerast tilvitað um tankar okkara, at vit taka tankarnar til fanga og royna teir á Orðið.

Bið Gud leiða teg í Hansara tankar, so fært tú eina sanna og rætta gudsmynd og samstundis eina rætta mynd av, hvør tú ert sum menniskja.

Vit eru tíverri øll meir ella minni uppvaksin við skeivari gudsmynd. Hetta er religiøsitetur og má lúkast úr tonkum okkara. Tað finst eingin ávís uppskrift, tí vit eru øll ymisk, men eitt eiga vit í felag, og tað er Talsmaðurin, sum kann leiða okkum í allan sannleika. Mátti Hann hjálpt okkum við hesum.

Pætur – ein klettur!

Eitt sindur um Pætur, ein av lærisveinunum, sum var Jesusi nær. 

Vit kenna frá barnsbeini sangin:

                                                   Pætur út á vatnið gekk,

                                                  tá hann sá á Jesus.

Og jú, Pætur gekk á vatninum, so leingi hann hugdi á Jesus. Men so fór hann at søkka, tí hann hugdi at umstøðunum, havsbylgjunum, rundan um seg. Vit hava øll tað í felag við Pætur, at vit hyggja at havsbylgjunum rundan um okkum ístaðin fyri at hava Jesus fyri eyga. Tá er tað, vit byrja at søkka, vit lata bylgjurnar taka okkum. Men vit hava ikki øll tað til felags við Pætur, at vit stíga úr bátinum í trúgv, sum hann gjørdi. Hattin av fyri Pæturi, hann steig úr bátinum. Kanska hava vit heldur hug at døma Pætur: „Hvussu kundi hann hyggja at havsbylgjunum, tá ið Jesus var framman fyri honum? Sami Jesus, sum hevði prógvað, hvør Hann var? Hvussu kundi Pætur ivast?“

Ein onnur søga um framfýsna Pætur:

Í Jóhannes 13. kapitli tosar Jesus um deyða Sín. Hann sigur lærisveinunum, at teir kunnu ikki fylgja Honum, hagar Hann fer. Men Pætur er kvikur at geva lyfti. Hann lovar Jesusi, at hann vil enntá geva lív sítt fyri Hann. Jesus svarar honum (v. 38):

„Skalt tú geva lív títt fyri Meg? Sanniliga, sanniliga sigi Eg tær: Hanin fer ikki at gala, fyrrenn tú tríggjar ferðir hevur avnoktað Meg!“  

Soleiðis varð. Tá ið Jesus var tikin og dømdur, tá sviku vinirnir Hann, allir sum ein, eisini Pætur. 

Sagt varð fleiri ferðir við Pætur, at hann var ein av teimum, sum fylgdist við Jesusi, men hann noktaði at kennast við Hann. Pætur, sum beint frammanundan ætlaði at geva lív sítt fyri Jesus, stakk nú halan millum beinini og flýddi bebbaræddur. 

Nú skuldi tú trúð, at úti var við Pæturi. Nú fór Jesus helst ikki at tíma at fáast við hendan vingliskøltin meira. Hjá Pæturi var tað bara orð. Hann var skjótur at tosa og lova, tá ið kenslurnar vóru góðar. Júmen, her kenna vit okkum aftur í Pæturi. Lætt er at geva lyfti, tá ið alt kennist gott og trygt.

Í Jóhannes 21. kapitli fer ein hending fram aftan á, at Jesus er risin upp:

Tað er tíðliga á morgni við Tiberiasvatn. Pætur og nakrir aðrir lærisveinar, ið fóru út at fiska, høvdu roynt alla náttina, men einki fingið. Teir sigla móti landi og síggja ein mann standa á strondini. Hann biður teir seta garnið út høgrumegin bátin, so skuldu teir fáa. Teir so gjørdu, og nú var garnið fult av fiski. Tá skiltu teir, at hetta var Jesus.

Hugsa tær, hvussu skilaleyst hetta tóktist! Pætur og teir hava roynt alla náttina, men einki fingið, og so biður Jesus teir seta garnið út høgrumegin bátin, og nú vóru teir ikki mentir at draga garnið upp, so nógvur fiskur var í tí. Hvat hendir her? Jú, Jesusar skapandi orð gera undurverk, og lýdnið móti Honum – eisini tá ið boðini tykjast skilaleys – gevur signingina.

Síðan hava teir samfelag við Jesus. Ímynda tær hesa heilagu løtu: Morgunstund, og hin upprisni Jesus stendur á strondini. Teir høvdu einki fiskað, men lýdnir móti boði Jesusar hava teir nú fingið fult garn av fiski. Tá ið teir koma á land, síggja teir kolgløður við fiski og breyð. Ein máltíð liggur til reiðar til teir. Jesus tekur breyðið og gevur teimum tað og fiskin, og teir eta.  – Man tað ikki hava verið ein vælsignað máltíð – móðir og svangir eftir eina strævna nátt.

