Tag Archive for: Uppbyggingarmøti

Uppbyggingarmøti – Bíbliulestrarvika 29. mars 2023

Kristian á Lakjuni og Jákup Eli Østerø tala út frá 1. Korintbræv, kapittul 3.10-4.5. Jógvan Mortensen syngur og leiðir felagssangin.

Uppbyggingarmøti – Bíbliulestrarvika 1. mars 2023

Victor Nielsen og Kári Østerø tala út frá 1. Korintbræv, kapittul 2. Durita Isaksen syngur.

Uppbyggingarmøti – Bíbliulestrarvika 1. februar 2023

Sámal Mikkelsen og Áron Sofus Vest tala út frá 1. Kor. 1:1-17. Maria á Lakjuni Simonsen leiðir sangin.

Heidi og Regin Guttesen luttaka á møtinum mikukvøldið

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið kl. 20 luttaka Heidi og Regin Guttesen.

Heidi og Regin virka sum trúboðarar í Molise, Italia.

Tey eru heima í Føroyum frá miðjum juli og árið at enda.

Ein drekkamuður verður eftir møtið mikukvøldið, so høvi verður at heilsa upp á tey bæði.

Hallur og Shino á møtinum í kvøld

“Á uppbyggingarmøtinum í kvøld kl. 20, fara Shino og Hallur Mortensen, at greiða frá tænastu teirra í Japan. Eisini hava tey eitt orð til okkara.

Eftir møti verður ein drekkamuður.

Øll eru vælkomin!

Dwight Sharp talar á uppbyggingarmøtinum í kvøld kl. 20

Á uppbyggingarmøtinum í kvøld, mikukvøldið 3. august, kl. 20 talar Dwight Sharp.

Ginny og Dwight Sharp hava virkað sum fulltíðar trúboðarar innan trúboðanarfelagsskapin NTM, eitt nú í Indonesia og á Filipsoyggjunum.

Tey búgva nú í Florida, men eru í løtuni í Føroyum, her tey vitja sonin, Tim Sharp og Moniku Kunoy Sharp og børn teirra.

Monika og Tim hava í mong ár virkað sum fulltíðar trúboðarar á Filipsoyggjunum, og eru í løtuni heima í Klaksvík í farloyvi.

Dwight Sharp kemur at tala á uppbyggingarmøtinum í kvøld, mikukvøldið 3. august, kl. 20.

Kristian Hansen talar á møtinum mikukvøldið kl. 20

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 27. juli kl. 20 talar Kristian Hansen út frá Jóhannesar evangelii, kapittul 1, frá 14. ørindi og úteftir.

Hjartaliga vælkomin 🙏

Nurimar og Jóhannus Frants Poulsen vitja í Betesda mikukvøldið

Nurimar og Jóhannus Frants Poulsen, ið virka fyri Harran í Venesuela, koma at vitja samkomuna á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 20. juli kl. 20.

Tey koma at greiða frá arbeiði teirra og vísa myndir, og eisini fer Jóhannus Frants at hava eitt orð frá Harranum. Aftan á møtið verður kaffi at fáa, so at høvið verður at heilsa upp á tey bæði.

Tey eru í Føroyum frá 3. juni til 20. aug. at vitja familju, vinir og samkomur.

Jóhannus Frants fór av fyrstum til Venesuela í 1997, og virkar hann framvegis sum trúboðari har. Í 2009 giftist Jóhannus Frants við Nurimar, sum er úr Venesuela, og virka tey saman sum trúboðarar í býnum Puerto Ordaz.

Nurimar og Jóhannus Frants vitja, sum nevnt, á møtinum mikukvøldið kl. 20.

Sámal og Khulda greiða frá

Á uppbyggingarmøtinum í kvøld kl.20.00. Koma Khuldah og Sámal Mikkelsen at greiða frá ferð teirra í Pakistan.

Eftir møti verður ein drekkamunnur.

Øll eru hjartaliga vælkomin

John í Skemmuni vitjar samkomuna

Á evangeliska møtinum komandi sunnukvøld 15. mai kl. 18 fáa vit vitjan av John í Skemmuni, sum eisini fer at tala á bønarmøtinum mánakvøldið 16. mai kl. 20 og á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 18. mai kl. 20.

John í Skemmuni, sum býr í Porkeri, virkar sum fulltíðar trúboðari í og út frá samkomunum.

Ein partur av tænastu hansara er at vitja samkomurnar, og vit gleða okkum at fáa John á vitjan í Betesda. Um Harrin vil, og vit liva, fer John í Skemmuni at tala á møtunum:

  • Sunnukvøldið 15. mai kl. 18.
  • Mánakvøldið 16. mai kl. 20.
  • Mikukvøldið 18. mai kl. 20.

Hjartaliga vælkomin 🙂