Asa kongur og vit
Asa kongur í Juda var ein maður, sum hevði og enn hevur nógv at læra okkum. Hann var ikki tað, sum vit kunnu kalla eitt gott fyridømi, men ofta læra vit mest av teimum ringu fyridømunum. Vit læra, hvussu vit ikki skulu gera.
Minnist ein eingilskmann tala í Betesda um Asa. Sera góð tala, og eg skrivaði mær niður nøkur brot úr taluni. Hugsaði at luta tey saman við nøkrum tankum um Asa kong.
Hugsaði eisini at luta tvey vers, sum eru knýtt at søgu Asa. Tá ið eg á sinni gekk á bíbliuskúla, skuldu vit læra eitt vers uttanat hvønn dag. Hesi bæði versini um Asa sita eftir. Fyrst Asa og brotini og so Asa og versini.
Asa og brotini
Eingilskmaðurin, sum eg nevndi, var John Dyer, ein vinmaður hjá Zachariasi Zachariassen, sála. Eg haldi, at teir høvdu gingið á bíbliuskúla saman í Onglandi. Áhugavert, hvussu nógvir floksfelagar hjá Zachariasi komu til Føroyar at vitja. Eg havi ongantíð boðið nøkrum vinmanni, sum eg gekk í skúla saman við í Amerika, heim at vitja. Havi nokk ikki torað, havi verið bangin fyri, at teir fóru at fortelja søgur um tíðina á skúlanum. 🙂
So til brotini og viðmerkingarnar:
- John Dyer: Mín trupulleiki lagdur við føtur Hansara, er Hansara høvi at gera nakað stórt.
2. Krøn. 14.9-15.19: Etiporaraherurin leggur á Juda, og teir eru tríggjar ferðir so nógvir sum Asa og hansara menn. Asa nýtir trupulleikan til at geva Harranum høvi at gera nakað stórt. Hann rópar á Harran, og Hann svarar við at vinna Asa ein stórsigur.
- John Dyer: Einki herðir hjørtu okkara meira enn viðgongd.
2. Krøn. 16.1-12: Nøkur ár eftir bardagan móti etioparum kemur Baesa kongur í Ísrael móti Juda. Asa, sum hevði notið viðgongd í fleiri ár, velur hesa ferð ikki at venda sær til Harran, men sendir í staðin silvur og gull til kongin í Damaskus saman við bøn um hjálp. Hesa ferð er tað kongurin í Damaskus og ikki Harrin, sum bjargar. Ein profetur kemur og átalar Asa, men Asa er vorðin harðhjartaður. Heldur enn at lurta gerst hann óður og setur profetin í stokkhúsið (16.10). Seinni gerst hann sjúkur í fótunum. Tað stendur (16.12), at „sjúka hansara versnaði í hvørjum; men heldur ikki í sjúkdómi sínum søkti hann HARRAN, nei, hann fór til læknarnar“. Hann var vorðin grótharður – ov nógv viðgongd.
- John Dyer: Asa varð grivin í grøv, sum hann hevði høgt sær sjálvum.
2. Krøn. 16.14 sigur: „Teir jarðaðu hann í grøv, sum hann hevði latið høgga sær út …“ Vit hugsa sjálvandi her um yvirførda týdningin. Vit høgga okkum út okkara egnu grøv. Tað eru vit sjálv, sum gera av, hvar vit enda. Álvarsamt.
Asa og versini
Eg mann neyvan hava verið serliga glaður, tá ið vit skuldu læra hesi bæði versini uttanat, tey eru jú bæði í so long, og so skuldi eg læra tey uttanat á enskum. Dugi ikki longur at endurgeva tey orðarætt, men minnist innihaldið – og tað er tað, sum telur. Tað fyrra versið, 14.11, sigur um HARRAN, at Hann hjálpir teimum, sum líta á Hann. Seinna versið, 16.9, sigur um HARRAN, at Hann leitar runt alla jørðina eftir fólki, sum vilja loyva Honum at vísa styrki Sína á teimum.
- „Tá rópti Asa til HARRAN Gud sín og segði: „HARRI! Hjá Tær er ikki munur á at hjálpa honum, ið nógva megi hevur, og honum, ið onga hevur. Hjálp okkum, HARRI Gud okkara! Tí á Teg styðja vit okkum, og í navni Tínum eru vit farnir móti hesi mannfjøld. HARRI! Tú ert Gud okkara – lat ikki menniskja standa seg móti Tær!“ (2. Krøn. 14.11)
- „Tí eygu HARRANS skoða um alla jørðina, og Hann letur síggjast, at Hann er sterkur í at hjálpa teimum, sum heilhjartað eru við Honum. Í hesum hevur tú borið teg at sum dári; tí skalt tú hereftir altíð hava bardaga ímóti tær!“ (2. Krøn. 16.9)
– Tað verður spennandi einaferð at møta Asa og kunna takka honum fyri lærdómarnar, sum hann læt eftir seg. Kanska hann fer at spyrja okkum, um vit gjørdu somu feilirnar sum hann, ella um vit lærdu av honum ikki at gera teir. Keðiligt, um svarið verður jánkasligt.
Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen