Bíbliutektsur til 22.03.2020

Vit trúgva, at orð Guds er livandi og hevur kraft. Tí vilja vit heita á samkomuna, at lesa hendan tekstin, í teirri vón at teksturin, við kraft Heilaga Andans kann uppbyggja, troysta, stuðla og áminna okkum í hesum ørkymlandi døgnum.

Fyrra Pætursbræv 2

Leggið tí av allan óndskap, alt svik og hykl, alla øvund og alt baktal! Tráið – eins og nýfødd børn – eftir hini óblandaðu mjólk orðsins, fyri at tit av henni kunnu vaksa til frelsu – so satt sum tit hava smakkað, at Harrin er góður! Komið til Hansara, hin livandi stein, sum víst er vrakaður av menniskjum, men er Gudi útvaldur og dýrabarur, og latið tykkum sjálv – sum livandi steinar – byggja upp til andaligt hús, heilagan prestaskap, at bera fram andalig offur, sum við Jesusi Kristi toknast Gudi! Í skriftini stendur jú: “Eg leggi í Zion hornstein, útvaldan, dýrabaran; tann, ið trýr á Hann, skal als ikki verða til skammar.” Tykkum, ið trúgva, er Hann tá dýrabarur; men hinum vantrúgvandi er hesin steinur, sum teir, ið bygdu, vrakaðu, vorðin hornsteinur, snávisteinur og klettur til fall – hesum, sum snáva, av tí at tey trúgva ikki orðinum – til tað vóru tey eisini ætlað. Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heiløg tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós Sítt, tit, sum ikki vóru fólk áður, men nú eru fólk Guds, tit, sum ikki høvdu funnið miskunn, men nú hava fingið miskunn. Tit elskaðu! Eg áminni tykkum sum gestir og útlendingar at halda tykkum frá hinum holdligu lystum, sum eru í bardaga við sálina! Og havið góðan atburð millum heidningarnar, so tey, um tey nú baktala tykkum sum illgerðarmenn, kunnu síggja góðu verk tykkara og fyri teirra skuld prísa Gudi vitjunardagin! Verið tí fyri Harrans skuld allari menniskjaligari fyriskipan undirgivin, veri tað nú konginum sum hinum hægsta ella landshøvdingum sum teimum, ið sendir eru av honum, teimum til revsing, sum ilt gera, men teimum til rós, sum gott gera! Tí vilji Guds er, at tit soleiðis, við at gera hitt góða, skulu fáa fávitsku dáranna at tagna – sum fræls, tó ikki sum tey, ið hava frælsið til skjól óndskapar, nei, sum tænarar Guds. Ærið øll, elskið bróðurskapin, óttist Gud, heiðrið kongin! Tit trælir! Verið í øllum ótta harrum tykkara undirgivin, ikki bert hinum góðu og mildu, men eisini hinum rangvørgu! Tað finnur náði, um onkur, bundin til Gud í samvitsku síni, er tolin í sorgum, tóat hann líður órætt. – Hvat rós er í tí, um tit eru tolin, táið tit verða sligin fyri syndir tykkara! Men eru tit tolin, táið tit gera hitt góða og tó líða ilt – tað finnur náði hjá Gudi. Tí tað vórðu tit kallað til, og Kristus leið jú eisini fyri tykkum og læt tykkum fyridømi eftir, so tit skulu fylgja eftir í fótasporum Hansara, sum gjørdi ikki synd, í hvørs munni heldur ikki var funnið svik, sum háðaði ikki aftur ímóti, táið Hann varð háðaður, hótti ikki, táið Hann leið, men gav tað upp til Hansara, sum dømir í rættvísi – sum sjálvur bar syndir okkara á likami Sínum upp á træið, fyri at vit, deyð frá syndunum, skuldu liva fyri rættvísina, og við hvørs sárum tit eru grødd. Tit vóru jú sum seyður, ið vilstur er, men hava nú vent við til hirða og umsjónarmann sálna tykkara.

Minnist til at biðja fyri hvørjum øðrum!

