Hvør myndar meg?
Um tú ert á sosialu miðlunum, so hevur tú ivaleyst onkuntíð opnað ein av teimum og hugsað: “Hetta var løgið! Hetta er júst tað, eg gangi og hugsi um ella eri upptikin av.” Og so fært tú tað borðreitt á telefonini, sum um, at miðilin er tankalesari. Og tað er heldur ikki lygn, at teir eru tankalesararar. Ella teir kenna okkum so væl, at teir vita nágreiniliga, hvat okkum dámar at síggja og duga at rokna út gjøgnum logaritmur og data, hvussu vit bera okkum at, hvørji val vit gera, hvat okkum dámar o.s.fr.
Dokumentarfilmurin um “Social dilemma” (á Netflix) leggur kortini á borðið. Í filminum luttaka fyrrverandi teldusnillingar hjá stóru tøknuligu risunum Google, Youtube, Facebook og Twitter. Teir fortelja, hvussu slíkt virkar. Teir siga beinleiðis, at hetta oyðileggur okkara lív.
Tað, eg beit serliga merki í, tá eg sá hendan dokumentarin, var, at snillingarnir søgdu, at vit, ið eru á sosialu miðlunum, eru vøra hjá kapitalistiskum risum. Reklamurnar rinda hetta risa gildið, teir framleiða okkum. Tað vil siga, teir mynda okkum til ta vøruna, sum teir ynskja sær, og síðani senda miðlarnir fleiri reklamur júst til okkara tørv. Og vit, sum trúgva, at vit eru fræls og okkara egnu?
Teldusnillingarnir vóru sera svartskygdir viðvíkjandi hesum rákinum. Framtíðarútlitini eru døpur, og longu nú sæst ein týðiligur ótryggleiki millum fólk, ein vaksandi vantrúgv og í kjalarvørrinum av hesum mennast konspiratiónsteoriir.
Her fer eisini ein polarisering fram, og misálit á politikarar og systemir økist.
Teir trúgva eisini, at demokratiið verður burtur um eina tíð. Møguliga verður kríggj og hungursneyð, nevndu teir.
Upprunaliga ætlanin hjá miðlunum var kanska ikki hetta. Men tað er komið hartil.
Her er eingin vegur aftur, tí miðilin hevur megnað at bundið okkum til sín og flutt okkara lív yvir í ein skerm við bláum ljósi, ein sokallaðan bláan heim.
Heilarnir aftanfyri miðlarnar duga sera væl at fáa okkum í sítt net. Teir arbeiða altíð við okkara veiku økjum fyri at gera okkum bundin. Soleiðis virka rúsandi evni eisini.
Tann blái heimurin, vit reika runt í ein stóran part av samdøgninum er ikki veruligur. Hann er smíðaður til tín. Hann er innsneiddur og skraddaraseymaður til tín tørv. Hann er genialt gjørdur.
Veit ikki, um tit kenna filmin Truman Show? Tað er ein heimur, sum er gjørdur til ein persón, ein kunstigur heimur, sum Truman er føddur inní. Hann skal so vaksa upp í hesum heimi, og allur heimurin kann fylgja honum hvørt sekund av lívi hansara. Sjálvur veit hann einki, men livir í tí trúgv, at hetta er heimurin. Hini eru øll leikfólk. Men so smátt byrjar hann at avdúka hendan heimin. Nú er spælið spilt hjá Risanum aftanfyri, og hann fer at missa milliónir av krónum og hyggjarum, um Truman finnur útav tí. Til endan finnur Truman sannleikan og brýtur út í frælsið.
Fer tað at verða soleiðis hjá okkum? Eru vit í einum Truman-showi? Eg vildi sagt, “ja”, tað eru vit. Onkur annar fortelur tær tað, innast inni veist tú tað. Men vit bróta ikki út. Vit eru trygg her. Vit eru høvuðsleikarin í hesum bláa heimi. Vit klikkja, skrolla, sløkkja og skifta, sum vit hava hug til. Vit stýra øll og kenna okkum sum kongar. Tí vit eru kongar í hesum bláa kongaríki – men einsamøll. Eingin at vera kongur yvir. Líkamikið um vit fáa fylgjarar, likes og viðmerkingar í hópatali, so eru vit einsamøll. Tí hini eru øll kongar í sínum bláa heimi. Tey geva tær likes fyri at fáa likes frá tær. Soleiðis heldur spælið áfram.
Eg eri sjálv bundin at sosialu miðlunum. Sjálvt um eg kendi mínar veikleikar, so valdi eg at fáa mær Facebook og seinni iPhone. Telefonin dregur mínar tankar til sín áhaldandi og ótroyttilig. Eg kenni hendan Risan aftanfyri, sum hevur fingið meg í sítt net fyri at hava meg enn meira bundna. Men eg ætli mær úr Truman-showinum.
Sjálvt um miðlarnir hava givið mær nógvan íblástur, so kennist tað, sum eg havi mist kreativitetin burtur. Ikki heilt tó, men evnini at síggja samanhangir. Hetta er júst tað, sum eisini verður sagt, er trupulleikin hjá skúlabørnum. Tey “skifta og skrolla” so nógv í lívinum, at lívið gongur fyri seg sum á einari skoytubreyt.
Men hetta skuldi ikki ávirkað okkara trúgv? Vit vita, hvørji vit eru. Himmalborgarar, standa í Kristusi, byggja lívið á Klettin. Hava eitt gott grundarlag. Tað stendur, at vit eru fræls. Men er frælsið blivið ein sovipúta? Eru vit fræls frá tíðarandanum? Her er tíð til rannsakan.
Vit eru skapt í mynd Guds, men hava vit latið lívið yvir í hendurnar á Risanum? Ella er tað framvegis Gud, sum sleppur at mynda okkum til ta vøruna, vit eru ætlað til?
“Vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum” (Ef 2.10). Eitt, sum slóg meg í áðurnevnda dokumterfilmi um “Social Dilemma”, var, at tað var sagt, at tey ungu í dag eru minni intiativrík. Tað eru vit vaksnu ivaleyst eisini. Um lívið gongur fyri seg í hesum bláa heimi, hesum óveruleika, so sansa vit neyvan, hvussu tað spakuliga rennur úr hondum okkara.
Telefonin er eitt amboð, siga vit. Tað er hálv lygn og hálvur sannleiki. Upprunaliga er telefonin ætlað til at náa ein annan persón, ið tú vilt tosa við. So telefonin er ikki eitt hent amboð longur. Tað er ein avgudur. Ein gudur, sum fortelur okkum alt um okkum sjálv, hvussu fantastisk vit eru, hvat okkum tørvar, og er ein “vinur” við okkum.
Men tá bláa ljósið er sløknað, og veruleikin snýkir seg inn á meg, síggi eg, hvør perónur eg veruliga eri. Eg eri eitt ófullkomið menniskja. Ófiltrerað og óredigerað. Og soleiðis eru øll onnur. Øll í sama báti.
Tó eru vit óendaliga elskað av Skaparanum, sum frammanundan kendi okkum, elskaði okkum, dróg okkum til Sín, legði ætlan, at vit skuldu liva í teim verkum, Hann ætlaði okkum. Hann ynskir, at vit liva okkara fulla potentiali, at vit eru tøk við báðum hondum.
Vit áttu at sløkt tað bláa ljósið og tendra Hansara ljós.