Tá ið teir høvdu etið, fer Jesus at tosa beinleiðis við Pætur. Hann eggjar hann (Jóh. 21,15):

Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg, meir enn hesir?“ Og Símun Pætur svarar: „Ja, Harri, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ Tá segði Hann við Símun Pætur: „Føð lomb Míni!“

Jesus spyr hann aðru ferð (Jóh. 21,16):

„Símun, sonur Jóhannes, elskar tú Meg?“ og Símun svarar Honum: „Ja, Harri Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ Tá segði Jesu við hann: „Ver hirði hjá seyði Mínum!“

Og triðju ferð sigur Jesus við Pætur (Jóh. 21,17-19):

„Símun, sonur Jóhannes, hevur tú Meg kæran?“ Pætur varð tungur, tí Hann triðju ferð segði við hann: „Hevur tú Meg kæran?“ og hann segði við Hann: „Harri, Tú veitst alt, Tú veitst, at eg havi Teg kæran!“ Tá segði Jesus við hann: „Føð seyð Mín!

Og Jesus heldur fram at siga við Pætur, at tá ið hann var yngri, vildi hann gera alt sjálvur og fara hagar, sum hann hevði hug til. Men tá ið hann verður gamal, fer hann at loyva einum øðrum at gera seg til reiðar at fara hagar, sum hann ikki vil. 

Hetta segði Jesus fyri at vísa Pæturi, hvussu hann skuldi doyggja fyri at dýrmeta Gud. Og tá ið Jesus hetta hevði sagt, segði Hann við Pætur (Jóh. 21,19): „Fylg Mær!“

Pætur fekk ein nýggjan møguleika, eina nýggja byrjan. Hann fekk eitt kall frá Jesusi, og vit vita eisini, at Pætur upprunaliga varð kallaður Símun, men Jesus hevði givið honum navnið Pætur, sum merkir klettur. Pætur, sum var ein bebbaræddur vingliskøltur,var av Jesusi valdur at verða ein klettur? Pætur skuldi verða ein klettur, ein grundvøllur, sum samkoman skuldi byggjast á. Hví valdi Jesus ikki ein sterkan, støðufastan, djarvan persón? Men tað gjørdi Hann ikki. Hann valdi Pætur, tí Hann skuldi opinbera dýrd Sína í og ígjøgnum hann. Jesus skuldi gera eitt arbeiði í honum, Hann skuldi gera hann til ein klett, so heimurin kundi vitna um Jesusar verk.

Í Ápostlasøguni 2. kapitli verður Heilagi Andin útheltur á hvítusunnudegi. Jesus er farin til Himmals. Hann er farin frá lærisveinunum, men Hann hevði lovað at sent Talsmannin at verða hjá teimum. Og nú kom Talsmaðurin, Heilagi Andin. Hann kom við troyst, kraft og dirvi og fylti staðið og fólkið.

Her stígur ein umbroyttur Pætur fram. Púra óttaleysur, fullur í kraft og vísdómi. Hann talar til fólkið um Jesus. Og hendan dagin tóku okkurt um 3000 sálir ímóti Honum, og tey vórðu doypt. Her varð NT-samkoman stovnað, og Jesusar orð gingu út, at Jesus skuldi byggja samkomuna á klettin Pætur. Vit lesa víðari í Ápostalsøguni um Pætur, sum ger undurverk, sum vitnar í dirvi, sum verður settur fastur fyri trúnna, vitnar fyri ráðnum. Hetta var sami Pætur, sum stutt frammanundan flýddi bebbaræddur, tá ið hann varð spurdur um Jesus.

Bíblian snýr seg ikki um hetjur, sum dýrmettu Harran. Hon snýr seg um Hann. Alt peikar á Hann og Hansara verk. Hesum kunnu vit hvíla í og hava ta vón, at eisini í okkum kann Hann gera slík undur, bert um vit játta at elska Hann og vilja føða lomb og seyð Hansara og vera hirði hjá seyðinum.

At taka landið

Mangan hava vit bert hug at dvølja í Nýggja Testamenti (NT) ístaðin fyri at lesa Bíbliuna sum eina heild. Tað kann tykjast langdrigið og óviðkomandi at stríða seg ígjøgnum tekstir í Gamla Testamenti, og vit spyrja okkum sjálv, um nøkur nytta er í at lesa hesir tekstir? Hugaligari tykist at lesa um lív og læru Jesusar og brøvini, sum eru læran til samkomuna og okkum persónliga í dag.

Men hví lesa Gamla Testamentið (GT)?

Uttan GT hava vit ikki eina heilstoypta mynd av Gudi og Hansara frelsuætlan. Alt orð Guds er innblást av Honum og er nyttuligt til lærdóm. Tá ið vit koma at kenna GT betur, eins væl og NT, síggja vit hendan samanhangin, hetta mynstrið, sum er eitt heilvovið mynstur yvir Hansara søgu til okkara. Tað gongur ein reyður tráður ígjøgnum, og týdningarmikið er at fáa fatur á hesum tráði.

Vit hoyra mangan, at Gud er ikki hin sami í GT sum í NT. Vit hava ein nýggjan sáttmála at ganga eftir. Jú, satt er, at NT (Róm. 10,4) sigur, at Kristus er endi lógarinnar, hvørjum tí til rættvísi, sum trýr. Men Gud er hin sami. Hann er hin sami náðiríki Gud í GT, sum Hann vísir gjøgnum Jesus í NT.

