BETESDA

Orsøkina til, at samkomuhúsið Betesda í Klaksvík hevur fingið navnið “Betesda”, eri eg ikki greiður yvir, men vit kunnu hugsa okkum, hví tey valdu at kalla salin Betesda.

Vit lesa í Evangeliinum eftir Jóhannes: “Við Seyðaportur í Jerúsalem er hylur, sum á hebraiskum eitur Betesda”. Navnið Betesda merkir hús miskunnar ella hús náðinnar. Hesar merkingar av navninum eru ógvuliga sigandi, tí tey sjúku, sum lógu við hylin, kendu seg bæði óverdig og óhjálpin, men her var møguleikin at fáa hjálp, verða grødd og fara avstað við stórari gleði.

Jesus spurdi mannin, sum hevði verið sjúkur í 38 ár, um hann vildi verða frískur? Hin sjúki svaraði Honum: ”Harri, eg havi ongan, sum kann fáa meg niður í hylin, táið vatnið verður órógvað; og táið eg komi, fer eitt annað niðurí undan mær”. Ein ring støða hjá manninum, at eingin kom honum til hjálpar.

Møguliga var hetta tað, sum tey hugsaðu um í 1917, tá ið húsið skuldi fáa navn, at hetta skuldi vera eitt stað, har náði Guds varð boðað, og har fólk kundu koma og fáa hjálp.

Hin sjúki segði – eg havi ONGAN. Tað eru nógv, sum kenna seg einslig, og tey hava ongan at hjálpa sær. Tey, sum byrjaðu samkomuna í Betesda, høvdu smakkað náði Guds, tí vildu tey hjálpa øðrum inn á veg friðarins. Harrin hevur signað, og mong eru komin til trúgv.

Latið okkum, ið koma saman í Betesda í dag, rætta ein hjálpandi hond til tann óhjálpna, leiða menniskju til Kristus og uppbyggja hvør annan á heilagastu trúgv okkara.

Skrivað hevur Eyðun Elttør

Eingin so kann Síni varða

– Tá ið tað tykist ikki at passa

Eingin so kann síni varða,
sum vár Gud sín barnaskara;
ei so trygg er stjørnan bjarta,
barnið ei við móðurhjarta.

Um hann tekur, um hann gevur,
sama hjarta hann tó hevur,
og hans mál er hetta eina,
til várt besta alt at beina.

Tá ið eg gekk í skúla, var „Eingin so kann síni varða“, minnist meg rætt, einasti sangurin hjá brøðrunum, sum varð sungin til morgunsang. Victor Danielsen hevði umsett. Kanska er tað tí, at eg minnist sangin so væl. Veit ikki. Hinvegin hevur hann kanska verið við til at mynda eina trúgv, sum hevur hildið og enn heldur.

Tað eru nógvar søgur um, hvussu Harrin hevur vart fólk Sítt. Spennandi søgur. Og tað, sum ger tær enn meira spennandi, er, at sum menniskju vita vit so evarska lítið um tað heila. Spennandi verður at koma heim og síggja heildarmyndina og fáa at síggja, hvussu ofta Hann hevur vart okkum, uttan at vit vistu av. Men tað verður tá. Nú eru vit her niðri ofta umgyrd av umstøðum, har tað ikki tykist, sum Hann verjir, í hvussu er ikki, so sum vit halda, Hann skal verja. Hugsaði at skriva eitt sindur um tað.

Lina Sandell, sum skrivaði sangin „Eingin so kann síni varða“, hevur verið okkurt um 18-20 ára gomul, tá ið hon skrivaði sangin. Eini tvey ár seinni upplivdi hon at síggja pápa sín drukna. Mær vitandi, broytti tað ikki hugburð hennara móti Gudi. Hon hevur dugað at hvílt í vissuni um, at „um hann tekur, um hann gevur, sama hjarta hann tó hevur“.

