Tríggjar kvinnur

Marta var tann raska. Tann, sum sá, hvat skuldi gerast, og gjørdi tað. Í Lukas 10.40 stríddist hon og gjørdi sær nógvan ómak fyri Harranum, og í Jóhannes 12.2 var tað hon, sum kokkaðist, tá ið tey gjørdu Harranum máltíð.

Tað er satt, at bæði hon og Maria høvdu hug at átala Jesus, at Hann ikki var har, tá ið beiggi teirra doyði (Jóh. 11.21, 32). Munurin var tó, at hjá Martu var átalan flættað saman við eini sterkari trúarvissu um uppreisnina. Og tá ið Jesus segði við hana (Jóh. 11.25-26):

„Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr.
Og hvør tann, ið livir og trýr á Meg, skal í allar ævir ikki doyggja.“

Og so spurdi hana: „Trýrt tú hesum?“ svaraði hon beinanvegin (v. 27):
„Ja, Harri, eg trúgvi, at Tú ert Kristus, Sonur Guds, Hann, sum skal koma í heimin!“

Og við hasari trúarvissuni fór hon og segði við Mariu, systur sína (v. 28):
„Meistarin er her og vil finna teg!“

Tað var gott skil í Martu.

***

Maria var øðrvísi. Hon setti seg bara at lurta, meðan Marta stríddist og strevaðist. Sjálvandi, vit vita, hvussu tað endaði, men vit skilja Martu so ómetaliga væl.

Og í Jóhannes 12:

Meðan Marta kokkast, kemur Maria og (kanska uttan at hugsa um, hvussu dýr salvan var), oyðslaði hon eina heila ársløn burtur eftir eini lítlari løtu. Nú giti eg, og tað skulu vit vera varin við at gera. Men hvat í allari víðu verð hevur Marta hugsað? Eg kundi gitt mær til, at hon var nakað glað, tá ið Judas talaði at. Tað hevði eg í hvussu so er verið. Kanska Marta segði við Judas, uttan nakað ljóð, bara við vørrunum: „Takk Judas, tað er fyri neyðini, at onkur torir at tala at.“

Hetta eru sjálvandi bara gitingar, kanska skeivar gitingar. Men hvussu er og ikki, mong okkara høvdu 100% tikið undir við átaluni frá Judasi og hinum lærisveinunum. Vit høvdu hildið tað verið skeivt at oyðsla pengar soleiðis.

Og so var tað, tá ið Lazarus doyði.

Heldur enn at gera sum Marta og flætta átaluna saman við eina trúarjáttan, so fór hon bara at gráta. Hví kundi hon ikki vera meira sum Marta og seta orð á vissuna, sum Orð Guds gav henni? Soleiðis hugsa mong okkara, men ikki Harrin. Tað var gráturin hjá Mariu og ikki trúarjáttanin hjá Martu, sum rørdi hjartastreingir Jesusar (Jóh. 11.33-35). Tað var hon, sum valt hevði hin góða lutin (Luk. 10.42), og tað var hon, sum tá ið hini hildu hana vera oyðsluta, salvaði Jesus til jarðarferð Hansara (Jóh. 12.7). Hon skilti, tað hini ikki skiltu.

***

Og so er tað einkjan, sum legði alt, ið hon átti, í tempulkistuna (Luk. 21.1-4).

Søgan, um tað, sum hon gjørdi, er ímillum tvær hendingar, har Jesus kolldømir teir leiðandi (Luk. 20.45-47) og templið (Luk. 21.5-36). Mitt ímillum hesar báðar kolldømingarnar kemur hon og leggur alla ogn sína í eina kistu, so menn, sum Jesus júst hevur kolldømt, kunna nýta teir til eitt tempul, sum Jesus júst hevur kolldømt.

Hevði hon ánilsi fyri, hvat tala Jesusar snúði seg um? Tað kundi verið freistandi at steðga henni og sagt: „Góða, ikki geva templinum gávuna, far heldur og tosa við Mariu Magdalenu og Jóhannu. Tær standa har yviri. Tær kunna siga tær, hvar pengarnir verða betur nýttir“ (Luk. 8.1—3).

Men soleiðis hugsaði Jesus ikki. Hann prísaði kvinnuni og segði, at hon hevði givið meira enn øll hini.

————-

Vit kundu hildið á við fleiri slíkum hendingum.  Skriftin vísir aftur og aftur, at ofta eru tað júst tey, sum vit halda skilja minst, sum skilja mest.

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen