Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Kunning um Zarepta verður í Betesda sunnukvøldið kl. 18

29/03/2026

Á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18 fer Sámal Mikkelsen at kunna um virksemið í Zarepta, og sangkórið fer eisini at luttaka.

Nú fer so smátt at vára, og summarið nærkast, har nógv virksemið aftur í ár verður í Zarepta á Vatnsoyrum.

Sunnukvøldið verður høvi at hoyra Sámal Mikkelsen, leiðara fyri Zarepta, kunna um virksemið í Zarepta. Eisini fer hann at hava eitt orð, og sangkórið í Betesda fer at luttaka.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/03/att.toXz5BkNIEcYfF4btEGNw-FLLVf0SkWwxw1zj03Si-I.jpeg 579 1030 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-03-29 09:39:382026-03-29 09:39:38Kunning um Zarepta verður í Betesda sunnukvøldið kl. 18

Høvusreingerð Zarepta 2026

29/03/2026

Høvusreingerð Zarepta 2026

Í døgunum mánadagin 30. Mars til týsdagin 14. Apríl er høvusreingerð í Zarepta.

Betesda hevur ábyrgd av dreingjadeildini.

Vanligar dagar er Zarepta opið frá morgunstundini.

Við tað, at fleiri samkomur vaska samstundis, kann tað vera hent, at hava amboð við, so sleppast kann undan at bíða eftir tøkum amboðum.

Tað er eingin forðing, at hava børn við og tað er einki aldursmark.

Tað er okkara ynski og bøn, at systkinni fara at seta sær tíð av til hesa tænastu.

Berið vinarliga boðini til tey, sum hava møguleika, at vera við. Jú fleiri hendir jú betur

Boðast kann frá luttøku á messenger ella á fartelefonini.

Vinarliga

Sigrid Sivertsen: 21 56 71

Palli Sivertsen: 21 32 42

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/07/2DA0B820-2A23-4C4A-A2D5-AC16310A0B65.png 788 940 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-03-29 09:17:312026-03-29 09:17:31Høvusreingerð Zarepta 2026

Brúðarvígsla leygardagin 28. mars kl. 13

24/03/2026

Leygardagin 28. mars kl. 13 giftast Ester Norðbúð og Árant Mortensen.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/11/vigsla.png 953 1000 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2026-03-24 22:31:142026-03-24 22:31:15Brúðarvígsla leygardagin 28. mars kl. 13

Afturkomur Kristusar – Óli Steinberg talar mikukvøldið

23/03/2026

Á uppbyggingarmøtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 fer Óli Steinberg at tala um burturrykking samkomunnar og opinberligu komu Kristusar.

Hjúnini Anna og Óli Steinberg fóru á venjingarskúla hja NTM í 1971, og í 1977 fóru tey til Grønlands at virka sum trúboðarar.

Sostatt teljast Anna og Óli millum trúboðararnar, ið hava virkað drúgva tíð í Grønlandi.

Tey fluttu aftur til Klaksvíkar í 1999, hiðani tey í nógv ár hildu fram í verkinum í Grønlandi. Eisini eru tey ein virkin partur av samkomuni í Betesda.

Óli hevur í mong ár havt serliga stóran áhuga í profetisku ætlan Guds, sum hevur givið honum sera gott innlit í tað, sum orð Guds lærir um endatíðina.

Mikukvøldið kl. 20 fer Óli at tala um evnið „Burturrykking samkomunnar og opinberliga koma Kristusar“ við støði í 1. Tess. 4:13-18 og 2. Tess. 2:1-10.

Eftir møtið verður ein drekkamunnur.

Hjartaliga vælkomin 😊

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/03/5e452700-ec14-4ab5-a142-024bc4acb65a.jpg 1047 1514 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-03-23 17:09:252026-03-25 08:45:29Afturkomur Kristusar – Óli Steinberg talar mikukvøldið

Eldrahugni í Betesda fríggjadagin

23/03/2026
Read more
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/DSC_5973.jpg 683 1024 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-03-23 17:03:372026-03-23 17:03:37Eldrahugni í Betesda fríggjadagin

Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur á Roykheyggi – mikukvøldið

18/03/2026

Á møtinum mikukvøldið kl. 20 heldur Petur á Roykheyggi fram at gjøgnumganga Jákupsbrævið.

