Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Orðið varð hold

01/10/2020
og tosaði árameiskt við galileiskum tónalagi

Umsetingararbeiðið og Bíblian

Vit hava nú í mong ár havt tann stóra forrættin at kunna verið við í arbeiðinum at umseta Skriftina. Ein æra, sum er óuppiborin og fyllir okkum við eyðmýkt.

Tað er serstakt at kunna taka ein tekst, ið tey, sum tú umsetur fyri, ikki skilja, og arbeiða við honum, til tey skilja hann. At tað er Orð Guds, ger tað ikki verri. Onkur hevur sagt – at umseta er at fáa eygnabrýrnar hjá fólki at slappa av og munnin at opnast. Hesin meinti við, at fólk rykkja brýr, tá ið tey royna at skilja okkurt, og opna munnin, tá ið tey fata tað.

Umleið ár 400 týddi Jerome Skriftina til latín. Hetta gjørdi hann í einum helli í Betlehem. Umsetingin varð ikki væl móttikin. Men, sum frá leið, vandu fólk seg við hana og gjørdust góð við hana. Og tá ið ein tíð var liðin, varð avgjørt, at øll skuldu nýta umsetingina hjá Jerome. Um tey skiltu hana ella ikki, hevði ikki so nógv at týða.

Sum tíðin leið, varð vankunnleikin og myrkrið, sum við fylgdi, bara størri og størri, tí mong skiltu ikki latín. Men so kom trúbótin og við henni umsetingararbeiðið.

Í Týsklandi var tað Martin Luther, í Onglandi William Tyndale.

Tyndale segði einaferð við ein lærdan mótstøðumann: „Sparir Gud lív mítt, so skal innan nøkur fá ár drongurin handan plógvið vita meiri um Skriftina enn tú.“ Meiningin var, at tá ið Skriftin var umsett og umsett á slíkan hátt, at drongurin aftan fyri plógvið skilti hana, tá fór hann at kenna Skriftina betur enn hesin høgt lærdi maðurin.

Tað kostaði Tyndale dýrt at geva fólki sínum Skriftina. Hann kom at gjalda fyri tað við lívinum. – Og hann er ikki tann einasti, sum hevur goldið fyri at hava givið øðrum Orð Guds.

Sum sagt, er tað ein stór og óuppiborin æra, ið fyllir okkum við eyðmýkt, at kunna vera við í veldiga arbeiðinum at umseta Skriftina. Annars kann eg eisini nevna til stuttleika, at Tyndale var beiggi ein av forfedrunum hjá Cathy, konu míni.

Umsetingarbeiðið og boðskapurin

Áhugavert, hvussu nógv tað at umseta Skriftina líkist tí, sum Skriftin sigur um at gera seg til eitt við tey, tú roynir at náa. Vit vita jú av egnum royndum, hvussu lætt tað er at enda í einari kristnari ostaklokku, har vit – kunnu vit siga – tosa okkara egna átrúnaðarliga mál og hvørki eru á bylgjulongd við Gud ella næstan.

Jóhannes 1, 14 sigur um Jesus: „Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, …“ Onkur hevur sagt tað soleiðis: „Orðið varð hold og tosaði árameiskt við galileiskum tónalagi.“ Jesus gjørdi Seg til eitt við tey, Hann kom at náa, og teir klóku í Jerúsalem fingu seg ikki at trúgva, at ein so heimføðisligur maður kundi vera komin av Himli. Vit kundu sagt, at teir hildu Hann vera skeivt umsettan.

Ápostlasøgan 2.6 sigur um fólkahópin: „… og tey vitstu ikki, hvat tey skuldu hugsa; tí tey hoyrdu hvør sítt egna mál talað av teimum.“ Soleiðis er Gud, Hann umsetur.

Somu meginregluna síggja vit, tá ið Pætur og seinni Barnabas og Saul fóru til heidningarnar við evangeliinum. Áður hevði hetta ikki verið møguligt, men nú var evangeliið – kunnu vit siga – umsett, og heidningarnir hoyrdu, skiltu og trúðu. Ápostlasøgan 14, 27 sigur, at Gud „hevði latið heidningunum upp dyr trúarinnar.“

Hatta er máti Hansara, sum gjørdist hold. Men tíverri hendir ofta tað sama sum við umsetingini hjá Jerome. Vit siga, at nú er nóg mikið umsett, frá nú av skulu øll vera eins og siga tað á sama hátt. Og so kemur myrkrið, sníkjandi, drepandi. Okkum tørvar aftur og aftur at hoyra Hann tala til okkara, hvør á okkara egna máli.