Bíbliutektsur til 21.03.2020

Vit trúgva, at orð Guds er livandi og hevur kraft. Tí vilja vit heita á samkomuna, at lesa hendan tekstin, í teirri vón at teksturin, við kraft Heilaga Andans kann uppbyggja, troysta, stuðla og áminna okkum í hesum ørkymlandi døgnum.

Rómbrævið 8
So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru. Tí lóg lívsins Anda hevur í Kristi Jesusi loyst meg frá lóg syndarinnar og deyðans. Tað, sum lógin ikki var ment at gera, við tað at hon var máttleys av holdinum, tað gjørdi jú Gud, táið Hann sendi Son Sín líkan syndigum holdi og fyri synd og dómfeldi syndina í holdinum, fyri at tað, sum lógin kravdi, skuldi verða fullgjørt í okkum – sum ikki liva eftir holdinum, men eftir Andanum. Tí tey, sum eftir holdinum eru, tráa eftir tí, sum av holdinum er; men tey, sum eftir Andanum eru, tráa eftir hinum andaliga. Og tráan holdsins er deyði, men tráan Andans er lív og friður. Tí tráan holdsins er fíggindskapur móti Gudi; tað gevur seg jú ikki undir lóg Guds og kann heldur ikki gera tað; og tey, sum í holdinum eru, kunnu ikki toknast Gudi. Tó, tit eru ikki í holdinum, men í Andanum – so satt sum Andi Guds býr í tykkum. Og tann, ið ikki hevur Anda Kristusar, hoyrir ikki Honum til. Er nú Kristus í tykkum, so er víst likamið deytt – tað ger syndin; men andin er lív – tað ger rættvísin. Býr nú Andi Hansara, sum reisti upp Jesus frá hinum deyðu, í tykkum, so skal Hann, sum reisti upp Kristus frá hinum deyðu, gera eisini deyðiligu likam tykkara livandi við Anda Sínum, sum í tykkum býr. So standa vit tá, brøður, ikki í skuld til holdið, so vit skuldu livað eftir holdinum. Tí liva tit eftir holdinum, skulu tit doyggja; men um tit við Andanum deyða gerðir likamsins, skulu tit liva. So mong sum verða leidd av Anda Guds, hesi eru jú børn Guds. Tit fingu jú ikki trældómsanda, so tit aftur skulu óttast; nei, tit fingu Anda sonarættarins, og í Honum rópa vit: “Abba! Faðir!” Andin sjálvur vitnar við anda okkara, at vit eru børn Guds. Og eru vit børn, eru vit arvingar við, arvingar Guds og samarvingar Kristusar – so satt sum vit líða við Honum, fyri at vit eisini skulu verða dýrmett við Honum. Tí eg rokni líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki at hava at týða móti dýrdini, ið skal verða opinberað á okkum. Skapningurin tráar og stundar jú eftir opinbering Guds barna.


Skapningurin varð jú lagdur undir fáfongd, ikki við vilja sínum, men fyri Hansara skuld, sum legði hann undir hana, í vón um, at skapningurin við skal verða loystur úr trældómi forgeingiligleikans til dýrdarfrælsi Guds barna. Vit vita jú, at allur skapningurin tilsamans suffar og hevur verkir líka til nú. Og ikki bert hann; eisini vit sjálv – sum hava frumgróður Andans – eisini vit suffa við okkum sjálvum, og stunda eftir sonarættinum – endurloysing likams okkara. Tí í vónini vórðu vit frelst; men vón, sum sæst, er eingin vón; tað, sum ein sær – hvussu kann hann eisini vóna tað! Men vóna vit tað, sum vit ikki síggja, so bíða vit tolin eftir tí. So kemur eisini Andin veikleika okkara til hjálpar; tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, sum biðið eigur at verða; nei, Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast.