Minnist í fýrsunum, tá ið vit gingu á málskúla í USA, at ein næmingur, familjumaður, nevndi á einum møti, at onkur hevði spurt hann, um tað ikki var ábyrgdarleyst at taka konu og børn út á missiónsmarkina – har var jú so vandamikið. Maðurin segði, at hann hevði svarað, at Harrin skuldi nokk taka sær av teimum. Seinni var hann farin at hugsa meira um, hvussu hann hevði svarað. Jú, sjálvandi, Harrin skuldi nokk taka sær av teimum, eingin ivi um tað, men at halda, at Harrin skuldi verja tey ímóti øllum vandum, tað var ikki samsvarandi Bíbliuni.

Seinni havi eg hugsað um summi teirra, sum sótu á hesum møtinum, og tað, tey møttu seinni í lívinum. Til dømis vórðu tveir av monnunum tiknir gíslar í Kolumbia og seinni dripnir. Merkti tað, sum hendi teimum, at Harrin ikki vardi teir? Kanska frá einum menniskjaligum sjónarhorni, men ikki bíbilskum.

Hugsi um tríggjar familjur, sum komu til Filipsoyggjarnar um somu tíð sum vit. Ta einu familjuna kendu vit ikki so væl, møttu teimum bara eina ferð. Tey búðu okkurt um ein tíma sunnan fyri, har vit búðu. Hetta var fyrsta árið, vit vóru á Filipsoyggjunum. Stutt eftir, at vit møttu teimum, hoyrdu vit, at onkur hevði brotið inn hjá teimum og dripið konuna. Hinar báðar familjurnar kendu vit væl. Báðir menninir vóru flogskiparar hjá New Tribes Mission. Tann eina familjan misti lítlu dóttur teirra stutt eftir, at tey vóru flutt til Palawan. Hini hjúnini vórðu tikin gíslar í 2001. Tey vórðu hildin gíslar í eitt ár. Gíslatøkan endaði við, at maðurin varð dripin.

Her vóru trý hjún, sum fult og fast trúðu tí, sum sangurin hjá Sandell sigur, at eingin so kann Síni varða, sum vár Gud Sín barnaskara. Merkti tað, sum hendi teimum, at sangurin ikki passar? Nei. Varðveitslan, sum sangurin og øll Skriftin tosar um, er ein varðveitsla, sum er á einum nógv hægri og fullkomnari støði enn tað, at einki ringt kann raka okkum.

————-

Kona annan mannin, sum varð dripin av gíslatakarum í Kolumbia, skrivaði seinni eina bók um tað, sum hendi. Fremst í bókini hevur hon sett sangin: „Hvør trygg er tann grundin, tit Guds børn, sum er.“ Síðsta ørindi sigur:

Tann sál, sum til Jesus her fór og fann frið,
ei fíggindin nakrantíð nema skal við.
Tann sál, sum í trúnni er bjargað og sæl,
ei svikin í ævirnar verða hon skal.

Í bókini sigur hon millum annað:

„Eg hevði roynt at bygt álit mítt á tað, sum eg vildi skuldi henda. Onkursvegna helt eg, at hevði eg bara nóg nógva trúgv, so fóru Dave, Mark og Rick nokk at koma heim aftur. Og tá ið teir so ikki komu heim, helt eg, at tað var mín skyld, eg hevði ikki nóg stóra trúgv. Men so er ikki sambært Skriftini. Eg mátti læra, at álitið má vera á Gud og myndugleika Hansara. Og tá ið eg lærdi tað, tá fann troytta hjarta mítt frið og hvílu.“

Eg nevndi málskúlan, vit vóru á í fýrsunum. Á skúlanum vóru tvær eldri kvinnur, sum báðar høvdu mist menninar nøkur og 40 ár frammanundan. Saman við trimum øðrum monnum royndu teir at náa Ayore indianararnar í Bolivia við evangeliinum. Teir máttu gjalda fyri tað við lívinum. Tann eldra einkjan, Dorothy, fortaldi, at hon, eitt kvøldið stutt eftir, at tey vóru farin at gruna, at okkurt var galið, stóð einsamøll aftan fyri húsini og græt. Tá kom onkur og gav henni hetta versið:

Navn HARRANS er sterkt torn; hin rættvísi skundar sær hagar og verður bjargaður. (Orðt. 18.10)

At skunda sær hagar ger munin. Tað er at liva í vissuni um, at eingin so kann Síni varða, sum vár Gud Sín barnaskara.