Eg havi valt at taka dømi fram um Josva í hesi andakt. Vit kunnu spyrja – hvat hevur ísraelssøga og søgan um Josva at siga okkum í dag? Hvussu kann hetta gerast viðkomandi fyri okkara lív?

Flestu okkara kenna søguna. Tjóðin Ísrael verður myndað í Egyptalandi, har tey verða hildin trælir í 430 ár. Tey verða loyst úr trælahaldinum gjøgnum Móses og leidd út í oyðimørkina, har tey ferðast í 40 ár. Tey hava fingið lovað landið, sum longu er teirra. Landið, sum flýtur í mjólk og hunangi; men Móses fær bert loyvi til at skoða inn í landið, áðrenn hann doyr. Og av vaksna ættarliðinum, ið fór út av Egyptalandi, sleppur eingin inn í lovaða landið – eingin uttan Kaleb og Josva. Gud hevur útvalt Josva at føra tey inn í bardagan, sum er at taka landið frá fíggindanum, ið longu býr har.

Ísraelsfólk skal nú í bardaga við fólkið í landinum. Tey taka landið í smáum, bý fyri bý. Hetta gongur væl, men bara so leingi, sum tey gera, sum Harrin áleggur teimum. Eru tey trúgv og hava álit á Harran og tænara Hansara Josva, so vinna tey. Men eru tey ótrúgv, og óviðgjørd synd finst millum teirra, so tapa tey bardagan.

„Soleiðis tók Josva alt landið – júst sum HARRIN hevði sagt við Móses; og Josva gav Ísrael tað í ogn eftir deildum teirra, ætt eftir ætt. Og nú hevði landið frið eftir bardagan.“ Josva 11,23

Ísraelsfólk – hetta eyðmýkta og roynda fólkið, sum hevði reikað øll hesi ár í oyðimørkini og livað av manna, sum hvørki tey ella fedrar teirra kendu – so tey skuldu vita, at menniskjað livir ikki bert av breyði, men av hvørjum orði, ið gongur út av munni HARRANS – klæði teirra slitust ikki av kroppi teirra, og føtur teirra hovnaðu ikki – vann nú landið, tí Gud var við teimum, og tey gjørdu, sum Hann álegði teimum.

Gud hevur eisini lyfti til okkara í dag. Hann vil fremja Sína ætlan í okkum og gjøgnum okkum. Hann vil, at vit taka landið, sum er okkara. Fíggindin býr har, men Gud er sterkari og hevur vunnið á heiminum. Soleiðis eiga vit sigurin í Honum.

Her kunnu vit læra av døminum um Josva og ísraelsfólk.

Óivað hava ísraelsmenn, eins og Josva, verið bangnir og mótleysir at byrja við, tá ið teir hava staðið andlit til andlits við fíggindan, og eg ivist ikki í, at hetta hevur sæð ógjørligt út. Tí segði Gud við Josva (Josva 1,9):  

„Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“

Og ísraelsmenn hava fingið mót av nýggjum, eftir at Josva talaði til teirra, tí siga eisini teir við Josva (Josva 1,18): „… – ver bert hugreystur og sterkur!“

Fyrsti býur, tey skulu taka, er Jeriko við høgum múrum og læstum portrum. Men hvat skulu tey gera? Tey skulu ganga sjey ferðir rundan um býin, og múrarnir rapað!

Nei, um vit skilja! Men Gud ger arbeiðið.

Hvussu ofta munnu vit ikki kenna okkum býtt og ólogisk, tá ið vit í trúgv akta boðum Hansara?

Men Hann vil, at vit líta á Hann og Hansara arbeiði.

Okkara lív sum trúgvandi kann samanberast við søguna hjá Ísrael. Verða loyst úr trælahaldi, frelst, men enda í eini oyðimarkarferð. Hetta er ein royndartíð, har Gud eyðmýkir, roynir og styrkir okkum í innara menniskja okkara. Ein tíð, har Hann prógvar, hvør Hann er. Og eins og ísraelsfólk skulu vit taka landið. Vit skulu vaksa í Honum, taka meira land í ogn. Vit skulu vaksa við uppgávuni, og vit koma at síggja, hvussu stórur Hann veruliga er. Hvat Hann kann gera í okkum og gjøgnum okkum, tá ið vit eru Honum lýðin.

Trupulleikin er ofta, at vit royna í okkara egna vísdómi og okkara egnu styrki. Men tá koma vit ongan veg.

Josva var ikki einsamallur í hesum bardaga. Tað eru vit heldur ikki. Josva var eitt menniskja eins og eg og tú. Honum tørvaði eisini troyst og eggjan. Fleiri ferðir mátti Gud geva honum hesa troyst og sannføring. Hann tosaði við Josva gjøgnum hetta ørindið, eins væl og Hann tosar við okkum í dag gjøgnum sama ørindi (Josva 1,9):

„Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.“

Set sjóneykuna rætt!

Við ársskiftið hugleiða vit um farna árið og hyggja við nýggjum vónum at tí komandi. Á onkran hátt halda vit, at tað ringa sleppur ikki inn við í nýggja árið. Vit anda lættan við ársskiftið og ímynda okkum, at farsóttin sleppur ikki við inn í nýggja árið. Ivaleyst gott, at vit eru soleiðis. Vit hyggja vónrík móti framtíðini. Tað sama gjørdu vit á gáttini til 2020 og trúðu tað besta um komandi árið.