Og Hann, ið rannsakar hjørtuni, veit, hvat tráan Andans er; tí eftir vilja Guds biður Hann fyri hinum heiløgu. Vit vita, at alt samvirkar teimum til góða, sum elska Gud, teimum, ið eftir ráði Hansara eru kallað. Tí tey, sum Hann frammanundan kendi, tilskilaði Hann eisini frammanundan at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður. Tey, sum Hann frammanundan tilskilaði, kallaði Hann við; tey, sum Hann kallaði, rættvísgjørdi Hann við; og tey, sum Hann rættvísgjørdi, dýrmetti Hann við. Hvat skulu vit nú siga um hetta? Er Gud við okkum – hvør kann tá vera ímóti okkum! Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men gav Hann fyri okkum øll, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt við Honum! Hvør skal bera klagu móti hinum útvaldu Guds! Gud er tann, ið rættvísger. Hvør er tann, ið fordømir! Kristus er tann, sum deyður er, ja, tað, ið meiri er – sum er risin upp, sum er við høgru hond Guds, og sum eisini biður fyri okkum. Hvør skal skilja okkum frá kærleika Kristusar! Trongd, angist, atsókn, hungur, nakinleiki, vandi ella svørð! – sum skrivað er: “Fyri Tína skuld verða vit dripin allan dagin, vit eru roknað sum skurðseyður.” Nei, í øllum hesum meir enn sigra vit við Honum, ið elskaði okkum. Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir, hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.

Minnist til at biðja fyri hvørjum øðrum!

Bíbliutektsur til 20.03.2020

Vit trúgva, at orð Guds er livandi og hevur kraft. Tí vilja vit heita á samkomuna, at lesa hendan tekstin, í teirri vón at teksturin, við kraft Heilaga Andans kann uppbyggja, troysta, stuðla og áminna okkum í hesum ørkymlandi døgnum.

Josva 1.

Eftir at tænari HARRANS Móses var deyður, segði HARRIN við Josva, son Nun, tænara Mósesar: “Móses, tænari Mín, er deyður; ger teg tí nú til reiðar og far um Jordan her við øllum hesum fólki, inn í landið, sum Eg gevi teimum, Ísraelsmonnum! Hvørt stað, ið tit seta fótin á, gevi Eg tykkum – sum Eg lovaði Mósesi. Frá oyðimørkini og Libanon har norðuri líka at Stórá – ánni Frat – um alt land Hetita og líka at Stórahavi í vestri skal land tykkara náa. Eingin skal kunna standa seg móti tær, so leingi sum tú livir; sum Eg var við Mósesi, so skal Eg vera við tær; Eg skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær. Ver hugreystur og sterkur! Tí tú skalt skifta í arv millum hetta fólk landið, ið Eg við eiði havi lovað fedrum teirra at geva teimum. Ver tú bert heilt hugreystur og sterkur, so tú leggur tær eina við at gera eftir allari lógini, ið Móses, tænari Mín, lærdi teg! Vík ikki frá henni, hvørki til høgru ella til vinstru, so tú kanst hava eydnuna við tær í øllum, sum tú fert undir at gera! Henda lógbók má ikki víkja úr munni tínum, nei, tú skalt grunda á hana dag og nátt, so tú aktar væl eftir at gera eftir øllum tí, sum í henni stendur skrivað; tá skal gangast tær væl á øllum leiðum tínum, og tá skalt tú hava framgongd. Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.” Josva gav nú umsjónarmonnum fólksins hetta boð: “Gangið um alt tilhaldið og sigið við fólkið: “Gerið tykkum ferðakost til! Tí um tríggjar dagar skulu tit fara um Jordan her, so tit kunnu koma inn og taka landið, ið HARRIN Gud tykkara gevur tykkum at eiga.”” Við Rubenitar, Gaditar og hálva ætt Manasse segði Josva: “Minnist boðið, ið Móses, tænari HARRANS, gav tykkum, táið hann segði: “HARRIN Gud tykkara letur tykkum nú koma til hvílu og gevur tykkum hetta land.” – Konur tykkara, børn tykkara og fæ tykkara skulu verða verandi í landinum, sum Móses hevur givið tykkum eystan fyri Jordan; men sjálvir skulu tit, allir, sum vápnaførir eru, fara vápnaðir yvirum á odda hjá brøðrum tykkara og hjálpa teimum, inntil HARRIN letur brøður tykkara koma til hvílu eins og tykkum, og eisini teir hava tikið landið í ogn, sum HARRIN Gud tykkara gevur teimum; tá kunnu tit fara aftur til tykkara egna land og búsetast har – í landinum, sum Móses, tænari HARRANS, gav tykkum hinumegin Jordan, eystan fyri.” Tá svaraðu teir Josva og søgdu: “Alt tað, ið tú hevur álagt okkum, skulu vit gera, og hagar ið tú sendir okkum, skulu vit fara. Sum vit í øllum hava aktað Móses, so skulu vit akta teg – bert HARRIN Gud tín verður við tær, sum Hann var við Mósesi! Hvør tann, ið setur seg upp ímóti boðum tínum og aktar ikki orð tíni í øllum, sum tú áleggur honum, skal lata lív – ver bert hugreystur og sterkur!” Minnist til at biðja fyri hvørjum øðrum!