***

Vit sóu dýrd Hansara, tí Hann gjørdist hold. Og tað er bara soleiðis, at restin av heiminum kann fáa hana at síggja.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/Biblian.jpg 998 1500 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-10-01 08:52:432020-10-01 08:52:44Orðið varð hold

Bíbliulestrarvika

28/09/2020

Nú er aftur bíbliulestrarvika á skránni

Frá sunnudegnum 27. september til leygardagin 3. oktober fara vit at heita á samkomuna at lesa evangeliið eftir Markus frá kapittul 11, 1 til kapittul 12, 17.

Setið tíð av hvønn dag í vikuni at lesa tekstin, og biðið Heilaga Andan tala til tykkara gjøgnum hann. Samtali eisini við onnur trúgvandi um tað, tit fáa burtur úr tekstinum.

Vit enda vikuna komandi sunnukvøld 4. oktober kl.18.00 við samkomumøti í Betesda.

Vit biðja, at Heilagi Andin skal lata „orð Kristusar búgva ríkliga millum okkara, so vit í øllum vísdómi læra og áminna hvønn annan við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum okkara fyri Gudi!”

Harrin signi tykkum øll.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/03/bibliulestrarvika.png 836 1254 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-09-28 15:52:522020-09-28 15:54:00Bíbliulestrarvika

Asa kongur og vit

18/09/2020

Asa kongur í Juda var ein maður, sum hevði og enn hevur nógv at læra okkum. Hann var ikki tað, sum vit kunnu kalla eitt gott fyridømi, men ofta læra vit mest av teimum ringu fyridømunum. Vit læra, hvussu vit ikki skulu gera.

Minnist ein eingilskmann tala í Betesda um Asa. Sera góð tala, og eg skrivaði mær niður nøkur brot úr taluni. Hugsaði at luta tey saman við nøkrum tankum um Asa kong.

Hugsaði eisini at luta tvey vers, sum eru knýtt at søgu Asa. Tá ið eg á sinni gekk á bíbliuskúla, skuldu vit læra eitt vers uttanat hvønn dag. Hesi bæði versini um Asa sita eftir. Fyrst Asa og brotini og so Asa og versini.

Asa og brotini

Eingilskmaðurin, sum eg nevndi, var John Dyer, ein vinmaður hjá Zachariasi Zachariassen, sála. Eg haldi, at teir høvdu gingið á bíbliuskúla saman í Onglandi. Áhugavert, hvussu nógvir floksfelagar hjá Zachariasi komu til Føroyar at vitja. Eg havi ongantíð boðið nøkrum vinmanni, sum eg gekk í skúla saman við í Amerika, heim at vitja. Havi nokk ikki torað, havi verið bangin fyri, at teir fóru at fortelja søgur um tíðina á skúlanum. 🙂

So til brotini og viðmerkingarnar:

  • John Dyer: Mín trupulleiki lagdur við føtur Hansara, er Hansara høvi at gera nakað stórt.

2. Krøn. 14.9-15.19: Etiporaraherurin leggur á Juda, og teir eru tríggjar ferðir so nógvir sum Asa og hansara menn. Asa nýtir trupulleikan til at geva Harranum høvi at gera nakað stórt. Hann rópar á Harran, og Hann svarar við at vinna Asa ein stórsigur.

  • John Dyer: Einki herðir hjørtu okkara meira enn viðgongd.