Eg beit merki í, at Mette Frederiksen í nýggjárstaluni segði, at 2020 hevði lært okkum at sett sjóneykuna á nøkur ávís øki. Tað er nakað um hetta. Í krepputíðum síggja vit ymiskt við okkara hugsunnarhátti og atburði betur, tí tey verða størrað gjøgnum sjóneykuna. Eitt kunnu vit verða samd um: likamlig heilsa stendur ovarlaga á listanum hjá okkum. Tað hevur farna árið lært okkum. Árið hevur eisini lært okkum, at vit hava ilt við at góðtaka sjúku og deyða.

Men vit skulu øll doyggja.

Orsakið hesa døpru nýggjársheilsan, eg her komi við. Vit verða rakt av sjúku, líðing, veikleika og deyða. Men nútíðarmenniskjað hevur torført við at góðtaka tað. Dagsins menniskjað heldur seg hava tamarhald á støðuni gjøgnum framkomnu vísindini. Og sjálvandi eru vit øll takksom fyri framkomnu læknavísindini. Og sjálvandi skulu vit menna okkum á hesum øki. Men latið okkum ikki gloyma veruleikan, at tað kemur ein løta, tá ið vit skulu fara hiðani.

Við hvørt nýtt ársskifti koma orðini til mín (Op. 21,5):

Hygg, Eg geri alt nýtt!“

Hetta eru Jesusar orð til Jóhannes í Opinberingini, hann fekk á Patmos 60 ár eftir, at Jesus var farin til Himmals. Eg fari ikki at greina Opinberingina, men at lesa hesi orð er sum søtur, lekjandi tónleikur fyri anda, sál og likam. Hann ger alt nýtt. Gott at vita, at Hann hevur ikki slept okkum. Og ikki bara tað, at Hann ikki hevur slept okkum; Hann arbeiðir virkin við at gera alt nýtt.

Vit kenna bara til lívið á hesi gongustjørnu, sum eitur jørðin. Her forgongur alt. Alt verður verri við tíðini. Menniskju, djór og náttúra – alt verður niðurbrotið av elli, sjúku, dálking og aðrari oyðilegging, og nógv arbeiði verður lagt í at mótarbeiða hesum, sum um vit skulu verða her í ævir.

Men hendan sama gongustjørna, sum er so rakt av syndafallinum, skal eisini fáa ein nýggjan búna. Okkara rukkutu, veiku, sjúku, deyðiligu likam skulu ein dag verða umbroytt. Tað besta og fullkomna er fyri framman, og her er troystin.

Men er nøkur troyst til hesa løtu, til dagin í dag? Troystar hetta í 2021? Alt hetta tykist so óveruligt og langt burtur. Men Hann er longu í gongd við arbeiðið. Áðrenn Jesus skiltist frá lærisveinunum, segði Hann í Jóhannes 14,2:

„Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar.“

Jesus er virkin. Himmalin er veruligur, og alt verður nýtt, fullkomið og ódeyðiligt.

Í Opinberingini 21,1-8 hoyra vit um eina nýggja jørð og ein nýggjan himmal. Vit hoyra, at nýggja Jerusalem kemur niður av Himli. Deyðin verður ikki longur ei heldur sorg og pína, og Gud skal búgva hjá okkum. Hann skal búgva millum Síni, tey, sum hava sigrað. Tað eru Hansara børn. Men vers 8 sigur um tey, sum eru uttan Gud:

 „Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.“

Hetta er tað, sum skal koma í eini ókendari framtíð. Kanska í 2021. Men meðan vit bíða, hava vit vón, og vit vita, at Hann er virkin í okkum, har Hann ger alt nýtt. Hann er longu byrjaður gjøgnum endurføðingina og endurnýggjan sinnis okkara, sum er heilaggeringin.

Tað er týðandi at seta sjóneykuna á hetta. Tað, sum er varandi, er innara menniskja okkara. Tað búnast í okkum. Tað menniskjað kann eingin taka frá okkum. Hvørki deyði, sjúka, forfylging, trongd, líðingar ella nakar myndugleiki.

Men enn liva vit í hesum tíðaranda, og vit mugu ikki gloyma, at andi Antikrists ræður í hesum heimi. Hann roynir at binda okkum niður við ótta og á henda hátt at taka frælsið frá okkum. Vit eiga ikki at geva okkum yvir til óttan, men at søkja Guds frið. Vit eru jú sett í frælsi gjøgnum Kristus.

Arbeiðið við ótta og bivan upp á frelsu tykkara, er álagt okkum (Fil. 2,12). Ikki soleiðis, at vit arbeiða fyri at gerast børn Hansara ella at toknast Honum, tí vit eru longu fagnað í Honum. Men vit skulu arbeiða upp á innara menniskja okkara, so tað veksur. Og tað gevur okkum friðarávøkst. Hetta skulu vit seta sjóneykuna á í 2021!