Bíbliutektsur til 19.03.2020

Vit trúgva, at orð Guds er livandi og hevur kraft. Tí vilja vit heita á samkomuna, at lesa hendan tekstin, í teirri vón at teksturin, við kraft Heilaga Andans kann uppbyggja, troysta, stuðla og áminna okkum í hesum ørkymlandi døgnum.

Jóhannes 14 “Hjarta tykkara óttist ikki! Tit trúgva á Gud – trúgvið á Meg við! Í húsi Faðirs Míns eru nógvir bústaðir; var tað ikki so, hevði Eg sagt tykkum tað; tí Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar. Og táið Eg eri farin burtur og havi gjørt tykkum stað til reiðar, komi Eg aftur og taki tykkum til Mín, so eisini tit skulu vera, har sum Eg eri. Og hagar sum Eg fari, vita tit vegin.” Tummas segði við Hann: “Harri, vit vita ikki, hvar Tú fert, og hvussu kunnu vit vita vegin!” Jesus svaraði honum: “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær. Høvdu tit kent Meg, so kendu tit Faðir Mín við; og frá hesi stund kenna tit Hann og hava sæð Hann.” Filip segði við Hann: “Harri, vís okkum Faðirin, og tað er okkum nóg mikið!” Jesus svaraði honum: “So langa tíð havi Eg verið hjá tykkum, og tú kennir Meg ikki, Filip? Tann, ið hevur sæð Meg, hevur sæð Faðirin. Hvussu kanst tú tá siga: “Vís okkum Faðirin!” Trýrt tú ikki, at Eg eri í Faðirinum, og Faðirin er í Mær? Orðini, ið Eg tali til tykkara, tali Eg ikki av Mær sjálvum; nei, Faðirin, sum í Mær býr, Hann ger verk Síni. Trúgvið Mær, at Eg eri í Faðirinum, og Faðirin er í Mær! – Og um ikki, so latið verkini sjálv fáa tykkum at trúgva Mær! Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann, ið trýr á Meg, skal eisini gera tey verk, ið Eg geri – og hann skal gera størri enn hesi. Tí Eg fari til Faðirin; og hvat tit so biðja um í navni Mínum, skal Eg gera, fyri at Faðirin skal verða dýrmætur við Syninum. Biðja tit um nakað í navni Mínum, skal Eg gera tað. Elska tit Meg, so haldið boð Míni! Og Eg skal biðja Faðirin, og Hann skal geva tykkum annan Talsmann at vera hjá tykkum allar ævir, Anda sannleikans, sum heimurin ikki kann fáa; tí hann sær Hann ikki og kennir Hann ikki. Men tit kenna Hann, tí Hann verður hjá tykkum og skal vera í tykkum. Eg skal ikki lata tykkum faðirleysar eftir; Eg komi til tykkara. Lítla stund aftrat, so sær heimurin Meg ikki longur, men tit síggja Meg; tí Eg livi, og tit skulu liva. Tann dag fara tit at sanna, at Eg eri í Faðir Mínum, at tit eru í Mær, og at Eg eri í tykkum. Tann, ið hevur boð Míni – og heldur tey – er tann, ið elskar Meg; og tann, ið elskar Meg, skal verða elskaður av Faðir Mínum, og Eg skal elska hann og opinbera Meg fyri honum.” Judas – ikki Iskariot – segði við Hann: “Harri! Hvussu ber tað til, at Tú ætlar at opinbera Teg fyri okkum og ikki fyri heiminum?” Jesus svaraði honum: “Um nakar elskar Meg, heldur hann orð Mítt, og Faðir Mín skal elska hann, og Vit skulu koma til hansara og taka bústað hjá honum. Tann, ið ikki elskar Meg, heldur ikki orð Míni, og orðið, tit hoyra, er ikki Mítt, men Faðirsins, sum hevur sent Meg. Hetta havi Eg talað til tykkara, meðan Eg havi verið hjá tykkum; men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum. Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið! Tit hoyrdu, at Eg segði við tykkum: “Eg fari burtur, og Eg komi aftur til tykkara.” – Elskaðu tit Meg, høvdu tit gleðst um, at Eg fari til Faðirin; tí Faðirin er størri enn Eg. Og nú havi Eg sagt tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit skulu trúgva, táið tað hendir. Nú fari Eg ikki at tala mikið við tykkum aftrat; tí høvdingi heimsins kemur, og hann hevur einki í Mær. Men fyri at heimurin kann sanna, at Eg elski Faðirin og geri, sum Faðirin hevur boðið Mær – reisist, latið okkum fara hiðani!” Minnist til at biðja fyri hvørjum øðrum!

