Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Bønarløtan fyri juni, juli og august 2020

29/05/2020

Tak niður bønarløtuna:

Bønarløtan juni, juli og aug. 2020Download

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/05/bonarlotan_juni2020.png 771 833 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2020-05-29 12:03:092020-05-29 12:17:39Bønarløtan fyri juni, juli og august 2020

Bíbliulestrarvika

25/05/2020

Kæru náðisystkin.

Nú er aftur Bíbliulestrarvika á skránni. Hendan vikan verður eins og undanfarnar vikur nakað øðrvísi, við at vit ikki kunnu enda vikuna við einum samkomu møti. Men vit eru Harranum takksom fyri, at umstøðurnar ikki forða okkum í, at lesa Bíbliuna!

Frá sunnudegnum 24-05, og til leygardagin 30-05, fara vit at heita á samkomuna um, at lesa Evangeliið eftir Markus, frá kapittul 6:14, og til kapittul 7:23. Setið tíð av til at lesa hendan tekstin, hvønn dag hesa vikuna, og biðið Heilaga Andan tala til tykkara ígjøgnum tekstin. Samtalið eisini við onnur trúgvandi, um tað tit fáa burturúr tekstinum.

Vit enda vikuna við einum net-møti, ið verður stroymt beinleiðis úr Betesda kl.18.00 komandi sunnudag 31-05. Vit biðja um at Heilagi Andin skal lata…“orð Kristusar búgva ríkliga millum okkara, so vit í øllum vísdómi læra og áminna hvønn annan við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum okkara fyri Gudi!”

Harrin signi tykkum øll.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/03/bibliulestrarvika.png 836 1254 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2020-05-25 07:11:512020-05-25 07:12:39Bíbliulestrarvika

Lyktir, ljós og battaríir

30/04/2020

“Lampur okkara sløkna” (Matt 25, 8)

Vit eru á Balabac afturi í 1990. Eg havi havt bíbliutíma í bygdini sunnanfyri hjá okkum og eri á veg til hús. Tað tekur okkurt um ein tíma at ganga. Bygdin liggur langt inni í einum víðum dali, og skal eg fara til hús aftur, gangi eg út móti strondini, snari so til vinstru og gangi norðureftir fram við strondini. Húsini hjá okkum standa bara einar 3 minuttir frá strondini. Vanliga eri eg á motorsúkklu, men í kvøld eri eg til gongu.

Tað var ljóst, tá ið eg fór frá húsum, men nú, eg skal til hús aftur, er tað seint og bølamyrkt. Eg tendri lummalyktina og síggi, at battaríið er við at brenna út. Alt sær øðrvísi út, nú battaríini  ikki rigga, sum tey skulu.

Leiðin út til strondina er gjøgnum tættan myrkan frumskóg. Aftan á at hava gingið eina løtu fer gøtan í tvíningar. Høvdu battaríini ikki verið so veik, hevði alt verið lættari, men av tí, at eg síggi so illa, fari eg at ivast. Tað endar við, at eg velji at fara til høgru. Hugsi, at hin gøtan tekur meg niðan í fjøllini. Løtu seinni uppdagi eg, at eg skuldi nokk verið farin til vinstru, men hugsi, at tað bilar nokk ikki. Hvussu so er og ikki, endi eg úti á strondini, og tá veit eg, hvar eg eri. Tað var ikki so gott, tí gøtan vísir seg bara at vera ein long sniðgøta og tók nógv longur, enn tað átti. Ikki serliga hugnaligur gongutúrur heldur, tí eg eri mitt inni í djúpum frumskógi við øllum møguligum frumskógarljóðum. Einasta ljósið eru soppar, sum skyggja grønir í myrkrinum. Oman fyri trøini hoyri eg ljóði frá stóru flogmúsum. Og so eru tað sjálvandi øll hini dýrini og kyktini, sum tú veitst eru har, men einki ljóð geva frá sær.

Eftir at hava gingið soleiðis eina góðu løtu komi eg fram við einum stórum myrkum betonghúsum. Hevði man trúð upp á spøkilsir, hevði man heilt vist hildið, at tað spøkti. Síggi at hetta er skúlin har í bygdini. Keðilig kensla at standa framman fyri skúlanum og  merkja, at eg var endaður langt sunnan fyri, har eg átti at vera. Ná, men eg fari víðari, og løtu seinni hoyri eg ljóðið frá aldunum. Strondin, tað var gott.