Parturin, sum hesaferð verður gjøgnumgingin, er frá kapittul 1, vers 21 til kapittul 2, vers 5.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/02/att.13r7K4bhuAsD2wMWXwAuurFOwIdXwqdG4pMYrdHbM_o.jpeg 895 1271 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-03-18 07:06:002026-03-18 07:06:01Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur á Roykheyggi – mikukvøldið

Týsdagin kl.17:15-19:00 verður seinasta frítíðararbeið í vetur.

14/03/2026

Týsdagin kl.17:15-19:00 verður seinasta frítíðararbeið í vetur. Tá verður ein hugnaløta her í salinum, har foreldur/avvarðandi eru boðin við. Á skránni verður m.a. sangur, søga, spøl – og vit enda við eini máltíð.


Børnini hava fingið innbjóðing heim við seinasta týskvøld, men av tí at tað ikki vóru eins nógv børn tá, sum tað plagar, hevði verið gott, um tit minna tykkara á tað.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/03/att.womSAqAuI7bE9gBGv7d94U9IYCSzbowBcpzBY_go8Hw.jpeg 878 1170 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-03-14 22:46:332026-03-14 22:46:33Týsdagin kl.17:15-19:00 verður seinasta frítíðararbeið í vetur.

Tíðarteknini – Páll Poulsen í Betesda sunnukvøldið kl. 18

14/03/2026

Sunnudagin vitja Marjun og Páll Poulsen í Betesda, har Páll á møtinum kl. 18, fer at tala um tíðarteknini út frá Matteus 24. Sangkórið í Betesda luttekur.

Páll Poulsen er uppvaksin í Klaksvík og er millum teir allarfyrstu, ið fóru út sum fulltíðar trúboðarar úr samkomuni í Betesda. Sunnudagin vitjar hann heimaftur saman við konuni, Marjun.

Páll var í Íslandi í 1963 í tænastu Harrans. Í 1965 fór hann til USA á trúboðara-venjingarskúla hjá New Tribes Mission (NTM) og fór eftir tað í fulltíðartænastu, har hann hevur virkað bæði í Grønlandi og her heima. Síðan 2009 hevur Páll saman við Marjun staðið á odda fyri barnalegum við Nimerialik vatnið í Grønlandi.

Á morgunmøtinum kl. 11 fer Páll at hava eitt orð eftir breyðbrótingina, og á møtinum kl. 18 fer hann at tala um tíðarteknini út frá Matteus 24. Sangkórið í Betesda luttekur eisini.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/03/att.wXcOGHo5DgEIVqxzhLtfaH-6MkF0xtjYjrKotlWpjjo.jpeg 571 908 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-03-14 21:53:112026-03-14 21:53:11Tíðarteknini – Páll Poulsen í Betesda sunnukvøldið kl. 18

”Hvat er signing Guds?” – Jákup N. Olsen talar í Betesda mikukvøldið

11/03/2026

Mikukvøldið kl. 20 verður uppbyggingarmøti, har Jákup N. Olsen talar um evnið evnið: ”Signing Guds – Hvat er signing Guds, og hvat skal til, fyri at HARRIN kann signa okkum?”

Eftir møtið verður ein drekkamunnur

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/03/att.MYnNZpML_mZ5teq9iDubZ-f6RaKYezdAFH6W-vltNfc.jpeg 1170 1727 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-03-11 16:37:492026-03-11 16:37:50”Hvat er signing Guds?” – Jákup N. Olsen talar í Betesda mikukvøldið

Sangkórið í Betesda sunnukvøldið kl. 18

07/03/2026

Á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18 verður høvi at hoyra Sangkórið í Betesda syngja nakrar sangir. Hallur Joensen byrjar við bøn, og dópur verður eisini á møtinum.

Tað var í 1926, at Sangkórið í Betesda varð sett á stovn, so tað er í ár, at hetta virkna sangkórið fer um tey 100 árini.

Alla hesa øldina hevur sangkórið verið støðugt virkið, og enn sum áður luttekur tað regluliga á møtunum í Betesda. Soleiðis verður eisini nú sunnukvøldið, har høvið verður at hoyra nakrar av nýggjaru sangunum hjá kórinum.

Hallur Joensen byrjar við bøn, og eisini verður dópur á møtinum.

Hjartaliga vælkomin.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/DSC_7491.jpg 683 1024 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-03-07 22:20:202026-03-07 22:20:20Sangkórið í Betesda sunnukvøldið kl. 18
Page 6 of 41«‹45678›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top