Bíbliutektsur til 18.03.2020

Vit trúgva, at orð Guds er livandi og hevur kraft. Tí vilja vit heita á samkomuna, at lesa hendan tekstin, í teirri vón at teksturin, við kraft Heilaga Andans kann uppbyggja, troysta, stuðla og áminna okkum í hesum ørkymlandi døgnum.

Sálmur 139 HARRI, Tú rannsakar meg og kennir meg! Tú veitst, nær eg siti, og nær eg standi; Tú skilir hugsan mína langan veg. Tú hevur greiði á, hvar eg gangi ella liggi, og allar vegir mínar kennir Tú gjølla. Tí áðrenn orðið er til á tungu míni – ja, tá veitst Tú tað til fulnar, HARRI! Aftanfrá og frammanfrá heldur Tú tvørtur um meg, og Tú leggur hond Tína á meg. At skilja hetta er mær ov undurfult; tað er ov høgt, eg eri tað ikki mentur. Hvar skal eg fara undan Anda Tínum, og hvar skal eg flýggja undan ásjón Tíni! Fari eg upp til Himmals, so ert Tú har, og reiði eg mær legu í deyðaríkinum – ja, so ert Tú har; taki eg veingir morgunroðans, og festi eg búgv við ytsta mark havsins, so leiðir hond Tín meg har við, høgra hond Tín heldur mær føstum. Og sigi eg: “Myrkrið skal fjala meg, ljósið rundan um meg skal verða nátt!” so er heldur ikki myrkrið Tær myrkt, og náttin er bjørt sum dagurin, myrkrið er sum ljósið. Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi. Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar. Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum. Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin. – Sum hugsanir Tínar eru mær dýrabarar, Gud, sum tær telja nógv, samanlagdar! Um eg vildi talt tær – tær eru fleiri enn sandskornini; eg vakni, og eg eri hjá Tær enn! Gud, hevði Tú viljað dripið hinar gudleysu! – Tit blóðmenn, víkið frá mær! – teir, ið við svikaráðum í huga tala um Teg og nýta navn Títt til lygn, fíggindar Tínir! Skuldi eg ikki hatað teir, ið hata Teg, HARRI! Skuldu teir ikki boðið mær ímóti, teir, ið reisa seg móti Tær! – Við sterkasta hatri hati eg teir, teir eru fíggindar mínir við! Rannsaka meg, Gud, og kenn hjarta mítt, royn meg og kenn hugsanir mínar! Vita, um eg eri á vanlukkuleið, og leið meg hin æviga vegin! Minnist til at biðja fyri hvørjum øðrum!