Skrivað hevur Maria Mørkøre

Ein ljósrípa í myrkrinum

„Hitt sanna ljósið, tað, sum lýsir yvir øll menniskju, skuldi nú koma í heimin.“ Jóhannes 1,9

Vit sita øll í spenningi og bíða. Um eina løtu verður heilt myrkt her inni. Fullkomiliga myrkalagt. Vit eru komin á eina konsert í myrkri. Kórleiðarin greiðir frá, hvussu torført tað hevur verið at myrkalagt rúmið. Nógvastaðni hevði ein lítil ljósrípa hug at sníkja seg inn og oyðileggja alt. Eitt lítið blunk frá eini fartelefon gjørdist eisini ógvuliga sjónligt. Tí skuldu allar fartelefonir sløkkjast og goymast burtur.

Hetta fekk meg at hugsa um, hvussu sterkt ljósið er. Ein lítil ljósrípa brýtur myrkasta myrkur. Og so gjørdist heilt myrkt. Nú gjørdist greitt fyri mær, at eg ongantíð áður hevði sitið í slíkum myrkri. Eingin munur var, um eg blundaði ella hugdi út í myrkrið. Tað var fullkomiliga myrkt.

Nógvir tankar fóru í gongd. Tankar um myrkrið, um vónloysi, um fortapilsi. Um at ganga í myrkri. Um ikki at kenna ljósið og vita, hvat ljós er. Um at vera blindur bæði likamliga og andaliga. Og so at kenna signingina av ljósinum. Um forrættin at hava likamliga og andaliga sjón.

Vit eru í myrkastu tíð av árinum, og hana yvirliva vit bert, tí vit vita, at ljósið kemur aftur. Í skrivandi løtu er 3. sunnudagur í advent. Vit tendra 3. ljósið, ímeðan vit sita í hálvmyrkrinum og vænta komu Jesusar. Tað er ljósið, sum gevur vónina. Hvar vóru vit uttan ljós? Eg, sum máli myndir, eri sera upptikin av ljósi og myrkri. Tí tað eru ljós og myrkur, sum skapa myndina. Og uttan ljósið sóu vit ikki gyltu litirnar í myndini. Listamálarin og myndatakarin leggja seg eftir at fanga ljósið.

Men hitt sanna ljósið kom inn í heimin.

Jóhannesar evangeliið lýsir Jesus sum ljósið, vegurin, livandi vatnið, livandi breyðið og livandi orðið. Ljósið vísir okkum Vegin. Vatnið sløkkir okkum tostan. Breyðið stillar okkum svongdina. Og av Orðinum vaksa vit. Hetta er poetisk tala, ein tala, sum fær okkum avmarkaðu menniskju at skilja boðskapin betur. Tí hvør kennir ikki myrkur, tosta, svongd, vegloysi og vónloysi?

Men ljósið kom í heimin. Orðið gjørdist hold. Hann varð føddur av ungari moy, gitin av Heiløgum Anda. Hann var menniskja og Gud í einum. Bert ein lítil ljósrípa jólanátt. Men Hann breyt myrkrið. Myrkrið skilti ikki hetta ljósið, og við eitt gjørdist myrkrið myrkari. Myrkursins kreftir fóru í gongd, og boð vórðu nú givin, at øll dreingjabørn í landinum undir 2 ár skuldu verða dripin!

Men myrkrið kundi ikki oyðileggja ætlan Guds. Ljósrípan, sum kom inn í heimin jólanátt, varð bjartari og bjartari og avdúkaði myrkrið. Tað var sjálvur Gud, sum var stigin inn í heimin. Hann kom fyri at avdúka myrkrið og leiða menniskju inn í ljósið. So mongum, sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds. Hann kom við tí endamáli at hava samfelag við okkum, at frelsa okkum úr myrkrinum inn í ljósið.

Hann vil eisini, at vit skulu ganga í ljósinum, ganga á vegnum, drekka livandi vatnið, eta breyðið og vaksa av orðinum. Og eru vit í ljósinum, so hava vit samfelag við Hann og við hvør annan.

„Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.“ sigur sálmaskaldið (Sálm. 119,105). Ljósið vegurin er í samfelagi við Hann gjøgnum Orðið.

Og gøtan, sum tey heilagu ganga, gerst ljósari og ljósari, til hádagur er. Og hendan hádag skilji eg sum dagin, vit trína inn til Gud, sum er ljós. Eingin skuggi er í Honum. At ímynda sær Himmalin er sera torført, um ikki ógjørligt. Men vit fáa onkra ljósrípu opinberaða úr Himlinum. Har er eingin nátt og einki myrkur. Kanska sigur hetta okkum ikki so nógv í sær sjálvum. Men eitt verður liðugt tá, og tað er bardagin, vit framhaldandi hava við myrku kreftirnar, vit kenna til í hesum heimi. Tá verður tað farið. Alt verður nýtt og fullkomið.

At hava hesa vissu eigur at geva okkum fullkomnu jólagleðina, nú vit fara at hátíðarhalda føðing Jesusar: Ljósrípan, sum kom á jólanátt og var Ljósið, sum broytti heimin.

Gleðilig jól.

Skrivað hevur Maria Mørkøre

Ótti fyri framtíðini?