Komin oman at strondini síggi eg, at eg eri endaður sunnan fyri stóru ánna, sum rennur oman gjøgnum dalin. Vanliga hevði tað ikki havt so nógv upp á seg, men tað er flóð, og tað merkir, at eg verði noyddur at vassa væl upp yvir miðju fyri at koma yvirum, og tað mátti man ikki, søgdu tey, tí krokodillur kundu vera í ánni. Eg trúði einki upp á, at tað vóru nakrar krokodillur á Balabac, vit høvdu í hvussu so er ongantíð hoyrt um nakra. Hatta við krokodillum er løgið, tað vóru ongar krokodillur á Balabac í mong, mong ár. Nú yður av teimum. Ná, men eg visti, at eg kundi ikki bara sita har og bíða, til tað fór at fjara, so eg vassaði yvirum. Komin yvir um ánna, helt eg á framvið strondini. Løtu seinni møti eg monnum úr bygdini, sum eru niðri í fjøruni og kasta nót. Teir spyrja, hvaðani eg komi dýggjvátur. Eg fortelji, og teir at flenna. Høvdu aldri hoyrt so galið, ikki at finna oman á strondina. Morgunin eftir hevði øll bygdin hoyrt tað. At forsvara seg var vónleyst.

Bara fyri at lýsa hvussu vónleyst tað var at royna at forsvara seg. Eg havi gingið gjøgnum skógin við molbogmanni, har einasta ljósið hjá okkum var glóðin frá sigarettini hjá honum. Tá var lyktin hjá mær bjartari.

Og alt bara tí at man ikki hevði kannað battaríini, áðrenn man fór frá húsum. Hvussu var tað við líknilsinum um tær 10 moyggjarnar? “Tær, ið dárar vóru, tóku víst lampur sínar, men tóku onga olju við sær.” (Matt.25.3) Møguliga kundu vit sagt, tær tóku víst lyktir sínar, men høvdu ikki sterk battaríir í teimum.

———————

Leið, bjarta ljós, ígjøgnum myrkrið her,
leið tú meg fram!
Náttin er long, og langt til heimið er;
leið tú meg fram!
Varða mín fót! Ei síggja krevji eg,
eitt stig í senn er nóg nógv fyri meg

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/flashlight.png 835 1257 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-04-30 10:10:082020-04-30 10:53:33Lyktir, ljós og battaríir

Bíbliulestrarvika

26/04/2020

Kæru náðisystkin.

Nú er aftur ein Bíbliulestrarvika á skránni. Hendan vikan verður, eins og seinast, øðrvísi vegna Korona-sjúkuna. Men vit eru Harranum takksom fyri, at umstøðurnar ikki forða okkum í at lesa Bíbliuna. So frá sunnudegnum 26. apríl til leygardagin 2. mai fara vit at heita á samkomuna um at lesa evangeliið eftir Markus frá kapittul 4 vers 35 til kapittul 6 vers 13.

Setið tíð av at lesa hendan tekstin hvønn dag hesa vikuna, og biðið Heilaga Andan tala til tykkara gjøgnum tekstin. Samtalið eisini við onnur trúgvandi um tað, tit fáa burturúr tekstinum.

Vit enda vikuna við einum møti, ið verður tikið upp í Betesda, og sum verður lagt tú á heimasíðuni og Facebook-vangan hjá Betesda 2. mai.

Vit biðja fyri, at vit lata „orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!”

Harrin signi tykkum øll.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/03/bibliulestrarvika.png 836 1254 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-04-26 15:06:592020-04-30 10:27:02Bíbliulestrarvika

Páskaheilsan – Tók sær av honum

11/04/2020

Henda vakra útsøgn er søgd í samband við, at Barnabas tekur sær av Paulusi, sum hevur søkt at samkomuni í Jerúsalem. Eingin vildi hava nakað við Paulus at gera, tí tey ræddust hann, men Barnabas, sum merkir troystarsonur, tók sær av honum og fór við honum til ápostlarnar.

Í hesum serligu døgum vit eru í, er tað gott at hoyra útvarpið siga frá felagasskapum og einstaklingum, ið bjóða seg fram at taka sær av teimum, ið eru í sóttarhaldi, teimum gomlu, teimum veiku og teimum sjúku.