2. Krøn. 16.1-12: Nøkur ár eftir bardagan móti etioparum kemur Baesa kongur í Ísrael móti Juda. Asa, sum hevði notið viðgongd í fleiri ár, velur hesa ferð ikki at venda sær til Harran, men sendir í staðin silvur og gull til kongin í Damaskus saman við bøn um hjálp. Hesa ferð er tað kongurin í Damaskus og ikki Harrin, sum bjargar. Ein profetur kemur og átalar Asa, men Asa er vorðin harðhjartaður. Heldur enn at lurta gerst hann óður og setur profetin í stokkhúsið (16.10). Seinni gerst hann sjúkur í fótunum. Tað stendur (16.12), at „sjúka hansara versnaði í hvørjum; men heldur ikki í sjúkdómi sínum søkti hann HARRAN, nei, hann fór til læknarnar“. Hann var vorðin grótharður – ov nógv viðgongd.

  • John Dyer: Asa varð grivin í grøv, sum hann hevði høgt sær sjálvum.

2. Krøn. 16.14 sigur: „Teir jarðaðu hann í grøv, sum hann hevði latið høgga sær út …“ Vit hugsa sjálvandi her um yvirførda týdningin. Vit høgga okkum út okkara egnu grøv. Tað eru vit sjálv, sum gera av, hvar vit enda. Álvarsamt.

Asa og versini

Eg mann neyvan hava verið serliga glaður, tá ið vit skuldu læra hesi bæði versini uttanat, tey eru jú bæði í so long, og so skuldi eg læra tey uttanat á enskum. Dugi ikki longur at endurgeva tey orðarætt, men minnist innihaldið – og tað er tað, sum telur. Tað fyrra versið, 14.11, sigur um HARRAN, at Hann hjálpir teimum, sum líta á Hann. Seinna versið, 16.9, sigur um HARRAN, at Hann leitar runt alla jørðina eftir fólki, sum vilja loyva Honum at vísa styrki Sína á teimum.

  • „Tá rópti Asa til HARRAN Gud sín og segði: „HARRI! Hjá Tær er ikki munur á at hjálpa honum, ið nógva megi hevur, og honum, ið onga hevur. Hjálp okkum, HARRI Gud okkara! Tí á Teg styðja vit okkum, og í navni Tínum eru vit farnir móti hesi mannfjøld. HARRI! Tú ert Gud okkara – lat ikki menniskja standa seg móti Tær!“ (2. Krøn. 14.11)
  • „Tí eygu HARRANS skoða um alla jørðina, og Hann letur síggjast, at Hann er sterkur í at hjálpa teimum, sum heilhjartað eru við Honum. Í hesum hevur tú borið teg at sum dári; tí skalt tú hereftir altíð hava bardaga ímóti tær!“ (2. Krøn. 16.9)

– Tað verður spennandi einaferð at møta Asa og kunna takka honum fyri lærdómarnar, sum hann læt eftir seg. Kanska hann fer at spyrja okkum, um vit gjørdu somu feilirnar sum hann, ella um vit lærdu av honum ikki at gera teir. Keðiligt, um svarið verður jánkasligt.

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/09/asa-kongur.jpg 768 1024 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-09-18 07:42:002020-09-04 18:06:16Asa kongur og vit

Bønarløtan fyri september 2020

06/09/2020

Bønarløtan fyri september er tøk – trýst her: Bønarløtan sept. 2020

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/09/Screen-Shot-2020-09-06-at-12.12.53.png 800 743 Stig Elttør https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Stig Elttør2020-09-06 11:11:382020-09-06 11:14:35Bønarløtan fyri september 2020

Skattir og sápubløðrur

04/09/2020

Í kendu skaldsøgu síni Skattaoyggin sigur Robert Louis Stevenson frá um fjaldan skatt, goymdan á fjarskotnari oyggj. Tað er nakað spennandi og veruleikafjart við slíkum søgum.

Filipsoyggjarnar eru kjokkfullar av slíkum søgum, ikki minst Balabac. Oyggin hevur gjøgnum øldirnar verið vitjað av muslimskum sjórænarum, kinesarum, indarum og seinni evropearum: spaniólum, eingilskmonnum, hollendarum og ivaleyst øðrum við. Undir seinna heimsbardaga vóru tað japanarar og seinni amerikanarar, sum gjørdu seg galdandi. Alt íkast til spennandi søgur um goymdar skattir. Og har hevur verið nógv leitað gjøgnum árini, bæði av fólki á staðnum og fólki aðrastaðni frá. Kaldi veruleikin er tó, at eingin hevur nakrantíð funnið nakað, og neyvan fer nakar nakrantíð at finna nakað.