——————

Og so aftur til, tá ið vit í barnaskúlanum sungu „Eingin so kann síni varða“, sangin, sum Victor umsetti til føroyskt. Hatta er nógv ár síðan, og nógv er hent. Men eitt, sum eg havi lært hesi mongu árini, er, at tað snýr seg ikki um, hvør hevur skrivað ella umsett – um tað er onkur innan brøðurnar ella kirkjuna. Tað snýr seg bert um Hann, sum er evnið í sanginum, Hann, sum í vísa ráði Sínum betur enn nakar annar kann varða Sín egna barnaskara.

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

Bíbliulestrarvika

Kæru náðisystkin.

Nú er aftur Bíbliulestrarvika á skránni. Hendan vikan verður eins og undanfarnar vikur nakað øðrvísi, við at vit ikki kunnu enda vikuna við einum samkomu møti. Men vit eru Harranum takksom fyri, at umstøðurnar ikki forða okkum í, at lesa Bíbliuna!

Frá sunnudegnum 24-05, og til leygardagin 30-05, fara vit at heita á samkomuna um, at lesa Evangeliið eftir Markus, frá kapittul 6:14, og til kapittul 7:23. Setið tíð av til at lesa hendan tekstin, hvønn dag hesa vikuna, og biðið Heilaga Andan tala til tykkara ígjøgnum tekstin. Samtalið eisini við onnur trúgvandi, um tað tit fáa burturúr tekstinum.

Vit enda vikuna við einum net-møti, ið verður stroymt beinleiðis úr Betesda kl.18.00 komandi sunnudag 31-05. Vit biðja um at Heilagi Andin skal lata…“orð Kristusar búgva ríkliga millum okkara, so vit í øllum vísdómi læra og áminna hvønn annan við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum okkara fyri Gudi!”

Harrin signi tykkum øll.

Lyktir, ljós og battaríir

“Lampur okkara sløkna” (Matt 25, 8)

Vit eru á Balabac afturi í 1990. Eg havi havt bíbliutíma í bygdini sunnanfyri hjá okkum og eri á veg til hús. Tað tekur okkurt um ein tíma at ganga. Bygdin liggur langt inni í einum víðum dali, og skal eg fara til hús aftur, gangi eg út móti strondini, snari so til vinstru og gangi norðureftir fram við strondini. Húsini hjá okkum standa bara einar 3 minuttir frá strondini. Vanliga eri eg á motorsúkklu, men í kvøld eri eg til gongu.

Tað var ljóst, tá ið eg fór frá húsum, men nú, eg skal til hús aftur, er tað seint og bølamyrkt. Eg tendri lummalyktina og síggi, at battaríið er við at brenna út. Alt sær øðrvísi út, nú battaríini  ikki rigga, sum tey skulu.

Leiðin út til strondina er gjøgnum tættan myrkan frumskóg. Aftan á at hava gingið eina løtu fer gøtan í tvíningar. Høvdu battaríini ikki verið so veik, hevði alt verið lættari, men av tí, at eg síggi so illa, fari eg at ivast. Tað endar við, at eg velji at fara til høgru. Hugsi, at hin gøtan tekur meg niðan í fjøllini. Løtu seinni uppdagi eg, at eg skuldi nokk verið farin til vinstru, men hugsi, at tað bilar nokk ikki. Hvussu so er og ikki, endi eg úti á strondini, og tá veit eg, hvar eg eri. Tað var ikki so gott, tí gøtan vísir seg bara at vera ein long sniðgøta og tók nógv longur, enn tað átti. Ikki serliga hugnaligur gongutúrur heldur, tí eg eri mitt inni í djúpum frumskógi við øllum møguligum frumskógarljóðum. Einasta ljósið eru soppar, sum skyggja grønir í myrkrinum. Oman fyri trøini hoyri eg ljóði frá stóru flogmúsum. Og so eru tað sjálvandi øll hini dýrini og kyktini, sum tú veitst eru har, men einki ljóð geva frá sær.