Vit eru biðin um at bera byrðarnar hjá hvør øðrum og at biðja hvør fyri øðrum. Koronavirusi kennir ikki nøkur landamørk men ferðast frá landi til land uttan at biðja um loyvi ella siga frá. Læknar, serfrøðingar, granskarar, polittikarar og onnur fáa grá hár í høvdið av hesum hervuliga virusi, Korona. Harafturat royna granskarar av øllum alvi at finna eina vaksinu móti sjúkuni.

Tað er ikki nógv hjá okkum at gera uttan at lurta væl eftir tí, sum okkum er álagt.

Men eitt er tó, ið vit altíð kunnu gera: vit kunnu biðja. Bønin kennir heldur ongar forðingar, men hon ferðast um øll mørk. Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.

Latið okkum tí við dirvi stíga fram fyri hásæti náðinnar, so vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálp á rættari tíð! Hetta er ein undurfull gongd leið, BØNARLEIÐIN.

Nú myndugleikarnir eftir páskir so spakuliga fara at lata samfelagið upp aftur, eiga vit at biðja. Vit eiga at biðja um hjálp og vísdóm til myndugleikarnar, og vit eiga at biðja fyri øllum fólkinum.

Aftur til orðini at taka sær av. Jesus hevur lovað at vera við okkum. Tá Jesus segði farið út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, endaði Hann við hesum orðum: “Eg eri við tykkum allar dagar líka til enda tíðarinnar”. Eitt undurfult lyfti frá Honum, sum er hin sami í gjár, í dag og til ævigar tíðir.

Ert tú tyngdur, troyttur, veikur
myrkrið tætt og stongd hvør leið?
Enn tú hevur tó ein útveg:
Bið, á, bið og troyttast ei.

Svíkja vinir teg og háða
Bið til Guð av hjartans grund.
Hann í Sínum kærleiksfavni
bera vil teg hvørja stund.

Ápostlasøgan 9, 27:
Men Barnabas tók sær av honum og fór við honum til ápostlarnar; hann segði teimum tá, hvussu hann hevði sæð Harran á vegnum, og at Hann hevði talað til hansara, og hvussu hann í Damaskus hevði vitnað hugreystur í navni Jesusar.

Harrin signi tykkum og gleðiligar páskir.

Eyðun Elttør

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2019/12/Krossur.png 630 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-04-11 23:26:002020-04-20 08:08:04Páskaheilsan – Tók sær av honum

Glediligar páskir verða ynskt tykkum

09/04/2020
Pieta

Hátíðin páskir stavar frá jødadóminum. Tá ísraels fólk vóru trælir í Egyptalandi og Móses skuldi leiða fólkið út, var seinasta plágan áðrenn útfríanina, at deyðseingilin gekk frá hurð til hurð. Familjan skuldi smyrja blóð á durastavin, sum tekin um at hava dripið eitt lamb, eitt offur. So leyp deyðseingilin familjuna um. Men tey, har einki blóð var smurt, varð fyrstføddi dripin. Tí verða páskir eisini nevndir “passover”, umlopin við deyðanum.

Vit sum familjur sita nú í okkara egnu heimum. Vit vita, at deyðin vitjar. Vit vóna og bidja til, at vit ikki verða rakt, men uppliva “passover”. At deyðseingilin fer framvið okkum.

Tað er púra menniskjaligt at vilja fasthalda lívinum og hvørjum andadrátti, so leingi sum møguligt. Vit vilja ikki sleppa. Tí hvat hava vit so?