Ótti og stúranir finna sær ofta eina inngongd í sinni okkara á ein snildisligan hátt. Kanska er tað ymiskt frá persóni til persón alt eftir, hvussu vit eru samanskrúvað, hvørjar ílegur vit hava arvað, og hvørjar royndir vit hava í lívinum.

Um nakar er, sum kennir okkum, so er tað Gud. Tað er ikki uttan grund, at Hann í Sínum orði eggjar okkum til at byggja verjugarð í tonkum okkara. Ein verjugarð, sum verjir okkum móti svikaálopum djevulsins, og ein verjugarð, sum er bygdur uppá Orð Guds (Ef. 6:10-18).

Um eg skal avdúka mín egna ótta, so eri eg ikki so bangin fyri degnum í dag, ei heldur morgindegnum ella mínum egna lívi. Men eg beri ótta fyri framtíðini hjá komandi ættarliðum í Føroyum. Kanska er hetta ein púra ógrundaður ótti, men tó?

Tað er ikki bara kristindómurin, sum hevur eina missiónsætlan, tað hevur mótstøðumaðurin eisini.

So vit skulu vera vakin og biðjandi, ikki óttafull. Óttin eigur at dríva okkum í bøn, í andaligan bardaga móti harrum heimsins í hesum myrkri.

Ljósið, sum kom í heimin, er sterkari enn myrkrið og kann reka myrkrið út. Hetta er gott at minna seg á hesa jólatíð.

Mótstøðumaðurin hevur eitt mál við Føroyum, og tað er at avkristna okkum. Hetta mugu vit altíð vera tilvitað um. Fyri okkum, sum bara eru von við at liva og samlast í frælsi saman við nógvum trúgvandi í “kristnum” landi, virkar hesin tankin so óveruligur.

Hvørja ætlan hevur Satan? Hann gongur runt sum ein brølandi leyva men eisini sum ein ljósins eingil, og tí er lætt at verða snýttur. Alt kann tykjast ljóst og gott, eingin vandi á ferð, men vit mugu seta spurningin, um andi antikrist/ ljósins eingil er aftanfyri?

Vit kristnu liva í heiminum men eru ikki av heiminum, og hetta vil altíð vera ein avbjóðing og ein bardagi hjá okkum. Serliga í hesum humanistiska rákinum, tí humanisman líkist kristindóminum og hevur sín uppruna í honum. Munurin er tó, at humansiman hevur sett menniskjað í miðdepilin framum Gud.

Stríðsætlanin hjá Satan er fyrst og fremst at gera okkum veik við at fáa okkum at sovna í trúnni, fáa okkum at hugsa, at tað er væl statt við okkum, vit eru trúgvandi, og kanska vit ganga á møti og lesa eitt sindur í Bibliuni, samlast við øðrum trúgvandi o.s.fr. Men sum vit lesa í brotinum í Ef 6, so krevst í roynd og veru meira. Lat okkum tríva í onkra strofu:

Vit skulu lata okkum í herklæði Guds, verður sagt tvær ferðir, tí tá hin óndi dagur kemur, skulu vit vera ment at standa. Tað vil siga, at hann kemur, og alt kann broytast, og vit mugu ikki vera so bláoygd, at vit ongantíð vænta eldin, sum Bíblian eisini tosar um.

Hvat tað er at lata seg í herklæði Guds, kann sigast við fáum orðum: At kenna Orðið, lata tað liva í okkum, at vera biðjandi í Andanum – altíð. Tá vit vera vakin á henda hátt, fara vit altíð at kenna svikapílar Satans, og kunnu vísa teim frá okkum, tí vit hava bygt verjugarð í sinni okkara.

Til seinast, vit mugu ikki taka kristindómin sum eina sjálvfylgju. Vit mugu arbeiða uppá trúnna við ótta og bivan (Fil 2:12), vit mugu biðja fyri okkum sjálvum og komandi ættarliðum, at vit mugu standa sterk í trúnni, so vit koma at sanna, at ljósið vinnur á myrkrinum. Vit kunnu minna okkum á hetta, tá vit tendra jólaljósini hesa adventstíð: Hann, sum kom inn í hendan myrka heimin, kom við friði. So latið okkum taka móti hesum friði, og latið okkum samstundis gera okkum til reiðar til bardagan.

Skrivað hevur Maria Mørkøre

At halda á í trúgv

Tá ið vit hugsa um orðið „trúgv“, hugsa vit sum oftast um, tá ið vit komu til trúgv ella vórðu frelst. Hetta er sjálvandi trúgv, tí vit verða frelst gjøgnum trúgv. Men trúgvin er nógv meir enn tað. Hon er ein nýggjur vegur, eitt nýtt og øðrvísi lív. Kanska eitt óvæntað lív fyri nógv.

Áhugavert er at lesa um trúarhetjurnar í Bíbliuni. Eg fari at tríva í trúnna hjá Sáru og Ábrahami, Mósesi og Nóa. Felags fyri hesi er, at tey á onkran hátt fingu eitt „løgið“ ella óvæntað lív í trúgv. Í veruleikanum eitt lív, sum í menniskjaeygum sá láturligt út.