Eftir at hava gingið soleiðis eina góðu løtu komi eg fram við einum stórum myrkum betonghúsum. Hevði man trúð upp á spøkilsir, hevði man heilt vist hildið, at tað spøkti. Síggi at hetta er skúlin har í bygdini. Keðilig kensla at standa framman fyri skúlanum og  merkja, at eg var endaður langt sunnan fyri, har eg átti at vera. Ná, men eg fari víðari, og løtu seinni hoyri eg ljóðið frá aldunum. Strondin, tað var gott.

Komin oman at strondini síggi eg, at eg eri endaður sunnan fyri stóru ánna, sum rennur oman gjøgnum dalin. Vanliga hevði tað ikki havt so nógv upp á seg, men tað er flóð, og tað merkir, at eg verði noyddur at vassa væl upp yvir miðju fyri at koma yvirum, og tað mátti man ikki, søgdu tey, tí krokodillur kundu vera í ánni. Eg trúði einki upp á, at tað vóru nakrar krokodillur á Balabac, vit høvdu í hvussu so er ongantíð hoyrt um nakra. Hatta við krokodillum er løgið, tað vóru ongar krokodillur á Balabac í mong, mong ár. Nú yður av teimum. Ná, men eg visti, at eg kundi ikki bara sita har og bíða, til tað fór at fjara, so eg vassaði yvirum. Komin yvir um ánna, helt eg á framvið strondini. Løtu seinni møti eg monnum úr bygdini, sum eru niðri í fjøruni og kasta nót. Teir spyrja, hvaðani eg komi dýggjvátur. Eg fortelji, og teir at flenna. Høvdu aldri hoyrt so galið, ikki at finna oman á strondina. Morgunin eftir hevði øll bygdin hoyrt tað. At forsvara seg var vónleyst.

Bara fyri at lýsa hvussu vónleyst tað var at royna at forsvara seg. Eg havi gingið gjøgnum skógin við molbogmanni, har einasta ljósið hjá okkum var glóðin frá sigarettini hjá honum. Tá var lyktin hjá mær bjartari.

Og alt bara tí at man ikki hevði kannað battaríini, áðrenn man fór frá húsum. Hvussu var tað við líknilsinum um tær 10 moyggjarnar? “Tær, ið dárar vóru, tóku víst lampur sínar, men tóku onga olju við sær.” (Matt.25.3) Møguliga kundu vit sagt, tær tóku víst lyktir sínar, men høvdu ikki sterk battaríir í teimum.

———————

Leið, bjarta ljós, ígjøgnum myrkrið her,
leið tú meg fram!
Náttin er long, og langt til heimið er;
leið tú meg fram!
Varða mín fót! Ei síggja krevji eg,
eitt stig í senn er nóg nógv fyri meg

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

Bíbliulestrarvika

Kæru náðisystkin.

Nú er aftur ein Bíbliulestrarvika á skránni. Hendan vikan verður, eins og seinast, øðrvísi vegna Korona-sjúkuna. Men vit eru Harranum takksom fyri, at umstøðurnar ikki forða okkum í at lesa Bíbliuna. So frá sunnudegnum 26. apríl til leygardagin 2. mai fara vit at heita á samkomuna um at lesa evangeliið eftir Markus frá kapittul 4 vers 35 til kapittul 6 vers 13.