1. páskamorgun vitnar um Jesus sum breyt allar nátturligar reglar. Hann gekk móti náttúrunnar kreftum. Hann hevði ligið í grøvini meir enn 1 døgn. Likamið var salvað og bundið inn. Steinurin var rullaður fyri. Vakt varð sett við grøvina, so eingin skuldi stjala likamið.
Men Hann breyt ígjøgnum.
Hvør fær steðgað Hansara vilja?
Eingin! Steinurin var rullaður frá, likamið, sum var hálvrotið, gjørdist nýtt og reis upp. Hann gekk út ur grøvini. Tí tað skuldi Hann.
Hann kom at fullføra verkið, sum Gud Faðirin hevði ætlað. Jødisku páskirnir frá Egyptalandi peikaðu fram til hesa kollveltandi hending á Golgata. Jesus verður nevndur sum eitt lamb, sum verður dripið. Leitt avstað til altarið, Hann gjørdi onga mótstøðu. Hann krógvaði seg ikki í karantenu. Tað hevði Hann lættliga kunnað. Hann reið sjálvboðin inn í Jerusalem Pálmasunnudag, át páskalambið við vinunum skúrishóskvøld, áðrenn Hann kom í deydaangist í Getsemane somu nátt.
Nú byrjaðu vinirnir at svíkja. Teir forráddu Hann. Avsløraðu Hann. Vildu ikki kennast við Hann. Tóku frástøðu, Hann luktaði nú av deyða, av “korona”

Og Hann fekk “korona”, Hann varð krýndur henda líðilanga myrka, dapra langafríggjadag. Hann varð krýndur við deyðiligari krúnu.
Ikki varð Hann upplyftur ella heiðraður á nakran hátt. Hann fór gjøgnum deyðan í einsemi.
Hann fasthelt ikki lívinum, men gav tað upp til frelsu fyri heiminum.

Síggja tit samanhangin gjøgnum frelsusøguna? Ísraelsfólk varð bjargað gjøgnum blóðið í durastavinum. Heimurin kann bjargast gjøgnum blód Jesusar? Tað kann bjarga okkum frá ævigum deyða.
Líka so líðandi, myrkur, pínufullur og dapur langifríggjadagur var, líka vónrikur og bjartur er páskamorgun. Tí Hann reis úr grøvini. Hann sigraði á deyðanum.
Mission completet.
Vit deila søguna upp her: fyri Krist. Og eftir Krist.
Sjálvi eru vit í eini heimskreppu. Vit fara ivaleyst at býta tíðina upp í fyri corona og eftir corona.

Men tá Gud, skaparin av lívi og deyða, kundi ganga móti øllum hesum náttúrukreftum og reisa Jesus upp, kundi Hann so ikki avlíva coronavirus? Sjálvandi!
Her leypur ketan av hjá mongum, og tey spyrja, tá Gud er kærleiki, hvussu kann tað vera, at Hann loyvir líðing?
Hvussu kann Gud loyva Sínum einasta Soni at líða?
Jú, netupp tí Hann er kærleiki.
Fellur ikki sáðið i jørðinaog doyr, ber tað ongan ávøkst, lati hendan setning standa opnan til eina sjálvrannsakan henda 1. Páskamorgun, uppreisnarmorgunin til vón og lív.

(Málningin kalli eg “pieta”, sum merkir náði ella miskunn á italienskum. So passandi beint nú, tá nógvar bønir verða lyftar upp fyri Italia)

Skrivað hevur Maria Mørkøre

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/Jesus.jpg 956 1152 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-04-09 14:56:002020-04-19 22:26:14Glediligar páskir verða ynskt tykkum

Bíbliutektsur til 30.03.2020

30/03/2020

Vit trúgva, at orð Guds er livandi og hevur kraft. Tí vilja vit heita á samkomuna, at lesa hendan tekstin, í teirri vón at teksturin, við kraft Heilaga Andans kann uppbyggja, troysta, stuðla og áminna okkum í hesum ørkymlandi døgnum.