Sára og Ábraham livdu í trúgv. Og Ábrami varð lovað (1. Mós. 15,5), at avkom hansara skuldi verða so stórt í tali sum stjørnurnar á himli. T.v.s. óteljandi. Men hvat? Sára og Ábraham áttu eingi børn og vóru bæði so gomul, at Sára dugdi ikki at ímynda sær, at tey kundu fáa nakað barn, tí flenti hon, tá ið tey fingu vitjan av Gudi, sum segði teimum, at hon skal eiga son (1. Mós. 18,1-15).

Árið eftir lyftið átti hon sonin Ísak. Í hesum einkarsoninum hvíldi hetta stóra lyftið, at úr honum skuldi stórt avkom koma. Stór ábyrgd má sigast. Men hetta var alt eftir ætlan Guds, og alt lá í Hansara hondum.

So koma vit til hæddarpunktið í søguni (1. Mós. 22,1-19). Gud biður Ábraham ofra Ísak. Tann Gud, sum Ábraham hevur trúð á, verður eisini ærdur her. Ábraham tekur sonin og fer ta tungu leið at ofra hann. Vit vita, at Ísak verður bjargaður í síðstu løtu, tá ið eingil HARRANS rópar á hann av himli og biður hann ikki leggja hond á dreingin. Ábraham verður biðin um at spara lívið hjá Ísaki og í staðin ofra ein veðr.

Hetta man vera størsta royndin vit lesa um í Gamla Testamenti. Fullkomiliga óskiljandi fyri okkum. Ímynda tær at verið Ábraham! Fyrst at verða royndur í trúgv í fleiri ár, síðan at fáa signingina og so skula av við hana aftur? Hvussu kundi hann skilja Guds ætlan? Men tað snúði seg ikki, um hvat Ábraham kundi hugsa sær til í sínum egna høvdi við menniskjaliga viti sínum. Tað snúði seg um Gud. Søgan er um Gud og Hansara ætlan. Ábraham og Sára verða útvald at vera ein liður í hesi ætlan. Gud kendi teirra hjørtu, og tey vóru funnin skikkað til hesa stóru trúarroynd. Í sama andadrátti kann eg nevna Mariumoy, sum varð gitin av Heilaga Andanum, og lovað varð, at hon skuldi verða móðir at Messiasi. Hon var eisini mett skikkað at bera Hann í heimin, tí hon trúði, og Jósef trúði. Hetta eru trúardømi, sum altíð hava hugtikið meg.

Og so er tað Móses. Hann verður biðin um at leiða Ísraelsfólk út úr trælahaldi, úr Egyptalandi. Út í oyðimørkina. Móses, sum kanska ikki varð mettur sum ein leiðari í menniskjaeygum, og sum hevði ilt við at málbera seg. Men hetta var ætlan Guds, og hann var útvaldur at fremja hesa uppgávu. Hann skal leiða tey til eitt land, sum flýtur í mjólk og hunangi.

Vit kenna søguna. Tey verða loyst, fara um Reyðahavið, fíggindin í hølunum, men hann druknar. Tey koma út í oyðimørkina. Skjótt er eingin matur at breyðføða tey. Nú byrjar veruliga trúarlívið. Í oyðimørkini. Kenna vit landalæruna, so átti tað ikki at tikið 40 ár at gingið frá Egyptalandi til Ísraelsland, sjálvt um tú grulvaði allan vegin.

Men Gud veit. Hann fer at vísa, hvør Hann veruliga er. Hann fer at royna fólkið. Hann veit, hvat teimum tørvar. Ikki mjólk og hunang fyrst og fremst, men sterka trúgv á Seg. Hvat er dýrabærari? Er ikki trúgvin dýrabærari enn njótanin av mjólk og hunangi? Um tey so skuldu ganga í hesi turru oyðimørk dag út og dag inn. Hitabylgja um dagin, og bítandi kuldi um náttina. Ongin matur uttan manna, ja, so er ein sigrandi trúgv størri. Soleiðis hugsar Gud. Hann er størst í lívi okkara, og tað vil Hann, at vit skulu síggja og uppliva. Stakkaladýrið Móses, hann var mangan illa dámdur. Hann fekk at sanna, at tað er ikki viðurkenning frá menniskjum, sum drívur okkum fram í trúgv, men viðurkenningin frá Gudi. Móses sá bert inn í lovaða landið. Hann doyði, áðrenn hann kom hagar.

Nóa. „Jamen Nóa, hvat tosar tú um? Eina vatnflóð?“ Tey hildu hann ivaleyst vera í ørviti. Nú er hann farin ov vítt, hann byggir eina ørk uppi á einum fjalli. Har var einki vatn! Og hetta tók langa tíð. Long tíð, áðrenn lyftið um vatnflóðina varð veruleiki. Men Gud brúkti Nóa, og Gud sá hansara hjarta og lýdni. Hann leit á Nóa, og Hann útinti verk Sítt í honum og gjøgnum hesa longu trúarroynd, sum hann fór ígjøgnum. Gud helt Sítt lyfti, og Gud prógvaði Seg. Nóa helt út í mong ár. Ivaleyst spottaður av øðrum. Viðurkendur? Neyvan. Kanska kendur fyri sín løgna atburð.