Setið tíð av at lesa hendan tekstin hvønn dag hesa vikuna, og biðið Heilaga Andan tala til tykkara gjøgnum tekstin. Samtalið eisini við onnur trúgvandi um tað, tit fáa burturúr tekstinum.

Vit enda vikuna við einum møti, ið verður tikið upp í Betesda, og sum verður lagt tú á heimasíðuni og Facebook-vangan hjá Betesda 2. mai.

Vit biðja fyri, at vit lata „orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!”

Harrin signi tykkum øll.

Páskaheilsan – Tók sær av honum

Henda vakra útsøgn er søgd í samband við, at Barnabas tekur sær av Paulusi, sum hevur søkt at samkomuni í Jerúsalem. Eingin vildi hava nakað við Paulus at gera, tí tey ræddust hann, men Barnabas, sum merkir troystarsonur, tók sær av honum og fór við honum til ápostlarnar.

Í hesum serligu døgum vit eru í, er tað gott at hoyra útvarpið siga frá felagasskapum og einstaklingum, ið bjóða seg fram at taka sær av teimum, ið eru í sóttarhaldi, teimum gomlu, teimum veiku og teimum sjúku.

Vit eru biðin um at bera byrðarnar hjá hvør øðrum og at biðja hvør fyri øðrum. Koronavirusi kennir ikki nøkur landamørk men ferðast frá landi til land uttan at biðja um loyvi ella siga frá. Læknar, serfrøðingar, granskarar, polittikarar og onnur fáa grá hár í høvdið av hesum hervuliga virusi, Korona. Harafturat royna granskarar av øllum alvi at finna eina vaksinu móti sjúkuni.

Tað er ikki nógv hjá okkum at gera uttan at lurta væl eftir tí, sum okkum er álagt.

Men eitt er tó, ið vit altíð kunnu gera: vit kunnu biðja. Bønin kennir heldur ongar forðingar, men hon ferðast um øll mørk. Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft.

Latið okkum tí við dirvi stíga fram fyri hásæti náðinnar, so vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálp á rættari tíð! Hetta er ein undurfull gongd leið, BØNARLEIÐIN.

Nú myndugleikarnir eftir páskir so spakuliga fara at lata samfelagið upp aftur, eiga vit at biðja. Vit eiga at biðja um hjálp og vísdóm til myndugleikarnar, og vit eiga at biðja fyri øllum fólkinum.

Aftur til orðini at taka sær av. Jesus hevur lovað at vera við okkum. Tá Jesus segði farið út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, endaði Hann við hesum orðum: “Eg eri við tykkum allar dagar líka til enda tíðarinnar”. Eitt undurfult lyfti frá Honum, sum er hin sami í gjár, í dag og til ævigar tíðir.

Ert tú tyngdur, troyttur, veikur
myrkrið tætt og stongd hvør leið?
Enn tú hevur tó ein útveg:
Bið, á, bið og troyttast ei.

Svíkja vinir teg og háða
Bið til Guð av hjartans grund.
Hann í Sínum kærleiksfavni
bera vil teg hvørja stund.

Ápostlasøgan 9, 27:
Men Barnabas tók sær av honum og fór við honum til ápostlarnar; hann segði teimum tá, hvussu hann hevði sæð Harran á vegnum, og at Hann hevði talað til hansara, og hvussu hann í Damaskus hevði vitnað hugreystur í navni Jesusar.

Harrin signi tykkum og gleðiligar páskir.

Eyðun Elttør

Glediligar páskir verða ynskt tykkum

Pieta

Hátíðin páskir stavar frá jødadóminum. Tá ísraels fólk vóru trælir í Egyptalandi og Móses skuldi leiða fólkið út, var seinasta plágan áðrenn útfríanina, at deyðseingilin gekk frá hurð til hurð. Familjan skuldi smyrja blóð á durastavin, sum tekin um at hava dripið eitt lamb, eitt offur. So leyp deyðseingilin familjuna um. Men tey, har einki blóð var smurt, varð fyrstføddi dripin. Tí verða páskir eisini nevndir “passover”, umlopin við deyðanum.