Rómbrævið 12
Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara. Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna! Tí við náðini, ið mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara, at hann má ikki hugsa hægri, enn hann eigur at hugsa, men hugsa við vísdómi, alt eftir sum Gud hevur býtt einum og hvørjum mál hansara av trúgv. Tí eins og vit hava nógvar limir á einum likami, men allir limirnir hava ikki sama starv, soleiðis eru vit mongu eitt likam í Kristusi, men hvørt fyri seg eru vit limir hvørs annars. Við tað at vit nú hava ymiskar náðigávur, eftir náðini, ið okkum er givin, so latið okkum – um tað nú er profetagáva – nýta hana, eftir sum vit hava trúgv, ella – um tað er tænasta – so latið okkum akta eftir tænastuni, ella – um ein er lærari – eftir lærdóminum, ella – um ein áminnir – eftir áminningini! Tann, ið býtir út, geri tað av ærligum huga! Tann, ið fyristøðumaður er, veri tað við ídni! Tann, ið miskunn ger, geri tað við gleði! Kærleikin veri ikki bert eiti! Skýggið hitt illa, haldið fast við hitt góða! Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan! Kappist um at vísa hvør øðrum heiður! Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara, verið brennandi í andanum – tænið Harranum! Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini! Takið tykkum av hinum heiløgu í trongd teirra, leggið tykkum eftir at vera gestablíð! Signið tey, sum liggja eftir tykkum, signið, og bannið ikki! Gleðist við hinum glaðu, og grátið við teimum, ið gráta! Semjist tykkara millum! Tráið ikki eftir hinum høga, nei, haldið tykkum til hitt lága! Gerist ikki klók í tykkara egnu hugsanum! Lønið ongum ilt fyri ilt! Leggið tykkum eftir tí, sum gott er í eygum alra menniskja! Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju! Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: “Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.” “Er tí fíggindi tín svangur, so gev honum at eta, er hann tystur, so gev honum at drekka! Tí táið tú hetta gert, savnar tú gløðandi kol á høvd hansara.” Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum!

Minnist til at biðja fyri hvørjum øðrum!

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2019/12/biblian-red.jpg 534 800 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-03-30 08:03:002020-04-20 08:04:16Bíbliutektsur til 30.03.2020

Bíbliulestrarvika

29/03/2020

Markus 3:7 til 4:34

Nú er tíðin aftur komin til eina Bíbliulestrarviku.

Hendan vikan verður sjálvandi øðrvísi – orsaka Korona. Men vit eru Harranum takksom fyri, at umstøðurnar ikki forða okkum í at lesa Bíbliuna.

Frá sunnudegnum 29-03 til leygardagin 04-04 fara vit at heita á samkomuna um at lesa Evangeliið eftir Markus frá kapittul 3:7 til kapittul 4:34.

Setið tíð av, at lesa hendan tekstin hvønn dag hesa vikuna, og biðið Heilaga Andan tala til tykkara ígjøggnum tekstin. Samtalið eisini við onnur trúgvandi, um tað tit fáa burturúr tekstinum.

Vit fáa tíverri ikki enda vikuna sum vit plaga, við einum samkomumøti, so ístaðin fer teksturin at vera viðgjørdur í andaktini hesa komandi vikuna.

Andaktin verður løgd á betesda.fo og á facebook síðuna hjá Betesda.Vit biðja fyri, at vit lata …”orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!”

Harrin signi tykkum øll.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/03/bibliulestrarvika.png 836 1254 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-03-29 22:50:002020-04-26 15:05:55Bíbliulestrarvika

Bíbliutektsur til 29.03.2020

29/03/2020

Vit trúgva, at orð Guds er livandi og hevur kraft. Tí vilja vit heita á samkomuna, at lesa hendan tekstin, í teirri vón at teksturin, við kraft Heilaga Andans kann uppbyggja, troysta, stuðla og áminna okkum í hesum ørkymlandi døgnum.

