Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Kvinnumøti fríggjadagin

03/03/2026

Kvinnumøti verður fríggjadagin 6. mars kl. 20.

Á skránni hesaferð eru vitnsburðir frá Guðrun M. Steinberg, Naomi Marguerita Jørgensen og Helenu Johannesen.

Hjartaliga vælkomnar

🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/01/Kvinnumoti-2.jpg 1080 1920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-03-03 09:38:102026-03-03 09:38:10Kvinnumøti fríggjadagin

Petur á Roykheyggi í Betesda mikukvøldið

03/03/2026

Á møtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 talar Petur á Roykheyggi út frá Jákupsbrævinum, kapitul 1 versini 9 til 20.

Petur á Roykheyggi er 36 ára gamal og giftur við Biritu. Tey eru búsitandi í Runavík og eiga fimm børn.

Fyri nøkrum árum síðan tóku tey bæði avgerð um, at Petur skuldi fara út í fulltíðar tænastu fyri HARRAN her heima í Føroyum, her tænastan eitt nú fevnir um at vitja kring landið at kunngera evangeliið og prædika orð Guds.

Komandi tíðina fer Petur av og á at vitja í Betesda, har hann fer at gjøgnumganga Jákupsbrævið.

Hjartaliga vælkomin 

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/02/att.13r7K4bhuAsD2wMWXwAuurFOwIdXwqdG4pMYrdHbM_o.jpeg 895 1271 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-03-03 09:30:162026-03-03 09:41:37Petur á Roykheyggi í Betesda mikukvøldið

Lesandi frá North Cotes vitja mikukvøldið

24/02/2026

Mikukvøldið kl. 20 verður uppbyggingarmøti, har vit fáa vitjan av nøkrum lesandi á bíbliuskúlanum hjá NTM í North Cotes í Onglandi.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/11/3f7b4516-e0e4-4413-8f71-eed42df3bfcd.jpeg 584 923 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-02-24 18:22:162026-02-24 18:23:40Lesandi frá North Cotes vitja mikukvøldið

Petur á Roykheyggi í Betesda mikukvøldið

18/02/2026

Á møtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 talar Petur á Roykheyggi út frá Jákupsbrævinum.

Petur á Roykheyggi er 36 ára gamal og giftur við Biritu. Tey eru búsitandi í Runavík og eiga fimm børn.

Fyri nøkrum árum síðan tóku tey bæði avgerð um, at Petur skuldi fara út í fulltíðar tænastu fyri HARRAN her heima í Føroyum, her tænastan eitt nú fevnir um at vitja kring landið at kunngera evangeliið og prædika orð Guds.

Komandi tíðina fer Petur av og á at vitja í Betesda, har hann fer at gjøgnumganga Jákupsbrævið – og tað byrjar nú mikukvøldið 18. februar kl. 20.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/02/att.13r7K4bhuAsD2wMWXwAuurFOwIdXwqdG4pMYrdHbM_o.jpeg 895 1271 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-02-18 06:34:232026-02-18 06:34:24Petur á Roykheyggi í Betesda mikukvøldið

John í Skemmuni talar mikukvøldið

10/02/2026
Read more
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/02/att.pZ7BWrwLVALB1hGYUal5ro9cVH5pbSKFMz7mO9xLe8g.jpeg 1521 2048 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-02-10 11:07:362026-02-10 11:07:37John í Skemmuni talar mikukvøldið

Kunning um roknskap og reingerðing mikukvøldið

02/02/2026

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið kl. 20 verður seinna helvtin av møtinum brúkt til kunning um roknskapin og um reingerðingina í Betesda.

Fyrra helvtin av møtinum verður uppbyggingarmøti sum vant, og síðan verður kunning.

Roknskapurin hjá samkomuni fyri 2025 er nú avsluttaður og grannskoðaður, og í tí sambandi fer Jóannis Skorheim at kunna um høvuðstølini og greiða frá roknskapinum. Høvi verður eisini at seta spurningar.

Eisini fara Maria og Jógvan Isaksen at kunnað um reingerðingina av Betesda, hvussu hetta arbeiðið er skipað, tørvin á fólki o.s.fr., og verður eisini høvi at seta spurningar.