Vit sum familjur sita nú í okkara egnu heimum. Vit vita, at deyðin vitjar. Vit vóna og bidja til, at vit ikki verða rakt, men uppliva “passover”. At deyðseingilin fer framvið okkum.

Tað er púra menniskjaligt at vilja fasthalda lívinum og hvørjum andadrátti, so leingi sum møguligt. Vit vilja ikki sleppa. Tí hvat hava vit so?

1. páskamorgun vitnar um Jesus sum breyt allar nátturligar reglar. Hann gekk móti náttúrunnar kreftum. Hann hevði ligið í grøvini meir enn 1 døgn. Likamið var salvað og bundið inn. Steinurin var rullaður fyri. Vakt varð sett við grøvina, so eingin skuldi stjala likamið.
Men Hann breyt ígjøgnum.
Hvør fær steðgað Hansara vilja?
Eingin! Steinurin var rullaður frá, likamið, sum var hálvrotið, gjørdist nýtt og reis upp. Hann gekk út ur grøvini. Tí tað skuldi Hann.
Hann kom at fullføra verkið, sum Gud Faðirin hevði ætlað. Jødisku páskirnir frá Egyptalandi peikaðu fram til hesa kollveltandi hending á Golgata. Jesus verður nevndur sum eitt lamb, sum verður dripið. Leitt avstað til altarið, Hann gjørdi onga mótstøðu. Hann krógvaði seg ikki í karantenu. Tað hevði Hann lættliga kunnað. Hann reið sjálvboðin inn í Jerusalem Pálmasunnudag, át páskalambið við vinunum skúrishóskvøld, áðrenn Hann kom í deydaangist í Getsemane somu nátt.
Nú byrjaðu vinirnir at svíkja. Teir forráddu Hann. Avsløraðu Hann. Vildu ikki kennast við Hann. Tóku frástøðu, Hann luktaði nú av deyða, av “korona”

Og Hann fekk “korona”, Hann varð krýndur henda líðilanga myrka, dapra langafríggjadag. Hann varð krýndur við deyðiligari krúnu.
Ikki varð Hann upplyftur ella heiðraður á nakran hátt. Hann fór gjøgnum deyðan í einsemi.
Hann fasthelt ikki lívinum, men gav tað upp til frelsu fyri heiminum.

Síggja tit samanhangin gjøgnum frelsusøguna? Ísraelsfólk varð bjargað gjøgnum blóðið í durastavinum. Heimurin kann bjargast gjøgnum blód Jesusar? Tað kann bjarga okkum frá ævigum deyða.
Líka so líðandi, myrkur, pínufullur og dapur langifríggjadagur var, líka vónrikur og bjartur er páskamorgun. Tí Hann reis úr grøvini. Hann sigraði á deyðanum.
Mission completet.
Vit deila søguna upp her: fyri Krist. Og eftir Krist.
Sjálvi eru vit í eini heimskreppu. Vit fara ivaleyst at býta tíðina upp í fyri corona og eftir corona.

Men tá Gud, skaparin av lívi og deyða, kundi ganga móti øllum hesum náttúrukreftum og reisa Jesus upp, kundi Hann so ikki avlíva coronavirus? Sjálvandi!
Her leypur ketan av hjá mongum, og tey spyrja, tá Gud er kærleiki, hvussu kann tað vera, at Hann loyvir líðing?
Hvussu kann Gud loyva Sínum einasta Soni at líða?
Jú, netupp tí Hann er kærleiki.
Fellur ikki sáðið i jørðinaog doyr, ber tað ongan ávøkst, lati hendan setning standa opnan til eina sjálvrannsakan henda 1. Páskamorgun, uppreisnarmorgunin til vón og lív.