Opinberingin 21
Nú sá eg nýggjan himmal og nýggja jørð, tí hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru farin burt; og havið var ikki longur. Eg sá hin heilaga stað, hitt nýggja Jerúsalem, koma niður av Himli, frá Gudi, tilgjørdan sum brúður, ið er prýdd fyri brúðgómi sínum. Og eg hoyrdi rødd frá hásætinum; hon segði: “Hygg, bústaður Guds er hjá menniskjunum! Hann skal búgva hjá teimum; tey skulu vera fólk Hansara, og Gud sjálvur skal vera hjá teimum og vera Gud teirra. Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur – tí hitt fyrra er farið.” Hann, sum í hásætinum sat, segði: “Hygg, Eg geri alt nýtt!” Og Hann segði við meg: “Skriva! Tí hesi orð eru trúverd og sonn.” Hann segði við meg: “Tað er gjørt! Eg eri alfa og omega, upphavið og endin. Eg skal geva hinum tysta at drekka fyri einki av keldu lívsvatnsins. Tann, ið sigrar, skal arva hetta; Eg skal vera Gud hansara, og hann skal vera sonur Mín. Men hini ræddu, hini ótrúgvu, hini viðurstyggiligu, manndráparar, siðloysingar, gandakallar, avgudadýrkarar og allir lygnarar – lutur teirra skal vera í sjónum, sum logar av eldi og svávuli – tað er hin annar deyðin.” Ein av hinum sjey einglunum, sum høvdu hinar sjey skálirnar, ið vóru fullar av hinum sjey síðstu plágunum, kom nú til mín, talaði við meg og segði: “Kom, eg skal vísa tær brúðrina, konu lambsins!”
Hann fór so – í andanum – við mær niðan á stórt, høgt fjall og vísti mær hin heilaga stað, Jerúsalem, ið kom niður av Himli, frá Gudi. Hann hevði dýrd Guds, og hann skein sum dýrabarasti steinur, sum krystalklárur jaspissteinur. Hann hevði stóran og høgan múr við tólv portrum; við portrini stóðu tólv einglar, og á portrunum vóru nøvn skrivað, nøvn hinna tólv ætta Ísraelssona. Móti eystri vóru trý portur, móti norðri trý portur, móti suðri trý portur og móti vestri trý portur. Múrur staðarins hevði tólv grundarsteinar, og á teimum stóðu nøvn hinna tólv ápostla lambsins. Hann, ið tosaði við meg, hevði mál – gullrør – fyri at hann skuldi mála staðin, portur hansara og múr hansara. Staðurin liggur í fýrhyrningi; longd og breidd hansara eru líka. – Hann máldi staðin við rørinum: 12 000 stadiur – longd, breidd og hædd hansara eru líka. Hann máldi múr hansara: 144 alin eftir menniskjamáli – sum eisini er einglamál. Múrur staðarins var laðaður av jaspis, og staðurin var reint gull, líkur reinum glasi. Grundarsteinar staðarmúrsins vóru prýddir við alskyns dýrum steinum. Fyrsti grundarsteinurin var jaspis, annar safir, triði kalsedon, fjórði smaragd, fimti sardonyks, sætti sardis, sjeyndi krýsolit, áttandi beryl, níggjundi topas, tíggjundi krýsopras, ellivti hýasint, tólvti ametyst. Hini tólv portrini vóru tólv perlur; hvørt portrið fyri seg var úr eini perlu. Gøta staðarins var reint gull, sum klárt glas. Eg sá einki tempul í honum; tí tempul hansara er Harrin Gud hin Alvaldi og lambið. Staðnum tørvar ikki sól ella mána at lýsa sær, tí dýrd Guds lýsir hann upp, og lambið er ljós hansara. Fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara, og kongar jarðarinnar skulu bera dýrd sína inn í hann. Portur hansara skulu aldri verða stongd um dagin – tí nátt skal ikki vera har. Dýrd og æra tjóðanna skal verða borin inn í hann. Einki óreint skal koma inn í hann, og eingin, sum ger tað, ið viðurstyggiligt er, ella gongur við lygn – bert tey, sum skrivað eru í lívsbók lambsins.

Minnist til at biðja fyri hvørjum øðrum!

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2019/12/biblian-red.jpg 534 800 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-03-29 08:02:002020-04-20 08:03:07Bíbliutektsur til 29.03.2020

Bíbliutektsur til 28.03.2020

28/03/2020

Vit trúgva, at orð Guds er livandi og hevur kraft. Tí vilja vit heita á samkomuna, at lesa hendan tekstin, í teirri vón at teksturin, við kraft Heilaga Andans kann uppbyggja, troysta, stuðla og áminna okkum í hesum ørkymlandi døgnum.