Minnist einaferð, at ein maður kom so alspentur og vísti mær eina sera sjáldsama mynt, sum hann hevði funnið onkustaðni. Hendan mundi vera nógv verd, spennandi um fleiri vórðu funnar. Peningurin var bronsulittur og hevði eitt hol í miðjuni. Eg mátti siga spenta manninum, at hatta var ein donsk 20 króna, og tað var bara fólk úr einum húsi á oynni, sum kundi hava mist hana, og tað var í nýggjari tíð. Altíð keðiligt at skula skuffa fólk.

Tað munna vera fá okkara, sum høvdu funnið uppá at tikið spaka í hond og farið at leita eftir fjaldum skattum. Vit vita, at tað hevði verið bæði býtt og skeivt. Og tó halda vit tað ikki vera so býtt at lata seg verða rivnan við, tá ið tað kemur til at gera beint ímóti tí, sum Skriftin sigur, og savna okkum skattir á jørðini (Matt.6.19), „har mølur og rustur eta, og tjóvar bróta inn og stjala!“ Vit vita, at Skriftin er full av áminningum og dømum, um hvussu skeivt hatta er, men onkursvegna gloyma vit tað.

Eg hoyrdi einaferð eina talu um Prædikaran, har talarin segði, at afturvendandi orðið í bókini, fáfongd, kann eisini merkja sápubløðrur. Syrgiligt at hugsa sær, hvussu ofta vit, sum vita betur, oyðsla tíð og orku upp á at renna eftir sápubløðrum.

Skriftin er full av søgum um evnið. Fyrsta Mósebók fortelur um Lot, sum valdi sær Jordanslættan – tað er økið nær Sodoma og Gomorra (1.Mós. 13.11-12). Alt ein stór sápubløðra. Hinvegin fortelur Onnur Mósebók okkum um skilagóða Móses. Her var ein maður, sum valdi ikki at spilla lívið upp á sápubløðrur. Hebrearabrævið 11.26 sigur:

„Hann roknaði vanæru Kristusar at vera størri ríkidømi enn skattir Egyptalands – tí hann hugdi fram móti lønini.“

Josva sigur frá um Akan (Josva 7.1), at hann tók av tí bannlýsta. Her var ein sápubløðra, sum ikki bara brast, men sum eisini gjørdi enda á bæði Akani og allari familjuni.

Dómarabókin sigur frá, hvussu ein so góður maður sum Gideon tók og breiddi út kappa sín, so fólkið kundi fylla hann við góðsi av tí, tey høvdu fingið, tá ið tey vunnu á midjanitum. Dómararnir 8.27 sigur:

„Av hesum læt Gideon gera lívkyrtil … og hann varð Gideon og húsi hansara snerra.“

Meira enn bara ein sápubløðra, ein snerra. Vit kenna øll mong slík dømir, og ikka bara úr Skriftini, men eisini okkara egna lívi.

Aftur til Balabac. Mong á oynni høvdu skálkin við, hví vit vóru komin hagar. Tey høvdu ilt við at trúgva, at vit vóru komin allan hendan langa vegin bara at fortelja teimum um Gud. Har mátti okkurt annað liggja aftan fyri. Kanska ikki so løgið, at mong hildu, at tað mátti hava okkurt við fjaldar skattir at gera. Sjálvandi, tað hevði tað eisini, men tað vóru bara ikki teir skattirnir, sum tey hugsaðu um.

Jú, har vóru nógvar ymiskar meiningar um, hví vit vóru komin. Ein dagin segði onkur við meg, at hann var komin til ta niðurstøðu, at vit vóru har, tí at vit vóru við í eini skipan, har vit fyri nøkur ár á Balabac fingu eina stóra eftirløn. Og aftur hevði hann lutvíst rætt. Øll trúgvandi eru partur av eini skipan, har eftirlønin kann gerast rættiliga stór. Vit tæna jú Honum, sum segði:

„Savnið tykkum skattir í Himli, har hvørki mølur ella rustur etur, og tjóvar ikki bróta inn og stjala!“ Er hatta ikki nógvar ferðir betri enn at ganga og renna eftir sápubløðrum?

