34 kilo av reinum gulli

„Eina talent av reinum gulli skulu tit nýta til ljósastakan og alt hetta, ið til hoyrir.“ Onnur Mósebók 25.39

Gull

Rættlas eina umseting av Aðru Mósebók – var komin til 25. kapittul. Allur kapittulin, og teir, sum koma aftaná, snúgva seg um halgidómin, hvørjum tilfari, hann skuldi gerast av, og hvussu hann skuldi gerast.

Har tað stendur: „Eina talent av reinum gulli“ í týðing Victor Danielsens, stóð í umsetingini, sum eg arbeiddi við: „34 kilo av reinum gulli“. Tá ið eg kannaði eftir, sá eg, at eg hevði eisini sjálvur umsett tað soleiðis. Hevði bara ongantíð givið mær far um, hvussu nógv 34 kilo av gulli er. Dagsvirðið er heilar 40 milliónir krónur. Og alt bara til ein ljósastaka!

Og hatta er bara gullið til ljósastakan. Alt gullið til halgidómin var nógv meira.

„Nú, gullið, ið nýtt varð til arbeiðið, at gera allan halgidómin – gullið, ið givið var sum offur – tað var tilsamans 29 talentir og 730 seklar eftir halgidómsvektini.“ Onnur Mósebók 38.24

Vektin svarar til umleið eitt tons av gulli! Dagsvirðið av einum tonsi av gulli er ein milliard krónur. Vit vildu hildið, at her mátti verið onkur bíligari og lættari máti at gjørt hetta. Men ikki Gud.

Gamla Testamentið

Lat meg nevna, áðrenn vit halda fram, at týdningarmikið er at minnast, at hetta við halgidóminum, gullinum og ljósastakanum er alt knýtt at gamla sáttmálanum og hevur tí ikki beinleiðis við okkum at gera. Vit eru jú undir nýggja sáttmálanum, og har snýr tað seg ikki um glansin av tí útvortis.

Og kortini mugu vit ikki gloyma tað, sum stendur í Rómbrævinum 15.4:

„Alt, ið áður er skrivað, er jú skrivað okkum til lærdóm, so vit, við toli og troystini, ið skriftirnar geva, skulu hava vón.“

Latið okkum – við tí í huga – hyggja at tí, sum vit kunnu taka til okkara í sambandi við halgidómin, gullið og ljósastakan.

Gud krevur

„… Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu koma við gávu til Mín! … Gull, silvur, kopar,“ Onnur Mósebók 25.1-3

„Teir skulu gera Mær halgidóm; so skal Eg búgva millum teirra. Tabernaklið og alt, ið til hoyrir, skulu tit á allan hátt gera eftir myndini, ið Eg vísi tær.“ Onnur Mósebók 25.8-9

Skulu vit vera virkin fyri Harra okkara, mugu vit skilja, at Gud okkara er krevjandi, sera krevjandi.

Versini omanfyri eru eitt gott dømi: Harrin segði, at ísraelsfólk skuldu gera Honum ein halgidóm. Hann segði, at tað fór at kosta nógv, og at tey skuldu gjalda rokningina.

Meðan ísraelsfólk ferðaðust gjøgnum oyðimørkina, ótu tey manna, sum Gud læt regna niður til teirra av himli. Men tilfarið til tabernaklið kom ikki dalandi niður til teirra. Tað skuldu ísraelsfólk sjálv útvega. Halgidómurin skuldi byggjast við sjálvkravdum gávum. Gud hevði ikki aðra ætlan í hesum sambandi, og tey skuldu gjalda rokningina.

Jú, rætt er, at verk Guds snýr seg ikki longur um dýrar halgidómar, men tað merkir ikki, at verk Guds ikki kostar, og at tað ikki er uppgáva okkara at gjalda rokningina.

Gud gevur

„… hvør maður skal biðja granna sín, og hvør kvinna grannkonu sína, um stás av silvuri og gulli!“ Onnur Mósebók 11.2

„Ísraelsmenn høvdu gjørt, sum Móses hevði sagt; tey høvdu biðið Egyptar um stás av silvuri og gulli og um klæði; og HARRIN hevði gjørt, at fólkið var væl lýtt av Egyptum, so tey góvu teimum tað, ið tey bóðu um. Tey tóku soleiðis fong frá Egyptum.“ Onnur Mósebók 12.35-36

Tað er týdningarmikið, at vit minnast, at Gud gevur altíð meira, enn Hann krevur.

Harrin hevði skipað tað so við ísraelsfólki, at tey – hesir fyrrverandi trælirnir – vóru rík, tá ið tey fóru út av Egyptalandi. Løgið, hvussu Gud gjørdi tað, men tey gjørdust ovurhonds rík. Gud er mentur.

Vit mugu tó ikki gloyma, hví Gud gjørdi tey rík. Tað var, so tey kundu byggja Honum ein halgidóm, ikki so tey skuldu gerast múgvandi og hava tað, tey vildu.

Flutt til okkara, so hevur Gud ongantíð lovað at gera okkum rík í tímiligum lutum, men Hann hevur longu signað okkum við øllum andaligum signingum (Ef. 1.3). Og tað er mangan størri.

Gullkorn um ljósastakan

„Framvegis skalt tú gera ljósastaka av reinum gulli; úr slignum gulli skal ljósastakin verða gjørdur, bæði fóturin og stakin sjálvur; …“ Onnur Mósebók 25.31

Ljósastakin skuldi gerast av reinum, slignum gulli. At gullið var reint, merkir, at tað var í ovninum, inntil øll óreinska var burtur. At gullið var sligið, merkir, at tað var sligið við hamara, til tað hevði fingið formin, tað skuldi hava.

Í eldinum og sligið – her er nógv at grunda á.

„… ljósastakan og alt hetta, ið til hoyrir.“ Onnur Mósebók 25.39

„… og alt hetta, ið til hoyrir.“ Her verður sipað til lampurnar til ljósastakan, ljósasaksarnar, skarpannurnar o.a. Tað hevði nyttað lítið at havt ein ljósastaka, vóru ongar lampur. Og tað hevði nyttað lítið at havt lampur, hevði tú ongar saksar, pannur og annað, sum eisini skuldi til.

Og so er tað oljan. Uttan oljuna er einki ljós.
Vit kundu hildið á.
Ríkt.