Lukas 15

Allir tollarar og syndarar hildu seg nær hjá Honum, at hoyra Hann. Men bæði Fariseararnir og hinir skriftlærdu knarraðu og søgdu: “Hesin tekur ímóti syndarum og etur við teimum!” Tá setti Hann fram fyri teir hetta líknilsi – Hann segði: “Um ein tykkara hevur 100 seyðir og missir ein av teimum – hvør er hann, sum fer ikki frá hinum 99 í oyðimørkini og út at leita eftir tí, sum hann hevur mist, inntil hann finnur hann! Táið hann so hevur funnið hann, leggur hann hann glaður á herðarnar. Og táið hann kemur til hús, kallar hann saman vinir og grannar sínar og sigur við teir: “Gleðist við mær! Eg havi funnið seyð mín, sum eg hevði mist!” Eg sigi tykkum: Soleiðis skal vera gleði í Himli um ein syndara, ið vendir við, meir enn um 99 rættvís, sum ikki tørvar umvending. Ella um kvinna hevur 10 drakmur og missir eina drakmu burtur – hvør er hon, sum tendrar ikki ljós og sópar húsið og ger sær ómak at leita, inntil hon finnur hana! Táið hon so hevur funnið hana, kallar hon saman vinkonur og grannkonur sínar og sigur: “Gleðist við mær! Eg havi funnið drakmuna, ið eg hevði mist.” Soleiðis, sigi Eg tykkum, verður gleði hjá einglum Guds um ein syndara, ið vendir við.”Og Hann segði: “Maður hevði tveir synir. Hin yngri teirra segði við faðir sín: “Faðir, gev mær tann partin av ognini, sum mær líknast!” Tá skifti hann góðsið millum teirra. Ikki mangar dagar eftir hetta savnaði hin yngri sonurin alt sítt saman og fór avstað til land langt burtur; har spilti hann burtur alla ogn sína í ringum lívi. Men táið hann hevði brúkt alt upp, varð hørð hungursneyð í hesum sama landi, og hann byrjaði at líða neyð. Tá fór hann og helt seg til ein av monnunum har í landinum, og hesin sendi hann út á mark sína at sita hjá svínum. Og hann tráaði eftir at fylla búk sín av dravinum, ið svínini ótu; og eingin gav honum nakað. Tá gekk hann í seg sjálvan og segði: “Hvussu mangir daglønamenn hjá faðir hava ikki yvirflóð av breyði – og her doyggi eg í hungri! Eg skal reisa meg og fara til faðir og siga við hann: Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær! Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein daglønamann tín!” So reistist hann og kom til faðir sín. Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðirin hann, og honum tykti hjartaliga synd í honum; hann fór rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann. Men sonurin segði við hann: “Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær! Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín.” Tá segði faðirin við tænarar sínar: “Farið eftir hinum bestu klæðunum og latið hann í tey, og gevið honum ring á hondina og skógvar á føturnar! Farið síðani eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latið okkum eta og vera glað! Tí hesin sonur mín var deyður og er vorðin livandi aftur, hann var mistur og er funnin.” Tey byrjaðu nú at vera glað. Men hin eldri sonur hansara var úti á markini, og táið hann kom heim og nærkaðist húsinum, hoyrdi hann spæl og dans. Tá rópti hann ein húskallin og spurdi, hvat hetta hevði at týða. Hann svaraði honum: “Bróðir tín er komin, og faðir tín hevur dripið gøðingarkálvin, tí hann hevur fingið hann aftur í øllum góðum.” Tá kom ilt í hann, og hann vildi ikki fara inn. Faðir hansara fór tá út og bønaði hann. Men hann svaraði faðirinum: “So mong ár havi eg nú tænt tær, og aldri havi eg gjørt ímóti boðum tínum; mær hevur tú tó aldri givið geitarlamb, so eg kundi havt stuttleika við vinum mínum. Men táið hasin sonur tín kom, sum hevur etið upp góðs títt við skøkjum, drapst tú gøðingarkálvin fyri honum!” Tá segði hann við hann: “Barn! Tú ert altíð hjá mær, og alt mítt er títt; men nú áttu vit at verið fró og glað; tí hesin bróðir tín var deyður og er vorðin livandi, var mistur og er funnin.””

Minnist til at biðja fyri hvørjum øðrum!

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2019/12/biblian-red.jpg 534 800 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-03-28 08:01:002020-04-20 08:02:00Bíbliutektsur til 28.03.2020
Page 25 of 26«‹23242526›

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
  • Yvirkoyrdi smádrongurin – J. I. Packer10/07/2026 - 07:00
  • Bispurin, sum tordi at standa einsamallur – John Charles Ryle26/06/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Logos Hope í Føroyum25/08/2026 - 13:49
  • Petur á Roykheyggi talar mikukvøldið25/08/2026 - 13:16
  • Jákup Hansen talar sunnudagin23/08/2026 - 11:56
  • Sunnudagsskúlin sunnudagin kl. 12:30 – Símun Absalonsen talar í bíbliuløtuni23/08/2026 - 04:43
  • Sangkórið byrjar aftur at venja týskvøldið21/08/2026 - 13:05

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top