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/09/sápubl.jpg 800 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-09-04 07:31:122020-09-04 07:31:13Skattir og sápubløðrur

Harrin er hirði mín!

25/08/2020

Her vit búgva í Klaksvík, hava vit gott útsýni yvir á Háfjall. Sum navnið sigur, so er hetta eitt høgt fjall. Úr kamarsvindeyganum eygleiði eg ofta hetta fjallið. Serliga um morgnarnar, áðrenn dagurin byrjar.

Niðan móti tindinum er fjallið knortlut og grýtut. Tað er merkt av skriðum og omanlopum. Her er lítil og eingin gróður. Á ongan hátt er fjallið innbjóðandi – ikki fyri meg. Vit síggja skuggasíðuna, og tað dapra umhvarvið í fjallinum bjóðar ljósinum av, sjálvt ein hásummardag við bláum himli.

Hiðani frá skuggasíðuni síggi eg fyri mær ein brattan, tungan, knortlutan túr við klintring og vanda í hvørjum nýggjum fótafeti.

Fjallið er eitt í eini røð av fjøllum. Tað dregur nógvan mjørka til sín. Ofta liggur ein tungur mjørkaflóki yvir tindinum og skuggar fyri sólini.

Tá ið tað mót heysti gerst kaldari í veðrinum, er hesin tindurin ein av teim fyrstu at verða hvíttklæddur. Og so frostið, djúpar kavafannir og stormarnir um veturin. Dugi ikki at ímynda mær nakað verri.

Men …

Hyggja vit gjølla og leita og skimast, síggja vit ein djúpgrønan blett mitt millum tveir stórar hamrar langt uppi. Mitt í brattlendinum, mitt í skriðunum, harða myrka grótinum, hevur ein grøn fløta gjørt eitt ból til leitandi seyðin.

Og hetta fekk meg at grunda á Sálm 23:

„HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.
Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum;
Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, …“

Ert tú mitt í eini melduródn? Ert tú vilstur millum grót og omanlop? Í mjørkanum? Ert tú fastur í brattlendinum og veit tær ongan veg. Hótta vandar? Kennir tú einsemi, vónloysi og skilnað? Gongur tú í kulda á skuggasíðu lívsins?

Finn beiti, lat Hann leiða teg til grasgrøna blettin. Finn trygdina, hvíldina og føðina hjá Hirðanum.

Alt vit uppliva á okkara leið, tá ið sjúka, skilnaður hóttir, tá ið grundvøllurin ristist, tá ið vit vænta skriðurnar, tá kunnu vit finna nýggja styrki og hvíld á grasgrønum fløtum.

Legg merki til, hvussu nógvar náttúrulýsingar vit brúka í dagligdegnum sum myndatalu. Ei undur í. Ikki bara tað, at vit eru umgird av náttúru, men eisini tí, at náttúran ber boð um handaverk Guds. Hon vitnar um Hann, hon talar um Hann.

Rómbrævið 1,20 ger tað greitt fyri okkum, at vit hava „onga avsakan“, t.v.s. onga umbering fyri ikki at tilbiðja Gud.

Gudloysingar siga, at eingin Gud er. Teir hyggja rundan um seg og finna ongan gud. Men tað er myrkt í hjørtum teirra, og hjartað er afturlatið, tí teir vilja ikki síggja Gud. Hetta er syrgiligt, einki er syrgiligari enn hetta. Og stoltleiki lívsins leiðir til undirgang og fortaping.

Men gott er at liva í lívd hins Hægsta (Sálmur 91,1) og at kunna siga: Tú ert hjálpari mín í lívi og deyða. Og deyðin er ikki deyði, bert ein skuggi í dalinum. Og deyðin er vinningur, og deyðin er størri enn lívið, tí deyðin leiðir okkum inn til lívið.

Skrivað hevur Maria Mørkøre

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/08/jesus-shepherd.jpg 384 600 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-08-25 12:24:042020-08-25 12:24:05Harrin er hirði mín!

Góður angi

11/08/2020

Men Gudi veri tøkk, sum í Kristusi altíð leiðir okkum fram til sigur og á hvørjum staði letur góða anga kunnskapar Síns opinberast við okkum!