(Málningin kalli eg “pieta”, sum merkir náði ella miskunn á italienskum. So passandi beint nú, tá nógvar bønir verða lyftar upp fyri Italia)

Skrivað hevur Maria Mørkøre

Bíbliutektsur til 30.03.2020

Vit trúgva, at orð Guds er livandi og hevur kraft. Tí vilja vit heita á samkomuna, at lesa hendan tekstin, í teirri vón at teksturin, við kraft Heilaga Andans kann uppbyggja, troysta, stuðla og áminna okkum í hesum ørkymlandi døgnum.

Rómbrævið 12
Eg áminni tykkum tí, brøður, við miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara. Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna! Tí við náðini, ið mær er givin, sigi eg við ein og hvønn tykkara, at hann má ikki hugsa hægri, enn hann eigur at hugsa, men hugsa við vísdómi, alt eftir sum Gud hevur býtt einum og hvørjum mál hansara av trúgv. Tí eins og vit hava nógvar limir á einum likami, men allir limirnir hava ikki sama starv, soleiðis eru vit mongu eitt likam í Kristusi, men hvørt fyri seg eru vit limir hvørs annars. Við tað at vit nú hava ymiskar náðigávur, eftir náðini, ið okkum er givin, so latið okkum – um tað nú er profetagáva – nýta hana, eftir sum vit hava trúgv, ella – um tað er tænasta – so latið okkum akta eftir tænastuni, ella – um ein er lærari – eftir lærdóminum, ella – um ein áminnir – eftir áminningini! Tann, ið býtir út, geri tað av ærligum huga! Tann, ið fyristøðumaður er, veri tað við ídni! Tann, ið miskunn ger, geri tað við gleði! Kærleikin veri ikki bert eiti! Skýggið hitt illa, haldið fast við hitt góða! Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan! Kappist um at vísa hvør øðrum heiður! Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara, verið brennandi í andanum – tænið Harranum! Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini! Takið tykkum av hinum heiløgu í trongd teirra, leggið tykkum eftir at vera gestablíð! Signið tey, sum liggja eftir tykkum, signið, og bannið ikki! Gleðist við hinum glaðu, og grátið við teimum, ið gráta! Semjist tykkara millum! Tráið ikki eftir hinum høga, nei, haldið tykkum til hitt lága! Gerist ikki klók í tykkara egnu hugsanum! Lønið ongum ilt fyri ilt! Leggið tykkum eftir tí, sum gott er í eygum alra menniskja! Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju! Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: “Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.” “Er tí fíggindi tín svangur, so gev honum at eta, er hann tystur, so gev honum at drekka! Tí táið tú hetta gert, savnar tú gløðandi kol á høvd hansara.” Lat teg ikki vinna av hinum illa, nei, vinn hitt illa við góðum!

Minnist til at biðja fyri hvørjum øðrum!

Bíbliulestrarvika

Markus 3:7 til 4:34

Nú er tíðin aftur komin til eina Bíbliulestrarviku.

Hendan vikan verður sjálvandi øðrvísi – orsaka Korona. Men vit eru Harranum takksom fyri, at umstøðurnar ikki forða okkum í at lesa Bíbliuna.

Frá sunnudegnum 29-03 til leygardagin 04-04 fara vit at heita á samkomuna um at lesa Evangeliið eftir Markus frá kapittul 3:7 til kapittul 4:34.

Setið tíð av, at lesa hendan tekstin hvønn dag hesa vikuna, og biðið Heilaga Andan tala til tykkara ígjøggnum tekstin. Samtalið eisini við onnur trúgvandi, um tað tit fáa burturúr tekstinum.

Vit fáa tíverri ikki enda vikuna sum vit plaga, við einum samkomumøti, so ístaðin fer teksturin at vera viðgjørdur í andaktini hesa komandi vikuna.

Andaktin verður løgd á betesda.fo og á facebook síðuna hjá Betesda.Vit biðja fyri, at vit lata …”orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!”

Harrin signi tykkum øll.