Hini størstu og dýrastu lyfti

– úr talu hjá Halldór Olafsson

Eg minnist Haldur sum ein av teimum serliga góðu talarunum. Hann var serstakur á tann hátt, at hann flenti og græt hvørt um annað, meðan hann meistarliga gjørdi bíbilskar sannleikar livandi fyri teimum, sum lurtaðu.

Eg havi biðið Símun Absalonsen, systurson Haldur, siga eitt sindur um mammubeiggjan. Símun skrivar:

Haldur Olafson var føddur á Viðareiði í 1912, og hann andaðist í 2006. Hann var elstur av seks systkjum. 

Mamma Haldur nevndist Sára. Hon andaðist í 1928, bert 45 ára gomul. Tá var Haldur 16 ára gamal og staddur á skipsdekki. Ikki fyrr enn skipið kom aftur, fekk Haldur at vita, at mamman var deyð og jarðað. Hann syrgdi sárt móður sína og skrivaði eina yrking til minnis um hana.

Sum tilkomin flutti Haldur til Vágs. Har hitti hann konu sína, Lenu. Tey búðu fyrstu árini í Vági, men fluttu seinast í 50-unum til Havnar. Lena andaðist í 1967.

Haldur giftist aftur við Sunnuvu, ið var ættað úr Kunoy. Haldur upplivdi tvær ferðir at kunna halda 25 ára brúdleypsdag.

Og so lurta vit eftir Halduri:

„LYFTI GUDS OG SEINNA BRÆV PÆTURS 1.3-4 

„Alt, ið hoyrir til lív og gudsótta, hevur guddómligi máttur Hansara givið okkum við kunnskapinum um Hann, sum kallaði okkum við dýrd og kraft Síni.

Harvið hevur Hann givið okkum hini størstu og dýrastu lyfti, fyri at tit við teimum skulu fáa lut í guddómligari náttúru, táið tit flýggja burt frá spilluni í heiminum, sum kemur av girnd.“

Eg tonkti upp á, hvat Hann hevur givið okkum her, og hvat Hann gevur okkum. Hvussu vælsignað tað er, og tað er soleiðsnar, sum hann sigur her: Hann hevur givið okkum tey størstu og livandi lyftir. Ja, tað er sannheit. Okkara lyftir, tey vera ofta vánalig. Har var lítið at reypa av hjá mær og hvørjum einstakum av okkum. Men Guds trúfesti, hon er tann sama allan vegin. Alt er grundað á, at Hann hevur givið okkum hini størstu og dýrastu lyfti.

LYFTI GUDS OG EFESUSBRÆVIÐ 3.6

„At heidningarnir við eru arvingar, hoyra við til likamið og eiga part við í lyftinum í Kristi Jesusi við evangeliinum.“

Lyftið í Kristusi við evangeliinum, tað er grundarlagið, tað er tað stóra lyftið, sum øll hini lyftini lena seg uppat. Tað er tann stóra flatan, sum hini lyftini standa uppi og lena seg uppat.

Mangan er tað so hjá okkum, at okkara lyftir, tey halda ikki, tí tað er ikki lætt at útfylla tey. Og so er tað eitt annað: Eg gloymi at gera tað, eg hevði lovað. Hatta er menniskjaligt. Men minst til. Tað stendur, at Hann, sum elskar okkum, Hann kann aldri gloyma. Og tað er ikki bara tað, at Gud minnist, tí Hann er guddómligur, tað er eisini tí, Hann elskar okkum. Hann kann aldri gloyma, tí Hann hevur sett hesa síðuna av lyftinum í samband við Sín kærleika, at Hann elskar sítt fólk.

LYFTI GUDS OG ESAIAS 49.15

„– Man kvinna gloyma bróstabarn sítt, so hon miskunnar ikki lívsfrukt síni! Og um so var, at tær kundu gloymt, gloymi Eg ikki teg!“

Ja, hugsið um natúrlógina og tað ómøguliga í tí, at ein mamma gloymir barn sítt. Hon hevur bundið seg til tað. Hon elskar tað so innarligt. Og hon forstendur tað so yvirmáta gott upp á grund av kærleikanum. Hon gloymir ikki bróstabarn sítt. Og um so var, so gloymi Eg tað tó aldrin, stendur tað, og tað er vælsignað og dýrabart.

Tað er oman á hetta lyftið, at Hann hevur givið okkum øll hini. Tey dýrastu lyftir, fyri at vit í teimum skulu fáa lut í guddómligari náttúru, tá ið vit flýggja burt frá spilluni í heiminum, sum kemur av girnd. Hatta er Kristi máti at á evangeliskari grund at byggja Síni børn upp. Ja, akkurát soleiðis er tað vinur, og her er eitt kall til hvønn einstakan av okkum.“