(2. Kor. 2, 14)

Høvundurin Rita Snowden sigur frá eini vitjan í lítlari bygd í Dover í Ongland. Sum hon ein seinnapart sat uttanfyri eina kaffistovu og neyt ein temunn, gjørdist hon varug við ein góðan anga í luftini. Hon spurdi tænaran, hvaðani hesin angi kom, og hann greiddi henni frá, at hann kom frá fólkunum, ið gingu framvið. Flestu bygdarfólkini starvaðust á einum virki, ið framleiddi luktilsi. Sum tey gingu heim eftir loknan arbeiðsdag, bóru tey luktin, ið hekk í klæðunum, við sær út á gøtuna.

Hetta er ein vøkur mynd av tí kristna lívinum. Paulus sigur, at vit eru góði angi Kristusar, og henda anga bera vit við okkum, hvar vit fara (2. Kor. 2,15). Paulus nýtir myndina um ein kong, sum kemur aftur úr bardaga. Hermenninir og fangarnir, ið ganga aftan á honum, geva anga av veitslulag í luftina og kunngera stórleika kongsins (v. 14).

Vit spreiða anga Kristusar á tveir mátar. Í fyrsta lagi gjøgnum orð okkara við at fortelja øðrum um tann Eina, ið er undurfullur, og í øðrum lagi ígjøgnum lív okkara: við at liva í kærleika (Ef. 5. 1-2). Meðan tað helst eru tey, ið ikki fara at fagna guddómiliga anganum, ið hongur í okkum, fer hann tó at geva lív til mong.

Rita Snowden legði til merkis ein anga og fór at leita eftir, hvaðani hann kom. Sum vit fylgja Jesusi, fer góði angi Kristusar at hanga í okkum, og vit fara at bera hann út á gøturnar ígjøgnum talu og verk okkara.

Harri Jesus gev okkum at bera og spreiða Tína dýrd til tey, ið vit liva saman við heima, í grannalagi og á arbeiðsplássi.

Vit eru angi Kristusar til onnur.

Týtt úr enskum Eyðun Elttør

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/Efesus.jpg 813 1220 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-08-11 21:26:502020-08-11 21:29:08Góður angi

Fagnað, góðtikin og enntá nógv betri!

30/07/2020

Fyri meira enn 40 árum síðani fór eg á bíbliuskúla í Amerika. Tað merkti millum annað, at eg fór at læra um Bíbliuna á enskum. Nógv av tí, eg hoyrdi og las, segði mær einki – alt ov fremmant – men okkurt gjørdist mær sprelllivandi. Minnist, tá ið eg hoyrdi onkran endurgeva Efesus 1:6, at vit eru fagnað í hinum elskaða. Enska umsetingin segði, at vit eru “accepted in the beloved”. Vit eru góðtikin í hinum elskaða! Hatta hevði eg ongantíð hugsað um fyrr, at Gud hevur góðtikið okkum. Tað liggur jú til okkum at leingjast eftir at kenna okkum góðtikin. Sambært Efesus 1:6 eru vit góðtikin – og ikki bara av hvørjum sum helst, men av Gudi sjálvum. Hatta er ein sannleiki, sum ein kann sóla sær í.

Vit nýttu bara King James umsetingina á bíbliuskúlanum. Tað var ikki tí, at tey hildu, at hon var tann einasta rætta umsetingin. Orsøkin var, at tá í tíðini – og hetta er jú meira enn 40 ár síðani – var tað mest sum lóg í flestu samkomum og kristnum skúlum í Amerika, at tá ið tú vart á møti ella í skúlastovu, skuldi tú halda teg til King James umsetingina.

Seinni fór eg at nýta nýggjari umsetingar – nógv lættari at lesa – men tá ið eg kom til Efesus 1:6 í hesum nýggjaru umsetingunum, legði eg til merkis, at tær umsettu tað ikki sum King James. Í staðin fyri at siga, at vit eru góðtikin, søgdu tær – og eg endurgevi alt versið: „Dýrd náði Sínari til prís, sum Hann frítt hevur givið okkum í hinum elskaða.“ Skuffandi, helt eg, mær dámdi so væl, soleiðis sum tað stóð í King James.