Eitt lív í trúgv er ikki eitt lætt lív, men av tí, at tað er rætta lívið fyri okkum, er tað eitt gott lív. Gud roknar ikki sum vit. Hvussu ofta standa vit ikki spyrjandi, tí vit skilja ikki Hansara órannsakandi vegir? Tað er tá, at trúgvin verður styrkt. Tá er tað, at vit fáa evnini at skoða longri, tí vit hyggja longri. Vit hyggja longri enn til bara hesa einu løtuna. Vit síggja Hin ósjónliga. Og eitt kunnu vit vera vís í: at geva vit Honum veg okkara í hond, so brúkar Hann okkum í Síni ætlan. Hann bæði ger eitt arbeiði í okkum og ígjøgnum  okkum. Ein dag fara vit at heysta signingina.

Hebrearabrævið 11 er vert at lesa í hesum sambandi.

Skrivað hevur Maria Mørkøre

Av Gudi, men í heiminum

„Vit vita, at vit eru av Gudi, og at allur heimurin liggur í hinum illa.“ Fyrsta bræv Jóhannesar 5, 19.

Sum Guds børn hava vit fingið eina aðra tign: frá at vera børn av heiminum, gerast vit børn av Gudi. Vit verða av Gudi, fødd av Gudi, fødd av nýggjum. Vit eru ikki longur børn av heiminum. Alt er vorðið nýtt í okkum, og Hann ger framhaldandi nýtt.

Men hvat vil hetta siga, at vit nú ikki eru av heiminum men av Honum? Og hvussu átti hetta at broytt okkum? Er hetta nakað, vit skulu rósa okkum av og harvið seta okkum hægri enn onnur?

Til hetta er at siga, at tann, sum er vorðin føddur av Gudi, er farin ígjøgnum eina tilgongd, har hann hevur sæð seg sum ein fortaptan syndara. Hann hevur sæð seg sum eitt ringt menniskja í ljósinum av Guds heilagleika, og einasta vón er tí fyrigeving gjøgnum krossin. Tí kann ein frelstur syndari ongantíð rósa sær av at vera góður ella betri enn ein annar. Men Bíblian sigur tó, at vit kunnu rósa okkum í Honum. Vit kunnu peika á Hann sum góðan og vitna um ta støðu, Hann hevur sett okkum í.

Tá ið vit gerast Hansara børn, liva vit framvegis í hesum heimi, og heimurin liggur í tí illa. At heimurin liggur í tí illa, vilja tó nógv vera ósamd í. Tað finst jú nógv gott í heiminum. Nógv menniskju gera góðar gerðir og hugsa um sín næsta. Nógv – um tey ikki eru trúgvandi – hjálpa teim fátæku. Nógv eru við at hjálpa tí neyðstadda, flóttafólki og minnilutum. Nógv berjast fyri eini reinari náttúru og ímóti djórapínslu.

Hetta er alt gott. Kortini sigur Bíblian, at heimurin liggur í tí illa. Eg skal ikki fara inn á tað illa og tað góða, vit síggja í heiminum. Men tað stutta av tí langa er, at Satan er harri heimsins.

Humanisman hevur upprunaliga sín íblástur úr kristnu trúnni. Men hon er við tíðini vorðin ein átrúnaður fyri summi. Hetta er ein átrúnaður uttan kross og fyrigeving. Og menniskju vilja náa eitt slag av rættvísi við at vera góð. Kanska tey ikki eru so tilvitað um tað. Men vit koma ikki langt uttan krossin. Hann er okkara bjarging. Hann er okkara bjarging frá synd og deyða, og hann er bjargingin fyri øll, sum liva í hesum fortapta heimi.

Hvør nytta er í at breyðføða tann svanga, at hjálpa tí neyðstadda, at taka flóttafólk til sín, um eingin vón kortini er? Um vit bert hjálpa í okkara egnu rættvísi og ikki peika á ein Skapara og Frelsara er hetta bert løtuvinningur.

Tá ið vit gerast børn Guds og fáa himmalska støðu, er freistandi at avbyrgja seg frá heiminum. At umbera seg við, at vit ikki eru av heiminum, og tí leggja vit okkum ikki út í, hvat heimurin tekst við. Hetta er sjálvandi skeivt. Hóast tað er sera torført at vita, hvussu vit skulu liva og navigera í einum heimi, sum liggur í tí illa, so er kortini okkara skylda at gera tað. Okkum tørvar hvønn dag vísdóm og hjálp Heilaga Andans at gera tað.

Eg eigi altíð at spyrja Gud: Hvønn leiklut havi eg í heiminum? Hvussu skal eg fyrihalda meg til tíðarandan í dag? Hvussu livi eg í javnvág millum longu at vera ein himmalborgari, sum er fremmandur í hesum heimi, men enn bert ein frelstur syndari?

Eg endi við hesum spurningi: Hvussu livi eg rætt í einum heimi, sum liggur í tí illa? Her finst einki einkult svar, tí okkara tænastur eru ymiskar. Men eitt eiga vit í felag, og tað er framíhjárætturin at upphevja Kristus, ljós heimsins, so tey sum ganga í myrkri, kunnu finna Hann.

Skrivað hevur Maria Mørkøre