Timoteus og Titus – ymiskir og tó

Timoteus og Titus eru kanska kendastu samverkamenn Paulusar. Kortini fært tú varhugan av, at teir ferðaðust fyri ein stóran part í hvør sínum umhvørvi. Eg meini ikki, at teir ikki kendust. Paulus nevnir jú Titus í Seinna Timoteusbrævi 4.10. Tað hevði hann neyvan gjørt, um teir ikki kendust. Men tað, at Timoteus verður umrøddur í fleiri kapitlum í Ápostlasøguni og Titus ikki, bendir á, at teir hava ikki verið nógv saman.

Tú fært eisini varhugan av, at teir vóru ólíkir av lyndi. Hetta minnir meg á, at okkum tørvar ikki at vera eins fyri at kunna tæna Harranum.

Felags fyri báðar

Størsti felagsnevnarin hjá Timoteusi og Titusi er, at Paulus skrivaði báðum brøv, sum gjørdust partur av Skriftini, og sum hava verið mongum til hjálp og signing gjøgnum tíðirnar.

Paulus kallaði báðar ektabørn síni í trúnni (1. Tim. 1.2; Tit. 1.4) – vit skilja tað sum, at hann leiddi báðar til Harran. Paulus sigur um báðar, at teir arbeiddu saman við honum (Róm. 16.21; 2. Kor. 8.23). Teir vóru samverkamenn og umboðsmenn hansara (1. Kor. 4.17; 2. Kor. 12.18) og høvdu leiðandi lut í at seta inn elstar og at hjálpa at samskipa samkomurnar (1. Tim. 1.2-3; Tit. 1.4-5).

Hvørgin teirra var umskorin, tá ið teir møttu Paulusi. Orsøkin til, at Timoteus ikki var umskorin, var, at mamman var jødi, og pápin var grikki (Áp. 16.1). Orsøkin til, at Titus ikki var umskorin, var, at hann var grikki (Gal. 2.3).

Munurin

Paulus læt Timoteus umskera, áðrenn hann gjørdist partur av liðinum, men ikki Titus. At tvinga Titus at lata seg umskera hevði verið at givið eftir fyri lóglærarum. Ikki at umskorið Timoteus hevði verið at hindra tænastuni (Áp. 16.3; Gal. 2.1-3).

Gevið orðunum íðinskapur og hjarta gætur í komandi versunum, og hvat tey siga um Titus og Timoteus:

„Gudi veri tøkk, sum eisini hevur givið Titusi í hjarta sama íðinskapin fyri tykkum!“ Seinna Korintbræv 8.6

„… av sonnum hjarta … roynda trúskap hansara [Timoteusar] kenna tit, at eins og barn tænir faðir sínum, hevur hann tænt við mær í evangeliinum.“ Filippibrævið 2.20, 22

Paulus skrivar um íðinskap Titusar og hjartalag Timoteusar. Hetta merkir sjálvandi ikki, at Timoteus ikki var íðin, og at Titus einki hjartalag hevði; men hetta lýsir kortini, hvussu ymiskir teir vóru.

Hóast Titus hevði nógv størri hjarta enn flestu okkara, so var tað ídni og skil, sum vóru høvuðseyðkenni hansara. Og hóast Timoteus bæði tordi og toldi nógv meira enn flestu okkara, so var tað hjartalagið, sum var høvuðseyðkenni hansara.

Í Seinna Korintbrævi 7.15 skrivar Paulus, um hvussu tey í Korint tóku ímóti Titusi við ótta og bivan. Og í Fyrra Korintbrævi 16.10 biður Paulus samkomuna síggja til, at Timoteus kann vera hjá teimum óttaleysur. Tit síggja munin. Titus hevur helst havt meira myndugleika yvir sær, meðan Timoteus ivaleyst hevur verið smæðin av lyndi (1. Kor. 16.10-11) og møguliga havt lætt við at missa mótið (2. Tim. 1.4, 7-8). Timoteus hevur eisini havt trupulleikar við heilsuni  (1. Tim. 5.23).

Titus arbeiddi longur saman við Paulusi enn Timoteus. Sambært Galatiabrævið 2.1 fór Titus til Jerúsalem saman við Paulusi og Barnabasi, og tað hevur verið, áðrenn Timoteus kom upp í liðið (Áp. 16.1-3). Kortini fær Timoteus nógv meira umrøðu enn Titus. Sum nevnt, er Titus als ikki nevndur í Ápostlasøguni, meðan Timoteus er nevndur fleiri ferðir.

Paulus skrivaði tvey brøv til Timoteus og bara eitt til Titus. Brøvini til Timoteus eru í mongd okkurt um fýra ferðir so stór sum Titusbrævið. Paulus sigur í seks av brøvum sínum, at tey koma frá honum og Timoteusi; men hann skrivaði einki bræv saman við Titusi.

Timoteus, Titus og vit

Ein stutt, hent bøn at enda:

„Hjálp mær, Harri, ikki at leggja í, um eg ikki fái líka nógva viðurkenning og umrøðu sum onkur annar. Eisini tá ið eg haldi meg hava gjørt eins nógv ella meir enn hann ella hon.“