Eg fór at kanna, hvussu tað stóð á frummálinum, og sá, at hugtakið, sum nýggjaru umsetingarnar umseta ‚frítt givið‘, og King James umsetur „góðtikið“, er sagnorðsformurin av orðinum náði. Umseta vit versið bókstavliga, er tað: „Dýrd náði Sínari til prís, sum Hann náðaði okkum við í hinum elskaða.“ Onkur heldur kanska, jamen, so skal tað bara umsetast soleiðis. Tað ber ikki til, í hvussu so er ikki, tá ið tú skalt umseta tað til føroyskt. Hugsa um tað. Á føroyskum merkir tað at náða ella vísa náði, at tú vísir samkenslu ímóti onkrum, sum er sekur, at tú linkar dómin, sum viðkomandi hevur uppiborið, ella bara letur hann falla burtur. Hatta er als ikki tað, sum liggur í grikska orðinum. Har er týdningurin ikki, at vit eru spard fyri tað, sum vit hava uppiborið, men at okkum er givið tað, sum vit als ikki hava uppiborið. Síggja tit munin?

Jú, tað er beint, sum gomlu umsetingarnar søgdu. Vit eru góðtikin ella fagnað, sum tað stendur hjá Victor, men tað liggur nógv meira í hasum enn bara tað. Gud hevur tikið okkum til Sín, góðtikið okkum og rætt og slætt díkt okkum undir við óuppibornum signingum.

Og so er tað eisini eitt annað. Vit menniskju hava lyndi til at góðtaka tey, sum vit halda vera í lagi, og ikki at góðtaka tey, sum vit ikki halda vera í lagi. Soleiðis er Gud ikki. Eingin okkara var í lagi, men kortini tók Hann okkum til Sín og díkti okkum undir við náði yvir náði – alt óuppiborið. Hann ger tað ikki grundað á, hvørji vit eru, men grundað á, hvør Hann er. Hann ger tað alt náðidýrd Síni til prís.

 ————

Eg byrjaði við at siga frá, hvussu máliskan „góðtók“ greip meg, tá ið eg lærdi at lesa Bíbliuna á enskum. Lat meg enda við at fortelja eitt sindur um, tá ið vit umsettu síðsta partin av Efesus 1:6 til Molbog, har tað stendur „í hinum elskaða“. Á filipinsku málunum ber ikki til at nýta hugtakið „í“ á sama hátt, sum vit kunna nýta tað. Vit kundu ikki siga, at vit eru „í hinum elskaða“, vit máttu siga, at „vit eru knýtt at hinum elskaða“. Mær dámar hatta so væl. Grundin, at vit eru díkt undir við Guds signingum, er, at vit eru knýtt at hinum elskaða, at vit eru eitt við Hann. Knýtt at hinum elskaða eru vit nú Guds elskaðu – góðtikin, fagnað, díkt undir við øllum andaligum signingum.

Efesusbrævið 1:6, gott vers! Og vit hava bara hugt at einum parti av versinum.

Skrivað hevur Jógvan Júst Rasmussen

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/07/KJB.jpg 836 1254 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-07-30 11:55:002020-07-21 09:04:13Fagnað, góðtikin og enntá nógv betri!

Bíbliulestrarvika

25/07/2020

Nú er aftur bíbliulestrarvika á skránni

Frá sunnudegnum 26. juli til leygardagin 1. august fara vit at heita á samkomuna at lesa evangeliið eftir Markus frá kapittul 8, 31 til kapittul 9, 50.

Setið tíð av hvønn dag í vikuni at lesa tekstin, og biðið Heilaga Andan tala til tykkara gjøgnum hann. Samtali eisini við onnur trúgvandi um tað, tit fáa burtur úr tekstinum.

Vit enda vikuna komandi sunnukvøld 2. august kl.18.00 við samkomumøti í Betesda. Møtið verður eisini stroymt beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Betesda. Sigið endiliga teimum frá, ið eru uttanlanda, og teimum, sum ikki fáa verið við.

Vit biðja, at Heilagi Andin skal lata„orð Kristusar búgva ríkliga millum okkara, so vit í øllum vísdómi læra og áminna hvønn annan við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum okkara fyri Gudi!”