Hjartaliga vælkomin

🙂
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/35E8251A-4DBF-4E39-87DD-4B741A0853D0.jpeg 1536 2048 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-02-02 08:54:412026-02-02 08:54:41Kunning um roknskap og reingerðing mikukvøldið

30 ung luttóku í Didasko

23/01/2026
Read more
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/01/614958643_1276748357833679_5210463397279130546_n.jpg 1536 2048 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2026-01-23 09:59:162026-01-23 10:00:5930 ung luttóku í Didasko

Brúðarvígsla týsdagin 30. desember kl. 12

28/12/2025

Týsdagin 30. desember kl. 12 giftast Evy á Lakjuni og Jens Guttesen.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/11/vigsla.png 953 1000 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2025-12-28 20:23:482025-12-28 20:23:49Brúðarvígsla týsdagin 30. desember kl. 12

Miriam og Niels Vang við á bønarmøtinum mánakvøldið

22/12/2025

Á bønarmøtinum mánakvøldið fara Miriam og Niels Vang at greiða frá arbeiði teirra fyri HARRAN í Eysturgrønlandi. Eisini verður dópur.

Eftir at hava verið á bíbliuskúla hjá trúboðanarfelagsskapinum NTM fluttu Miriam og Niels í 2001 til Eysturgrønlands at virka sum trúboðarar.

Høvuðsbýurin er Tasiilaq við uml. 2000 íbúgvum, og so eru 5 smáar bygdir við íalt 1000 íbúgvum, sum eru Kuummiut, Kulusuk, Tiniteqilaaq, Isortoq og Sermiligaaq. 

Fyrstu árini búðu Miriam og Niels í Kuummiut, og í 2016 fluttu tey bústað til Tasiilaq, har tey nú búgva.

Í dag er ein lítil samkoma í Tasiilaq, har møti er hvønn sunnudag og hvørt hóskvøld. Nógv ung koma í samkomuna, og Miriam og Niels samskifta nógv við hesi. Eisini eru bíbliutímar við teimum, sum hava játtað trúgv, og onkuntíð verður skipað fyri serligum gentukvøldum.

Miriam og Niels eiga børnini Jóhan, Lydia og Kezia, og fimm barnabørn.

Røturnar í Klaksvík

Miriam Vang er vaksin upp í Grønlandi. Foreldrini eru Jonna og Hans Sivertsen, sum í 1970 fóru til Grønlands, har tey virkaðu saman sum trúboðarar í Grønlandi, bæði í Nuuk og barnalegunum við Ameralikfjørðin. 

Í 2017 tók HARRIN Jonnu heim til Sín, og í 2018 flutti Hans heimaftur til Klaksvíkar, her hann nú býr.

Á bønarmøtinum mánakvøldið kl. 20 verður høvi at hoyra Niels og Miriam greiða frá teirra arbeiði fyri HARRAN í Grønlandi.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2025/12/IMG_5993.jpeg 609 653 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-12-22 11:07:082025-12-22 11:07:08Miriam og Niels Vang við á bønarmøtinum mánakvøldið

Skráin í Betesda um jólini

21/12/2025

Nú vit nærkast jólum, eru onkur tiltøk farin í jólafrí, meðan onnur serlig tiltøk verða fyriskipað. Her er eitt yvirlit yvir møti og tiltøk annars í Betesda hesar komandi dagarnar.

Samkoman í Betesda ynskir øllum fólki okkara, á landi og sjógvi, eini gleðilig og friðsæl jól og eitt av HARRANUM signað nýggjár.

Sunnudag 21. desember

  • Kl. 14:30 útlendingamøti her í salinum, har øll eru vælkomin. Tað er Tim Sharp, sum saman við øðrum skipar fyri útlendingamøtinum, sum fer fram á enskum máli.
  • Kl. 19 jólasangløta við sangkórinum. Kórið fer at syngja kend jólaløg, vit hoyra ein góðan boðskap; eisini verður felagssangur. Aftaná verður drekkamuður.
  • Kl. 21 yngri og eldra andaktin hjá teimum ungu verða saman í Betesda í kvøld kl. 21.

Jólaaftan 24. desember

  • Jólaaftan verður ein løtt og hugnalig jólaløta í Betesda kl. 16. Á skránni verður sangur, søga og ein boðskapur at hoyra.

1. jóladag 25. des. 2025

  • Kl. 18:00 evangeliskt møti, har sangkórið luttekur.

2. jóladag 26. des. 2025

  • KL. 20:00 ungdómsmøti. John Færø talar.

Leygardagin 27. des. 2025

NÝGGJÁRSVEITSLUR FYRI BØRN

  • Kl. 11:00 Veitsla fyri børn 0-3 ár.
  • Kl. 15:00 Veitsla fyri børn, 4 ár og til og við 1. skúlaflokk.
  • Kl. 19:00 Veitsla fyri tey í 2. flokki og eldri.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/12/Betesda-jol-2021.jpg 877 1170 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2025-12-21 12:55:432025-12-21 21:56:26Skráin í Betesda um jólini
Page 7 of 41«‹56789›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top