Harrin signi tykkum øll.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/03/bibliulestrarvika.png 836 1254 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-07-25 17:57:072020-07-25 17:59:37Bíbliulestrarvika

Jesus, miskunna mær!

21/07/2020

Í Lukas 17 lesa vit um ein mann, sum var illa sjúkur. Hann hevði spitalsku, sum var ein ólekjandi sjúka. Sjúkan er óivað byrjað við, at maðurin hevur fingið knútar ella útbrot á húðina. Fyri at fáa staðfest, um tað var spitalska – ella vónandi okkurt minni álvarsamt – er hann farin til prestin at verða sýnaður. Presturin, sum tá var serfrøðingur á økinum, hevur so sýnað hann og givið honum tey tungu boðini, at tað var spitalska (3. Mós. 13:2).

Hetta hevði við sær, at hann skuldi vera skildur frá sínum kæru, kanska restina av lívinum. Lógin segði jú, at fyri at hann ikki skuldi smitta fleiri, mátti hann ikki koma í samband við nakran annan, og tí mátti hann flyta út frá familjuni og út um bygdina (3. Mós. 13:45-46). Tá ið fólk so nærkaðust, skuldi hann rópa og ávara tey um ikki at koma ov nær. Tað var ein vónleys støða fyri mannin.

Ein dagin broyttist tó alt! – Jesus kom framvið.

Maðurin var saman við 9 øðrum spitalskum monnum uttan fyri bygdina. Teir mundu hava hoyrt um Jesus og trúð. Vit lesa, at tá ið Jesus var á ferð og gekk fram við, har teir vóru, stóðu teir langt burtur og róptu hart (Luk. 17:13):

„Jesus, meistari, miskunna okkum!“

Jesus var ikki seinur at svara. Hann bað teir allar 10 fara til prestarnar at verða sýnaðar, og á veg hagar vórðu teir grøddir.

Vit kunnu bara ímynda okkum løtuna, tá ið hesir menn, sum vóru so sjúkir, og sum vóru settir til síðis, fingu at vita, at teir vóru frískir og kundu fara heim til familjuna aftur. Á tann gleði! Tað hevur verið fantastiskt hjá teimum hendan dagin at hava fingið eitt nýtt lív.

Eftir at teir 10 menninir vóru grøddir, lesa vit, at bert tann eini fór aftur til Jesus. Maðurin fall niður fyri føtur Jesusar og takkaði Honum (Luk. 17:15-19).

Vit hava so ómetaliga nógv at takka fyri! Latið okkum takka Gudi, skapara heimsins, fyri at Hann elskar okkum og altíð er til reiðar at svara okkum, tá ið vit venda okkum til Hansara. Spurningurin er, um vit eru eins og tann eini maðurin ella sum hinir 9, og um vit minnast til at takka Gudi fyri alt, vit hava fingið frá Honum.

Spitalska er ein mynd upp á lívið uttan Gud, sum er einsligt og vónleyst. Men á sama hátt sum teir spitalsku á vegnum kunnu vit rópa á Gud: „Miskunna mær!“ Og Hann er eins skjótur at svara. Gud ynskir at hoyra okkum kalla á Hann. Uttan mun til, hvussu vit hava tað, kunnu eisini vit rópa til Gud, og Hann svarar við tað sama.

Ger tú tað sama! Um tú ikki hevur biðið Gud komið inn í títt lív, vend tær so til Hann og bið Hann koma inn í títt lív. Hann vil svara tær.

Skrivað hevur Maria á Lakjuni Simonsen

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/07/lepersickman.png 390 743 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2020-07-21 09:13:382020-07-21 09:13:40Jesus, miskunna mær!
Page 24 of 27«‹2223242526›»

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður24/10/2026 - 00:29
  • Høgni Johannesen í Betesda mikukvøldið20/10/2026 - 21:25
  • Kunngerðir17/10/2026 - 21:17
  • Høgni Johannesen talar í Betesda sunnukvøldið kl. 18 – dópur verður16/10/2026 - 22:54
  • Mannfólkadagur leygardagin 17. okt15/10/2026 - 20:42

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Burturvilstir feðgar16/10/2026 - 07:00
  • Maður hevði tveir synir02/10/2026 - 07:00
  • Bønarløtan01/10/2026 - 12:50
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top